mánadagur 31. januar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 21 - 1. februar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 21 - 1. februar 2000
JAN MÜLLER
Frá í dag tekur Dan Nielsen,
næstformaður í Tvøroyrar
Býráð við sum virkandi bý-
ráðsformaður, nú Páll Vang
er sjúkrameldaður. Óvist er,
nær Páll Vang verður førur
fyri at taka við aftur. Tað er
eingin loyna, at fáur polit-
ikari í Suðuroynni hevur
stríðst so nógv fyri at fáa
oljuútgerðarhavnina til Suð-
uroynna sum júst Páll Vang.
Og aftanfyri hann hava
staðið mest sum allir pol-
itikarar í oynni.
Mikudagin fer tingið und-
ir 2. viðgerð av uppskot-
inum til útbjóðing til olju-
boring. Í hesum sambandi
hevur
Javnaðarflokkurin
lagt fram broytingarupp-
skot. Flokkurin mælir til, at
tað í standarsloyvinum
kemur at standa, at komandi
oljuvirksemi í Føroyum
skal ganga út frá Suður-
oynni.
Virkandi býráðsformað-
urin á Tvøroyri umboðar
Tjóðveldisflokkin, og hann
Dan Nielsen, virkandi býráðsformaður á Tvøroyri:
ber ongan ótta fyri, at løg-
tingsumboðið hjá flokki-
num í oynni, Hergeir Niel-
sen, ikki skal fara og at-
kvøða fyri uppskotinum hjá
Javnaðarflokkinum.
-Eg havi tosað við Her-
geir Nielsen og sum eg havi
skilt á honum, so hann fer
at atkvøða fyri Javnaðar-
uppskotinum.
-Men hvussu tekur tú
tað, um Hergeir Nielsen
ikki fer at atkvøða fyri
uppskotinum?
-Hann er í eini slíkari
støðu, at hann er noyddur
til at atkvøða fyri uppskot-
inum. Sjálvandi fara allir
tingmenn í oynni at atkvøða
fyri, at ein komandi oljuút-
gerðarhavn kemur at liggja
her í oynni.
Dan Nielsen sigur annars,
at spurningurin um oljuút-
gerðarhavnina hevur ómeta-
liga nógv at siga fyri oynna.
-Støðan her í oynni er
desperat. Tað nyttar ikki at
fara at leika í um eini 10 ár,
tí tá er fólktalið minkað so
nógv, at oyggin rætt og slætt
Bæði lokal- og landspolitikarar úr Suðuroynni hava gjørt nógv burtur úr við at rekla-
mera fyri eini oljuútgerðarhavn í oynni. Henda myndin varð tikin á Hotel Hafnia fyri
nakað av tíð síðani, tá Drelnesprojektið varð almennakunngjørt. Á myndini er eisini
landsstýrismaðurin í oljumálum sum heldur að vera skeivt at lóggeva um, hvar ein
oljuúgerðarhavn skal vera
Poul Mohr, vinnulívsmaður:
Runavíkin vil vera eisini vera við í oljumenningini
Sjálvandi atkvøða suðuroyar-
tingmenn fyri oljuhavn í Suðri
er hildin uppat at virka.
Virkandi býráðsformaðurin
á Tvøroyri telist eisini
millum teirra, sum eru
sannførdir um, at byrjar
virksemi t.d. á Sundi ella í
Runavík, so verður tað
verandi har.
Hvat viðvíkur spurning-
inum um oljuútgerðahavnin
skal liggja á Drelnesi ella í
Vági, so heldur Dan Niel-
sen, at hetta er nakað teir
mugu taka upp í oynni eftir
at málið er samtykt í ting-
inum. Hann ivast ikki í, at
tað fer at bera til at finna
onkra skilagóða loysn, sum
alt oyggjafólkið er nøgt við.
Sosialurin hevur roynt at
fáa viðmerkingar til hetta
málið millum tingmenn o.o.
og skilur blaðið, at verður
uppskotið hjá Javnaðar-
flokkinum felt, tí onkur
kanska ikki kann svølgja, at
oljuvirksemið verður pla-
serað so lokalt sum í Suður-
oynni, so kann eitt broyting-
aruppskot koma fram, har
orðið útjaðarin verður sett
ístaðin fyri Suðuroynna.
Havi álit á løgtinginum
JAN MÜLLER
Hóast fleiri stórmál eru til
viðgerðar í tinginum hesa
vikuna, so munnu mong
oyru og eygu verða vend
móti tí eina málinum, nevni-
liga spurninginum um, antin
tað skal lóggevast um, hvar
í landinum ein oljuútgerð-
arhavn skal liggja. Ein av
teimum, sum hevur og fer
at fylgja við orðaskiftinum
og
ikki
minst
atkvøðugreiðsluni á tingi
mikudagin er Poul Mohr,
stjóri, ið eisini stendur
aftanfyri ætlanina at leggja
eina oljuútgerðarstøð á
Sundi.
Poul Mohr sigur seg hava
tað álit á løgtinginum, at tað
ikki fer at lóggeva eina
ávísa vinnu til bara at kunna
virka í einum ávísum øki í
landinum. Sjálvur heldur
hann, at talan er bara um
eitt uppskot, sum hevur til
endamál at skaffa einum
flokki atkvøður. Hann ivast
ikki í, at uppskotið frá Javn-
aðarflokkinum fellur, tí tað
er eftir hansara metan burt-
urvið at gera eina lóg, har
tú samtíðis diskriminerar øll
onnur øki í landinum. -So
kann onkur annar koma við
uppskotum sum t.d. siga, at
alt, sum hevur við trol at
gera skal ganga úr Klaks-
vík, alt línuvirksemi skal
ganga úr Runavík og hvat
man nú kann finna uppá.
Poul Mohr vísir annars á,
at Smyril slapp ikki at á
Drelnesi í ódnarvirkinum í
vikuskiftinum, og skipini
máttu eisini rýma úr Runa-
vík. -Eg var sjálvur uppi á
Sundi og hugdi tá, og har
var fínt verður sigur ein
heldur speirekandi Poul
Mohr, sum tó viðgongur, at
tað var ringasta ætt í Runa-
vík.
Poul Mohr ynskir ikki at
úttala seg meira um hetta
málið og vísir á, at Sund
liggur og bíðar. Har liggur
longu ein stór íløga. Eingir
almennir ella kommunalir
pengar skulu brúkast har.
Í Runavík eru teir farnir
undir at víðka um havnina
við 100 metrum av atløgu-
síðu og einum øki uppá
10.000 fermetrar. Eisini er
ætlanin at gera ein høll har.
Við sjónvarpið í farnu viku
segði
býráðsformaðurin
Jákup Lamhauge, at teir
gera klárt fyri eini møgu-
ligari
oljuútgerðarhavn,
men verður hon av ongum,
so verður útbyggingin brúkt
til onnur endamál. Út-
byggingin har er metta t
kosta einar 12-15 mill. kr.
og verður liðug at taka í
br´jk um sama mundið, sum
oljufeløgini fara at bora við
Føroyar.
Poul Mohr: Íløgurnar eru gjørdar og Sund liggur bara
og bíðar
DÁNJAL HØJGAARD
-Vit fyrireika okkum í løtuni
til sjálvir at umsita løgregl-
una. Tað er púra greitt, at
tað má vera eitt óheft eftirlit
við løgregluni.
Hetta sigur Høgni Hoy-
dal, landsstýrismaður í lóg-
armálum, eftir at Sosialurin
leygardagin staðfesti, at
Føroyar eru einasta løg-
regluumdømi
í
danska
kongaríkinum, har løgregl-
an framvegis sleppur at við-
gerða kærur móti sær sjálv-
ari.
Í Danmark varð málið tik-
ið úr hondunum á løgregl-
uni fyri nøkrum árum síð-
ani. Har hava tey eina skip-
an við sonevndum politi-
kærunevndum, ið skulu
tryggja eina óhefta viðgerð,
tá fólk kæru framferðina hjá
politinum.
1. januar var ein líkandi
skipan sett í verk í Grøn-
landi.
Men í Føroyum er tann
gamla skipanin við eini
lokalnevnd framvegis gald-
andi. Í hesi nevnd, sita m.a.
fútin og tvey umboð fyri
løgregluna. Og tann skipan-
in er als ikki trygg fyri borg-
ararnar, vísa advokatar á.
Viðgjørt í nevndum
Landsstýrismaðurin í lógar-
málum sigur, at løgreglan er
danskt málsøki, sum lands-
stýrið ikki hevur ábyrgdina
av.
-Landsstýrið er í hesum
føri slett ikki eftirlitsmynd-
ugleiki. Tað er danski løg-
málaráðharrin, sum hevur
ábyrgdina av virkseminum
hjá løgregluni í Føroyum,
sigur hann.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at fyribils hevur hann
ongar ætlanir, um sjálvur at
reisa málið um politikæru-
skipanina. Hetta tí, at spurn-
ingurin uttan iva verður við-
gjørdur av nevndunum, sum
í løtuni fyrireika føroyska
grundlóg og rættarskipan.
-Vit hava sett eina rættar-
skipanarnevnd, sum eisini
viðger leiklutin hjá løgregl-
uni, m.a. hetta við at løg-
reglan virkar sum ákæru-
myndugleiki.
-Eg ivist onga løtu í, at
tað koma uppskot um at fáa
nógv greiðari reglur á økin-
um, har ansa verður eftir, at
myndugleikar ikki sleppa at
viðgerða seg sjálvar, sigur
Høgni Hoydal.
-Eg fari at bíða eftir úr-
DÁNJAL HØJGAARD
Samstundis sum tað gjørdist
endaliga greitt, at økis-
granskingin í Klaksvík
verður veruleiki, eru hand-
verkararnir um at vera lidnir
við arbeiðið, at umskapa
politistøðina til gransking-
ardepil.
Øll miðhæddin er um-
væld og innrættað av nýggj-
um. Gólv og loft eru skift
út, og nýggir skilaveggir eru
settir upp, so at hølini hóska
til síni nýggju endamál.
Ljóst og snotiligt er inni.
Tað eru Fuglø Arkitektar
slitinum av tí arbeiði, sum
verður gjørt undir grundlóg-
arnevndini, har allir hesir
spurningarnir verða við-
gjørdir frá grundini av, sigur
hann.
Einki kjak
Um orsøkina til, at Føroyar
eru einasta politiumdømi í
danska kongaríkinum, har
skipanin við óheftum politi-
kærunevndum ikki er sett í
verk, sigur Høgni Hoydal:
-Tað er galdandi fyri eina
rúgvu av donskum lógum,
at tær koma ikki í gildi í
Føroyum. Prosessin í Før-
oyum er øgiliga trek. Tað
gongur ómetaliga strilið, at
at dagføra ríkislógir í Før-
oyum, sigur hann.
Í Danmark hevur rættiligt
orðaskifti verið um eftirlitið
við politinum. Men av tí, at
løgreglan er danskt málsøki
í Klaksvík sum hava teknað
nýggju hølini, sum fevna
um tríggjar skrivstovur og
eina móttøku.Samstundis
sum handverkarar leggja
seinastu hond á sítt arbeiði,
hava granskararnir sett sjøt-
ul á sítt. Tá Sosialurin stakk
inn á gólvið á deplinum í
síðstu viku var tann fyrsta
teldan sett upp og tendrað,
og bíðað varð eftir telesam-
bandi - og innbúgvi.
Granskingardepilin
í
Klaksvík
skal
granska
møguleikarnar at menna øki
í føroyska samfelagnum,
sum liggja kring miðjað-
aran. Fleiri verkætlanir eru
á skránni og virksemi verð-
ur eisini aðrasteðs enn í
gomlu politistøðini.
Løgreglan undir lupp
Spurningurin um eftirlitið við løgregluni verður tikin upp í sambandi við arbeiði, at fyrireika eina føroyska grundlóg
og rættarskipan, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum
hevur einki kjak verið í Før-
oyum um leiklutin hjá løg-
regluni, vísir Høgni Hoydal
á.
-Tað er neyvan nakrantíð
Landsstýrismaðurin í lógarmálum roknar við, at spurn-
ingurin um eina óhefta politikæruskipan verður viðgjørdur
í sambandi við grundlógararbeiðið
Mynd: Jens Kristian Vang
komið fyri, at vit í Føroyum
hava viðgjørt spurningin
um leiklutin hjá politinum.
Spurningurin um hvør ið
hevur eftirlit við politinum
Granskingarteldan tendrað
Granskingardepilin í Klaksvík er farin til verka í gomlu
politistøðini í býnum, sum er umvæld innan og innrættað
av nýggjum.
o.s.fr. man neyvan nakran-
tíð hava verið viðgjørdur
hvørki á løgtingi ella í
landsstýrinum, sigur hann.
KÆRUR UM
LØGREGLUNA
Soleiðis verða kærur móti
løgregluni viðgjørdar
í Danmark, Grønland og Føroyum
Grafikkur Sosialurin
1. Statsadvokaturin
Ein
statsadvokatur
viðgerð kæruna/meld-
ingina. Hann savnar
upplýsingar í málinum
og tekur støðu til hvørt
atburðurin hjá politi-
num skal átalast ella
um ákæra skal reisast.
2. Politikærunevnd
Ein óheft politikæru-
nevnd, sum er mannað
av einum advokati og
tveimum øðrum borg-
arum, tekur støðu til
úrskurðin
hjá
stats-
advokatinum. Er nevn-
din ósamd við stats-
advokatin kann hon
kæra málið til ríkis-
advokatin, ið er ovasti
myndugleiki í kæru-
málum móti politinum.
1. Politimeistarin
Politimeistarin ella ein
av hansara løgfrøðin-
gum
viðgera
kæru-
málið.
Politimeistarin
savnar upplýsingar í
málinum og tekur støðu
til hvørt atburðurin hjá
politinum skal átalast
ella um ákæra skal
reisast.
2. Politikærunevnd
Ein óheft politikæru-
nevnd, sum er mannað
av einum advokati og
tveimum øðrum borg-
arum, tekur støðu til
úrskurðin hjá politi-
meistaranum. Er nevn-
din ósamd við stats-
advokatin kann hon
kæra málið til ríkis-
advokatin
í
Keyp-
mannahavn, sum hevur
seinasta orðið.
1. Lokalnevnd
Ein lokalnevnd, sum er
mannað við fútanum,
tveimum
løgreglu-
fólkum, fýra løgtings-
monnum
og
einum
advokati,
móttekur
kærur um politiið og
kannar eftir um málið
er nóg væl lýst.
DANMARK
GRØNLAND
FØROYAR