mikudagur 31. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 31. august 2005
17
tó nakrar yvirtøkur, sum
sambandsflokkurin sigur
seg vera ímóti, og tí er ikki
meiriluti í samgonguni fyri
hesum leisti. Men lítil ivi er
um, at meiriluti er fyri
hesum leistu í tinginum.
Heimurin broytist
Í hesum spurningi skal atlit
takast til heimin kring okk-
um og tað altíð nevndu
alheimsgerð. Í næstum
verður fríhandilssáttmáli
við Ísland undirritaður,
kumuleringsavtalan kemur
vónandi ógvuliga skjótt, og
so er ein handilssáttmáli
við Russland, sum liggur í
bíðar. Føroyar eru eftirbát-
ur á nógvum økjum, og
hava vit brúk fyri at lata
okkum upp og gerast meira
altjóða. Her er EFTA ein
leistur sum kann brúkast,
og hann tykist møugligur at
fáa ígongd skjótt, tí tað ikki
er neyðugt at blanda tjóð-
skaparmálið uppí. Fleiri
røddir hava verið frammi
um at EFTA er ein doyggj-
andi felagsskapur og at ES
er framtíðin, og tað kann
gott verða, at so er. Her
mugu vit ikki gloyma, at
ES er í svárum trupulleik-
um av at grundlógarleistur-
in ikki vann undirtøku, og
at ein fittur partur av ES
londunum fyrst vóru limir í
EFTA. Ein EFTA lima-
skapur útilokar ikki neyð-
turviliga ein ES limaskap
seinni, um meiriluti verður
fyri tí í Føroyum. Tað er jú
hent fyrr, at lond eru farin
úr EFTA og beinleiðis í ES.
Tað er tí neyðugt at kanna
nærri júst hvat ber til við
EFTA, og hvussu tætt
samband til ber at fáa við
ES, uttan at gerast limur.
Brennandi spurningurin her
er, um tað ber til at fáa betri
avtalu og samstarv við ES,
enn EFTA londini hava. Tí
kann sigast, at arbeiði við
at fáa eina associerings-
avtalu við ES, møguliga de
facto liggur í einum EFTA
limaskapi. Men sjálvur
spurningurin um EFTA
limaskap krevur eisini, at
politiskur vilji er fyri at
tillaga seg teimun krøvum,
sum verða sett.
Noreg og Ísland?
Tað
hevur
somuleiðis
ávirkan á okkara støðu, um
Noreg og Ísland knappliga
velja at gerast partur av ES,
men tað hava londini ikki
gjørt enn. Hinvegin kann
hugsast at Føroyar, Ísland
og Noreg kunnu samstarva
meira um fiskivinnuna í
Norðuratlantshavið, tí hav-
økið, hesi trý londini hava
tilsamans, er rættiliga um-
fatandi, og tí kann samstarv
millum hesi trý londini
geva eina felags styrki.
Lata Føroyar upp
Føroyar royna at lata seg
upp, men fleiri meta at tað
gongur ov seint fyri seg.
Tað kann vera nakað um
tað, og orsakirnar eru fleri.
Ein orsøk er at vit eru sera
lítil, og tí ikki viga so nógv
í altjóða skipanini; onnur at
ríksirættarliga skipanin ger,
at vit ikki av okkara ein-
tingum kunnu gera sum
okkum lystir; og at tað er
kanska fløkt fyri triðjalond;
at vit í Føroyum ongantíð
hava raðfest uttanríkispart-
in frammarliga og tí ong-
antíð hava havt eitt Uttan-
ríkisráð við egnum Lands-
stýrismanni, sum burturav
arbeiddi við at betra um
okkara altjóða viðurskifti;
og ikki minst at flokkarnir
ikki hava tikið hesa upp-
gávuna í serliga stórum
álvara, og tí hevur lítið
verði arbeitt á hesum økin-
um.
Felags vinningur
Kjarnin í bæði ES og EFTA
samstarvinum er, at meira
fæst burturúr samstarvi enn
sjálvdrátti. Munurin mill-
um
felagsskapirnar
er
hvussu tætt samstarvið skal
vera, og á hvørjum økjum.
Harafturat eru nógv fleiri
lond og íbúgvar í ES, og ES
er ein altjóða aktørur, sum
eisini roynir at styrka seg á
altjóða leikpallinum. Ikki
kann sigast at EFTA er ein
altjóða leikari við slíkari
tyngd.
Hjá okkum er neyðugt at
finna fram til, hvørt vit
vilja standa uttanfyri slíkt
økissamstarv, ella um vit
ynskja limaskap í EFTA
ella ES, og um hvørjar
treytirnar eru fyri lima-
skapi. Serliga tjóðskapar-
spurningurin tykist gera, at
tað verður ógvuliga torført
at fáa eina semju um lima-
skap í ES. Hesin spurning-
ur hevur ikki ávirkan á
EFTA limaskap, uttan so at
tað krevur nakrar yvirtøkur.
Spurningurin um hvørt
Føroyar kann luttaka í EBS
samstarvinum, tá Danmark
er við sum partur av ES,
kann eisini tulkast fleiri
vegir. Í mun til uttanríkis-
politisku heimildirnar ber
tað helst ikki til, men tað
stendur ongastaðni í uttan-
ríkispolitisku heimildun-
um, at tað ikki ber til at
finna aðra loysn, tá tað ikki
ber til at brúka hana. Tí er
tað upp til føroyingar sjálv-
ar at koma við ynskinum og
vísa á, hvussu tað kann
gerast, um áhugi er fyri tí.
Tað má metast sum eitt
afturhaldssinnað
sjónar-
mið, sum danir hava um at
Føroyar ikki kunnu gerast
limir í EBS. Spurningurin
er tó meira um donsk
sjónamið í hesi støðu, og
um Føroyar hava áræði og
dirvi til at vísa á aðrar
nýtiligar loysnir.
Keldur: www.efta.int
www.tinganes.fo
rvi enn sjálvdrátti
EBS samstarvið
EBS samstarvið umfatar tey 25 ES londini umframt tey 3
EFTA londini Noreg, Ísland og Liktenstein
EBS er eitt tætt búskaparligt samstarv, sum partvíst
samansjóðar Noreg, Ísland og Liktenstein í innara
marknaðin hjá ES og umfatar tey fýra frælsini, vørur,
tænastur, kapital og persónar.
Talan er um sonevnt vannrætt samstarv viðvíkjandi
teim fýra frælsunum, sum umfatar:
almannapolitik, almnnarættindi hjá verkafólki, brúkara-
vernd, hagfrøði og vinnulóggávu
Síðusamstarv uttanfyri tey fýra frælsini er m.a. innan:
gransking og tøkniliga menning, kunningartænastur,
umhvørvið, almannapolitik, brúkaravernd, ferðavinnu,
vinnuøki og borgaravernd.
EBS umfatar sostatt reglur fyri kapping og stuðul. EBS
samstarvið ger eisini at Noreg, Ísland og Liktenstein eru
partur av fleiri ES skipanum í sonevnda
síðusamstarvinum
Kunnu báðir sita við EFTA borðið?