mánadagur 31. januar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 21 - 1. februar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 21 - 1. februar 2000
Boða frá arbeiðssteðgi
Illveðrið ringast í Gøtu
Fyrstu tvíburðarnir í 2000
Annika sang William
Í gjár fór Føroya Lærarafelag aftur til samráðingar við Fíggjarmálastýrið.
Felagið boðar nú frá arbeiðssteðgi, um semja ikki fæst innan 1. mars
ynski og tosað hevur verið
um arbeiðstíðina.
Í gjár fóru partarnir aftur
til samráðingarborðið. Før-
oya Lærarafelag hevur í
farnu viku havt fund við
ymsu limabólkarnar, t.d.
skúlaleiðarar og álitisfólk.
Felagið fær dyggan stuð-
ul frá øllum limunum, sum
heita á felagið um at halda
fast við krøvini mótvegis
Fíggjarmálastýrinum.
Millum hjartamálini hjá
Føroya Lærarafelag er t.d.
arbeiðstíð og lønarkrøv.
Krøvini eru á leið tey somu,
sum at byrja við.
Til samráðingarnar í heyst
funnu partarnir fram til eina
fyribils semju, sum fer úr
gildi 1. mars 2000. Føroya
Lærarafelag hótti eisini tá
við arbeiðssteðgi. Felagið
kann nú nýta verkfallsrætt-
in, tí lærarar eru ikki settir
tænastumenn longur. Tó eru
nakrir av eldru lærarunum
tænastumenn, meðan tey, ið
eru komin til seinnu árini
ikki eru tað og tí hava verk-
falsrætt. Soleiðis kann talan
verða um fyrsta arbeiðs-
steðg í søgu Føroya Lærara-
felags, um semja ikki fæst
innan 1. mars 2000.
Illveðrið leygardagin gjørdi ikki so nógv um seg í Havn, men í
Eysturoynni fekk løgreglan nógvar fráboðanir um stormskaðar
DAGFINN OLSEN
Sera nógvur vindur var
leygardagin og klokkan
13:10 tann 29/01 - 2000,
sendi politistøðin í Havn út
fráboðan
um
óvanliga
nógvan vind. Heitt varð á
fólk um ikki at koyra í øki-
num Gøtugjógv - Fugla-
fjørður, um hetta ikki var
strangliga neyðugt.
Og tað var sertakliga í
Eysturoynni, at fráboðanir
komu um stormskaðar.
Ein bingja á Sevdalsvegi
í Fuglafirði varð tikin av
vindinum. Við Gøtugjógv
fóru hurðarnar í Losjuni av
vindi. Eisini fór ein vind-
skeið á einum eldri húsnum
eins og vindeygu í gomlum
húsum.
Í Norðagøtu fóru fleiri
vindeygu. Ein skúrur fór í
vindinum og 20 tonsarin
Anna Maria sleit, men ein
endi helt og fór báturin tí
ikki so langt. Eisini fór eitt
hoyggjhús og eitt gróthús í
vindinum.
Í Syðrugøtu var ein skúr-
ur um at fara í storminum.
Í Runavík var takið á Lyn-
frost um at skræða seg leyst.
Rútarnir í eini arbeiðshøll í
Saltangará fóru eisini í
storminum.
Ymiskir aðrir smærri
skaðar vóru eisini, men
mest í Gøtu, sigur løgreglan
í Runavík, ið eisini fekk frá-
boðan um tvey smærri
ferðsluóhapp í vikuskifti-
num.
Tað sigst, at ættin var sera
ring í Gøtu leygardagin.
Ikki so ringt í Havn
Løgreglan í Havn hevur ikki
fingið fráboðan um skaðar
aðrastaðni í landinum.
Í Havn var støðan ikki
líka ring, sum í Eystur-
oynni. Mest var talan um
smáskaðar. Ein bátur sleit í
bátahylinum á Argjum og í
Miðbýnum fór onkur rútur.
Uppi á Sandvíkarhjalla
reiv tekjan á stóra bygning-
inum hjá Skipasmiðjuni.
Eitt pappírzvirki er nær-
hendis og har fóru hurðar á
bilhúsunum, sigur løgreglan
í Havn.
Sera nógvur vindur var leygardagin. Tekjan reiv á bygninginum hjá Skipasmiðjuni á
Sandvíkarhjalla í Havn
Mynd Álvur Haraldsen
DAGFINN OLSEN
Hóast nógv hevur verið
prátað um lágu burðartølini
í Suðuroynni, so eiga suð-
uroyingar met, tá tað ræður
um at koma fyrst. Fyrsti før-
oyingur í 2000 kom í heim-
in á Tvøroyar Sjúkrahúsi
klokkan 04:20 tann 1. jan-
uar.
Og fyrstu tvíburðar í ári-
num 2000 eru eisini suður-
oyingar.
Tann 28. januar fingu
Suni og Katrin West úr Øra-
víkarlíð tvíburðar á Lands-
sjúkrahúsinum. Tvær gent-
ur. Tann fyrra kom í heimin
klokkan 16:30 og tann
seinna klokkan 16:50. Hin
fyrra vigaði 2545 gramm og
seinna 2005 gramm. Báðar
vóru 48 centimetrar langar.
Tær eru føddar 3 vikur ov
tíðliga, men hava tað gott
og taka uppá.
Stóribeiggin, 4 ára gamli
Myndir: Jens Kristian Vang
Føroya Lærarafelag á veg
til samráðingar
fyrrapartin í gjár
Myndir: Jens Kristian Vang
Áron, er errin og vil fegin
sleppa at nana.
Suni West sigur, at tá alt
er komið í rætta legu, sleppa
tey vónandi heim. Hann
vónar, at hetta verður innan
einar 14 dagar.
Hann heldur, at tað má
vera av tilvild, at suðuroy-
ingar eiga fyrsta føroying
og nú eisini fyrstu tvíburðar
í øldini.
Sosialurin ynskir tillukku
og blíðan byr.
Fyrstu tvíburðarnir í 2000 eru suðuroyingar
Myndir: Jens Kristian Vang
DAGFINN OLSEN
Føroya Lærararfelag og
lønardeildin hjá Fíggjarmál-
astýrinum hava havt nakrar
samráðingarfundir.
M.a.
hava partarnir lagt fram síni
DAGFINN OLSEN
Sunnudagin hevði Annika
Hoydal konsert í Norður-
landahúsinum. Á skránni
vóru løg, sum hon hevur
sett til yrkingar hjá Willi-
am Heinesen. Hesi eru
komin á fløgu, sum er
komin út í samband við
100 ára dag Wiliam Heine-
sens.
Á fløguni leika góðir
danskir tónleikarar. John
von Daler hevur lagt tón-
leikin tilrættis.
Á konsertini leiktu nakr-
ir av fremstu føroysku tón-
leikarunum.
Donsku tónleikararnir
hava úr at gera langa tíð
framyvir, og tí hevur John
von Daler lagt tónleikin til
rættis fyri 3 tónleikarar.
Saman við Anniku Hoy-
dal á pallinum í Norður-
landahúsinum vóru Rógvi
á Rógvu, trummur, Magn-
us Johannesen, tangentar
og Edvard Nyholm De-
bess, bass.
Tveir afturvaldir
Friðarligur aðalfunur hjá Havnar Arbeiðsmannafelag
leygardagin
Tveir nevndarlimir stóðu
fyri valið, tá Havnar Ar-
beiðsmannafelag
hevði
aðalfund leygardagin.
Bæði Hans Joensen og
Jan Midjord vóru afturvald-
Útselt til Creamy
Sløkkiliðið fær
ákoyringar
Lokalblaðið hjá norðoyingum heldur, at sløkkilið í Klaks-
vík skal útbyggjast, um tað skal røkja uppgávur alla-
staðni, har landsfast er
Í síðstu viku vóru boð eftir
sløkkiliðnum í Klaksvík
tvær ferðir sama dag. Og
hesi útkallini eru grundarlag
fyri atfinningum í Norðlýsi-
num, sum kom fríggjadag-
in.
Í lokalblaðnum hjá norð-
oyingum finnist ein lesari at
tí, sum hann nevnir skila-
leysa koyring í sambandi
við fyrra eldin. Tá skuldi
sløkkilið á bedingina, har
eldur var umborð á Pison.
Í eini aðrari grein í Norð-
lýsinum fríggjadagin ivast
blaðið í, um tað er ráðiligt,
at sløkkiliðið í Klaksvík
skal røkja uppgávurnar
norðanfyri tunnlarnar.
Kemur eldur í í Klaksvík,
meðan sløkkiliðið er á Við-
areiði, so kann verulig van-
lukka spyrjast burtur úr,
heldur blaðið.
Seinna útkallið í síðstu
viku var til Norðdepil, har
eldur var í einum húsum, og
hetta hevur fingið Norðlýs-
ið at seta spurning við
trygdina, tá sløkkilið skal
sløkkja eld allastaðni, har
landfast er.
– Um sløkkiliðið í Klaks-
vík skal røkja bygdirnar, har
landfast er, má sløkkiliðið
útbyggjast meira, heldur
blaðið.
ir, og teir sita framhaldandi
í nevnd saman við Karl Jo-
hansen, sum er formaður,
Róland Næss Joensen og
Eyðbirni Jacobsen.
Á aðalfundinum kunnaði
nevndin um eina ætlan at
broyta áramálstíðina, so tað
framyvir ikki verður so
skjótt at vinna sær rætt til
fulla pensión.
SEV fríðkar
um økið
Meira enn ein millión krónur verða nýttar til at gera øk-
ið uttan um høvuðsskrivstovuna virðiligt
Um einar tveir mánaðir
verður arbeiðið at fríðka um
øki uttanfyri høvuðsskriv-
stovuna hjá SEV liðugt.
Síðani bygningurin við
Landavegin varð bygdur
seint í 80’unum hevur øki
uttan um ligið hálvliðugt.
SEV keypti bygningin frá
Grannskoðaravirkinum,
sum nú gongur undir navni-
num Inpact.
Felagið við tí nógva
streyminum heldur, at øki
nú skal gerast meira virði-
ligt.
Síðani í heyst hevur verið
arbeitt við at fríðka um. Eitt
steinsett tún skal gerast.
Bilar skulu kunna koyra til
høvuðsdyrnar, síðani runt
um eitt lítið vatn og útaftur.
Ein á, sum rennur gjøg-
num øki, er partur av ætl-
anini, og onkur trævøkstur
skal eisini skjóta seg upp.
Og sum ein staðfesting
av, at talan er um SEV og
ikki annað felag, verður eitt
gamalt – og ístandsett –
turbinuhjól sett upp á øki-
num.
Arbeiðið fer at kosta yvir
eina millión. Fuglø Arki-
tektar í Klaksvík hava lagt
arbeiðið, sum Guttesen og
Staksberg gera, til rættis.
ek
Túnið framman fyri SEV-bygningin við Landavegin í Havn verður nú fríðkað
Mynd: Jens Kristian Vang
Millum 1800 og 1900 at-
gongumerki eru seld til
konsertina hjá poppbólki-
num Creamy í Runavík.
Og nú eru fleiri atgongu-
merki ikki at fáa.
Hálvføroyski bólkurin,
sum syngur danskar barna-
sangir, hevur góðan byr í
Føroyum.
Fløgan hjá teimum hevur
verið millum tær mest seldu
seinasta hálva árið, og í út-
varpinum hevur nógv verið
at hoyrt til sangirnar á fløg-
uni.
Nú vísir sølan av at-
gongumerkjum eisini, at
føroysku børnini hava tikið
undir við lívliga danska
barnapoppinum, sum hevur
selt eini 200.000 eintøk í
Danmark.
Ítróttarhøllin í Runavík
tekur 2000 fólk, men fyri-
reikararnir – Kappróðrar-
felagið NSÍ – hava valt at
steðga søluni, nú millum
1800 og 1900 atgongumerki
eru seld.
Konsertin, sum verður
leygardagin 12. februar, er
tann einasta á skránni. Ætl-
anin var eisini at hava eina
konsert í Havn, men hendan
varð strikað.
Nú verður aftur tosað um
at hava hesa konsertina,
men partarnir samráðast í
løtuni um, hvat tað skal
hava við sær av meir-
útreiðslum.
Um ein semja kann gerast
um treytirnar fyri eini eyka-
konsert, verður hendan helst
í ítróttarhøllini á Hálsi
sunnudagin 13. februar.
ek