Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 21 - 1. februar 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 21 - 1. februar 2000 JÁKUP MØRK VB-Neistin 19-16 (11-6) Setningurin hjá Vágsgent- um var púra greiður undan dystinum sunnudagin. Neistin hevði vunnið fyrru hálvfinaluna millum liðini bæði, og tá mátti hesin dyst- urin vinnast, um VB skuldi tryggja sær finalusessin. Hetta var triðja vikuskifti í slag, at liðini bæði hittust, og hóast Neistin hevði mun- in í teimum báðum undan- farnu dystunum, so hevði talan verið um tveir javnar og spennandi dystir, so Vágsgenturnar høvdu als ikki mist vónina um at basa neistagentunum. Kanska hevði tað eisini nakað at siga, at hetta helst var seinasta møguleiki hjá VB at tryggja sær heiðurs- merki av nøkrum slag. Í landskappingini hava tær verið partur í fleiri sera jøvnum dystum, men so at siga hvørja ferð hava tær verið við undirlutan, og tað hevur so borið við sær, at gloppið upp til hini liðini er vorðið ov stórt. Løgdu nógv fyri Tá dysturin byrjaði, legði heimliðið fyri sum eitt ó- løgið. Fyrstu 20 minuttirnar fekk útiliðið bert eitt mál, og líkt var til, at talan skuldi gerast um ein rættuligan bank. Dennis Holm, liðleiðari hjá VB, segði eftir dystin, at tað serliga var í verju- partinum, at grundarlagið fyri sigrinum varð lagt. Tað eydnaðist leikarunum sera væl at taka vengurnar hjá Neistanum úr spælinum, so alt meir ella minni varð trunkað saman á miðjuni. Neistin kom tó nakað við aftur seinasta partin av hálv- leikinum, men við eini fimm máls leiðslu í hálv- leikinum, mundu flestu við- haldsfólkini halda, at nú stóð væl til. Góvu ikki upp Neistakvinnurnar góvu tó ongantíð skarvin yvir, og í seinna hálvleiki royndu tær at stríða seg inn aftur á VB liðið. Hetta var eisini nær við at eydnast, og so hvørt sum neistakvinnurnar komu nærri, gjørdust VB leikar- arnir alt meira fjálturs- stungnar. Nærri enn 13-15 komu havnargenturnar tó ongan- Endiliga eydnaðist tað hjá VB Endiliga hevði VB smáu marginalarnar við sær, og tískil verða steypafinalurnar ikki bert ein spurningur, sum havnarfeløgini skulu svara tíð, og brádliga fekk VB aft- ur spælið at koyra. Tvey máls leiðslan varð varveitt restina av dystinum, og sjálvsagt var frøin stór, tá dómaraparið blásti dystin av. Hava hagtølini við sær Sum vera man, so vóru VB genturnar ovurfegnar, tá dysturin var liðugur. Sigurin og finaluplássið hava við sær, at tær í hvussu so er fáa okkurt slag av metallið burtur úr kappingarárinum. Ikki minst sálarliga man tað kennist sum ein lætti, nú tær endiliga vunnu ein teim- um mongu jøvnu dystunum, sum tær hava verið partur av í kappingarárinum. Bæði móti Kyndli, VÍF og Neistanum hava dystir teirra verið sera javnir, men ongantíð hevur tað eydnast teimum at fáa bæði stigini við til hús. Neistaliðið má sostatt annað árið á rað hyggja at, tá steypafinalurnar verða avgreiddar, og hetta er als ikki nakað, sum tær eru van- ar við. VB skal hin vegin leika finaluna komandi leygar- dag. Hvussu tann dysturin fer at enda er sjálvsagt ilt at siga, men mótstøðuliðið í tí dystinum, Kyndil, tykist vera sera væl fyri í løtuni. VB hevur tó hagtølini við sær, tí seinast tær vóru í fin- aluni, í 1993, fingu tær steypið við sær suður, með- an Kyndil hinvegin ikki hevur fingið so nógv burtur úr teimum fimm finaludyst- unum, sum tær hava leikt í nítiárunum. Stjørnan-Kyndil 25-28 (16-13) Kyndil staðfesti sítt pláss í steypafinaluni, tá tær eisini vunnu seinnu hálvfinaluna móti Stjørnuni. Dysturin, sum var spæl- dur í fullsettari KÍ-høll sunnudagin, endaði við trý máls sigri til liðið úr Havn, og samanlagt gjørdist tað tí til ein tryggan Kyndla-sigur. Samanlagt vann Kyndil við 10 málum. Heimaliðið gjørdi tó ein vørr í fyrra hálvleiki, og ein stóran part av tíðini var líkt Marita sløkti Stjørnuna Tá Stjørnan fór at trúgva upp á møguleikan at vinna stórsigur á Kyndil, tók Kyndils-málverjin um endan til, at Stjørnan kundi klára at vinna aftur tey sjey mál- ini, sum tær taptu við í fyrra dystinum í Havn. Við hvørt vóru fimm mál á muni, og Stjørnukvinn- urnar útstrálaðu sjálvsálit og vilja hesa løtuna. Nógvu heimaáskoðararnir vóru eis- ini við til at stuðla undir avrikið. Jugoslavisku spælararnir hjá Stjørnuni stóðu seg væl hesa løtuna. Vesna á vinstra vongi og Andrijana á høgra brutu ofta ígjøgnum, og tá tær ikki fingu mál, fingu tær brotskast. Simona Hansen var allatíðina ein hóttan við sínum fram úr skoti, og tá kvika spælið hjá heimalið- num rættiliga koyrdi, komu tær sum oftast ígjøgnum. Avgerðin Men rundan um hálvleiks- steðgin fall avgerðin í dyst- inum. Seinastu fimm min- uttirnar av fyrra hálvleiki, tá Stjørnukvinnurnar rættu- liga vóru farnir at trúgva upp á møguleikan at vinna stórsigur, hevði málverjin hjá Kyndil nakrar frálíkar bjargingar. Marita Hermansen bjarg- aði fleiri ferðir, tá Stjørnu- spælarar vóru í fríari støðu, og við hesum bjargingum syrgdi hon fyrst og fremst fyri, at munurin millum liði- ni minkaði, og síðani at Stjørnuspælararnir mistu nakað av sjálvsálitinum. Trý mál vóru á muni, tá spælararnir fóru til hálvleik, og tá Kyndlamálverjin helt fram við góða spælinum eftir steðgin, datt alt niður- fyri hjá heimaliðnum. Rest- ina av tíðini var tað ein hálvhjartað roynd at vinna dystin, men so hvørt sum tíðin leið, styrkti Kyndil um sína støðu, og seinasta part- in av dystinum var tað lætt at toga sigurin í land, tí tá hevði heimaliðið uppgivið dystin. Stjørnan royndi at mans- verja Lottu Sørensen fittan part av dystinum, men hetta eydnaðist ikki serliga væl. Hon skoraði sjey mál, og umframt hana hevur Kyndil aðrar spælarar, sum duga at gera mál. Ber ikki til at meta Dysturin stóð millum tvey av liðunum, sum stríðast um gullmerkini í landskapping- ini, men dysturin kann ikki brúkast sum ein meting av styrkini hjá teimum báðum liðunum í løtuni. Tá Kyndil minkaði um munin í dystinum, fullu fleiri av Stjørnuspælarunum í fátt, og teir gjørdu nógv mistøk. Eftir hetta kundi Kyndil toga seg fram um og halda seg frammanfyri Stjørnuna restina av tíðini. Stóra royndin hjá Kyndil og Stjørnuni verður, tá liðini nú hittast í landskappingini. EK Dysturin í tølum Málskjúttar: Stjørnan: Vesna Tomajek 7 (2), Simona Hansen 6 (2), Annika Ljósstein 4 (1), Andriana Milodanovic 4, Jastrid Gullaksen 2, Anna K. Samson 2 Kyndil: Lotte Sørensen 7 (4), Jórun Ludvig 6, Ann Hansen 4, Rakul N. Joensen 4, Palma Petersen 3, Frida Johannesen 2, Se- mona Fjallstein 1, Jensia Petersen 1 Brotskøst: Stjørnan 7, Kyndil 5 Útvísingar: Stjørnan 3, Kyndil 5 Dómarar úr Tjaldur: Dánial Hansen og Kári Hansen Dysturin í tølum Málskjúttar: VB: Regina Rádó 8, Rann- vá Augustinussen 4, Sólrun Krosslá 3 (2), Gurið Mort- ensen 1, Arnleyð Krosslá 1, Kristina Holm 1 Neistin: Katrin á Neystabø 5 (3), Ileana Manolescu 4, Birita Wardum 3, Mildrid Jacobsen 2, Marjun Jógv- ansdóttir 1, Inga Danberg 1 Brotskøst: VB: 5, Neistin 3 Útvísingar: VB 3, Neistin 3 Dómarar úr Kyndil: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Fimtu ferð VB og Neistin hittust í ár, eydnaðist tað vágsgentunum at vinna, og nú kunnu tær fyrireika seg til finaludystin komandi leygardag Í fyrra hálvleiki var líkt til, at ein sjey mála sigur ikki var heilt ógjørligur fyri Stjørnuna. Serliga Andrian og Vesna gjørdu nógv um seg hesa løtuna, men í seinna hálvleiki fekk kyndil tamarhald á støðuni Mynd: SáH JÁKUP MØRK Í fagrasta veðrið fóru før- oysku landsliðsleikararnir á vøllin í La Manga í Spania. Flestum kunnugt stóð fyrsti landsdysturin á árinum á skránni. Dysturin móti Finnlandi er samstundis fyrsti dyst- urin hjá føroysku leikaru- num í nýstovnaðu norður- lendsku kappingini. Framman undan var greitt, at hóast talan var um eina millumlanda kapping, so vóru langt í frá øll lond- ini, sum tóku uppgávuna í líka stórum álvara. Flestu londini gjørdu framman undan av, at stóru stjørnurnar, sum leika við ymsum útlendskum feløg- um, ikki skuldu vera við á hesum túri, og tískil sluppu føroyingar undan at hitta m.a. Jari Litmanen og Sami Hyppia, sum leika við somikið kendum feløgum sum Barcelona og Liver- pool. Uttan Toda Føroyska liðið, sum í gjár fór á vøllin var mannað við hesum leikarum: Jens Mar- tin Knudsen, Henning Jarnskor, Johannus Joensen, Jan Dam, Jens Kristian Hansen (liðf.), Heðin á La- kjuni, Sámal Joensen, Fróði Benjaminsen, Julian Johns- son, Jákup á Borg og Kurt Mørkøre . Tað, sum serliga var merkisvert við hesi byrju- naruppstilling, var at somik- ið sterkir leikarar sum Allan Mørkøre og Uni Arge sótu á beinkinum. Eisini sótu To- di Jónsson og Óli Johan- nesen uttanfyri, men hetta komst av, at báðir høvdu skaða, og tískil ikki vóru førir fyri at spæla Sum tað skiltist á útvarps- manninum úr Spania, byr- jaði dysturin heldur vari- sliga. Stórar møguleikar var ikki talan um, tó at finnar ta einu ferðina vóru í so naskir, men bólturin endaði við síð- una av málinum. Serliga frá føroyskari síðu var byrjanin varlig, og líkt var kanska eisini til, at hetta var í tráð við spæliætlanina hjá føroyska liðnum. Sostatt skuldu ganga einir 35 min- uttir, áðrenn føroyingar høvdu fyrstu royndina á fin- ska málið, tá Fróði Benja- minsen royndi seg við ein- um skotið, sum tó ikki ó- rógvaði finska málverjan nakað serligt. Tað var nú heldur ikki væntandi, at føroyingar skuldu verða spælstýrandi í hesum dysti. Hjá flestu leikarunum er tað soleiðis, at dystarven- jingin seinastu tíðina hevur verið lítil og eingin. Sjálvsagt hava teir vant nakað sjálvir, men hetta hevur fyri tað mesta verið renning, og hóast tað sjálv- andi bøtir um spælið, at menninir orka at renna, kann hetta als ikki sammet- ast við venjingarstøðuna, sum leikararnir eru í, tá dystir verða leiktir hvørt vikuskifti. Sama var sjálvsagt gald- andi fyri flestu av finsku leikarunum, men kortini mundu føroyingar vera betri nøgdir, tá farið varð til hálv- leiks, og tað framvegis stóð á jøvnum. Stongin var fyri Flestu høvdu helst væntað, at venjarin gór at gera fleiri útskiftingar í hálvleikinum, og so var eisini. Útskiftingarnar vóru tó kanska ikki júst tær, sum føroyingarnir her heima, tí framhaldandi var Todi Jóns- son hildin á beinkinum. All- an Mørkøre kom tó vøllin fyri Johannus Joensen, eins og Sunnvard Joensen kom inn fyri lærumeistaran, Jens Martin Knudsen. Føroyska spælið broyttist tó ikki tað stóra av hesum, men brádliga var tað um reppið, at okkara menn tóku leiðlsluna. Tá níggju minuttir vóru leiktir, fingu føroyingar inn- kast á finsku hálvuni. Bólturin varð longdur inn í finska brotsteigin, og við eini knappari vending fekk Jákup á Borg skot á bóltin, men tíverri brast skotið á stongina og út aftur í spælið. Nú veit eg ikki, um før- oyingar gjørdust ov djarvir í framrættaða spælinum, men í øllum førum gekk galið fáar minuttir eftir van- damiklu føroysku royndina. Hetta hendi tá finn- lendingar fingu møguleikan at spæla seg ígjøgnum í vin- stru síðu, og tá bólturin varð beindur inn í føroyska brotsteigin, var Anti Sumiala á rætta staðnum, og sendi hann bóltin dygst úti við stongina uttan møgu- leika hjá Sunnvardi at verja fyri. Skifti meira Tá á leið ein tími var leiktur av dystinum, framdi Allan Simonsen aftur tvær útskift- ingar, og var tað hesu ferð Uni Arge og Øssur Hansen, sum komu á vøllin fyri á- víkavist Kurt Mørkøre og Heðin á Lakjuni. Løtu seinni varð Rógvi Jacobsen sendir á vøllin fyri Jákup á Borg. Einki er at siga til, at nógvar útskiftingar verða framdar í slíkum dysti. Dystirnir eru jú fyrst og fremst ætlaðir til venjingar, og tískil er sjálvsagt, at fleiri leikarar skulu hava møgu- leika í slíkum dysti. Tó er tað ofta soleiðis at hesar útskiftingar órógva spælið hjá liðunum rættu- liga nógv, við tað at rútman í spælinum verður brotin. Reytt kort! Tá eitt korter var eftir at spæla av dystinum, stakk ein hending seg upp, sum brádliga betraði um for- treytirnar hjá føroyingunum fyri at fáa nakað burtur úr dystinum. Rógvi Jacobsen var á veg Tepur ósigur í linligum dysti Í ársins fyrsta landsdysti máttu føroyingar taka til takkar við einum teprum ósigri, tá A-landslið okkara leikti móti fin- ska landsliðnum. Talan var tó ikki um sterkastu manning hjá báðum liðunum, og m.a. varð Todi Jónsson noyddur at sita uttan fyri allar 90 minuttirnar fram eftir vøllinum, tá ein mótstøðumaður tók beinini undan honum. Dómarin var eirindaleysur, og finski leik- arin mátti tungu leiðina av vøllinum. Føroyingar megnaðu tó ongantíð at gera sær dælt av yvirtalsstøðuni, og held- ur vórðu tað mótstøðu- menninir, sum høvdu van- damestu atsóknirnar eftir útvísingina. Saman um tikið kunnu føroyingar tó allar helst vera hampuliga væl nøgdir við dystin. Fleiri av minni royndu leikarunum fingu møgulei- kan í dystinum, og hetta kann koma liðnum til góðar seinni. Har umframt gevur hetta eisini landsliðsvenjaranum ein kærkomnan møguleiki at síggja, hvussu ungu leik- ararnir standa seg, tá talan er um altjóða landsdyst, og í so máta er tað kanska ein- gin katastrofa, at Todi mátti binda frið henda dystn. Hann man nevnliga langt síðani hava prógvað, hvønn týdning hann hevur fyri landslið okkara. Eitt nýtt ættarlið av lands- liðsspælarum er smátt um smátt við at seta sín dám á hópin hjá Allani Simon- sen. Í dystinum ímóti Finn- landi í gjár fekk 21 ára gamli Sunvard Joensen fyri fyrstu ferð høvið at verja føroyska málið. Hann loysti Jens Martin Knudsen av eftir steðgin. GÍ málverjin er fimti landsliðsmálverjin í teim- um 64 dystunum, og hann er av einum øðrum ætt- arliðið, enn teir, sum ann- ars hava verið ímillum stólparnar. Teir hava verið Jens Martin Knudsen, Kaj Leo Johannesen, Já- kup Mikkelsen og Bjarni Johansen. Sunvard Joensen er einasti føroyski spælarin í Spania, sum ikki hevði roynt at spæla landsdyst frammanundan. Tað fruktar væl Fróði Benjaminsen og Heðin á Lakjuni, sum báðir høvdu spælt tveir landsdystir frammanund- an, vóru í gjár fyri fyrstu ferð ímillum teir fyrstu ellivu. Jákup á Borg spældi í gjár sín níggjunda lands- dyst, og hetta var onnur ferðin, at hann var ímill- um teir fyrstu ellivu. Fyrr- a ferðin var ímóti Andorra fyri einum lítlum ári síð- ani. Sunvard, Fróði, Heðin og Jákup eru saman við Rógva Jacobsen, sum seinnapartin av 2. hálv- leiki loysti Jákup á Borg av, føddir í 1977, 1978 og 1979. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir eru komnir fyri seg í vaksna- mannafótbólti, eftir at Allan Simonsen í 1994 gjørdist venjari hjá lands- liðnum. Hesir fimm ungu menninir hava allir roynt seg á U–16 og U–18 landsliðunum, og tað boðar frá, at arbeiðið við unglingalandsliðunum, sum er styrkt nógv tey seinnu árini, hevur borið frukt. JH Tað var ein fremmand støða fyri føroyska toppskjúttan, Toda Jónsson, tá hann í gjár sat á beinkinum í 1. hálv- leiki. Todi, sum ikki kundi spæla í gjár, tí hann hevði trupulleikar í rygginum, hevur verið á landsliðnum síðani 15. juli í 1991, og hann hevur bara eina ferð áður ikki verið ímillum teir fyrstu ellivu. Tað var í 7–0 tapinum í Rumenia 8. mai 1992, tá hann síðsta hálva tíman spældi fyri Jan Dam. Tá olympiska landsliðið hjá Finnlandi og Føroyar 27. februar í 1991 spældu 2–2 í óalmennum landsdysti í Portugal, var Todi á beink- inum alla tíðina. Óli Johannesen noyddist at geva avboð í gjár, tí hann hevði bruna í einari tá. At Óli er burtur frá er bara komið fyri tvær ferðir áður – í Estlandi í1998, tá hann var til próvtøku, og í San Marino í 1995, tá hann var skaddur. Veteranar við aftur Tveir spælarar, sum til sam- an hava spælt 74 landsdyst- ir, og sum tey bæði sein- astu árini meiri ella minni hava verið roknaðir sum fyrrverandi landsliðsspæl- Nýtt ættarlið bjóðar seg til Sunvard Joensen er 69. føroyski altjóða skrásetti føroyski landsliðsmaðurin Veteranar ganga aftur Todi er rárur á beinkinum, og Óli Johannesen noyddist fyri triðju ferð at sita uttanfyri, tí hann var skaddur arar, vóru í gjár aftur ímill- um teir fyrstu ellivu. Hetta var fyrsta ferðin, at Jan Dam og Kurt Mørkøre hava verið á landsliðnum saman síðani 27. februar 1996. Jan Dam hevur ikki verið á landsliðnum síðani hós- dagin 4. juni 1998. Í 5–0 tapinum í Estlandi var Jan Dam liðformaður og aftasti maður. Síðani tá hevur landsliðið spælt ellivu dystir, og Jan Dam hevur sitið á beinki- num fimm ferðir uttan at koma á vøllin. Seks ferðir hevur hann ikki verið í hóp- inum, og onkra ferðina hev- ur tað verið, tí hann hevur verið skaddur. Í fjør kundu avgerðirnar hjá Allani Simonsen bent á, at venjarin ikki roknaði við veteraninum. Jan Dam slapp ikki á vøllin í lands- dystinum, sum 3. mars varð spældur í Spania ímóti An- dorra, og Jan Dam var ikki í hópinum, tá landsliðið í heyst spældi fýra ferðir. Í gjár var 31 ára gamli veteranurin, sum hevur spælt 37 landsdystir og hev- ur skorað eitt mál, við aftur. Kurt burtur í fýra ár Kurt Mørkøre, sum 20. í hesum mánaðinum verður 31 ár, spældi í gjár fyri 27. ferð á landsliðnum. Síðsti dysturin var í venjingarleg- uni í Kýpros 27. februar í 1996. Ta ferðina vann A- serbadjan 3–0. Áhugavert er at staðfesta, at Kurt Mørkøre, sum hig- artil hevur skorað eitt mál á landsliðnum, hesa ferð var í álopinum. Tá Føroyar í 1988 spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin í Ís- landi, var Kurt Mørkøre aft- asti maður. Síðani var hann fremsti álopsmaður og mið- vallari sjey ferðir. Men frá dystinum í Gundadali ímóti Turkalandi 15. juli 1991 og í hinum dystunum, sum Páll Guðlaugsson hevði ábyrgd- ina, var Kurt í verjuni. Tá Allan Simonsen tók við í 1994, var Kurt Mørk- øre í tvey ár miðvallari flest- u ferðirnar. Í 1996 ætlaði venjarin, at Kurt skuldi ger- ast aftasti maður. Núverandi Sogndal maðurin røkti hesa uppgávuna í tveimum dyst- um, men so gavst hann. Nú er hann aftur á landsliðnum, og í gjár var hann aftur í álopinum fyrsta tíman. JH Noreg og Ísland spældu málleysan javnleik í Spania í gjár. Jón Kári Frederiksen úr Klaksvík var annar linjuverjin. Mikudagin skulu Finnland og Ísland spæla ímóti hvørjum øðrum, og tá verður Lassin Isaksen dómari. Føroyingar spæla aftur í Spania fríggjadagin. Tá verður Ísland mótstøðuliðið. JH Halda skil á