mikudagur 31. august 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 164 - 31. august 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jóhanna Kristina Maria Olsen, vanliga nevnd
Kitty, Vestmanna, búsitandi í Valby andaðist
leygardagin 27. august, 97 ára gomul.
Kórseting verður frá Søndermarkens Krematori-
um mikudagin 31. august klokkan 10.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
31. august. Berta. Ókend halgikvinna. Summar
halgisøgur siga, at talan er um ta vøkru Bertu, sum
umvendi mann sín, kongin Edelbert í Kent í
Onglandi. Týskt navn, ið merkir hin bjarta.
Janus Djurhuus doyði hendan dagin í 1948.
Í gjár, týsdagin 30. august,
fylti Jóhan Páll Joensen í
Klaksvík 50 ár. Jóhan Páll
hevur verið trolaraskipari í
tólv ár, og seinastu trettan
árini hevur hann verið
frammarlaga í føroyska
vinnulívinum. Føðingar-
dagin skuldi vera opið hús í
Skálanum frá klokkan 18.
Jóhan Páll er elstur av
teimum fimm børnunum
hjá Gretu og Levi Joensen.
Systkini eru Malan, Jóna
og Rógvi, sum øll búgva í
Klaksvík og Mirjam, sum
býr í Runavík.
Jóhan Páll hevur frá
barnsbeini av dámað væl at
flotið. Tey fyrstu árini var
tað við opnum báti á og av
Borðoyarvík, og tá ið hann
var fjúrtan ára gamalur,
mynstraði hann fyrstu ferð.
Frá 1970 og til 1973 sigldi
hann við hekku- og flaka-
trolarunum Stellu Karinu
og Stellu Kristinu. Skiparar
vóru Martin Sivertsen og
Hallur Laksáfoss. Áðrenn
hann í januar 1974 fór upp
á skúla, var hann nakrar
túrar við Mýlingi, sum
Dánial Johan Godtfred
førdi.
Í januar 1977 leyk Jóhan
Páll skipsføraraprógv. Tá
mundi hann vera ein tann
yngsti, sum hevði lokið
hægstu nautisku útbúgv-
ingina á Føroya Sjómans-
skúla. Jóhan Páll var eitt ár
2. stýrimaður við Nón-
hamri, sum Jaspur Klakk-
stein og Martin Sivertsen
førdu. Frá á heysti í 1978
og eitt ár fram var hann 1.
stýrimaður við Froyi, sum
Harry á Lakjuni førdi, og
15. oktober í 1979 mynstr-
aði hann fyrstu ferð sum
skipari við Vesturvón. Har
var hann skipari í trettan ár,
og harvið var hann nógv
tann størsta partin av hesi
tíðini í Barentshavinum. Í
1992 legðist Jóhan Páll
uppi. Tá hevði hann tó
verið
heima
skúlaárið
1989-90, tá ið hann gekk í
hægri
handilsskúla
á
Kambsdali.
Um tað mundið, tá ið Jó-
han Páll legðist uppi, vóru
størstu broytingarnar í før-
oyska
vinnulívinum
í
nýggjari tíð. Fyrsta avbjóð-
ingin hjá honum, minti
nógv um hana, hann sum
skipari á Vesturvón hevði
fingist við. Jóhan Páll varð
stjóri á Handils&Frysti-
virkinum í Fuglafirði, sum
Skipafelagið Føroyar átti,
og sum Føroya Banki tá
umsat. Umframt ábyrgdina
fyri framleiðsluni í Fugla-
firði hevði hann eisini
ábyrgdina av flakavirkinum
Lynfrost.
Á heysti í 1992 var fyrsti
stoyturin, og í oktober 1993
sá Fiskavirking dagsins
ljós. Jóhan Páll varð leiðari
fyri virkjunum í Havnini,
Vestmanna og á Eiði, men
hann var bara fáar dagar í tí
starvinum.
Í
november
1993
varð
Kósavirkið
endurreist.
Jóhan
Páll
Joensen og systkinabarn og
dyggi
samstarvsfelagi
hansara bæði á sjógvi og
landi, Jóhan David Joen-
sen, keyptu virki saman við
Klaksvíkar Arbeiðsmanna-
felag, Klaksvíkar Arbeiðs-
kvinnufelag og Norðoya
Sparikassa. Jóhan Páll var
stjóri í felagnum fram til á
vári í 1998.
Hann hevði tá saman við
øðrum stovnað íløgu- og
sølufelagið Maru Seafood,
sum hann var stjóri í. Fe-
lagið eigur Norðís á Eiði,
Vestís í Sørvági og Eystís,
sum er fyrrverandi Sam-
mutt í Klaksvík. Í nøkur ár
áttu teir eisini Suðurís í
Hvalba. Hjá Maru Seafood
og virkjunum, sum felagið
eigur, arbeiða umleið 80
fólk.
Jóhan Páll kom næstan
samstundis sum Jørn Ast-
rup Hansen upp í banka-
virksemið í Føroyum. Ast-
rup kom í Sjóvinnubankan
í februar í 1993, og Jóhan
Páll kom í nevndina í Sjó-
vinnubankanum seinni á
árinum. Í apríl 1994 vórðu
bankarnir
samanlagdir.
Astrup gjørdist stjóri, og
Jóhan Páll gjørdist nevnd-
arformaður í nýggja Føroya
Banka, og tí formanssess-
inum situr hann framvegis
í.
Í 1996 varð Jóhan Páll
Joensen valdur í nevndina í
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
og síðani aðalfundin í fjør
hevur hann verið formaður
í nevndini.
Tá ið JFK Trol varð
endurreist um ársskiftið
1992-93 gjørdist Jóhan Páll
nevndarformaður. Svend
Thulesen var stjóri. Jóhan
Páll sat í tí sessinum inntil
aðalfundin í 1996. Um árs-
skiftið 1993-94, tá ið nógvu
og stóru byltingarnar vóru í
Fiskasøluni, varð Jóhan
Páll valdur í nevndina har,
og har sat hann í feløgunum
í Føroyum, Danmark og
Onglandi. Í 1995 var nógv-
ur turbolensur, tá ið hann
saman við Uhrenholt keypti
felagið í Grimsby.
Jóhan Páll hevur sitið í
fleiri øðrum nevndum. Eitt
nú var hann frá 1993 og
fram til 2001 nevndarlimur
í Fiskamarknaði Føroya.
Í frítíðini plagdi Jóhan
Páll at dáma væl at flóta.
Hann eigur framvegis bát,
men nú er kanska longri
millum túrarnar út av
Borðoyarvík. Hóast hann
hevur nógv um at vera, so
eigur Jóhan Páll ikki part í
at vera strongdur og alt tað,
sum hoyrir til hjá teimum,
sum kenna seg at hava ov
nógv um oyruni. Honum
dámar væl at spæla innan-
dura fótbólt, hann er íðin
KÍ viðhaldsmaður, og sang-
ur fyllir nógv í frítíðini.
Hann
syngur
bæði
í
Betesdakórinum og í 17
sangarum, og ivaleyst er
kvartettin Vitin hjartabarn-
ið hjá honum. Saman við
hinum kvartettsangarunum
og teimum, sum spæla
undir, hevur hann seinastu
árini skipað fyri væl um-
tóktum sangtiltøkum í hall-
um kring alt landið.
Jóhan Páll Joensen giftist
í februar 1977 við Rutt
Norðoy, sum eisini er ættað
úr Klaksvík. Tey bygdu á
Hædd, og tey eiga trý børn
- Levi, Nanna og Vár. Levi,
sum er giftur Irdi Ragnars-
son úr Klaksvík, býr í
Klaksvík, Nanna, sum er
gift David Lukama úr
Sambia, býr í London, og
Vár býr heima hjá foreldr-
unum. Jóhan Páll eigur ein
abbason og eina abbadóttir.
Jóhan Páll Joensen 50 ár
Mánadagin 3. oktober 2005
tekur Rógvi Róin í Hoyvík
við sum nýggjur sølustjóri
hjá telesamskiftisfyritøkuni
Kall í Havn.
Rógvi er 31 ára gamal og
fuglfirðingur. Fimm tey
seinastu árini hevur hann
arbeitt sum marknaðar-
leiðari hjá sølusmiðstøðini
SMS í Havn.
Hann byrjar í nýggja
starvinum mánadagin 3.
oktober, men fyrstu tíðina
verður hann eisini knýttur
at SMS.
Eftir lokið studentsprógv
í 1993 arbeiddi Rógvi sum
leiðari hjá Bónus, bæði í
Havn og á Glyvrum. Frá
1996-98 var hann sølumað-
ur hjá Havsbrún í Fugla-
firði, og frá 1998-2000 var
hann leiðari á Statoil-
støðini í Gundadali.
Mánadagin 3. oktober tekur
Rógvi Róin í Hoyvík við sum
nýggjur sølustjóri hjá
telesamskiftisfyritøkuni Kall
Mynd: Jens Kristian Vang
Rógvi Róin nýggjur
sølustjóri hjá Kall