mánadagur 31. januar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 21 - 1. februar 2000
Tingbólkarnir skulu
kunnast um uppritið
JOHN JOHANNESSEN
– Hergeir Nielsen hevur nú,
sum formaður í uttanlands-
nevndini, fulla ábyrgd av
uppritinum til samráðingar-
nar við donsku stjórnina. Tí
er tað eisini hann, ið ger av,
hvør skal kunnast um upp-
ritið.
Hetta er svarið frá løg-
manni, tá vit spyrja hann,
um hann hevur tikið støðu
til fyrispurningarnar frá
andstøðulimunum í uttan-
landsnevndini, um í hvønn
mun teir kunnu kunna ting-
bólkar sínar um málið.
Formaðurin í uttanlands-
nevndini heldur tað vera
sjálvsagt, at limirnir í uttan-
landsnevndini leggja inni-
haldið í uppritinum fyri
flokkarnar. Men hann held-
Formaðurin í uttanlandsnevndini heldur tað vera sjálvsagt, at limir nevnd-ar-
innar kunna tingbólkar sínar um uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar
ur kortini stóran mun vera
á at kunna flokkarnar um
innihaldið og at lata aðrar
limir í flokkunum, enn lim-
irnir í uttanlandsnevndini
kaga í ritið.
Mugu kunnast
Hergeir Nielsen ásannar, at
málið um ríkisrættarligu
støðu Føroya er eitt ógvu-
liga týdningarmikið mál, og
tí ber ikki til hjá limunum í
uttanlandsnevndini at taka
støðu til málið, uttan at ráð-
føra seg við flokkar sínar.
Men Hergeir Nielsen
heldur tað kortini framvegis
vera skeivt, um aðrir limir í
flokkunum, enn uttanlands-
nevndarlimirnir, sleppa at
lesa uppritið.
– Talan er í løtuni um at
leggja eina strategi í einari
ætlan ímillum tvey lond, og
tí er tað ógvuliga týdning-
armikið, at fólk virða hug-
skotini frá landsstýrinum,
sum standa í uppritinum.
Fólk eiga at virða trúnaðar-
stemplið, sigur hann.
– Talan er um eitt mál, ið
landsstýrið metir vera so
mikið álvarsamt, at tað skal
viðgerast í trúnaði. Hesa
meting taki eg til eftirtektar,
og fari eg ikki at bróta ta
álit, ið er givið mær í hesum
máli, við at lata onnur enn
limirnar í uttanlandsnevnd-
ini síggja ritið.
Kortini staðfestir formað-
urin í uttanlandsnevndini, at
tað er í sjálvsagt, at limir
nevndarinnar kunna og ráð-
geva seg við flokkar sínar
um uppritið, áðrenn teir
taka støðu í málinum. Men
hann leggur stóran dent á,
at munur er á at kunna um
málið og at lata onnur lesa
ritið.
Skilir ikki
grundgevingarnar
Formaður Javnaðarfloksins
hevur somuleiðis, sum Ed-
mund Joensen, formaður
Sambandsfloksins, víst á, at
neyðugt er at ráðføra seg ið
tingbólkarnar um hetta álv-
arsmál. Og hann heldur, at
fyri tað skal bera til at ráð-
føra seg, er neyðugt, at ting-
bólkarnir sleppa at síggja
ritið.
– Eg síggi onga meining
í, at vit bara skulu práta við
tingbólkar okkara um mál-
ið, uttan at hava nakað at
tosa út frá. Hetta ber jú ikki
til. Tískil vóni eg, at vit fara
at fáa loyvi at lata tingbólk-
arnar sleppa at síggja inni-
haldið í ritinum, sigur Jó-
annes Eidesgaard og leggur
afturat, at tað verður ein væl
fyrireikaður Javnaðarflokk-
ur, ið fer at viðgera málið
um ríkisrættarligu støðuna.
Nyrup tegir
Danski forsætisráðharrin vil einki siga um tað, sum er komið fram um
uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar
JOHN JOHANNESSEN
Eins og í Føroyum eru í
Danmark í løtuni fyrireik-
ingar til samráðingar um
støðu Føroya í danska rík-
inum.
Danir leggja stóra orku í
at kunna seg um tað, sum
fyriferst í Føroyum í løtuni,
og áhugin er stórur fyri tí
tilfari, føroysku fjølmiðlar-
nir finna fram um uppritið,
landsstýrið
hevur
latið
uttanlandsnevndini til við-
gerðar.
Men danski forsætisráð-
harrin, Poul Nyrup Rasmus-
sen, vil als einki siga um
tað, sum fyriferst í Føroyum
í løtuni. Hann er eins fá-
mæltur, sum føroysku pol-
itikararnir eru í løtuni, tá
tosað verður um samráðing-
arnar um ríkisrættarligu
støðuna.
Poul Nyrup Rasmussen
Javnaðarflokkurin
á landsfund um
sjálvstýrismálið
Javnaðarflokkurin gjørdi á floksleiðslufundi um vikuskiftið av, at hald-
ast skal ein eyka landsfundur fyrsta dagin um ríkisrættarliga spurningin
JOHN JOHANNESSEN
Um vikuskiftið hevði Javn-
aðarflokkurin floksleiðslu-
fund, har spurningurin um
viðgerðina av ríkisrættarliga
spurninginum var til við-
gerar.
Á hesum fundi varð gjørt
av at hala ein eyka lands-
fund í Havn í hesum mán-
aðinum, har eittans mál skal
vera á dagsskránni. Málið
verður ríkisrættarligi spurn-
ingurin.
Meingin við landsfundin-
um er, sambært formanni
floksins, at vanligu limirnir
í Javnaðarflokkinum skulu
sleppa at gera vart við sína
hugsan um hetta álvarsmál.
Eisini ætlar leiðslan í Javn-
aðarflokkinum sær at brúka
nógva orku uppá at kunna
limirnar um sína greiðu
støðu til viðgerðina av
sjálvstýrisspurninginum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin í Javnaðar-
flokkinum sigur tað vera
eina heilt náttúrliga upp-
gávu fyri at tryggja fólka-
ræðið, at Javnaðarflokkurin
letur limir sínar koma fram
við sínum sjónarmiðum í
einum slíkum álvarsmáli.
Spurdur, um Javnaðar-
flokkurin heldur hendan
landsfundin fyri javna út
ósemjur í flokkinum sjálv-
stýrismálinum, svarar Jó-
annes Eidesgaard, at ongar
slíkar ósemjur eru.
Megnar arbeiði
Hergeir Nielsen sigur seg
vera fegnan um, at tað nú
er komið so langt í málinum
um ríkisrættarliga spurning
Føroya, at uppritið til sam-
ráðingarnar við donsku
stjórnina nú eru komnar í
uttanlandsnevndina til við-
gerðar.
– Landsstýrið hevur gjørt
eitt megnar arbeiði í hesum
máli. Nógv góð hugskot eru
komin á borðið, og eg fegn-
ist um ta stóra arbeiðið,
Høgni Hoydal hevur lagt í
hetta mál. Hann hevur verið
tann stóri arbeiðshesturin,
ið hevur staðið aftanfyri
løgmann undir allari við-
gerðini, sigur Hergeir Niel-
sen.
Uttanlandsnevndin hevur
fund um samráðingarupp-
ritið mikumorgunin. Hetta
verður fyrsta ferðin, nevnd-
in fer at viðgera uppritið.
Hergeir Nielsen vil sjálv-
sagt einki siga um innihald-
ið í uppritinum, men hann
váttar, at tað av innihaldin-
um, ið higartil er likið út, er
rætt.
Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini, heldur
tað vera sjálvsagt, at tinbólkarnir verða kunnaðir um
uppritið, men hann heldur ikki, at teir skulu sleppa at
lesa tað
vil heldur einki siga um,
hvussu danir fyrireika seg
til samráðingarnar, men
sum skilst, eru fyrireiking-
arnar farnar í gongd.
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Nú mugu politikar-
ar taka seg saman
VIT hava nú í eina tíð hoyrt og lisið um
torføru og syrgiligu støðuna hjá Strand-
faraskipum Landssins. Stovnurin, sum
meira enn nakar annar almennur stovnur
verður brúktur í tí politiska ping-pong
spælinum, stendur nú á einum álvarsligum
og vandamiklum vegamóti, fyri ikki at siga
gravarbakkanum. Skipini sleppa skjótt ikki
at sigla longur, tí trygdin er ikki í lagi.
Undantøkini hava hópað seg upp, men
nú ber ikki longur til at útseta tørvandi og
lívsneyðugar ábøtur og umvælingar fyri
ikki at siga heilar skipaútskiftingar.
VIT minnast øll, hvussu undanfarni stjórin
royndi at fáa fleiri midlar til stovnin, soleiðis
at hann kundi lúka nútíðar tørv og krøv.
Og nú endurtekur søgan seg og hoyra vit
verandi stjóran rópa neyðarróp, men tað
tykist ikki sum nakar hoyrir hann, hóast
nettupp løgtingsmenn - fyri ikki at tala um
landsstýrismenninar - áttu at verið tey
fyrstu at innsæð, hvussu álvarslig støðan
er. Kanska nettupp Strandferðslan er tann
almenni stovnurin, sum allir landsins borg-
arar minst kunnu vera fyriuttan. Tí átti tað
at verið ein sjálvfylgja, at hesin stovnurin
heldur enn at verða spardur í hel fekk tær
játtanir, sum eru neyðugar fyri at kunna
virka bara so nøkunlunda. Herfyri bað SL
um loyvi at hækka prísin á ferðaseðlum
eftir at løgtingið við undirtøku úr Tinganesi
hevði sýtt fyri at hækka játtanina til stovn-
in. Hetta var kortanei. Nú skal Smyril skjótt
í dokk, og í hesum sambandi skal leigast
annað skip. men heldur ikki tað eru pengar
til. Vit skilja støðuna hjá bæði fyrrv. stjóra
og tí verandi, sum hava havt eina nærum
ómøguliga uppgávu at røkja.
TAÐ er nú uppá tíðina, at tingmenn taka
seg saman og at landsstýrið heldur uppat
leggja fótonglar fyri almennum stovnum,
soleiðis at teir verða ambuteraðir. Her
kunnu vit eisini nevna sjúkrahúsini. Tað
sigur seg sjálvt, at okkurt ruggar ikki rætt,
tá tingmenn fyrst nokta SL tær játtanir,
sum eru neyðugar fyri at fasthalda og
betra um tænastuna - fyri harnæst at
krevja av sama stovni, at hann skal varð-
veita og betra verandi tænastustøði. Ann-
ars skilja vit ikki landsstýrismannin í fíggj-
armálum, sum við sínum stranga fíggjar-
politikki er við til at syndra og undirgrava
okkara mest týðandi almennu stovnar.
Herfyri rósti hann sær av, at landsstýrið
hevði lagt eina milliard til síðis. Samtíðis
hevur hann lagt kvørkratak um týðandi
almennar stovnar, sum við bit og slit hava
ment seg. Heldur landsstýrið fram á
henda hátt tekur landsstýrið teppið undan
sínum fullveldisætlanum.
Leiðslan í Sambandsflokkinum
- ein forðing fyri menning
Í seinastuni hava leiðarnir
og teirra viðhaldsfólk í
Sambandsflokkinum verið
so dúgligir at skriva í bløð-
ini. Skrivingin er helst ætlað
sum eitt íkast í fullveldis-
kjakið, men er meira átøk
runukasting.
Og sum sambandsmaður
heldur man seg fáa ógvuliga
lítið fóður hendavegin, tí
skrivingin hjá sambands-
leiðarunum gongur mest út
upp á at fortelja javnaðar-
monnum, hvat ið teir áttu at
gjørt ella skulu gera. Ógvu-
liga lítið - fyri ikki at siga
einki - um, hvat ið Sam-
bandsflokkurin hevur at lata
fyri at loysa hesar trupul-
leikar, sum hann sjálvur
hevur verið við til at leggja
støði undir.
Soleiðis var um dagarnar
ein grein, sum reisti spurn-
ingin um støðufesti er tað
sama sum at fara í baklás.
Svarið er helst ja, tá ið tað
snýr seg um ein part av
Sambandsflokkinum, men í
staðin fyri at svara hesum
áhugaverda og kanska eitt
sindur filosofiska spurningi,
so velur greinskrivarin at
viðgera Javnaðarflokkin úr
einum enda í annan av
greinini.
Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin hava í
hvussu so er tað felags, at
teir eru ríkisfelagsskaps-
flokkar og áttu tí sum so-
leiðis eisini at kunna drigið
eina línu í hesum spurningi.
Teir eru samdir um, hvat ið
markið gongur. Teir eru
langt á vegnum eisini samd-
ir í búskaparligum, sosial-
um, vinnuligum og mentun-
arligum málum og skulu tí
heldur ikki hava trupulleik-
ar í at arbeiða saman á hes-
um økjum.
Eins og aðrir flokkar hev-
ur Sambandsflokkurin gjørt
sítt uppskot til hvussu okk-
ara ríkisrættarligu viður-
skiftir skulu vera framyvir.
Hetta varð sent í húsini í
sinari tíð og so heldur man,
at alt er sára gott. Einki upp-
fyljgandi arbeiði ella fund-
arvirksemi fyri at greiða
nærri, bert okkurt hissini
róp frá onkrum tingmanni
um, at nýskiparnaruppskot-
ið er loysnin.
Í staðin fyri at nýta alla
sína orku uppá at egleiða
Javnaðarlokkin átti leiðslan
í Sambandsflokkinum á-
haldandi at greitt frá, hvat
ið liggur í sambandsupp-
skotinum og hvat ið Sam-
bandsflokkurin vil. Men her
er steindeytt. Sjálvur kann
eg taka undir við hvørjum
stavi í hesum uppskotinum
nevnt Nýggjar Tíðir, men
ávirkanin úti í samfelagnum
er millum lítil og eingin, tí
eingin frá leiðsluni fylgir
hesum upp.
Sjálvur var eg sum ting-
maður longu í 1995 við til
at royna at fáa í lag eina við-
gerð av hesum fyri sjálvir
at seta dagsskránna fyri við-
gerðina av ríkisfelagsskaps-
viðurskiftunum. Sjálvt um
vit helst vóru ein meiriluti í
tingbólkinum, sum hevði
hug at fara undir at viðgera
hesi mál, so var tað bannað
av leiðsluni at taka nógv av
hesum, sum nú verður skot-
ið upp, upp á tunguna og
tann nógv umrøddi servi-
etturin varð alt fyri eitt
havdur á lofti, um onkur
vágaði sær.
Vit høvdu eisini tá møgu-
leikan fyri at taka undir við
einum javnaðaruppskoti um
at seta niður eina nevnd til
at kanna møguleikarnar fyir
at seta eina nevnd at kanna
tey ríkisrættarligu viður-
skiftini - ein sokallað stjórn-
málanevnd. Hevði Sam-
bandsflokkurin tikið undir
við hesum uppskoti, so
høvdu tenninar verið trektar
úr øllum fullveldistosi í
nógv ártíggir framyvir, tí so
hevði ríkisrættarspurning-
urin verið viðgjørdur í ríkis-
felagsskapshøpi og ikki
sum ein spurningur um full-
veldi ella ikki. Men gakk.
Servietturin kom upp og har
var einki at gera, sum sam-
gongan skuldi halda áfram.
Í staðin varð Sambands-
flokkurin nú drigin eftir hár-
inum til at koma við onkr-
um sum tann síðsti av øllum
flokkunum. Tá var kósin
longu sett av hinum flokk-
unum og ávirkanin hjá
Sambandsflokkinum gjørd-
ist minimal eins og hon
framvegis tykist at vera.
Eg royndi í eini grein í
heyst at vísa á, at Sam-
bandsflokkurin og Javnað-
arflokkurin við øllum tí,
sum teir hóast alt eru felags
um, eig at finna saman um
at senda boð eftir Fólka-
flokkinum, tí við hesum
trimum flokkunum sum
grundarlag kundi tað sæð út
til, at man kann fáa tað
breiðastu og longst varandi
semjuna á ríkisrættarliga
spurninginum. Men henda
møguleikan tykist Sam-
bandsflokkurin at leggja gift
fyri við sínum áhaldandi á-
lopum á Javnaðarflokkin.
Eg meti ikki, at leiðslan
hevur baklandi við sær í
hesum - og tað so langt frá.
Og um eg havi rætt í tí, ja,
so eigur okkurt at vera gjørt
á komandi landsfundi í
Sambandsflokkinum fyri at
skifta leiðsluna út, so hon
ikki longur er ein forðing
fyri at vit fáa ta fyri flokkin
bestu loysnina á ríkisrætt-
arliga økinum.
Men ein skal helst vera
varin við at koma við tílík-
um uppskotum, tí av ver-
andi leiðslu verður hetta at
skjóta onnur valevnir upp
skýrt sum kvett, hóast for-
mansval er fast punkt á
skránni til landsfundin. Í
øðrum flokkum kalla tey tað
demokrati. Og fókafloks-
skrímslið verður hálað so
framaftur sum tann besta
verndin fyri verandi leiðslu.
Tann, ein elska tyktar
hann. Tað er út frá heusm
eg kortin ifari at ditta mær
til at heita á sambandfólk
um at umhugsa henda
spurningin og alment at við-
gera hann. Sambandsflokk-
urin hevur so nógv sterkt at
byggja á, at hann eisini skal
tola eitt alment orðaskifti
um hesar spurningar. Tað er
eisini neyðugt, at tað verður
gjørt alment, tí tað er ikki
einum og hvørjum beskorið
at koma upp ígjøgnum ver-
andi floksleiðslu við slíkum
falstrúartonkum. Og hetta er
stórt spell fyri tær nógvu
góðu yngri kreftirnar, sum
vóru á veg í flokkinum, men
stórt sæð eru sovnaðar aftur
- køvdar av afturhalds-
myrkri.
Mín niðurstøða er, at ver-
andi leiðsla er ein stórur
meinbogi m.a. fyri at finna
loysnir á ríkisrættarliga øki-
num. Hon forðar eisini fyri
loysnum á øðrum økjum. Tí
eigur hon at vera skift út og
onnur, ið røkja áhugamál
floksins betri, at vera sett í
staðin.
Higartil hevur leiðslan í
Sambandsflokkinum verið
ein gáva til fullveldisætlan-
ina. Hetta eigur at verða
broytt t.d. við at velja eina
aðra leiðslu á komandi
landsfundi hjá Sambands-
flokkinum, sum er síðst í
mars mánaða. Hetta eigur
at verða gjørt við einum
sakligum orðaskifti bæði al-
ment og á landsfundinum
og uttan at ljót orð verða
kastað eftir teimum, sum
stilla onnur valevnir upp
ella eftir sjálvum valevn-
unum.
Sambandsflokkurin átti at
verið sentralur í viðgerðini
av teimum ríkisrættarligu
viðurskiftunum.
Lands-
fundurin eigur at syrgja fyri,
at flokkurin aftur fær henda
leiklut.
Gøtu 31.01.2000
Atli Hansen
Árðið í fjør var eitt gott ár
hjá alivinnuni. Nøgdirnar
eru vaksnar ár frá ári, sjúk-
utrupuleikarnir hava veri
minkandi, og seinasta árs-
fjórðing í 1999 vóru prísir-
nir á laksi metgóðir.
Á laksa-døgunum, sum í
farnu viku vóru í Trond-
heimi spáddi Lars Liabø, at
prísirnir í ár í miðal fara at
liggja 1 krónu omanfyri árið
í fjør.
Lars Liabø frá Kontali,
gerð hagtøl og kanningar
innan aling og hann var fyri
stuttum í Føroyum og helt
ein fyrilestur. Fáður kennir
meira til gongdina innan al-
ingina enn hann, so tá Lars
spáar um gongdina, plagar
hald at vera í, skrivar Vinn-
uhúsið.
2 kr. hægri
Lars Liabø væntar, at prís-
irnir 1. hálvár 2000 fara at
liggja um 2 kr hægri enn í
fjør, meðan prísgongdin
seinra hálvár verður meira
lík 1999. Eisini metir hann,
at sølan av laksi kann økjast
út yvir prísin.
Í Noreg hevur gongdin ver-
ið, at alararnir hava havt
størri inntøkumarginalar,
meðan
sølufyritøkurnar
hava havt minkandi inntøk-
ur pr. kg. Í 1999 var inntøk-
umarginalurin hjá sølufyri-
tøkunum 1,96 Nkr pr. kg,
meðan hann var 2,18 árið
fyri.
Laksaprísurin enn hægri í ár