mikudagur 31. august 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 • mikudagur • 31.august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
RÆKJUVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin loysti einasti
rækjubáturin, sum er eftir í
vinnu í føroyska rækju-
skipaflotanum. Teir fóru
nýggjan túr yvir í altjóða
sjógv á Grand Bank at
royna.
Talan er um rækjubátin,
Havborg, sum leirvíkingar
eiga.
Reiðaríið vónar, at hesin
túrurin ikki verður longur
enn ein mánaða ella so.
Fulla last
Skipið hevur verið á Sval-
bards-leiðunum og var inni
í Tromsø í Noregi herfyri
við fullari last. Har bunkr-
aðu teir eisini olju, sum í
Noregi er nøkur oyru bí-
ligari fyri liturin, enn hon
er í Føroyum.
Eini 40 tons av veiðini
hjá Havborg hendan túrin
var kókaðar rækjur, restin
var rárækjur.
Fyri rárækjurnar fáa teir
slakar 8 krónur fyri kilo og
millum 14 og 16 krónur
fyri kilo av kókaðum rækj-
um.
Hesin túrurin við Sval-
bard hevur verið einar 5-6
vikur langur, og veiðan
liggur millum 350 og 400
tons.
Fiskar væl
– gongur ikki
Tað eru vágsbrøðurnir, Jó-
hannes og Dan Joensen,
sum skiftast um at føra
Havborg.
Skipið
hevur
fiskað
ógvuliga væl, síðan leirvík-
ingar keyptu tað, men hetta
hevur minni enn so verið
nóg mikið til, at raksturin
kann bera seg.
Nú oljan er vorðin so
dýr, fer hon avstað við
eini 40% av landing-
arvirðinum - og tað
gongur ikki í longdini
RÆKJUVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið Havborg kemur aftur
av Grand Bank, verður lagt
um til tungolju, nevniliga ta
tyngstu oljuna.
Avtala
er
gjørd
við
Skipasmiðjuna á Skála um
tað, sum gerast skal og
maður, sum starvast hjá
verksmiðjuni,
ið
hevur
framleitt maskinuna, hevur
lagt teimum, sum skulu
gera arbeiði, lag á.
Tungolja er seinasti – og
einasti – møguleikin hjá
reiðarínum til tess at bøta
um rakstrargrundarlagið,
nú oljan fer avstað við eini
40% av landingarvirðinum.
Arbeiðið at leggja um til
veruliga tungolju kann
gerast fyri ein líkinda pen-
ing, tí maskinan er upp-
runaliga bygd soleiðis, at
leggjast kann um til hesa
olju.
Við umleggingini, sum
helst fer at kosta einar tvær
miljónir krónur, er vænt-
andi, at skipið fer at spara
eini 40% í oljuútreiðslun-
um.
Tungolja vanlig
Flest øll stór skip kring um
heimin sigla við tí tyngstu
oljuni, eisini russisku skip-
ini, sum vanliga liggja í
Nólsoyarfirði.
Tí er tað púra burtur við
at halda, at tað verður okk-
ara fiskiskipafloti, sum fer
at dálka umhvørvið fyri
tann skuld, um nøkur fá
skip leggja um til tungolju.
Sum skilst, eru trý sløg
av olju; tann vanliga, sum
skipini brúka, olja sum er
tung, men ikki tyngst og
síðan tann tyngsta oljan.
Sosialurin hevur skilt, at
tey reiðaríir, sum ætla at
byggja maskinurnar um til
tunga olju, hugsa meira um
ta hálv-tungu oljuna, tí tað
er dýrt at byggja maskinur-
nar um, tá ið tær uppruna-
liga ikki eru bygdar til
umbyggingar.
Maskinan umborð á Hav-
borg er sum nevnt bygd til
umbyggingar, og tí arbeiða
leirvíkingar við at leggja
um til ta tyngstu – og bílig-
astu – oljuna.
Tungolja er einasta – og seinasta – vónin
Leygardagin
stevndi einasti
rækjubátur, sum
nú er í vinnu
undir føroyskum
flaggi, aftur til
fiskiskap
Mynd: Jens Kr. Vang
Tann seinasti rækjubáturin:
Fór nýggjan túr yvir á Grand Bank