Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 164 - 31. august 2005 Bogi Eliasen Hvat er EFTA The European Free Trade Association (EFTA) er eitt fríhandilsøki við londunum Sveis, Ísland, Noreg og Liktenstein. Talan er um tey fýra frælsini, vørur, tæn- astur, kapital og persónar. Ísland, Noreg og Likten- stein eru harumframt partur av EBS samstarvinum, sum umfatar hesi trý londini og tey 25 ES londini. EFTA leggur eisini stóran dent á fríhandilssáttmálar við triðjalond, og á heimasíð- uni stendur, at EFTA lond- ini hava tollfrælsi til marknaðir við 756 millón- um íbúgvum. Stovnanin Efta bleiv stovnað 4. januar 1960 við Stokholm Sátt- málanum. Høvuðsendamál- ið var fríur handil ímillum limalondini. Í fyrsta umfar- ið var tað ídnaðarvørur og síðan landbúnaðar og fiska- vørur. Stovnandi limalondini vóru Eysturríki, Danmark, Noreg, Portugal, Svøríki, Sveis og Bretland. Í 1961 kemur Finnland við sum atlimur (fær fullan lima- skap í 1986), 1970 kemur Ísland uppí. Í 1972 fara Bretland og Danmark úr EFTA og í EF og í 1985 fer Portugal sama veg. Likstenstein gerst limur í 1991. Í 1995 var Eysturríki, Finland og Svøríki úr EFTA og uppí ES EBS Í sjeytiárunum bleiv hugt meira at EF og fríðhandils- økir stovnað við tvílanda fríhandislsáttmálum. Hetta samstarv bleiv umfatandi og í 1994 blev EBS sam- starvið sett á stovn milum ES og EFTA londin iNoreg, Ísland og Likstenstein. Í 2002 kom sonevndi Vaduz sáttmálin, sum avloysti Stokholmsáttmálan. Hetta var neyðugt, tí Sveis ikki var limur í EBS samstarv- inum, soleiðis at sam- starvið bleiv eins umfatandi við Sveis. Føroyar og handilssátmálar Ísland og Føroyar fara í dag at undirrita fríhandilssátt- mála, og letur hetta upp møguleikan fyri frælsari samstarvi við Ísland. Vit hava eisini ein fríhandils- sáttmála við Russland, sum bert manglar tað síðsta, og síðan er tað nógv umrødda samstarvið um alevrope- iska upprunaøkið (kumu- leringsskipanin), sum vón- andi kemur skjótt. Føroyar hava ídag handilssáttmálar vid Sveis, Noreg, Ísland og ES. Talan er sostatt um, at vit eru við at lata okkum upp, men møguliga at tað gongur nakað seint. EFTA og Handils- sáttmálar Ein av orsøkunum til lima- skap í ES ella EFTA, er marknaðaratgongd. Tað er lítl ivi um, at ES lima-skap- ur gevur atgongd til størri marknað, tí tað gevur fría atgongd til marknaðin í limalondunum, eins og tey fáa til okkara, og síðan handilssáttmálarnir ES hevur við triðjalond. EFTA fevnir um færri lond og tí minni marknað, men har- afturat hevur EFTA frí- handilssáttmálar við nógv lond kring heimin. Frí- handilssáttmálarnir EFTA hevur, hóska helst betri til føroysk viðurskifti, tí Noreg og Ísland hava lagt dent á at hugsað hevur verið um fiskivinnuna í hesum sáttmálum. Tað hev- ur ikki verið so dominer- andi í sáttmálunum, sum ES hevur gjørt við triðja- lond. Ein meting av hvat er best fyri Føroyar, krevur tí eisini eina marknaðarmet- ing nú, og um hvønn tørv og møguleika vit hava frameftir, og um vit vilja gjalda poltiska prísin fyri limaskap í ES, EFTA ella at standa einsamøll, og sjálvi gera tær avtalur vit meta okkum hava tørv á. Komið er fram, at Føroy- ar ikki kunnu gerast limur í EBS, tí Danmark longu er limur umvegis ES lima- skapin. Uttanríkispolitisku heimildirnar leggja eisini upp til, at Ríkið bert kann verða umboðað einaferð. Men uttanríkispolitisku heimildirnar nokta ikki fyri at brúka aðrar loysnir, har hon ikki er nøktandi. Heim- urin er soleiðis í dag, at altjóða samstarv er ein av høvuðlutunum í menning. Tí er tað umráðandi hjá Føroyum at verða partur av altjóða samstarvi. Á máls- økjum, sum ikki eru yvir- tikin, verður hetta samstarv røkt av Danmark, men á yvirtiknum málsøkjum er tað okkara egna ábyrgd. Tí er tað logiskt, at um Føroy- ar hava yvirtikið neyðugu málsøkini, so mátti eisini borið til at verði partur av altjóða samstarvi, tí annars verða vit sett uttanfyri al- heimsgerðina. Tað er at meta sum eitt afturhald- sinnað sjónarmið, at Før- oyar ikki kann gerast limur í EBS samstarvinum, tí tað er har evropeiska samstarv- ið er. Hesin spurningurin eigur tí at verða kannaður gjølla, og her er tað talan um samráðingar við danir og møguliga við EBS lond- ini, um meiriluti er fyri at royna at fáa Føroyum lima- skap í EBS samstarvinum. Hvat er EFTA uttan EBS? Ísland, Noreg og Liksten- stein eru partur av EBS samstarvinum, meðan Sveis ikki er. So tað ber til at verða limur í EFTA uttan at verða partur av EBS samstarvinum. Um Føroyar ikki kunnu verða limir í EBS, er fyrimunurin allíka- væl samtarvið við EFTA londini og atgondina til aðrar marknaðir umvegis fríhandilssáttmálarnar, EFTA hevur við triðjalond. Tjóðskapar- spurningurin Tað tykist at verða politiskt sera torført, at fáa føroyska semju um ES limaskap. Fyrsti spurningurin er um meiriluti er fyri limaskapi og annar spurningurin um meiriluti er fyri limaskapi, sum antin fullveldi ella sum danskur landslutur. Lima- skapur sum partur av Dan- mark, sum helst hevði kom- ið at verið líka sum skip- anin Áland hevur í dag, bleiv staðiliga avvístur av øllum flokkunum, tá ráð- stevna var um ES herfyri. Sambandsflokkurin hevur tó síðan ført fram, at hann ynskir limaskap í ES sum partur av Danmark, men eingin av hinum flokkunum sær út til at taka undir við hesum.. Tjóðveldisflokkur- in hevði helst tikið undir við einum limaskapi í ES sum fullveldi. M.a. Óli Samró hevur í hesum sam- bandi víst á, at bæði Tjóð- veldið og Sambandið vilja limaskap, ósemjan er bara um hvussu, og tað má kunna fáast uppá pláss. Metingin hiðani er, at tjóðskaparspurningurin fyllur so nógv í ES spurn- inginum, at tað lættliga kann taka nógv ár at fáa eina semju. EFTA leisturin ber til uttan at tjóðskapar- málið skal avgreiðast, og tí ber til at fara undir til- gongdina beinanvegin, um politiskur meiriluti er fyri. Hendan tilgongdin krevur EFTA: Meira fæst burturúr samstar EFTA Handilsviðurskifti: EFTA hevur fríhandilssáttmálar við Bulgaria, Rumenia, Kroatia, Makedonia, Ísrael, Jordan, Libanon, Marokko, Palestina,Tunesia,Turkaland, Kili, Meksiko, Singapor. Síðan hava EFTA londini tvílanda sáttmálar við ES og Føroyar Samráðingar. Samráðst verður um handilssáttmálar við Kanada, Serbia Montenegro, Peru, GCC (The Cooperation Council for Arab States in the Gulf), Mercosur (Brasil, Argentina, Urugvei, Paragvei), Southern African Custom Union (Botswana, Lesotho, Namibia, Suðurafrika og Svasiland) ES limaskapur: Sum partur av Danmark.Verður tekniskt skipað soleiðis fyri, at danski limaskapurin eisini umfatar Føroyar, eins og tann finski umfatar Áland.Tá Grønland var ES limur, fekk Grønland ein av donsku sessinum í ES-tinginum. Áland hevur ikki sæti í ES-tinginum. Sum fullveldi Føroyar skulu sjálvar røkja allar ES skyldur, fær sæti í ES- tinginum, ráðharraráðnum og í ES nevndini. Skulu Ísland og Føroyar knýtast tættari umvegis EFTA?