Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 21 - 1. februar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 21 - 1. februar 2000 Trygd bjóðar nú kundunum snarhjálp EIRIKUR LINDENSKOV Startar bilurin ikki um morgunin, ella er hann punkteraður, ella er okkurt annað áfatt, sum ger, at tú ikki fært koyrt, ja, so er bara at ringja 321112, sum er hjálpartænastan hjá Trygd- Bilhjálp, ið er nýggj tæn- asta, sum tryggingarfelagið Trygd nú bjóðar viðskifta- fólki sínum. – Tal- an er um eitt samstarv mill- um vaktartænastuna hjá Tórshavnar Sløkkiliði og Trygd, sigur Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd. – Hetta er eitt autohjálp- arkonsept á sama hátt, sum vit kenna tað hjá Falck í Danmark. TrygdBilhjálp hevur samstarvsavtalu við Falck, sum umboðar Trygd- Bilhjálp í Evropa, eins og TrygdBilhjálp er umboð hjá Falck í Føroyum. Tískil er tænastan ikki bert gald- andi í øllum Føroy- um, men í øllum Evropa. – Um vit so eru á Viðareiði ella í Palermo á Cecilia, sum Christian C. Nielsen málber seg. Einki fyri einki, staðfestir Christian C. Nielsen. Hend- an tænastan hjá Trygd kost- ar kundunum 350 krónur um árið, og heldur hann tað vera sera lagaligt, borið saman við, at tilsvarandi gjald hjá Falk kostar 649 krónur. Gjaldið upp á 350 krónur er galdandi fyri bilar, sum eru seks ár og yngri. Er bil- urin eldri enn seks ár, verður gjaldið 450 krónur, tí rokn- að verður við fleiri trupul- leikum av gomlum bilum. Christian C. Nielsen sig- ur, at tað ikki er óvanligt, at tryggingarfeløg bjóða kund- um slíkar tænastur, og legg- ur afturat, at hetta er vanligt eitt nú í Danmark, Noreg og Svøríki. Umframt avtaluna við Sløkkiliðið í Havn, so hevur Trygd bjóðar í dag kundum sínum eina ískoytistrygging til skrokkbiltryggingina. Talan er um samstarv við Sløkki- liðið í Havn og átta bilverkstøð kring landið, sum veita kundunum snarhjálp, um okkurt er áfatt við bilinum ORÐ OG MYNDIR JONHARD HAMMER Seirnapartin hósdagin var barnagarðurin í Gøtu tikin alment í nýtslu. Skipað varð fyri stórfingnari móttøku í barnagarðinum. Um dagin var móttøka fyri innbodn- um, og um kvøldið var so barnagarðurin latin upp fyri børninum Vælnøgdur bygda- ráðsformaður Jógvan Gregersen, sum er bygdaráðsformaður, er sera væl nøgdur við barnagarðin. Hetta er ein ætlan, sum vit hava arbeitt leingi við. Tað eru seks ár síðani, vit fóru undir fyrireikingar arbeiðið til henda barnagarðin. Tað er ikki byggingin, sum hev- ur tikið langa tí, men tann politiska prosessin hevur tikið næstan seks ár, sigur Jógvan Gregersen. Tað var í 1997, at bygd- arráðið valdi at fara undir byggingina. Elias Hansen, byggifrøðingur, varð settur at projektera barnagarðin. Hann kostar 2,5 milliónir, sum hann stendur í dag. Hetta er eitt sindur meira enn tað var projekterað. Grundin til, at hann bleiv eitt sindur dýrari er, at tað kom inflatión í byggivinn- una og kanska tí at bygdar- ráðið valdi at gera ein ný- tímans stovn við øllum hentleikum til børnini, sigur Jógvan Gregersen. Ein onn- ur orsøk til at barnagarðurin gjørdist dýrari var, at bygd- arráðið valdi at økja um barnatalið. Sum nú er, er pláss fyri 65 børnum í barn- agarðinum, so vit halda, at vit hava fingið nógv fyri pengarnar, sigur Jógvan Gregersen og leggur aftrat, at hetta man verða ein tann bíligasti av sínum slag í Før- oyum. Flott handverk Barnagarður í Gøtu er eitt flott handverk, og arbeiðið hevur gingið sera væl, sigur Jógvan Gregersen. Tað er Elias Hansen, sum hevur projekterað og havt eftirlit við byggingini. Svenn Ol- sen, byggimeistari úr Gøtu, hevur staðið fyri øllum ar- beiðinum av Barnagarði- num. Børnini á vitjan Klokkan hálvgum sjey vórðu víngløsini og pinna- maturin sett til síðis. Og slikkipinnar, Pop Top og annað góðgæti var sett fram til børnini, sum komu at vitja. Hetta var ein stórur dagur hjá børninum í Gøtu. Barnagarðurin hevur allar teir hentleikar, ein kann ynskja sær, og so liggur hann eisini við skúlan, so ein kann brúka fimleikar- høllina og svimjihylin. Eitt Gøtubørn fingið nýggjan barnagarð annað, sum er sera týdning- armikið við einum barna- garði er fólkið, sum skal arbeiða har. Torgerð Hansen er sett sum leiðari. Hon hevur hollar royndir innaan barnagarðsarbeiði. Seinastu árini hevur hon verið leiðari á barnagarðnum í Fuglafirið. Fólkatali í Gøtu veksur Í dag búgva 959 fólk í Gøtu Kommunu, og hetta er Trygd avtalur við átta verk- støð kring landið, so kundar í øllum landinum fáa somu tænastu. Tænastan hjá TrygdBil- hjálp umfatar alla vanliga hjálp á staðnum, so sum starthjálp ella tað, at lykilin er innilæstur. Eru tað størri uppgávur, so verður bilurin fluttur á verkstað, uttan at kundin skal gjalda fyri tað. Skal bilurin á serligt verk- stað - tað verkstaðið, sum umboðar ávísa bilmerkið, so syrgir TrygdBilhjálp eis- ini fyri tí. næstan líka nógv, sum tá ið tað búðu mest í kommun- uni, nevnliga 987 íbúgvar, sum var í 1990. Í 1995 búðu einans 859 íbúgvar í komm- ununi. Barnatalið í løtuni er: 0-3 ár 49 børn, 4-7 ár 52 børn og frá 8-10 ár eru 60 børn. Hesi tøl vísa á at burð- artalið er í vøkstri aftur, og tað er ein fyritreyt fyri at hava eina góða samanseting av íbúgvarum í einari kommunu. Andreas Petersen, Pauli Jarnskor, bygdaráðslimir og Jógvan Gregersen, bygdaráðsformaður Tórgerð Hansen, leiðari í barnagarðinum, fær fotoalbum frá fyrrverandi dagrøktarleiðaranum, Súsanna Joensen Peter Seloy, brandmeistari í Havn og Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd eru nú klárir við startkáplunum. Við at ringja 321312 fáa kundarnir hjá Trygd skjóta - og ókeypis - hjálp, um bilurin steðgar upp Mynd: Jensk Kristian Vang