mikudagur 31. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 31. august 2005
9
– Tit skuldu bara sæð
hesi børnini. Tey er so
glað fyri at koma í
skúlan, og tey taka
sera væl ímóti øllum
tí sum vit gera fyri
tey, siga tveir av
lærarunum við
barnaskúlan í
Smederevo, Biljana
Cvetkovich og
Dragira Rajkovich.
Nú verður ein framtíð
skapt fyri hesum
skúlanum, ið ætlaður
er sigoynarabørnum
STUÐUL
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Smederevo: Í einum skúla
í hesum serbiska býnum
ganga í løtuni 50 sigoynara-
næmingar og hugsa nógv
um Føroyar.
Tey vita, at tveir av lærar-
um teirra eru farnir ta
longu leiðina norður til
hetta landið, sum hevur
sagt seg sinnað at veita
teimum stuðul til leikur,
ljóðføri og annað sum
krevst til undirvísingina.
Frammanundan hava lær-
arnir greitt børnunum frá,
at tey gjøgnum Reyða
Kross hava fingið samband
við eina deild av hesum
felagsskapinum í Føroyum.
Og í farnu viku fóru so hesi
umboðini avstað úr Serbia.
Tey komu til Føroyar
mikudagin í farnu viku, og
seinnapartin
mánadagin
varð undirskrivað ein sam-
starvsavtala millum Reyða
Kross og Formula.fo.
Eftir hesi avtaluni bindir
fyritøkan seg til at verða
stuðul hjá hesum skúlanum
í tvey ár framyvir. Og sam-
stundis er Marit Holm
Petersen hjá Formula.fo út-
nevnd sum gumma fyri
henda skúlan.
– Vit vóru til reiðar og
sótu mestsum og bíðaðu
eftir áheitanini frá Reyða
Krossi, sigur Marit.
Umboðini fyri skúlan,
saman við einum umboðs-
manni fyri Reyða Kross í
Smederevo fara úr aftur
Føroyum í dag. Og tey 50
sigoynara-børnini í skúlan-
um kunnu nú so smátt byrja
at gleða seg til at henda
avtalan verður gjøgnum-
førd í veruleikanum.
Glað børn
Á samkomuni mánadagin,
tá samstarvsavtalan varð
undirskrivað, vóru eisini
tveir av lærarunum –
Biljana
Cvetkovich
og
Dragira Rajkovich – á hes-
um skúlanum fyri sigoynar-
arnar ella roma-fólkið, tey
nevna tað.
Tær greiddu her frá, at 50
næmingar eru í hesum
skúlanum. Tey eru býtt upp
í tveir bólkar, soleiðis at ein
bólkur møtir fyrrapartin og
hin bólkurin seinnapartin.
Skúlin hevur verið opin í
trý ár, og hava tey eitt tætt
samband við umboðsfólk-
ini frá teirri lokalu deildini
av Reyða Krossi, hagani
tey fáa tað, tey hava brúk
fyri í tí dagliga.
Børnini koma í skúlan í
tríggjar tímar hvønn dagin,
har alt verður gjørt fyri at
tey skulu fáa eina góða
uppliving í gerandisdegn-
um.
Starvsfólkini læra børn-
ini at lesa og skriva sítt
egna mál, eins og tað serb-
iska málið. Umframt hetta
hava tey drama, tónleik,
eins og tey læra um, hvussu
tey skulu bera seg at úti í
ferðsluni og mangt annað.
Hetta er sum ein forskúli
at rokna, og tí ynskja tey at
børnini skulu vera so væl
fyri sum tilber at fara í
barnaskúlan og hagani víð-
ari út í serbiska samfelagið.
– Og tit skuldu bara sæð
hesi børnini. Tey er so glað
fyri at koma í skúlan, og tey
taka sera væl ímóti øllum tí
sum vit gera fyri tey, siga
tær báðar Biljana Cvetko-
vich og Dragira Rajkovich.
Út í samfelagið
Við skúlagongdini ynskir
ein fyrst og fremst at røkka
børnunum. At geva teimum
nøkur amboð, sum tey
kunnu brúka úti í samfel-
agnum.
Næst á skránni er at geva
foreldrunum eitt tilboð við
sama endamáli. Eru børnini
illa fyri, so eru foreldrini
tað munandi meiri.
Foreldrini liva vanliga
eitt sera primitivt og eins-
táttað lív: Tey eiga nærum
ikki sýru í vegg, men fáa
tað dagliga breyðið við at
finna lutir ymsa staðni,
sum tey síðani royna at
selja á gøtuni. Møguleik-
arnir fyri vinnuligum ar-
beiði eru ikki stórt aðrir
enn hesir, av teirri einfaldu
orsøk at tey duga hvørki at
lesa ella skriva.
Umframt hetta búgva tey
mangan undir sera vesalig-
um umstøðum, og tí er tann
sosiala støðan hjá børnum
og foreldrum ofta sera ring.
Ja, nógv teirra liva nærum
ikki undir umstøðum, sum
eru menniskjum verdug.
– Av tí sama er heilsu-
støða teirra eisini sera, sera
vánalig, og livialdur teirra
er tí munandi lægri enn hjá
øðrum fólkum í Europa,
sigur aðalskrivarin í Reyða
Krossi í Smederevo, Tomi-
slav
Zivannovich,
sum
eisini var við á tíðindafund-
inum.
Liviumstøður teirra hava
eisini við sær, at tey hava
lítlan pening um hendi.
Hann røkkur við neyð og
deyð til mat, meðan tey
hinvegin hava illa ráð at
gjalda fyri vitjanir hjá
lækna ella fyri heilivág um
tey ella børn teirra gerast
sjúk.
Men við skúlan í Smede-
revo fáa hesi 50 børnini
møguleikan fyri júst hes-
um, sum foreldur teirra
hava so trupult við. Við
regluligum millumbilum
kemur lækni á skúlan at
kanna børnini. Og er barnið
sjúkt, so verður tað sett í
viðgerð beinanvegin.
Flóttarfólk uttan útbúgving
Serbia: Í níti-árunum bórust tíðindi hvønn einasta dag
um ræðuliga borgarakríggið í tí sundurlimaða Jugo-
slavien.
Ein fylgja av krígnum var, at flóttarfólk í hundr-
aðtúsundatali komu inn um markið til Serbia. Millum
hesi vóru eisini hópurin av sigoynarum ella roma-
fólkum, sum tey eisini verða nevnd.
Eitt eyðkenni fyri hesi fólkini er, at tey hava einki
land, sum tey kunnu kalla teirra egna. Tey hava
haraftrat sítt egna mál, men sum bert tey sjálvi skilja.
Skúlagongdin er lítil og eingin, og helst eru eini 90
prosent av fólkinum, sum hvørki dugir at lesa og
skriva.
Henda trupulleikan hevur Reyði Krossur í Serbien
sæð, og er tí farin undir eitt arbeiði við at geva hesum
fólkunum eina framtíð.
Eitt av tilboðunum til hesi fólkini er hesin lítli skúlin
í Smederevo, sum liggur beint sunnanfyri Beograd,
høvuðsstaðin í Serbia.
Útgerðin er ikki av tí mesta, men við stuðlinum tey
nú fáa úr Føroyum kunnu starvsfólkini læra tey at lesa
og skriva, soleiðis at tey klára seg í gerandisdegnum
úti í samfelagnum.
Føroyskur stuðul til barnaskúla í Serbia
Barnaskúlin í Smederevo er lítil, men hjartarúmið er stórt
Umboðini fyri Reyða Kross og skúlan í Smederevo, saman við føroysku umboðunum. Nú fáa sigoynara-børnini møguleika fyri eini framtíð, sum er øðrvísi enn
tann hjá foreldrum teirra