Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Leygardagin 6. august fór ein hending fram, sum helst seint verð- ur gloymd av bygdar- fólkinum í Kaldbak BRÚDLEYP Snorri Brend Myndir: Privat Kaldbak: Henda seinna- partin varð nevniliga hildin ein brúðarvígsla undir opnum himli, tá tey bæði, Finn Nolsøe og Sólmei Eydna (við gentunavninum Rasmussen) gingu saman í hjúnarlag. Bæði eru tey úr Kaldbak, og fyri tey var tað tí heilt natúrligt at skula hava eina slíka hátíðarløtu úti í vøkru náttúruni í heimbygdini, á einum staði tey nevna á Flatafonn. Spenningur var tó alla- tíðina um, hvussu veðrið fór at skikka sær hesa løtuna. Um tað viðraði illa, so skuldi vígslan fara fram inni í skúlanum. Men kl. 13 tá vígslan byrjaði, var veðrið gott, og tað tóktist sum veðrið bara blíðkaðist út á dagin. Og tá so vígslan var liðug, skein sólin bæði oman og niðan! Tey høvdu fingið borgar- stjóran í Havn, Heðin Mortensen at gifta seg, og síðani segði Fríðtór Debes, sum tey bæði kendu, nøkur orð og bað eina bøn. Um kvøldið var brúdleyp hildið í Róðrarneystinum á Argjum, har eini 140 fólk vóru samankomin. 14 Nr. 164 - 31. august 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Giftust uttandura Heðin Mortensen stóð fyri tí formella partinum av hesi sjáldsomu hendingini í Kaldbak Nógv fólk var samankomið at vera við til uttandura vígsluna í Kaldbak Fríggjadagin 26. august fylti Jonelisa Rasmussen í Klaksvík 60 ár. Føðingar- dagurin varð hildin í hugnaliga heiminum hjá henni og Kristiani Martin, sum er á Brekku. Jonelisa er ættað úr Vági. Foreldrini vóru Nicolina Niclassen, sum var ættað úr Sørvági, og Poul Joensen, sum var ættaður av Tvør- oyri. Tey hittust í Vági, har tað tá var nógv virksemi. Hon var komin suður at arbeiða í fiski, og hann sigldi við skipum úr Vági. Nicolina og Poul bygdu í Lágabø omanfyri beding- ina. Tey fingu fimm børn: Poula Hammer í Vági, Eyðálvur Joensen í Svín- áum, Jonelisa, Jonitta Od- gård í Roskilde og Magnus Joensen, sum býr í Vági. Seytjan ára gomul flutti Jonelisa úr Vági og til Havnar. Har var hon á Hotel Hafnia og í mat- stovuni, sum Jógvan Dan- ielsen hevði í Dr. Jacob- sensgøtu. Í 1964 fór hon á forskúla fyri at kvalifisera seg at læra til sjúkrasystir. Hon var útbúgvin sjúkra- systir í 1968. Eftir útbúgvingina flutti Jonelisa til Klaksvíkar, og har hevur hon búð síðani. Forskúlin til sjúkrasystir var á Háskúlanum. Har hitti hon Kristian Martin Ras- mussen, sum gekk á há- skúla at fyrireika seg til at fara á skiparaskúla. Tey bæði giftust í 1966. Fyrstu árini, eftir at hon var komin til Klaksvíkar, arbeiddi Jonelisa ikki so nógv sum sjúkrasystir. Hon var heima og ansaði húsi og familju, meðan Kristian Martin fyri tað mesta var burturi. Fyrst við Borðoy- arnesi og síðani við Christ- iani í Grótinum. Hann, sum roynir at reka skip, sam- skiftir við nógv fólk. Tá er hugaligt at hava opið og fjálgt heim at leita til, og ferðslan hevur altíð verið nógv og blíðsskapurin stór- ur inni hjá Jonelisu, sum er sera fyrikomandi og dugir væl at fara við fólki, og sum hevur stuðlað manni og synum dyggiliga. Jonelisa og Kristian Martin eiga tríggjar synir - Jón, Eyðun og Bogi. Teir eru allir uppi í virksem- inum hjá felagnum, sum eigur Christian í Grótinum og Norðborg. Jón er giftur Monu, Eyðun er giftur Lydiu, og Bogi er giftur Tinu. Sonarkonirnar eru allar ættaðar úr Klaksvík. Eftir at dreingirnir komu til, arbeiddi Jonelisa sum sjúkrasystir. Hon var av- loysari á eitt nú Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Røktarheim- inum. Í 1992 fór hon í starv hjá Heimarøktini, og har var hon, inntil hon fyrr í ár segði seg úr starvinum. Umframt at taka sær av heiminum og at vera stuðul í reiðarínum, nýtir Jonelisa ikki so lítið av tíð saman við teimum átta ommu- børnunum - fýra dreingjum og fýra gentum. Jonelisa Rasmussen 60 ár