Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 21 - 1. februar 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 21 - 1. februar 2000 JÁKUP MØRK Kyndil H71 32-25 (14-13) Kyndilsliðið, sum fyrr í vik- uni tryggjaði sær finalusess- in í steypakappingini, var nakað skert, tá teir sunnu- dagin skuldu royna seg móti hoyvíkingum. Av ymsum ávum sótu Bjarni Wardum, Hannis Wardum og Regin Petersen uttanfyri, tá dysturin byr- jaði, so møguleikarnir hjá hoyvíkingum at gera okkurt óvæntað, vóru til staðar, hó- ast teir kanska ikki vóru so øgiliga stórir. Hoyvíkingar høvdu eisini sítt at hugsa um, tí Allan Mørkøre var staddur í Spa- nia við fótbóltslandsliðnum. Maður kemur tó í mans stað, og fyri hoyvíkingar man tað í hvussu so er kenn- ast fløvandi, at Hallur Dan- ielsen nú aftur er at síggja á besta liðnum. Settu ferð á seinna umfarið Fyrsta hálva tíman leikaði rættuliga javnt á, og liðini skiftust um at hava leið- sluna. Hoyvíkingar stríddust sera væl, og hóast spælið ikki altíð var so øgiliga væl polerað, so fingu teir kortini heilt væl burtur úr. Kyndilsliðið kom ongan- tíð rættuliga upp í snúningar fyrra partin av dystinum. Ístaðin fyri at royna at koyra sítt egna spæl, fóru teir heldur inn at róta í mót- støðuverjuni, og hetta hevði eisini við sær, at spælið gekk óneyðuga seint. Serliga var tað Niels Viggo Niclasen, sum gjørdi um seg á kyndilsliðnum. Hann hevur ikki verið so nógv við í ár, sum flestu áskoðararnir høvdu væntað, men verður mett eftir av- rikinum sunnudagin, eigur hann helst at teljast millum teirra, sum verða við, tá steypafinalan skal avgreið- ast komandi leygardag. Í seinna hálvleiki kom meira ferð á kyndilsliðið, og hóast hoyvíkingarnir roynd- u at hanga í, so megnaðu teir ongantíð veruliga at hótta grøna herin, eftir at hesir tíðliga í hálvleikinum vunnu sær eina trygga leið- slu. Uttan stórvegis hóvasták syrgdu leikararnir fyri, at sigurin varð fingin til høldar. Kunnu koma í oddin Hvat stigini skulu nýtast til í landskappingini er ilt at meta um. Flestu áskoðar- arnir munnu helst vera av teirri fatan, at kyndils- leikararnir helst hava tveitt ov nógv stig burtur í dyst- inum um FM-heitið, og helst er hetta eisini rætt. Tað tykist nevnliga ikki serliga sannlíkt, at Kyndil skal taka øll trý oddaliðini aftur. Hinvegin kann væl verða, at teir fanga okkurt av hesum trimum aftur, tí gongdin higartil hevur ver- ið, at øll kunnu taka stig frá øllum. Vinnur Kyndil dystin móti kollfirðingum koman- di mikudag er munurin upp til toppin bert 6 stig, so enn er einki avgjørt í so máta. Dómararnir møttu ikki Mest merksiverda hending- in í dystinum var helst, at eingin dómari var komin, tá dysturin skuldi byrja. Eftir tí, sum vit hava frætt, áttu strandingar at døma dystin, men allar helst er onkur misskiljing íkom- in, soleiðis at boðini ong- antíð eru komin til dóm- ararnar. Eitt er tó vist, og tað er at tað so avgjørt ikki tænir nøkrum endamáli, at slíkar hendingar taka seg upp, og vónandi er hetta seinasta ferðin, at slíkt kemur fyri. Dysturin varð tó leiktur undir leiðslu av Gunnar Gregoriussen og Petur Dahl, og sum vit skilja á lagnum, so mundi døming teirra vera á góðari leið, hó- Í einum heldur rótutum dysti tryggjaði Kyndil tey bæði væntaðu stigini móti hoyvíkingum, og enn eru teir ikki heilt gloymdir í stríðnum um heiðurskrónurnar Kyndil hongur framvegis í JÁKUP MØRK Pól Thorsteinsson, sum seinastu tvey árini hevur leikt við B36, skrivaði sunnudagin undir sátt- mála við VB, soleiðis at hann hetta kappingarárið aftur verður at síggja í barndómsfelagnum. Ivaleyst er hetta ein kærkomin styrkur fyri vágbingar, sum í fjør høvdu eitt heldur linligt kappingarár, sum í stóran mun varð oyðilagt av vánaligu byrjanini, sum liðið fekk. Kanska á miðjuna Á landsliðnum og hjá B36 hevur Pól fyri tað mesta røkt eitt av pláss- unum afturi í miðverjuni, men hjá VB var tað mest sum framrættaður mið- vallari, at hann gjørdi um seg. Møguliga verður tað á hesum plássinum, at Pól nú aftur skal royna seg, men hetta verður so ein spurningur, sum venjarin tekur sær av. VB man nú hava fingið endaliga puslispælið at ganga upp, og ivaleyst ætla teir sær komandi ár at miða móti einari enda- støðu í ovaru helvt av stigatalvuni, sum møgu- liga kann bera europeiska luttøku við sær. Nú er avgjørt, at Pól Thorsteins- son komandi ár aftur verður at síggja í barndómsfelagnum Pól til VB Landsliðið er í Spania í hesi vikuni. Hinir føroysku fót- bóltsspælararnir eru nú um mánaðarskiftið farnir undir tungu venjingina í feløgu- num. Tað verður ikki altíð hildið at vera so hugaligt stríð at fáa týdningarmiklu grundvenjingina upp á pláss, og um veðrið ikki er til vildar, og tað er nógvur vindur og kavi, so verður uppgávan ikki hugaligari. Tá er tað kærkomið at sleppa undir tak og at hava bóltin við sær. Komandi vikuskifti skipar B68 fyri innandura kapping, har tað stendur øllum á mannfólka- síðuni, sum eru sekstan ár og eldri í boði at taka lut. Kappingin verður í ítrótt- arhøllini í Runavík komandi leygardag og sunnudag. Spælt verður við stórum málum. Á hvørjum liðnum verða fimm spælarar – fýra útispælarar og ein málverji – og tað er loyvt hvørjum liðnum at hava ein skift- isspælara. Í B68 siga teir, at sein- asta freist at boða frá lut- tøku í kappingini er hós- dagin 3. februar. Kostnað- urin fyri hvørt liðið er trý hundrað krónur, og tað skal boðast frá luttøku ímillum klokkan átta og níggju á kvøldi á telefon 44 82 74 ella 44 80 68. Øll liðini skulu hava rættulig fótbólts- nøvn. Føroya Tele er høvuðs- stuðul hjá B68, og teir lata heiðursmerkir til allar spæl- ararnar á liðunum, sum end- a á trimum teimum ovastu plássunum. Føroya Tele Cup Komandi vikuskiftið skipar B68 fyri innandura kapping ast stutta skotbráðið teir høvdu at fyrireika seg í. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Niels Viggo Nic- lasen 8, Hans Áki Dahl Christiansen 6, Jacob Jóns- son 6 (2), Uni Wardum 5, Janus Einar Sørensen 3, Rúni Poulsen 2, Leivur Holm 1, Bárður Mikkelsen 1 H71: Hallur Danielsen 7 (2), Bárður Brimvík 5, Hal- gir Dahl Olesen 4, Rene Dahl Olesen 3 (2), Eyðun Højgaard 3, Olaf Vester- gaard 2, Einar Brimnes 1 Brotskøst: Kyndil 3, H71 4 Útvísingar: Kyndil 1, H71 5 Dómarar úr Kyndil/H71: Gunnar Gregoriussen og Petur Dahl Illveðrið leygardagin førdi við sær, at fleiri ítróttar- dystir kring landið vóru avlýstir. Ein av hesum dystum var dysturin, sum skuldi leikast í høllini í Vestmanna, har bestu mansliðini hjá KÍF og Neistanum skuldu hittast. Enn er ikki avgjørt, nærhesin dysturin skal leikast, men allar helst verður neyðugt at seta onkran mikudag av, soleiðis at dysturin kann fáast frá hondini. Avlýst Nei! tykist Uni at rópa á myndini, tá Bárður Brimvík enn eina ferð leypir inn og skorar. Tá saman um kom, vóru kyndilsmenn tó við yvirlutan, og enn eru teir ikki heilt afturúrsigldir í FM-stríðnum CARL ELI NOLSØE SAMUELSEN Toppliðið úr Havn fekk hetta vikuskifti vitjan av hvalvíkingum. Úrslitið varð 3-1 til Havnarmenn, og við- førdi at hvalvíkingar nú eru komnir í tann heldur tung- ara endan. Á fyrsta borði átti Martin Brekká úr Hvalvík at vunn- ið móti Carl Eli N. Samu- elsen, men talvið sum vardi fimm tímar endaði javnt. Martin við tí hvíta fólkinum kundi einar tvær-tríggjar ferðir gjørt enda á Carl Eli, men hesin snúði sær undan hvørja ferð. Haldur S. Johansen úr Havn leyp sum eitt skot í krovið á Finnbirni Zacha- riassen, men Finnbjørn fekk sissa Haldur- og talvið nið- ur á eitt støði har bert talan kundi verða um javnleik. Haldur trýsti alt talvið, men Finnbjørn vardi seg hegn- isliga. Á triðja borði fekk Sámal Christiansen úr Hvalvík ikki steðga sigursrøðini hjá Herlufi Hansen. Herluf vann eitt spennandi talv, sum í roynd og veru kundi fara báðar vegir. Men Sámal kom í svára tíðarneyð og tað gjørdi Herluf sær dælt av. Á fjórða borði vann Mar- tin Poulsen úr Havn eftir bert níggju leikir móti Bergi Magnussen. Bergur telvaði sera ósikkurt og varð í níggjunda leiki mátaður. Bergur hevði ivaleyst tapt talvið hóast alt, tí hann hev- ði bert seks minuttir eftir til at leika 32 leikir! Talvið er við í blaðnum. Torbjørn við aftur Kollfirðingar fingu heiður- ligt úrslit heim við aftur úr Klaksvíkini; úrslitið varð 2,5-1,5 til klaksvíkingar. Torbjørn Thomsen varð fyri fyrsti ferð hetta kapping- arárið at síggja á kollfarða- liðnum, og tað skuldi vísa seg at vera sannur styrkur. Torbjørn og Rani Nolsøe leiktu javnleik á fyrsta borði. Talvið varð sera rótut, og í miðspæl- inum gjørdi Rani eitt mis- tak og misti tvær finnir, men Torbjørn hevði hin- vegin ikki góða finnustøð- u, og harumframt høvdu teir ólíkalittir bispar. Teir samdust tí um javnleik. Hans Kristian Simon- sen úr Kollafirði vann ser- a óvæntað við svarta fólk- inum móti Ólavi Simon- sen. Ólavur offraði kva- litet í byrjani, fekk opnað kongastøðuna hjá Hans Kristiani, men fekk so heldur ikki meir. Hans Kristian fekk avviklað støðuna til eitt vunnið endatalv. Hans Kristian hevur fingið heilt nógv stig í ár, og at vinna móti Ólavi er helst tað besta úrslitið hjá honum nakrantíð. Á triðja borði kom Stein- tór aftur á sigursgongd við at vinna móti Karl Louis Johannesen. Steintór fekk finnu meir og vann trygt. Tummas M. Anthoniussen úr Klaksvík fekk somuleiðis finnu meir móti Ronny í Lon og vann trygt. Úrslitið kom ikki væl við hjá klaksvíkingum, tí neyð- ugt er nú hjá teimum at vinna allar dystirnar stórt og ein tepur sigur móti koll- firðingum hjálpir ikki stór- vegis. Sandavágsmenn úr botninum Vegna sjúku kundi Torkil Nielsen ikki vera við í botn- dystinum móti toftamonn- um, men hinir úr Sandavági kláraði uppgávuna til fulnar. Úrslitið varð 2,5-1,5 til sandavágsmenn. Tá Torkil ikki varð við, so mátti Bernhard August- inussen ta tungu og av- bjóðandi leið upp til fyrsta borð, men hann gjørdi ikki mætari enn at vinna móti fleirfaldaða føroyameistara- num Jens Kristiani Hansen. Báðir komu í tíðarneyð og Jens Kristian sum hevði vunna støðu, gjødi avger- andi feil og mátti lúta. Á øðrum borði leikti vete- ranarnir Gutti Petersen úr Sandavági og Helgi Joensen javnleik. Eingin ivi varð um úrslitið tí støðan var sera innilæst. Heri Christoffersen úr Sandavági og Wenzel Høj- gaard leiktu eitt spennandi talv, har Wenzel hevði bestu kort. Teir samdust um javn- leik tá Heri hevði ein rók eftir og Wenzel tríggjar finnir. Á fjórða borði átti Dánjal Haraldsen helst at vunnið, men Jústines Hansen úr Toftum sveik ei heldur hesa ferð. Jústines hevur altíð verið drúgvur og fekk tí hál- að hálvt stig heim. Við úrslitinum komu teir úr Sandavági hálvt stig framum toftamenn og koll- firðingar. Støðan í 1. deild Havnin 22 Klaksvík 19 Hvalvík 12,5 Sandavág 10,5 Toftir 10 Kollafj. 10 Sum tað sæst á stigatalvini so kunnu hvalvíkingar ikki kenna seg heilt tryggir enn. Men kenna vit teir rætt, so fara teir nokk ongan veg niður í aðru deild, tað eru teir ov sterkir til. Hvør tað verður sum fer tungu leið niður í aðru deild er ógjør- ligt at gita sær til. 2. deild og 3. deild Í aðru deild varð bert tann eini dysturin hetta vikuskift- i. Runavíkingar tóku móti Havnini 3, og úrslitið varð 3-1 til heimaliðið, og við hesum úrslitið eru runavík- ingar ikki langt frá topp- liðnum úr Vestmanna. Vestmenningar høvdu frí- umfar hetta vikuskifti og dysturin millum Klaksvík og Havnina 2 varð útsettur vegna veður. Í triðju deild vann Havnin 4 dystin móti Róki 3-1, og eru framvegis tryggir á odda í deildini. Unglingarnir telvaðu ikki í vikuskiftinum. Flóvin á ferð Flóvin Tór Næs endaði við 5,5 stigum av 10 møgulig- um í stórari kapping í Span- ia. Síðsta umfar varð telvað sunnudagin og tá fekk hann ein góðan javnleik móti IM Salmennsu úr Finnlandi. Umfarið áðrenn tað vann hann móti sterkum dana, ið nevnist Kim Pilggard, so Flóvin fekk tí sera góð úrslit móti endanum í kappingini. Hann endaði sum nummar 30-54 av 107 luttakarum og tað varð væl omanfyri seed- ingina hjá honum. Sjálvur sigur Flóvin at hann er nøgdur við avrikið hjá sær. Flóvin er boðin við til ein- a vikuskiftiskvikkapping longur suðuri í Spania, og eftir hana fer hann Dan- markar har hann er boðin við til eina lukkaða IM- kapping við tíggju luttaka- rum. Kappingin er í døg- unum 12. februar til 20. feb- ruar í Dianelund. Á DSU heimasíðuni verður møgu- ligt at fylgja við hvussu leikur fer. Kappingar uttanlanda Sera sterka kappingin Wijk aan Zee endaði sunnudagin, og ikki óvæntað vann Garry Kasparov við 9,5 stigum av 13 møguligum. Á deildum øðrum plássi komu kemp- urnar Anand, Kramnik og Leko við átta stigum. Kas- parov tapti einki talv, og sjálvt um javnleikur varð nóg mikið í síðsta umfar- inum móti Judit Polgar fyri at vinna kappingina, so vildi hann vinna og tað hann gjørdi. Predrag Nikolic sum var og vandi føroysku telv- ararnar fyri nøkrum árum síðani, endaði sum nummar níggju við seks stigum. Heini Olsen og John A. Nilssen luttaka í løtuni í Kollfirðingar hjálpa havnarmonnum Talv: Nú bert trý umfør eru eftir í liðkappingina verður tað sera torført hjá klaksvíkingum at taka Havnina aftur. Heili trý stig eru á muni. Í botninum berjast nú fýra lið undan niðurflyting. 1.e4 e5 2. Rif3 f5?! (Lettisk byr- jan) 3. Bc4 fxe4 4. Rixe5 Fg5 5. Rixf7 Fxg2 (Hvítur Hvítur: Martin Poulsen (1905) Svartur: Bergur Magnussen (1815) Liðkappingin 1999/2000 Talan er hesu ferð um tvey talv, sum vórðu leikt í ávíkavist Føroyum og Danmark Talvini hesa vikuna 1. e4 c5 2. Rif3 Ric6 3. b4 cxb4 4. d4 d5 5. exd5 Fxd5 6. c4 bxc3 7. Rixc3 Fa5 8. d5 e6 9. dxc6 Bb4 Hvítur: Jørgen Hvenekilde (2240) Svartur: John Arni Nilssen (2315) KM 2000 stendur klárt betri) 6.Rf1 d6 7. Fh5 g6 8. Fh4 Bh3?? 9. Fd8++ Skákmát! 1-0 10. Bd2 Bxc3 11. Be2 Bxd2+ 12. Rixd2 Rie7 13. 0-0 0-0 14. cxb7 Bxb7 15. Bf3 Rad8 16. Fb1 Rxd2 17. Fxb7 Rig6 18. a4 Rie5 Keypmannahavnarmeista- raskapinum. Teir hava báðir fýra stig eftir seks umførum og liggja á deildum øðrum plássi. Teir eru í lukkaða bólkinum við tíggju luttak- arum. Teir hava telvað væl, og talvið sum John Arni vann í fyrsta umfari er við í blaðnum í dag. Ikki óvæntað telvaðu teir báðir javnleik móti hvørjum øðrum, teir hava nevnliga altíð leikt javnleik móti hvørjum øðrum. Í opna bólkinum luttaka Eyðun Nolsøe og Heini Da- nielsen. Eftir seks umførum liggja Heini D. og Eyðun væl fyri og hava ávíkavist 5 og 4,5 stig. 19. Rfc1 Rfd8 20. Rc8 Rixf3 21. gxf3 Rxc8 22. Fxc8+ Rd8 23. Rc1 g6 24. Fc7?? Rd1+ (25. Kg2 Fg5+ og hvítur missur rókin) 0-1 Gary Kasparov vann sunnudagin sterku kapp- ingina Wijk aan Zee. Á myndini sæst hann telva móti sterkasta kvinnuliga telvaranum í heiminum, Judit Polgar