Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 164 - 31. august 2005 Fólk, sum fylgja við í politiskum orðaskifti í bløðunum, vóru ikki sørt bilsin, tá formaður Tjóðveldisfloksins herfyri í grein nevnd »Tá søgan er følsk, verður framtíðin til fals« kunn- gjørdi, at føroyska sendinevndin viðvíkjandi undirgrundini í 1992 var til reiðar at góðtaka eina grønlendska loysn. Ja, tað var enntá so galið, at føroyska sendinvndin hevði ta grøn- lendsku loysnina í skjáttuni. Ikki kann noktast fyri, at henda myndin var munandi øðrvísi enn tann mynd, almenningurin tá fekk av støðuni hjá avvarðandi føroyskum myndugleikum. For- maðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur, at av- varðandi føroyskir myndugleikar við Atla Dam, sála, á odda, høvdu framt eitt satt myrkaspæl kring undirgrundarmálið og dult veruligu støðu teirra í hesum týðandi máli. Men nú kemur so ein av fremstu ráðgevum tá- verandi landsstýrisins í undrgrundarmálinum í blaðnum í dag og boðar frá, at páhald Høgna Hoydals er ósatt. Halgir Winther Poulsen, ad- vokatur, sigur bart út, at orðini hjá formanni Tjóðvedisfloksins eru so burtur úr vón og viti, at tað ber ikki til at lata tey standa ósvarað. Ad- vokaturin var sjálvur við á fundinum og kann tí vátta, at í tí tilfari, ið var fyrireikað til fundin, var eingin tilsipan til ella nakað uppskot um nakað, ið líktist grønlendsku loysnini at finna. Hann leggur afturat, at føroyska kravið var øll árini púra greitt, at undirgrundin varð yvirtikin sum sermál sambært heimastýrislógini. Ráðgevi landsstýrisins, Halgir Winther Poul- sen, sigur at enda í grein síni, at hann sjálvur tók lut í hesum arbeiðinum við undirgundar- málinum frá 1984 og kann vátta, at eingin flokkur við undantak av Sambandsflokkinum gretti orð um eina loysn, ið á nakran hátt kundi sammetast við grønlendsku loysnina. Nú er so staðfest, at Høgni Hoydal í nevndu grein bein- leiðis hevur borið skeivar upplýsingar um eitt hitt mest týðandi mál í nýggjari politiskari søgu. Tað kann samstundis staðfestast, at hann við páhaldi sínum hevur dálkað minni Atla Dams. Øll vita jú, at Atli staðiligi vísti aftur eina grønlendska loysn í undirgrundarmálinum. Greinin hjá Høgna Hoydal rør uppundir, at Atli Dam, sáli, segði ósatt fyri Føroya fólki. Høgni Hoydal hevur gjørt Atla og øllum teimum, sum hava gjørt eitt frálíkt arbeiði í undirgrunar- málinum stóran órætt, og hann skyldar teimum eins væl og øllum Føroya fóki eina treytaleysa umbering. DAGSINS MEINING Sosialurin Ákærur Hoydals burtur úr vón og viti VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jógvan K. Mortensen, kommunustýrislimur á Sandi Nú um dagarnar fingu borgararnir í Sands komm- unu kunning frá kommunu- stýrisfundi 22. august 2005, har sagt var frá sum mál nr. 7: at undirritaði »sigur seg úr samstarvinum í kommunustýrinum« og tí vóru allar nevndir valdar av nýggjum og undirritaði ið hevur næstflest stemmir til kommunuvalið bleiv úti- lukkaður úr øllum nevnd- um av meirilutanum. Sjálvandi kann tað undra fólk hví undirritaði tók seg burtur úr tí »sonevnda breiða samstarvinum«. Tá ein meiriluti av kommunustýrinum gav borgarstjóranum einsamall- um heimild til at seta og loysa fólk úr starvi hjá Sands kommunu, var eing- in ivi hjá mær um at demo- kratiið í kommunustýrinum var burtur. Sjálvandi eigur eitt samla kommunustýri eftir tilmæli frá nevnd ella borgarstjóra at seta og loysa tey fáu starvsfólkini hjá kommununi úr/í starv. Tað stóð eisini klárt í starvs- skipanini fyri Sands kommunu sum var samtykt fyri tveimum árum síðani. Hví hetta skuldi broytast kann ein og hvør borgari á Sandi ímynda sær. Tá ið undirritaði varð sett- ur í starv hjá Sands komm- unu sum umsjónarmaður í 2002 setti verandi borgar- stjóri ein so ódámligan og ódemokratiskan pragraf í sáttmálan sum bert kann líknast saman við stýris- skipanir í einaræðislondum. Prargraf nr. 13 var »starv- andi hjá Sands kommunu kunnu ikki vera í starvi hjá Sands kommunu, samstund- is sum tey eru valdir polit- ikarar í Sands kommunu«. Her skuldu havnaumsjónar- maðurin og undirritaði sum umsjónarmaður hjá Sands kommunu siga frá okkum grundlógartryggjaðan rætt at stilla upp til kommunu- val. Eitt er at hugsa ein slíkan tanka, verri er at siga tað við nakran. Men tá slíkt verður felt skrivliga á blað tá er nakað spinnandi galið í tí demokratisku hugsanini hjá borgarstjóranum. Ein kann so spyrja tá vit ikki skuldu stilla upp til eitt kommunustýrisval, var tað so tað næsta at vit kanska ikki fingu lov at velja? Tí betur bleiv borgarstjórin tá settur uppá pláss av hægstu myndugleikum, og para- graffurin bleiv strikaður. Hetta lyndi speglar fram- vegis arbeiðslagið í komm- ununi. Hvussu kann eitt breitt samstarv virka við einum slíkum borgarstjóra? Hig- artil er einki tekin komið uppá eitt breitt samstarv, og tá eitt samstarv bert skal ganga ein vegin, so ber ikki til meir og tí tók eg hesa støðu, eg vil ikki yvir fyri teimum sandingum ið hava valt meg í kommunustýrið verða við at stuðla slíka ódámliga framferð. Alfred Olsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Tey flestu okkara munnu vera samd um, at vit byggja á og hava eina kristna lívs- áskoðan og mentan í Føroy- um. Hetta merkir ikki, at all- ir føroyingar eru kristnir, men tað merkir, at okkara mentanin og lívsáskoðan hevur røtur í kristnu siða- læruni. Tað at flest øll ar- beiðspláss standa still sunnudag, tað at løgtings- setan byrjar við skrúðgongu oman í dómkirkjuna o.s.fr. er alt partur av okkara kristnu mentan. Men vit kunnu ikki út frá hesum siga, at allir føroy- ingar eru kristnir, ella at okkara land ikki eisini gev- ur rúm fyri fólki, ið hava aðra mentan enn ta kristnu. Men øll sum búleikast í Føroyum eiga ikki at vera í iva um, og tí viðurkenna og virða, at tann mennandi føroyska mentanin og lívs- áskoðanin er kristin. Tá fremmand fólk koma til Føroya, so kunnu tey t.d. ikki krevja av arbeiðsgev- ara, ið hevur eitt flakavirkið, at hann skal geva teimum loyvi til at arbeiða sunnu- dag. Tey mugu virða, at tey eru komin til eitt land, har tann umsorgsfulla kristna mentanin er galdandi. Í stevnuskrá Sambands- floksins stendur, at flokkurin vil á øllum økjum reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði. Harvið verður sligið fast, at Sambandsflokkurin vil virka fyri, at tann kristna mentanin framhaldandi skal verða hornasteinur í føroyska sam- felagnum. Allar royndir at flyta føroyska mentan og lívsáskoðan burtur frá tí kristnu siðalæruni eru sostatt í stríð við tað, sum Sam- bandsflokkurin virkar fyri. Nógvar royndir eru gjørdar tey seinnu árini, fyri at fáa tað føroyska samfelagið at viðurkenna hjúnalag millum tvey av sama kyni á jøvnum føti við hjúnalagið millum mann og konu, soleiðis sum vit kenna tað í teirri kristnu mentanini. Men vit sleppa ikki uttanum, at ein viðurkenning av samkynd- um hjúnalagi merkir tað sama sum ein vanvirðing av tí kristnu mentanini, sum bert loyvir hjúnalagi mill- um mann og konu. Ein við- urkenning av hesi nýggju mentanini vil tí altíð merkja, at tann kristna mentanin verður vrakað. Tað ber ikki til at sam- eina tvær so mótstríðandi mentanir ella lívsáskoðanir, tí við at viðurkenna aðra, vrakar tú hina. Tí mugu vit sum samfelag og tjóð taka støðu til, hvørja mentan vit vilja hava og hvørja vit ikki vilja hava, tí vit kunnu ikki halta til báðar síðir. Sum løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil eg vera við til at verja um og framhaldandi virka fyri, at Føroyar vera ein kristin tjóð og at tann kristna mentanin og lívsáskoðanin, sum vit fingu handaða frá forfedrum okkara, verður hornasteinurin í tí føroyska samfelagnum, tí eg ivist ikki í, at vit á hesum grund- vølli aftur og aftur vilja uppliva Guds signing, bæði yvir land og fólk. Tí er minniluti í Sands kommunu Føroyar eru ein kristin tjóð