Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2005 7 Stórmøti við afrikanskum talara Komandi vikuskifti skipar Heimamissi- ónin fyri stórmøtum í Ítróttarhøllini í Runavík. Høvuðstal- ari verður Romain Zannou úr afrikanska landinum Benin. Kór og bólkar ymsastaðni úr landinum vera eisini við MØTIR Runavík: Stórmøtini hjá Heimamissiónini byrja fríggjakvøldið 2. og enda sunnukvøldið 4. september. Fríggjakvøld og leygar- kvøld vera møtini klokkan 19:30 og sunnukvøld klokkan 18:00. Talari á møtunum verður Romain B. Zannou úr Benin. Hann hevur í nógv ár arbeitt sum prestur, og í dag er hann formaður í kirkjuni. Fleiri 100 prestar og onnur fólk starvast har. Romain hevur sera gott samband við politikarar og stjórnina í landinum um- framt í øðrum londum eisini. Hann virkar sum eitt slag av sendiharra fyri landið. Romain hevur áður verið í Føroyum, har hann mill- um annað hevur havt fundir við landsstýrismenn, polit- ikarar eins og handilsfólk. Benin Millum føroyingar er afrik- anska landið Benin ikki serliga kent. Hetta franskt- talandi landið við 6,5 milli- ónum íbúgvum er granni til Nigeria, Niger, Burkina Faso og Togo. Hóast landið ikki er serliga kent í Føroyum, so verður tó sæð upp til tað av fleiri afrikanskum londum. Ein av grundunum er, at landið var tað fyrsta í Afrika, ið byrjaði gongdina frá at vera eitt einaveldi til at gerast eitt demokratiskt land. Henda gongdin hevur gingið sera væl og friðar- liga fyri seg. Í dag vera demokratisk val hildin í landinum, og har er trúar-, tali- og skrivifrælsi. Tulkað Hóast Romain ikki talar føroyskt, so verður eingin trupulleiki hjá fólki at skilja tað, ið sagt verður. Alt verður nevniliga tulkað til føroyskt. Í sambandi við stórmøt- ini koma fleiri kór og ein- staklingar ymsastaðni úr landinum at syngja: Tabor- kórið á Toftum syngur fríggjakvøld, Vox og Marj- un & Kristina syngja leyg- arkvøld og Streingjakórið í KFUM & K í Klaksvík og Petur Hans & Thomas syngja sunnukvøld. Samtala Í sambandi við stórmøtini verða samtalu- og forbøn- arrúm, har tey, ið ynskja tað, kunnu leita. Ein drekkamuður verður eisini at fáa hvørt kvøld, og sunnukvøldið verður eisini skipað fyri barnaansing. Eftir drekkamunnin verður eftirmøti við fríum vitnis- burði. Fríggjakvøldið verð- ur tó opið hús í missións- húsinum á Toftum kl. 22. Savnað verður inn á møt- unum øll kvøldini. Í Ítróttarhøllini vera eis- ini básar, sum lýsa arbeiðið hjá Heimamissiónini. Høv- ið verður eisini at keypa bøkur, fløgur og annað frá Heimamissiónsforlagnum (HMF). Er ikki høvi hjá fólki at vera við á møtunum, so ber tó til at fáa meginpartin við. Rás 2 fer nevniliga at senda beinleiðis frá øllum trimum møtunum. - Kirkjan sendir fólk út í tær fjarskotnu bygdirnar fyri at hjálpa bygdarfólkin- um. Vit ynskja at vísa teimum Guds kær- leika, sigur afrikanski presturin, Romain Zannou KIRKJUSAMSTARV Snorri Brend Benin: 607 kr. um mán- aðin! - So lítið kostar tað at hava ein evangelist í starvi í okkara kirkju, sigur prest- urin, Romain Zannou úr afrikanska landinum Benin. Hann er í løtuni á vitjan í Føroyum, og skal um viku- skiftið hava stórmøtir í ítróttarhøllini í Runavík, eins og greitt er frá aðra- staðni á síðuni. Endamál hansara er fyrst og fremst at boða Guds orð, men samstundis vísa fólki á, at tey eisini kunnu vera við í missiónsarbeiðinum í hansara landi og út frá hansara kirkju. Kirkja hansara hevur í løt- uni 50 evangelistar, sum eru spjaddir runt eitt stórt øki í sunnara parti av landinum. Men tey duga at síggja tørvin á enn fleiri slíkum. Tað kostar sjálvandi nógvan pening eftir teirra mátistokki. Men føroyingar kunnu verða við at rinda løn og uppihald hjá einum slíkum evangelisti fyri bert 20 kr. um dagin. - Mítt ynski er tí, at for- telja tykkum frá um alt tað, sum Gud hevur givið okk- um. Og so at vísa á, at vit trúgvandi eisini hava nógv at geva teimum, sum lítið og einki eiga, sigur Romain Zannou í samrøðu við Sosialin. Hann hevur verið í Før- oyum fleiri ferðir áður, og hevur eisini tosað við løg- mann og onnur fólk lands- ins leiðslu. Hann hevur her tosað heitt fyri, at fáa før- oyingar at vera við til at stuðla menningararbeiði í hansara landi. Elska fólkið Alt arbeiðið, sum kirkjan hjá Romain stendur fyri, verður gjørt eftir eini ná- greiniligari strategi – hóast tað kanska ikki júst er tað orðið, sum tey brúka í hesum sambandi. Men tey hava í øllum før- um sæð, at tað arbeiðið tey gera við at menna bygdir- nar á mongum økjum, hev- ur borið signing og menn- ing við sær. - Vit senda okkara evang- elistar út í bygdirnar, av teirri einfaldu orsøk at vit elska fólkið í hesum bygd- um. Vit ynskja at vísa teim- um sama kærleikan, sum Jesus vísti okkum. - Okkara arbeiði er ikki at prædika og aftur prædika, men at vera nær hjá fólkin- um – ja, mitt í teirra ger- andisdegi av gleði og sorg, sigur Romain. Ein stórur partur av ar- beiðinum – um ein kann siga tað so – er tí at búseta seg og soleiðis vera úti millum fólkið: Børn teirra spæla við bygdarbørnini, konan er saman við konun- um og maðurin er uppi í tí dagliga arbeiðinum hjá monnunum. Við hesum ynskir kirkjan at vísa bygdarfólkinum, at hon er áhugað í teimum og vil hjálpa teimum, har tað er neyðugt. Og tað hevur eisini víst seg, at hetta hevur givið úrslit. Stjala og lúgva ikki Við at búgva soleiðis mill- um bygdarfólkið so fær ev- angelisturin og familja hansara eina góða inn- gongd til fólkið og gerand- isdag teirra. Bygdarfólkið sær eisini, at hesi nýggju fólkini eru øðrvísi enn tey: Tey lúgva ikki, tey stjala ikki, tey eru sannorðað, tey halda orð og tey tykjast bara vilja bygd- arfólkinum tað allarbesta. Við hesum góða sam- bandinum teirra millum er heilt nátúrligt at fólkið setir sær sjálvum spurningin: - Hví í víðu verð kemur ein familja úr stórbýnum og búsetir seg her í okkara lítlu, fjarskotnu og lítið mentu bygd? Tey seta ikki bert sær sjálvum henda spurningin, men fara eisini á rætta stað við honum: Til evangelistin og konu hansara. - Og her fær so evangel- isturin eitt gott høvi at for- telja teimum frá um Guds kærleika, hvussu nógv hann elskaði okkum og hvussu nógv hesin evangel- isturin elskar bygdarfólkið. - Tí hevur hann valt at flyta úr sínum egna staði og til teirra bygd. Hann gera tað, tí hann vil hjálpa teim- um, og bert tað, sigur Ro- main. Ikki kirkjur Hesir evangelistarnir sita ikki bert hendur í favn, men fara fegnir til verka fyri at hjálpa bygdarfólkinum. Teir hugsa ikki fyrst og fremst um at byggja vakrar kirkjubygningar, men tað er vælferðin hjá bygdarfólkin- um sum stendur teimum allarfremst. Alt arbeiðið verður grundað á virðini, sum ein finnur í Bíbliuni. Teir fara tí beinanvegin undir at betra um livium- støðurnar hjá fólki. Teir grava brunnar, seta á stovn heilsumiðstøðir, seta skúlar á stovn og banka, sum letur fólkinum – serliga konu- fólkinum - smærri lán. Tað vísir seg, at tey eru frægast at gjalda rættstundis aftur! Evangelistarnir bjóða sjálvandi til gudstænastur í skúlanum. Skuldu teir bygt eina kirkju, so høvdu teir líkasum deilt bygdina upp í tveir partar - tey sum koma til gudstænastu, og tey sum ikki koma. - Men við at hava anda- ligu tiltøkini í skúlanum gera vit gáttina so lága, at øll kunnu føla seg vælkom- in. Tað gleðiliga er eisini, at so at siga alt bygdarfólkið kemur við til hesar guds- tænasturnar. - Og vit hava eisini – Gud havi lov fyri tað - sæð heil- ar bygdir verða umvendar, sigur ein fegin Romain. - Tit kunnu eisini menna bygdir í Benin Tað er fátæksligt úti á bygd í Benin. Men evangelistarnir hjá kirkjuni gera eitt stórt arbeið fyri at hjálpa fólki og menna bygdirnar - Vit byggja ikki kirkjur fyrst og fremst, men vit eru millum bygdarfólkið í gleði og í sorg. Á henda hátt kunnu vit fáa inngongd til fólkið, sigur presturin, Romain Zannou úr Benin, sum vitjar Føroyar í hesum døgum Mynd: Jens Kr. Vang