mikudagur 31. august 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 164 - 31. august 2005
Granskarar leggja
dent á, at nógv ár fara
at ganga, áðrenn
sigast kann við vissu,
um royndirnar við
mýsnum kunnu "flyt-
ast" yvir á menniskju
HEILSA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hvør hevði væntað, at ein
lítil mús kann goyma
loyndarmálið um aldur-
dómin?
Ein kanning vísir nú, at
eitt serstakt hormon, sum
granskarar hava funnið í
eini mús, kann leingja um
lívið hjá músini við 30%.
Granskarar
vóna,
at
kanningin eisini kann nýt-
ast til menniskju og soleiðis
halda aftur sjúkum, sum
standast av elli.
Hormonið, sum talan er
um, er vanligt í súgdjórum
– og eisini í menniskjum og
kann sambært granskarum
leingja um lívið.
- Nýggja vitanin fyllur út
"holini" í tí putlispæli, sum
er loyndarmálið aftanfyri
aldurdómin, sigur ameriku-
maðurin, L. Stephen Coles,
sum starvast á UCLA
School of Medicine, við
Washington Post.
Kanningin
tekur
út-
gangsstøðið í eini gransk-
ingarætlan, sum varð sett á
kjøl í 1997, har granskarin,
Makoto
Kuro,
staðfesti
sonevnda hormonið, "klo-
tho-gen", í mús. Kuro kom
eftir, at tá ið hetta hormonið
verður
oyðilagt,
eldist
músin skjótari og doyr fyrri.
Í nýggju kanningini vendi
Makoto Kuru stutt sagt
mannagongdini á "høvdið".
Við at geva mýsnum fleiri
klotho-gen, gjørdust tær nú
20-30% eldri.
Granskarar leggja dent á,
at nógv ár fara at ganga,
áðrenn sigast kann við
vissu, um royndirnar við
mýsnum kunnu "flytast"
yvir á menniskju.
Roknast kann tó ikki við,
at æviga lívið er í ljósmála.
Í fyrsta lagi vóna gransk-
arar, at ílegan kann nýtast í
stríðnum móti sjúkum, sum
standast av ellini.
- Men hetta er eitt stig á
leiðini fram imóti einum
betri aldurdómi – og einum
longri lívi, sigur Anna Mc
Cormick, sum starvast á
The National Institute of
Aging, við Washington
Post.
Mús goymir "lykilin" til eitt longri lív
Nýggja vitanin fyllur út
"holini" í tí putlispæli, sum
er loyndarmálið aftanfyri
aldurdómin
Konsertfelagið
skipar fyri tón-
leikatiltøkum
Leygarkvøldið skip-
aði felagið fyri heið-
urskonsert fyri
Eivindi Mohr, lista-
manni, sum doyði
fyrr í ár
TÓNLEIKUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Konsertfelagið er nú farið
undir virksárið 2005/
2006.
Fyrsta tiltakið hjá fel-
agnum er vitjanin av
Elisabeth Westenholz og
Toke Lund Christiansen,
sum bæði eru danir og
leika ávikavist á klaver og
floytu.
Leygarkvøldið skipaði
Konsertfelagið fyri væl-
eydnaðari heiðurskonsert
fyri Eivindi Mohr, lista-
manni, har Elisabeth og
Toke syrgdu fyri tónleik-
inum.
Við
løtuna
greiddi
Elisabeth, sum kendi Eiv-
ind persónliga, frá mann-
inum, hon ynskti at
heiðra, og eftir konsertina
hittust fólk í móttøkuhús-
unum hjá Tórshavnar
kommunu.
Masterskeið
Í sambandi við donsku
vitjanina, hevur eisini
verið skipað fyri so-
nevndum masterskeiðum
fyri
næmingum,
og
seinnapartin sunnudagin
var konsert í Lærara-
skúlahøllini við næm-
ingum, sum hava verið á
hesum skeiðum.
Í kvøld, mikukvøldið,
verða Elisabeth og Toke
aftur at hoyra í Lærara-
skúlahøllini, og hendan
konsertin byrjar klokkan
19.30.
Elisabeth Westenholz spælir á klaver í Læraraskúlahøllini
til heiðurs fyri Eivindi Mohr, listamanni
Mynd: Vilmund Jacobsen
"Kunnu"
kóka vatn
úr byrg-
ingini í
Havnardali
VATN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í fráboðan í síðstu viku,
ger Tórshavnar kommuna
vart við, at borgarar, sum
fáa vatn úr vatngoymsluni
í Havnardali, "kunnu"
kóka vatnið, meðan lýtt
er í veðrinum.
- Dálkingin er ikki stór,
og fyri frísk fólk er tað
ikki
vandamikið
at
drekka
vatnið,
sigur
kommunan.
Á einum korti verður
víst á, hvørjir býarpartar í
Havn fáa vatn úr vatn-
goymsluni í Havnardali,
og her er talan í fyrsta
lagi um vesturbýin og
miðbýin.
Í fráboðanini verður
sagt, at tað eru nýggju
kanningarhættirnir
hjá
Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni sum vísa, at vatn-
dygdin ikki er nøktandi
til framleiðsluna á virkin-
um hjá Fiskavirking í
Havn, sum hevur fingið
vatn úr Havnardali.
Dánial K. Christiansen á
Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni segði herfyri við
Sosialin, at fleiri koli-
forma-bakteriur eru í
vatninum úr Havnardali,
enn
kunngerðin
hjá
landsstýrinum
hesum
viðvíkjandi ásetir.
Koliforma-bakteriur
stava serliga frá skarni,
og Dánial K. Christiansen
helt, at betur er at vera
fyrivarin.
Skulu vit taka yngul-
kanningarnar, sum
Fiskirannsóknarstova
n hevur gjørt í
summar, sum baro-
metur fyri gongdini í
fiskastovnunum
komandi árini, stend-
ur barometrið lágt í
løtuni. Men náttúran
plagar at duga at
hátta sær sum best, tá
ið ástendur
YNGUL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Yngulkanningarnar, sum
Fiskirannsóknarstovan hev-
ur gjørt í summar, eru ikki
serliga positivar.
Tilsamans 28 ymisk sløg
av fiskayngli vórðu fingin
undir kanningunum, harav
25 á landgrunninum og 18
á Føroyabanka. Yvirhøvur
var lítið av øllum sløgum at
síggja.
Vanliga hevur nógv mest
verið at fingið av hvítings-
bróðuri, og soleiðis var eis-
ini í summar, men nøgdin
var ógvuliga lítil.
Nøgdirnar av nebbasild
vóru eisini ógvuliga smáar,
og bert einaferð áður síðan
1974, hava tær verið eins
smáar og í summar.
Har frægastu nøgdirnar
av nebbasild vórðu fingnar,
var eisini nakað av svart-
fugli at síggja.
Fiskirannsóknarstovan sá
eisini svartfugl í Suðuroy-
arfirði, men har var næstan
einki yngul.
Yngulnøgdirnar av hýsu
og toski vóru heldur einki
at reypa av á kanningar-
ferðini, og vit skulu heilt
aftur til tey vánaligu árini í
90-unum fyri at síggja líka
smá tøl, sum tey, ið vórðu
staðfest hesaferð.
Somuleiðis
var
bert
hendinga sild og lodna
fingin.
Kanningarnar á Føroya-
banka vístu, at lítið av
toskayngli var at síggja.
Nøgdirnar av hýsuyngli
vóru á eini leið, tó væl
minni enn metárið í fjør.
Á Føroyabanka var lítil
og eingin nebbasild.
Í mun til í fjør, var miðal-
longdin av øllum yngli
minni í ár.
Lítil yngul er á
landgrunninum
Sambært yngul-
kanningunum verður ikki so
nógv upp í "posan" hjá
teimum sum fiska
Mynd: Vilmund Jacobsen