Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 21 - 1. februar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 21 - 1. februar 2000 JÁKUP MØRK VÍF-StÍF 25-28 (11-12) Alt kappingarárið á tamb, hava strandingar verið við til at mynda toppin á stiga- talvuni, síðani teir seinasta dystinum í grundspælinum taptu móti vestmenningum, hevur úrtøkan ikki verið hin besta. Í landskappingini taptu teir fyri Kyndli, og steypa- kappingini syrgdi Neistin fyri, at strandingar ikki skuldu í finaluna annað árið á rað. Har afturat høvdu teir stórar trupulleikar at basa hoyvíkingum, tá hesir vóru á Skála og vitjaðu. Nú gekk leiðin so til Vestmanna, har vestmenn- ingar við einum sigri, kundu taka eitt risafet frá strand- ingum í oddinum, men hin- vegin kundi StÍF eisini nær- kast VÍF, um stigini fóru inn á Skálafjørðin, og tað var júst hetta, ið hendi. Lítil munur Í fyrra hálvleiki vóru annars ongar greiðar ábendingar um, hvørt av liðunum skuldi standa seg betri. Sera lítil munur var á lið- unum báðum, og har um- framt gjørdu máleverjarnir báðir sítt til, at máltalið varð rættuliga lágt. Eina løtu høvdu VÍF leik- ararnir hug at skræða seg leysar, men eftir at strand- ingar nýttu eitt time-out, funnu teir rætta lagið aftur, og tá dysturin var hálvrunn- in, høvdu teir aftur tikið seg fram um VÍF. Hálvleikurin varð annars merktur av, at liðini bæði royndu at byrgja upp fyri hvørjum øðrum. StÍF byr- jaði beinan vegin at mans- verja Inga, sum ongantíð kom rættuliga fyri seg í dystinum. Hinvegin gjørdu vest- menningar eisini sítt fyri at oyðileggja spælið hjá strandingum, við tað at Johnny leikti sum sera off- ensivur eittari í 5-1 verjuni, soleiðis at hetta mest av øll- um minti um eina mansver- jing av Jónleif. Hetta viðførdi eisini, at broddurin varð tikin av ferðmikla spælinum, sum vit ofta hava sæð liðini bæði borðreitt við, men á ongan hátt gekk hetta út yvir spenningin í dystinum. Sámal mansvardur Í seinna hálvleiki var alla tíðina sera lítil munur á lið- unum báðum. Liðini bæði skiftust um at skora, og ser- liga fyrstu 10 minuttirnar av hálvleikinum, komu nógv mál á talvuna. Brádliga fóru málverjar- nir báðir tó at standa seg betur, og hetta tarnaði mál- skjótingini rættuliga nógv. Liðini bæði fylgdust tó framhaldandi heilt væl, men alla tíðina var tað StÍF, sum hevði munin. Móti endanum av dyst- inum fóru strandingar eisini undir at mansverja Sámal Joensen, men hetta viðførdi samstundis, at sera opið varð í verjuni, og dugdi ser- liga Agnar at nýta høvi til at bróta ígjøgnum. Strandingarnir fingu tó spakuliga yvirtakið, og seinastu 10 minuttirnar skoraðu teir fimm ferðir, meðan vestmenningar bert fingu bóltin í netið tvær reisur hesa løtuna. Strandingar kundu tískil fegnast um ein sera kær- komnan sigur, tá seinasta bríkslið ljóðaði. John og Johan Serliga vóru tvær orsøkir til, at StÍF kundi fara heim aftur við báðum stigunum sunnu- dagin. Fyrst og fremst hevði John Petersen ein sera góð- Við einum uppibornum sigri í Vestmanna gjørdu strandingar sítt til, at kappingin í fyrstu deild framvegis er fullkomu- liga opin. Stóri leikarin í dystinum varð John Petersen, sum einsamallur gjørdi heili 15 mál an dag, har so at siga alt, sum hann royndi riggaði. Ikki tóktist at bila, um lopið varð inn frá bakkinum ella veinginum, bólturin fór so at siga hvørja ferð í netið. Heldur ikki sveik hann á- litið, tá skjótast skuldi frá sjey metra fjarstøðu, og øll seks brotskøstini, sum hann tók sær av, endaðu í net- meskunum. Hin orsøkin var at finna í strandamálinum, har Johan Danielsen fleiri ferðir sýndi, hví hann av mongum verður mettur at vera Føroya besti málverji. Hjá áskoðarunum var í hvussu so er eingin ivi, tá glaðu eysturoyingarnir sungu »vit eiga Føroya best- a málmann«. Ikki tí, Bárður í VÍF mál- inum hevði eisini fleiri góð- ar bjargingar, men hann og vestmenningarnir gjørdist ov stuttir hesu ferð, so hans- ara avrik var so at siga til fánýtis. Einki avgjørt Sum nevnt omanfyri, so hevði hesin dysturin alstór- an týdning fyri strandingar. Við sigrinum eru teir nú bert tvey stig aftan fyri vest- menningar, sum eisini hava leikt ein dyst meira. Hesi bæði stigini hava stranding- ar møguleika at fáa longu mikudagin, tá tjaldurs- menninir skulu vestur um Alt er framvegis púrasta opið fjørðin at royna seg. Har afturat er Neistin eis- ini í hølunum á teimum báð- um oddaliðunum, tí hóast havnarmenninir eru fýra stig aftan fyri vestmenning- ar, so eiga teir tveir dystir til góðar. Munurin millum liðini er tískil lítil og eingin, og tískil erü útlitini fyri einum spennandi endaspurti sera góð. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Sámal Joensen 6 (2), Martin Hummeland 6, Johnny Joensen 4, Agnar Joensen 3, Ingi Olsen 2 (1), Ragnar Zachariasen 1, Petur Fr. Joensen 1 StÍF: John Petersen 15 (6), Artur Johansen 4, Svein- bjørn Poulsen 3, Jónleif Sólsker 2, Alexandur Jo- hansen 1, Kartin Danielsen 1 Brotskøst: VÍF 4, StÍF 6 Útvísingar: VÍF 3, StÍF 2 Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum og Karsten Andersen Á myndini fær Sveinbjørn ein ordiligan sendara, men tá tað kom til stykkis vórðu hann, Jónleif og hinir liðfelagarnir omaná móti vestmenningum Mynd: Álvur Haraldsen John Petersen hevði ein fram úr góðan dyst sunnudagin, og lítið er at ivast í, at hann taldist millum menninar á landsliðnum, um hann hevði tikið hondbóltin fram um fótbóltin, har hann sum kunnugt eisini er á landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen Lesið um flogbóltin um vikuskiftið í blaðnum í morgin Síðan verandi samgonga varð stovnað mai 1998, hava vit fingið nógv, meira og minni ítøkilig, dømi um, at landsstýrismaðurin í sam- ferðslumálum, Finnbogi Arge, hevur rættiliga stóran áhuga í at niðurleggja lands- verksfrøðingsstovnin. Vit kunnu hvør í sínum lagi gita um hví, men høvuðsorsøkin er uttan iva, at uppgávurnar skulu lutast út til privatar at fremja í verki. Allar aðrar intentiónir kunnu vit sum sagt bert hugsa okkum til. Skal ikki tríva í aftur skammiligu gerðina at siga landsverksfrøðinginum upp, tí ta søguna kenna øll. Skal heldur ikki viðgera søguna um fasta sambandið. Men aftaná at hava sæð við- gerðina av undirsjóvars- tunnilsmálinum í SvF mik- ukvøldið, kann eg ikki ann- að enn enn eina ferð traðka alment fram og siga hugsan mína um viðurskiftini mill- um Finnboga Arge og landsverksfrøðingsstovnin. Eg gjørdi tað í august 1999, tá eg spurdi løgmann, um hann ikki helt tað vera bæði rætt og neyðugt við óvild- ugari kanning av leikluti- num hjá landsstýrismanni- num í samband við upp- søgnina av Henningi Jacob- sen. Men fyrst løgmaður og síðan landsstýrismála- nevndin tóktust samd um at reinska landsstýrismannin. Tað er helst ov seint at gera óbótagerðirnar góðar aftur, men vit eiga at leggja doyðin á at forða fyri, at fleiri slíkar verða gjørdar. Vit eiga at seta føtur í spenni móti ætlanunum, hjá Finn- boga Arge og Fólkaflokki- num, um at niðurleggja LV- stovnin. Endamálið við hes- um ætlanunum er fyrst og fremst at fita ávísar privat- persónar og feløg, sum so aftur fyri kunnu útvega flokkinum atkvøður gjøgn- um virksemi sítt. Krosskast ein farsa Nevnda krosskastsending var í mínum eygum ein fløkjaslig farsa, har Finn- bogi Arge, Klæmint Weihe, Jógvan á Lakjuni og Trónd- ur Djurhuus slógu ring um Heina O. Heinesen. Ja, tað var sum hoyrdi eg teir kvøða Jákup á Møn. Tá vit ikki sóu hesar myndirnar, slapp annað sjóvarpsfólk Henrikki Old úr Javnaðar- flokkinum (mest álíkur sið- iligasta smádronginum, sum valla hugdi upp) og Al- fredi Olsen (við himmal- vendum eygum) úr sam- bandsflokkinum upp í dans- in. Sum beinleiðis snultarar, ið brádliga stóðu og tóku sær æruna av at vilja bæði eitt og annað Føroya fólki og landsverksfrøðings- stovninum at frama. Stór- sligin sjónleikur og einki annað. Kanska skilur ein, at SvF datt í grøvina, og valdi at gera gjøldur burturúr og lýsa Tjóðveldisflokkin sum stóra taparan. Tað var so lætt at gera tað. Tað var kanska torførari at fara í holtur við hinar. At lýsa leiklutin hjá Finnboga Arge, at lýsa virksemið hjá SEV stjóranum í mun til út- lendskar fyritøkur, at lýsa hugburðin hjá Jógvani á Lakjuni í mun til tunnils- málið. At lýsa veruliga hug- burðin hjá Javnaðar- og Sambandsflokkinum í sama máli. Kanska var tað heldur ikki endamálið við sending- ini. Meiri manssømiligt hevði tað tó verið, um journ- alistarnir eisini settur lands- stýrismanninum við fjákuta smílinum viðkomandi spurningar. Innan tinggátt hava tað bert verið Finnbogi Arge, Heini O. Heinesen (vegna Tjóðveldisflokkin) of vág- atingmennirnir, sum hava víst undirsjóvartunnlinum politiskan ans. Finnbogi hevur ynskt alla verkætlan- ina á privatar og bert priv- atar hendur, Heini hevur roynt at mótvirka hesum so- leiðis, at landsverksfrøð- ingsstovnurin kom inn aftur á vøllin, og vágatingmenn hava sagt: Eitt hol er eitt hol, og so er líka mikið hvør borar, fíggjar og bestemmar (samstundis tykjast teir ikki at vera so ideologiskt ó- samdir við Finnboga Arge). Javnaðarmenn og sam- bandsmenn hava valla givið málinum ans fyrr enn nú, álitið verður skrivað. Úrslitið av øllum er tað syndarliga, at Finnbogi Arge og Klæmint Weihe fingu buktina um báðar end- ar. Teir hava alla ábyrgd, allan avgerðarrætt. Hetta tá tað snýr seg um at leggja tilrættis, gera arbeiðið og fyriskipa fígging. Lands- verkfrøðingsstovnurin fær eitt heiti av periferiskum leikluti, ið ikki eingang kann metast á hædd við su- flørin. Tað mundi kennast á flest øllum hjartastreingjum, tá Klæmint Weihe við tára- vættum eygnakrókum takk- aði skaparanum fyri, at hann loksins var sloppin at samstarva við LV, og hann lovaði at útnyta henda møg- uleika til fulnar. Ja, knapp- aborð mítt kámast, bert eg hugsi um hesa søguligu løtu. Vóni, at arbeiðið við und- irsjóvartunnlinum fer at gangast væl, og at verk- ætlanin ikki verður ov dýr. Men gongur alt ikki eftir vild, tá vita vit hvør má taka yvir bæði ábyrgd og skuld. LV privatiserast Tað er altíð torført at fremja broytingar. Eg rokni tí held- ur ikki við, at stórur møgu- leiki er fyri at fremja broyt- ingar verkætlanini viðvíkj- andi. Rokni heldur ikki við, at Heini nakran tíð verður vælorðaður sjónleikari. At fremja broytingar í politiska spælinum, havi eg heldur ongar vónir um. Pressan heldur fram, sum hon er von o.s.fr. Spurningurin er so, um tað yvirhøvur loysir seg at Landsverksfrøðings- stovnurin skal burtur - nógv er, sum bendir á, at Finnbogi Arge hevur vunnið týdningarmiklan sigur í strembanini eftir at niðurleggja landsverkfrøðingsstovnin, sigur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður Tjóðveldisfloksins í bersøgnari viðmerking – Hvønn arbeiðir Finnbogi Arge í veruleikanum fyri, spyr Finnur Helmsdal Viðmerking: siga, skriva ella gera nakað meira í hesum máli. Kanska ger tað ikki tað. Tó fari eg við sjónleikinum í Kross- kasti í huga at vísa á tað, ið er skrivað omanfyri, og ann- ars minna fólk á, hvat Finn- bogi Arge og Sambands- flokkurin gjørdu í mars 1992. Tá legði táverandi løg- tingsmaður fyri Sambands- flokkin, Finnbogi Arge, uppskot fyri tingið um at privatisera landsverksfrøð- ingsstovnin. Hetta gjørdi hann vegna Sambands- flokkin. Krubban var um at verða tømd mars 1992, og bæði Finnbogi og táverandi flokkur hansra lupu á leist- um fyri teimum, sum hava fremst í huganum at skora lætt- og skjóttvunnan pro- fitt. At grundarlagið undir profittinum fult og heilt byggir á almenna skatta- krónur rørir teir ikki. At royndir og vitan frá fimti ára dygdararbeiði fer í allar ætt- ir og fyri skeyti, nervar teir heldur ikki. Tað ræður at skora profittin, so kann alt annað vera líkamikið. Tað nervar ikki teir, um Føroyar gerast ein byggitekniskt oyðimørk. Nú er Finnbogi ikki í Sambandsflokkinum long- ur. Men har hann er komin, hevur hann enn rúmari ræs- ur at slóða fyri og stuðla privatkapitalismuni. Situr hann nóg leingi í sessinum, so fer tað at eydnast Finn- boga Arge at niðurleggja landsverksfrøðingsstovnin. Hesum og øðrum líknandi ideologiskum sveinastykkj- um skulu og migu vit forða honum í. Vit eiga at virka sambært tørvinum hjá landi og fólki og ikki hjá mark- leysu og harðrendu girndini. Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður Tórshavnar Býráð hevur á fundi tann 27.01.2000 samtykt at fara undir ar- beiðið at breiðka Markna- gilsvegin frá arbeiðstøku- markinum við Kongsgil og út til økið við P/F Mark (við Rættará). Farið verður undir ar- beiðið so skjótt sum sátt- máli er undirskrivaður við P/F Guttesen & Staksberg. Í hesum sambandi verður bussleiðin umløgd soleið- is, at ikki verður koyrandi á Marknagilsvegnum frá í- bindingini við Svalbards- vegin til Dánjalstrøð (við Skúlaheimið). Henda broyting merkir, at leið 1 frá Farstøðini koyrir um Steinatún og niðan eftir Dalavegnum, fer vestur eftir Markna- gilsvegnum og dreygar síðan oman eftir Sval- bardsvegnum og Grøn- landsvegnum. Leið 1 koyrir víðari út eftir J. Pat- urssonargøtu og Landa- vegnum og fer síðan út móti Handilsskúlanum, har vent verður. Leiðin fer síðan eftir Marknagilsveg- num, fram við íbindingini við Landavegin og oman móti Velbastaðvegnum, oman móti Landssjúkra- húsinum fram við J. C. Svabosgøtu og oman aftur á Steinatún. Leið 1 frá undir Brúnni, um Berjabrekku og Sunds- vegin oman eftir Varða- gøtu og Tróndargøtu. Síðan út móti Landssjúkr- ahúsinum og út eftir Vel- bastaðvegnum til Handlis- skúlan, har vent verður. Frá Handilsskúlanum verður koyrt heim eftir Landavegnum og oman eftir J. Paturssonargøtu og Tórsgøtu til Farstøðina. Viðmerkjast skal, at leiðin út á Norðasta Horn verður eisini umløgd, so- leiðis at koyrt verður ikki eftir Velbastaðvegnum, ið er landsvegur, men gamla Velbastaðvegnum, ið er kommunalur vegur, sigur Boði Haraldson, býarverk- frøðingur í Havn í tíðind- askrivi. Steingja Marknagilsvegin - bussleiðin umløgd Brot úr Dimmalætting 19. mars 1992, tá Finnbogi Arge, løgtingsmaður, vegna Sam- bandsflokkin legði fram uppskot fram á ting um at privatisera Landsverkførðingin