mikudagur 31. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 31. august 2005
11
VIÐMERKINGAR
Undirgrundin og søgufalsan
Halgir Winther
Poulsen
Í stórari grein í bløðunum
herfyri undir yvirskriftini
»Tá søgan er følsk, verður
framtíðin til fals« viðger
formaður Tjóðveldisfloks-
ins søgufatan og -falsan
løgmans, og er greinin eftir
øllum at døma svar til eina
grein hjá løgmanni, ið við-
ger nýggja politikk Tjóð-
veldisfloksins.
Eftir at hava lisið tann
partin av greinini, ið hevur
yvirskriftina »Undirgrundin
sum dømi«, má eg við-
ganga, at eg eri bæði bilsin
og ikki sørt skelkaður. Eftir
at hava latið fólk vita, at tað
fyrst og fremst er Tjóðveld-
isflokkinum fyri at takka, at
vit ikki endaðu við »grøn-
lendsku
loysnini«,
sum
Javnaðarflokkurin og fólka-
flokkurin skuldu vera við at
góðtaka, sigur hann (orða-
rætt endurgivið): »Tá fund-
urin við Schlüter var í 1992,
hevði landsstýrið millum
annað í skjáttuni eitt før-
oyskt útspæl til at góðtaka
eina grønlendska loysn -
men Schlüter tók teir á
bóli.«
Hesi orðini í einari grein,
ið viðger søgufalsan, eru so
burtur úr vón og viti, at tað
ber ikki til at lata tey standa
ósvarað. Sipað verður til
fundin tann 11. september
1992 millum landsstýrið og
donsku stjórnina, har enda-
málið var at fáa gongd á
aftur arbeiðið í føroysk-
danska
embætismanna-
bólkinum, eftir at stígur var
komin í orsakað av trupul-
leikum hjá danska partin-
um at orða mótuppskot til
tey greiðu og vælgrundaðu
sjónarmiðini hjá føroyska
partinun um yvirtøku av
málsøkinum ráevni í før-
oysku undirgrundini sum
sermál sambært heimastýr-
islógini.
Rætt er tað, at landsstýr-
isumboðini Jógvan Sund-
stein og Aage Ellefsen sam-
an við Atla Dam, løgmanni,
høvdu ymisk sjónarmið og
uppskot um, hvussu gongd
kundi fáast á aftur samráð-
ingarnar, við á fundin við
donsku stjórnina, og rætt er
tað eisini, at ikki varð neyð-
ugt at leggja hesi fram á
fundinum, tí Schlüter boð-
aði frá, at hann við góð-
kenning frá stjórnini hevði
gjørt av, at nú var tíðin
komin at loysa hesa drúgvu
ósemju.
Eg var sjálvur við á fund-
inum og kann vátta, at í tí
tilfari, ið var fyrireikað til
fundin, var eingin tilsipan
til ella nakað uppskot um
nakað, ið líktist grøn-
lendsku loysnini at finna.
Nú var eg ikki í skjáttu løg-
mans, men tað kann tjóð-
veldisformaðurin av góðum
grundum heldur ikki hava
verið.
Føroyska kravið var øll
tey árini, eg var við í hesum
arbeiði, púra greitt at undir-
grundin varð yvirtikin sum
sermál sambært heimastýr-
islógini. At hetta eisini at
enda gjørdist loysnin var
ikki minst orsakað av, at so
gott sum allir flokkar vóru
samdir um hetta kravið øll
árini frá tí at gongd kom á
samráðingarnar eftir avtal-
una millum Atla Dam, løg-
mann, og Poul Schlüter,
forsætisráðharra, á fundin-
um tann 29. august 1988. Á
tí fundinum luttóku umboð
fyri allar flokkarnar í táver-
andi samgonguni, Javnað-
arflokkin,
Tjóðveldis-
flokkin, Sjálvstýrisflokkin
og Framburðsflokkin.
Tann breiða og varandi
politiska semjan gjørdi tað
eisini møguligt at leggja
samráðingarnar tilrættis og
føra tær við vissu um, at
hóast tær gjørdust drúgvar,
fór ikki at verða neyðugt at
broyta støðu orsakað av
politiskum
ósemjum
í
Føroyum.
Forsøgan til fundin tann
29. august 1988 er í stuttum
tann, at danska stjórnin
hevði víst øllum samráð-
ingum um yvirtøku av
málsøkinum
aftur.
Tó
samdust partarnir í mai
1986 um at seta eina felags-
nevnd at viðgera málið,
men hendan nevnd varð
ongatíð sett, orsakað av at
semja ikki fekst um ar-
beiðssetningin (kommisori-
ið). Í juli 1985 fekk lands-
stýrið »gula álitið«, har
stjórnarskipanarligu grund-
gevingarnar hjá stjórnini
fyri at sýta fyri realitets-
samráðingum vórðu við-
gjørdar og afturvístar.
Í august 1988 bað lands-
stýrið um nýggjan fund við
stjórnina, eftir at landsstýr-
ið hevði latið málið kanna
nærri og fingið trý álit, »tað
reyða« um stjórnarrætt
v.m., »tað bláa« um altjóða-
rætt v.m. og »tað hvíta« um
hugsandi praktiskar loysnir.
Saman við áheitanini um
fund
sendi
landsstýrið
stjórnini eitt memorandum,
ið bygdi á hesi álit, og har
føroyska kravið um sam-
ráðingar um yvirtøku av
málsøkinum var lýst og
gjølla grundað.
Á fundinum í august
1988, ið sum nevnt endaði
við, at stjórnin gekk við til
at fara undir realitetssam-
ráðingar, vísti Schlüter til
grundgevingar landsstýris-
ins og brúkti tær sum
grundgeving fyri at broyta
støðu stjórnarinnar frá »der
er intet at rafle om« til at
samráðast skuldi um málið.
Tað gekk kortini drúgv
tíð, áðrenn felagsnevndin
kundi fara til verka, av tí at
partarnir vóru ósamdir um
formannin og endaligu orð-
ingina av arbeiðssetningin-
um. Eftir at hesir spurning-
ar vóru avgreiddir arbeiddi
nevndin uttan trupulleikar
inntil stígur kom í, orsakað
av at tær heimildir, partar-
nir hvør sær høvdu fingið
frá sínum politikarum, ikki
fingust at røkka saman.
Nevndarlimirnir báðu meg-
in bóðu tískil sínar polit-
isku uppdragsgevarar um
meira nágreiniligar polit-
iskar
útmeldingar.
Tað
gjørdist tí neyðugt við
nýggjum fundi á politisk-
um stigi, og tann fundurin
varð hildin tann 11. sep-
tember 1992. Tað var á hes-
um fundinum at avtalan um
yvirtøku av málsøkinum rá-
evni í føroysku undirgrund-
ini var gjørd.
Hendan
avtalan
varð
undirskrivað av Atla Dam,
løgmanni, og Poul Schlüter,
forsætisráðharra, tann 22.
desember 1992 í Tórshavn,
og við hesum varð endaligt
punktum sett fyri einari
ósemju landanna millum,
ið hevði vart síðan løgting-
ið á fundi tann 13. mai
1948 samtykti at taka upp
samráðingar við donsku
stjórnina um yvirtøku av
undirgrundini. Avtalan er til
skjals í Kunngerðarsavnin-
um sum kunngerð nr. 96 frá
13. mai 1993.
Sjálvur tók eg lut í hesum
arbeiði síðan 1984, frá
1987 saman við Árna Ol-
afsson, og kann vátta, at eg
ongatíð
hoyrdi
nakran
flokk við undantak av sam-
bandsflokkinum gretta eitt
orð um eina loysn, ið á
nakran hátt kundi sammet-
ast við grønlendsku loysn-
ina.
Hvørja skúlapolitiska
kós hevur sitandi
samgonga?
Bergur Djurhuus
Hansen
studentaskúlalærari
Felagið hjá Studentaskúla-
og HF-lærarum mótmælti
fyri stuttum alment, at 26
næmingar eru í tveimum av
flokkunum, sum byrjaðu
skúlagongdina í Hoydølum
í ár. Hetta er brot á skrivliga
avtalu millum lærararnar
og Mentamálaráðið, sum
ásetur, at í mesta lagi 24
næmingar skulu verða í
hvørjum flokki. Menta-
málaráðið hevur sum aftur-
svar víst á, at málið fer at
loysa seg av sær sjálvum, tí
fleiri næmingar helst fara at
gevast, áðrenn langt um
líðir. Men grundgevingin er
heldur veik. Fyri tað fyrsta
er tað undir øllum umstøð-
um brot á avtaluna, sum
sigur, at í mesta lagi 24
skulu verða í hvørjum
flokki (eisini við skúlaárs-
byrjan), og harumframt er
tað heilt burturvið at taka
næmingar inn á skúlarnar
við teirri fortreyt, at so og
so nógvir av teimum skulu
gevast. Hetta avdúkar eina
hugsan úr farnum tíðum, tá
tað var avgerandi at fjálga
um tey, sum frammanundan
vóru væl fyri, og sálda hini
frá. Endamálið við mið-
námsútbúgvingunum í dag
má verða, at so nógv sum
gjørligt av teimum, sum
byrja eina miðnámsútbúgv-
ing, fáa prógv.
Hví tílíkt stríð?
Tað er tó ikki løgið, at eitt
tílíkt stríð tekur seg upp.
Lærararnir leggja dent á eitt
gott umhvørvi í skúlunum
og dygd í útbúgvingini,
Mentamálaráðið hinvegin
er undir politiskum trýsti
og vil gera skúlaskipanina
einfalda at umsita og bíliga
at reka. Til ber eisini at
spyrja, um tað er so stórur
munur á 24 og 26 næming-
um, og um ikki tað er rætt
at spara við at lata fleiri
næmingar ganga í hvørjum
flokki.
Til hetta er at siga, at
góðtaka lærararnir fyrst, at
26 næmingar eru í hvørjum
flokki í ár, so kann talið
gerast 28 ella 30 næsta ár.
Møguliga er tað hetta, sum
býr undir avgerðini hjá
Mentamálaráðnum, og hvat
er ein avtala tá verd? Tó
snýr hetta seg ikki fyrst og
fremst um prinsipp og av-
talubrot, tað snýr mest um,
hvussu
hvør
einstakur
næmingur trívist í skúlan-
um, og hvør dygdin er í
undirvísningini, næmingur-
in fær.
Undirvísing fyrr
Fyrr í tíðini, t.v.s. fyri 30-
40 árum síðani, bar væl til
at hava heilt upp í 40 næm-
ingar í hvørjum flokki í all-
ari skúlaskipanini, líka frá
byrjan til enda. Lærarin
stóð uppi við talvuna og
helt fyrilestur, meðan næm-
ingarnir sótu og lýddu á.
Guð náði tann, sum ikki sat
stillur, tí neyðugt var við
harðari disiplin. Av teimum
40 fingu tó bert eini 12-15
realprógv og upp aftur færri
studentsprógv. Trivnaðurin
í skúlanum mundi hjá
mongum vera so sum so, og
ivaleyst vóru tað fleiri við
góðum evnum, sum ongan-
tíð komu fyri seg. Hinvegin
var samfelagið eisini øðr-
vísi tá, og krøvini til út-
búgving ikki tey somu.
Undirvísing í dag
Ì undirvísingini í dag verð-
ur støði í mest møguligan
mun tikið í hvørjum ein-
støkum næmingi, og lærar-
in stendur ikki og heldur
fyrilestur hvønn dag, men
letur næmingarnar arbeiða.
Tað merkir ikki, at talvu-
undirvísingin heilt er burt-
ur, men at næmingarnir
taka lut í tí, sum fer fram í
flokshølinum og sjálvir eru
við til at orða uppgávur,
finna tilfar o.s.fr. T.d. skulu
næmingarnir í fleiri læru-
greinum sjálvir velja evni
at skriva ritgerð um. Lærar-
in skal tá geva hvørjum ein-
støkum næmingi vegleið-
ing, og eydnast hetta væl,
verður áhugin ein drívandi
megi í undirvísingini. Men
tað sigur seg sjálvt, at verða
ov nógvir næmingar í
hvørjum flokki ber tílík
undirvísing ikki til, tá
noyðist lærarin aftur at
halda fyrilestrar, og so má
hvør næmingur klára seg
sum best. Stundir verða
ikki til at tosa við hvønn
næming sær og als ikki til
at taka sær av teimum, sum
av onkrari orsøk hava trup-
ult við at skilja tað, sum
lærarin ella aðrir næmingar
siga. Trivnaðurin hjá næm-
ingunum verður verri og
dygdin í undirvísingini við.
Hvat slag av skúla
ynskja vit?
Seinastu nógvu árini hevur
dentur verður lagdur á at
fáa næmingarnar at trívast í
skúlunum og gera teir
áhugaðar í tí, teir skulu
læra, heldur enn at tvinga
teir til tað. Enski heimspek-
ingurin Herbert Spencer
tók til í eini grein longu fyri
150 árum síðan, at allar
broytingar í undirvísingar-
verkinum áttu at havt sum
aðalmál "to make the acqu-
irement
of
knowledge
pleasurable rather than
painful.. and all education
interesting", t.v.s. í mest
møguligan mun gera at-
gongdina til vitan og út-
búgving lætta, hugaliga og
áhugaverda. So langt er
Mentamálaráðið eftir øllum
at døma ikki komið enn.
Ljótur minnisvarði
Næmingar í dag mugu
sleppa at kjakast, gera við-
merkingar, spyrja, seta sær
sjálvum uppgávur o.s.fr.
Ikki bara tí teir á henda hátt
menna eina sjálvstøðuga og
kritiska hugsan, men eisini
tí hetta er ein avgerandi
treyt, skulu vit fáa næming-
arnar at støðast í skúlunum
og harvið røkka málunum,
sum løgmaður og sam-
gongan hava sett sær: at øll
skulu fáa eina miðnámsút-
búgving. Sleppur avgerðin
hjá Mentamálaráðnum um
at hækka talið av næming-
um í hvørjum flokki at
standa við, verður tað eitt
stórt afturstig fyri undirvís-
ingina í studentaskúlunum
og eitt ljótt minni um sit-
andi samgongu.
Skulu vit aftur til peikipinn og skammikrók?