Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 21 - 1. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 21 - 1. februar 2000 Helgir hevur verið trúgvur í Kolinum – Tað kann vera, at vit fáa ein líka góðan mann aftur. Men at vit fáa ein betri menn enn Helgir aftur í kolið, tað trúgvi eg onki uppá, siga starvsfelagin Bygdaráðsformaðurin segði, at í 1949 vóru tíðirnar ÁKI BERTHOLDSEN Hann var bara 14 ára gam- alur, táið hann fyrstu ferð fór inn í tær slavnu og myrku kolaminurnar í Hvalba at arbeiða. Tað var í 1949. Og nú, vit skriva 2000, er hann framvegis álitið í kolinum. Sostatt hevur Helgir Thomsen nú verið kola- maður í Hvalba í yvir 50 ár. Og fyri hesa trúgvu tæn- astuna, fekk hann leygar- dagin „Den kongelige be- lønningsmedalja“ frá drotn- ingini. Tað var bygdaráðsfor- maðurin í Hvalba, Levi Niclasen, sum, vegna drotn- ingina, handaði honum medaljuna á eini lítlari, men avbera hugnaligari sam- komu heima hjá Helgiri sjálvum, har arbeiðsfelagir í kolinum, umboð fyri ar- beiðsmannafelagið Roynd, og næstringar hittust at heiðra hann hesa hátíðar- løtuna. so, at tað var at sleppa sær úr skúlanum sum skótast, helst sama dag. sum ein fylti 14 ár. Men í Hvalba var lítið annað í at velja, uttan at fara í kolið, ella at fara til skips. –Sjómenninir forvunnu kanska eitt sindur meiri enn kolamenninir. Men viðskeri er við øllum, tí sjómenn mistu nógv av sínum heima- lívi. Levi arbeiddi sjálvur saman við Helgir í kolinum eina tíð. Og hann helt, at øll kundu taka undir við sær í, at Helgir hevði verið ó- metaliga trúgvur og álít- andi. Altíð gingið á odda Elmar Skaalum, sum er næstformaður í Arbeiðs- mannafelagnum Roynd, og gamal starvsfelagið hjá Helgir, segði, at ongin kundi vera í iva um, at hann hevði hendan heiðurin fult uppi- bornan. –Tað sigst, at maður kemur í mans stað. Og tað kann vera, at vit fáa ein líka góðan mann aftur í koli, sum Helgir hevur verið. – Men at vit faá betri mann, tað trúgvi eg onki uppá. Hann segði, at hann hevði altíð verið undangongu- maður í kolinum. – Tú hoyrdi hann aldrin ilskast, tá ið tað gekk illa í hond. Komu vit í banka, flenti hann bara og segði, at hetta kunnu vit onki gera við, vit mugu bara royna at koma víðari. Altíð trúð uppá kolið Sjálvur sigur Helgir, at hann hevur altíð trúð uppá kola- driftina. Og honum hevur eisini altíð dámt væl í kolinum. So hóast hann onkuntíð hevur verið burturfrá nakrar mánaðir í øðrum arbeið, hevur ann altíð malið aftur á kolið. Men nú er kolagrevsturin í Hvalba bara ein viðfán- ingur av tí, sum tað onkun- tíð hevur verið. Tað einu tíðina høgdu teir 15.000 tons av koli um árið í Hvalba og tá vóru vit einir 250 mans til arbeiðs í min- unum. – Tá arbeiddu vit í átta minum og tað vóru um 20 mans í hvørjari minu, fleiri í summum og færri í øðrum. Nú eru teir ikki fleiri enn fýra mans eftir í kolinum og teir høgga ikki meiri enn eini 200-250 tons um árið. Helgir Thomsen sigur, at hann heldur, at tað hevur gott at arbeiða í kolinum, tó at tað er ómetaliga stræv- ið viðhvørt. Men eitt tað ringasta er, at viðhvørt er luftin so ring, at mann maktast burtur beinanvegin. Tá verður tað eisini ómetaliga kvali í min- unum, sigur Helgir Thom- sen. – Men sjálvsagt eru eisini góðar og hugnaligar løtur í kolnium. Og eitt, sum honum hevur dámt, er, at tað hevur eitt ógvuliga frítt arbeiðspláss, tí tað hevur altíð borið til farið frá viðhvørt. Fimti ár er ein langur arbeiðsdagur í kolaminunum í Hvalba. Men so leingi hevur Helgir Thomsen verið í kolinum, og fyri trúgvu tænastu sína, fekk hann leygardagin medalju frá drotningi. Á veggium er klokka og barometur, sum hann fekk frá arbeiðsmannafelagnum Helgir Thomsen (Álvur) Løgmaður hótti Helenu til at siga leiðaran upp – Veruliga orsøkin til, at Jákup Mørkøre varð sagdur upp, var, at løgmaður sendi Helenu Dam á Neystabø hóttanarskriv, har hann beinleiðis kroystir hana til at gera bart, sigur sakførarin hjá tí koyrda leiðaranum ÁKI BERTHOLDSEN – Jákup Mørkøre var ikki sagdur upp sum leiðari á Landssjúkrahúsinum tí hann var óloyalur ella ikki megnaði at stýra Lands- sjúkrahúsinum nøktandi. Tað heldur sakførarin hjá Jákupi Mørkøre og fakfel- agið hansara, Verkfrøðinga- felagnum. Í einum brævi til Helenu Dam á Neystabø um upp- sagnina, sigur sakførarin hjá Jákupi Mørkøre tvørturí- móti, at tað er grund til at halda, at veruliga orsøkin til uppsøgnina var eitt bræv, sum løgmaður sendi Helenu Dam á Neystabø um við- urskiftini á Landssjúkrahús- inum. Í brævinum sigur, løg- maður, at fjølmiðlarnir hava kunnað hann um ætlaðar hópuppsagnir á Lands- sjúkrahúsinum. Løgmaður sigur, at talan er um eitt stórt og álvarsligt mál. Hann sigur eisini, at hann kann als ikki góðtaka, at tílík stórmál verða borin fram, uttan at hann er kunn- aður og, uttan at málið er viðgjørt á landsstýrisfundi. – Er orsøkin til hetta vánaliga arbeiðslag tann, at embætisførslan í fyrisiting tygara ikki hevur verið nøktandi, eigur hetta at fáa avleiðingar. Um so er, at greiða ikki fæst á hesum alt fyri eitt, fer løgmaður sjálv- ur at taka neyðug stig í hes- um máli, sigur løgmaður í brævinum til Helenu Dam á Neystabø. Brævið frá løgmanni er ikki dagfest. Helena visti alt Sakførarin hjá Jákupi Mørkøre sigur, at eftir hes- um at døma, er grund til at halda, at veruliga orsøkin til, at Jákup Mørkøre skuldi sigast úr starvi, var, at løg- maður ikki var kunnaður um, ella tí at ætlaðu upp- sagnirnar ikki høvdu verið viðgjørdar á landsstýris- fundi. Jákup Mørkøre og sak- førari hansara halda somu- leiðis fast um, at tað er púra vist, at allar sparingarnar Hetta er eitt stutt bræv við stórari ávirkan. Jákup Mørkøre og sakførari hansara halda, at tað er hetta stutta brævið frá løgmanni til Helenu Dam á Neystabø, sum var veruliga orsøkin til, at leiðarin á Landssjúkrahúsinum varð sagdur upp, tí tónin er greiður vórðu gjørdar eftir beinleið- is boðum úr almanna og heilsumálastýrinum og at stýrið var kunnað um til- tøkini í øllum smálutum, áðrenn tey vórðu sett í verk. Ein týðandi grund hjá Helenu Dam á Neystabø fyri at siga Jákup Mørkøre upp, var, at Fylgja ikki egnum uppsagnarpolitikki Sakførarin hjá Jákupi Mørkøre ger eisini vart við, at í hesum málinum hevur landstýrið ikki fylgt sínum egna, alment orðaða upp- sagnarpolitikki. Tí eftir honum, skal fyrst ein samrøða verða við tað fólkið, sum skal sigast upp. Og hendan samrøðan skal vera væl fyrireikað, og tann, sum ber boðini, skal geva slr stundir til at tosa við við- komandi. – Hinvegin er veruleikin tann, at Jákup Mørkøre er enn ikki fullgreiður yvir kjarnuna í grundgevingum og í ávísum førum veit hann slett ikki, hvat meint verður við. Umhugsa at stevna Tí mótmælir hann upp- søgnini. Og samstundis, ger hann eisini greitt, at verður uppsøgnin ikki tikið aftur, verður fyrivarni tikið fyri at royna málið í rættinum. Keldur, sum standa mál- inum nær, men sum vilja vera ónevndar, halda eisini, at tað er ikki frítt, at løg- maður mótsigur sær sjálv- um í hesum máli. Tí, nú Jákup Mørkøre heitti á hann um at taka mál- ið upp, hevur hann sagt, at tað er óvist, hvønn leiklut, løgmaður hevur í málinum og at tað verður kannað. Samstundis hevur hann sagt, at løgfrøðingar eru komnir eftir, at eftirlitið, sum løgmaður hevur við landsstýrismonnum, er tað lógfrøðiliga eftirlitið. – Men hví sendi hann so herfyri Helenu Dam á Neystabø hóttanarskriv, tá ið hann nú sigur, at tað er óvist, hvønn leiklut, hann hevur í málinum, tí her var ikki talan um eitt lógfrøði- ligt mál? spyrja keldur, sum standa málinum nær. Sjálvur hevur løgmaður ongar iðmerkingar, tí hann sigur, at enn er málið ikki búgvið til tess. Mælir til at skifta leiðslu Sam- bandsfloksins út Atli Hansen, fyrrverandi tingmaður Sambandsfloksins, heldur leiðsluna í flokkinum vera so stirvna, at hon er ein stórur meinbogi fyri at finna loysn á ríkisrættarliga spurninginum JOHN JOHANNESSEN – Higartil hevur leiðslan í Sambandsflokkinum verið ein gáva til fullveldisætlan- ina. Hetta eigur at verða broytt, og eiga vit at velja eina aðra leiðslu á komandi landsfundi hjá Sambands- flokkinum, sum er síðst í mars mánað. Hesi orðini eigur Atli Hansen, fyrrverandi umboð Sambandsfloksins á tingi. Hann mælir í bersøgnari viðmerking í blaðnum í dag til at skifta leiðslu Sam- bandsfloksins út sum skjót- ast, so flokkurin í staðin fyri at halda seg burtur frá full- veldisætlanini sleppur at hava ávirkan á hana. Vegleiða Javnað- arflokkin ov nógv Atli Hansen heldur, at leiðsla Sambandsfloksins nýtir alt ov nógva orku til at siga Javnaðarflokkinum, hvat er rætt og hvat er skeivt í málinum um ríkisrættar- ligu støðuna. – Skrivingin hjá sam- bandsleiðarunum gongur mest út uppá at fortelja javnaðarmonnum, hvat ið teir áttu at gjørt ella skulu gera. Ógvuliga lítið — fyri ikki at siga einki — um, hvat Sambandsflokkurin hevur at lata fyri at loysa hesar trupulleikar, sum hann sjálvur hevur verið við til at leggja støðið undir, sigur Atli Hansen. Fyrrverandi tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum heldur, at Sambandsflokk- urin heldur átti at roynt at drigið somu línu sum Javn- aðarflokkurin í spurningin- um um ríkisrættarligu støð- una. Atli Hansen vísir í hes- um sambandi á, at Sam- bandsflokkurin og Javnað- arflokkurin hava tað til fel- ags, at teir báðir eru ríkis- felagsskapsflokkar. – Flokkarnir eru samdir um, hvar markið gongur. Eisini eru teir langt á veg- num samdir í búskaparlig- um, sosialum, vinnuligum og mentunarligum málum, og skulu tí heldur ikki hava trupulleikar í at arbeiða saman í hesum málum. Skulu nýta orkuna ørvísi Atli Hansen sigur seg taka fult undir við uppskotinum »Nýggjar Tíðir«, sum er uppskot Sambandsfloksins til endurnýggjan av sáttmál- anum Danmarkar og Før- oyar ímillum. Orsøkina til, at lítil og eingin undirtøka annars finst fyri hesum uppskoti millum fólk heldur hann vera einfalda. Sambands- flokkurin nýtir, eftir hansara tykki, nevniliga alla orku til at siga Javnaðarflokkinum, hvat er rætt og hvat er skeivt, í staðin fyri at nýta alla orku til áhaldandi at greiða fólki frá innihaldin- um í Sambandsuppskotin- um og hvat Sambandsflokk- urin vil. Fekk forboð frá leiðsluni Atli Hansen sigur, at hann sjávur hevur roynt at sett dagsskránna í spurningin- um um ríkisrættarligu støð- una. Hetta var, tá hann var tingmaður í 1995. Men hetta eydnaðist honum ikki, tí hann fekk forboð fyri hes- um frá leiðsluni. – Sjálvt um vit helst vóru ein meiriluti í tingbólkinum, sum hevði hug at fara undir at viðgera hesi mál, so varð tað bannað av leiðsluni at taka nógv av hesum, sum nú verður skotið upp, upp á tunguna, greiðir Atli Hans- en frá í politisku viðmerk- ing síni. Eisini sigur Atli Hansen, at Sambandsflokkurin tá hevði møguleika at taka undir við einum javnaðar- uppskoti um at seta niður eina nevnd til at kanna møguleikarnar fyri at seta eina nevnd at kanna tey ríkisrættarligu viðurskiftini - eina sokallaða stjórnmála- nevnd. Men hesum vildi leiðslan í Sambandsflokkinum ikki ganga við til. – Hevði Sambandsflokk- urin tikið undir við hesum uppskoti, so høvdu tennir- nar verið trektar úr øllum fullveldistosi í nógv ártíggju framyvir, tí so hevði spurn- ingurin verið viðgjørdur í ríkisfelagsskapshøpi og ikki í sum ein spurningur um fullveldi ella ikki. Møguleiki fyri breiðari semju Verður leiðslan í Sambands- flokkinum skift út, sær Atli Hansen møguleika fyri breiðari semju um ríkisrætt- arliga spurningin. Hann heldur, at Sambandsflokk- urin saman við Fólkaflokk- inum og Javnaðarflokkinum eigur at arbeiða fyri at finna eina semju. Hendan semjan, heldur hann, hevði verið tann besta og tann longst varandi. Vátt er komið í Sambands- reiðrið. Atli Hansen, fyrr- verandi tingmaður floksins mælir til at koyra Edmund Joensen frá