mikudagur 31. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 164 - 31. august 2005
OLJUPRÍSUR, BÚ-
SKAPUR OG VALUTA
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
1973. Tá var "oljukreppa",
tí OPEC-londini skrúðaðu
kranan fyri, og oljuprísir-
nir fóru upp í loft.
1979. Tá bleiv shahurin av
Iran, ein amerikansk
nikkudukka, blakaður á
dyr. Nýggj oljukreppa.
1990. Tá hersetti Iraq alt
Kuweit og ólag kom á olju-
handilin einaferð enn.
2005. Nú hækkar oljuprís-
urin til somu hæddir, sum í
omanfyri nevndu kreppu-
tíðum, men hvør er
orsøkin?
August 2005. Seinasta
mánadag seldist ráolja fyri
umleið 70$ fyri tunnuna
bæði í Europa, USA og
Singapore, sum er størsti
oljumarknaður í Asia.
Aðrar orsøkir til
høga oljuprísin
Í dag er tað ikki kríggj,
kollvelting, herseting ella
embargo sum pressar prísin
upp. Nei, tað er eftirspurn-
ingurin, sum er høgur.
Eftirspurningurin er skapt-
ur av tí búskaparliga vøkst-
rinum, sum er í USA og
Kina, og fyri ein part eisini
í øðrum asiatiskum lond-
um. USA og Kina eru í dag
heimsins størstu oljuslúkar,
og tá framleiðslan gongur
væl, skal nógv olja brúkast.
Og líkt er til, at olju-prís-
urin ikki fer at fella í bræði.
Hinar nevndu kreppurnar
vardu bert nokkso stutta
tíð, so fullu prísirnir aftur.
Franski ídnaðarráðharrin
Francois
Loos
segði
fríggjadagin seinasta, at
hann væntaði at oljuprís-
urin fór at vera høgur í
"langa tíð", og heitti á sínar
landsmenn um at spara
Tá hinar krepputíðirnar
vóru í 1973, 1979 og 1990
og oljuprísurin hækkaði, so
hevði tað sum fylgju, at
heimsbúskapurin at kalla
steðgaði upp. Framleiðslan
minkaði og haraftrat var
inflatión, vørurnar dýrkaðu
og pengavirðið minkaði.
Tað er enn ikki hent í
hesum umfari. Oljuprísirnir
hava, sum kurvumyndin
vísir, verið javnt hækkandi
síðan í 2002. Men enn er
inflatiónin lág og búskapar-
ligi vøksturin høgur í USA
og Kina. Í Europa er eitt
sindur øðrvísi, hevur vøkst-
urin verið lítil í langa tíð.
Men so er at spyrja, hví ikki
høgu oljuprísirnir hesa ferð
virka sum áður. Hví er
inflatiónin sum heild lág,
og búskaparligi vøksturin
væl yvir meðal?
Meldurstormurin
Katrina ger ikki
munin
Nógv er júst í hesum døg-
um skrivað um meldur-
stormin Katrin, sum herjar í
Mexicanska Golfinum, og
fer inn yvir land nær New
Orleans. Har hevur USA
eina stóra oljuframleiðslu,
og av trygdarorsøkum eru
fleiri pallar avmannaðir. Í
Golfinum framleiðir USA
1,5 milliónir tunnur av olju
um dagin. Um framleiðslan
steðgar her bert stutta tí, so
minkar útboðið og ávirkast
prísurin uppeftir. Tað er júst
tað, sum Katrin hevur gjørt,
men tað man fara at javna
seg, tá hon blíðkast aftur.
Tað hevur verið bíligt
at læna pengar
Høvuðsorsøkin til at olju-
prísurin enn ikki hevur
darvað
búskapinum
so
nógv er, at rentan hevur
bæði í USA og Europa
verið lág. Tað hevur verið
bíligt at læna pengar. Bí-
ligir pengar hava fingið
fólk at keypa nógvar vørur,
men eisini fastan eigindóm:
hús og grundir. Húsaprís-
irnir eru høgur í USA, men
eisini í Bretlandi, Írlandi,
Frankaríki,
Spania
og
Norðanlondum.
Einasta
undantakið higartil hevur
verið Týskland. Seinastu
tíðindini siga tó, at prísirnir
eru so smátt fallandi í
Bretlandi, og fólk eru farin
at spyrja, um ’prísbløran’
man fara at bresta?
Høvuðsmotorarnir í
heimsbúskapinum eru
"Oiloholikarar"
Tveir høvuðsmotorar eru í
dag í heimsbúskapinum:
USA og Kina. Framleiðslan
veksur við umleið 9% um
árið í Kina, og 3-4% í USA.
Hesi bæði londini eru sam-
stundis heimsins størstu
brúkarar av olju.
Blaðið "The Economist"
viðger oljuprísin í seinasta
nummari (27.8.05). Teir
kalla
hesi
lond
fyri
"Oiloholics" (alcoholikarar
hava eitt alcoholmisbrúk,
oiloholocarar hava eitt olju-
misbrúk).
Blaðið sigur, at høgi olju-
prísurin fyri ein part stendst
av lágu rentuni. Prísurin á
olju og prísurin á pengum
eru týdningarmestu prísir á
vørum í dag. Og teir handa
saman.
Um prísurin á pengum
(rentan) er lágur, so hækkar
eftirspurningurin, og olju-
prísurin fer upp. Oljuprís-
urin er serliga viðkvæmur í
hesum føri, tí framleiðslu-
og raffineringskapacitetur-
in er avmarkaður. Allar
pumpur og allar reinsipro-
cessir koyra "full speed"
Byrðan er ójavnt býtt
millum londini
Nú er tað so, at vøksturin í
framleiðslu ikki er javnt
býttur
millum
londini.
Europa liggur sum nevnt
við
einum
vakstrarlagi
uppá 1-2%, meðan USA og
Kina liggja væl hægri. Tí
er tað vaksandi eftirspurn-
ingurin serliga í USA og
Kina, sum pressar oljuprís-
in upp.
Blaðið "The Economist"
meinar nú, at tað tí kann
sigast, at USA og Kina á
henda hátt leggja ein skatt á
hini londini, sum verður
betaltur
gjøgnum
høga
oljuprísin.
Uppi í hesum er ein serlig
krúlla. Tað eru tey londini,
sum eru minst orku-effek-
tiv, sum hava skjótasta
vøkstur í framleiðsluni. Í
menningarlondum er tað
so, at til at framleiða virði
fyri ein dollara brúka hesi
lond dupult so nógva olju,
sum tey meira framkomnu
londini.
Haraftrat er tað so, at
bæði India og Kina lata
stuðul til innlendis olju-
prísin. Tí brúka virkir og
einstaklingar nógva olju til
ein bíligan prís. Henda
ovurnýtsla kemur so at
pressa oljuprísin á heims-
marknaðinum enn hægri
upp.
USA er eisini ein
’oljusyndari’
Men tað eru ikki bert so-
kallaði tilafturskomin lond,
sum oyðsla við olju. Heim-
sins størsti búskapur, tann
amerikanski, er eisini tann
Nú er oljuprísurin tríggjar ferðir
so høgur, sum fyri 4 árum síðani
Euro-kursurin hækkaði sum heild eitt sindur í farnu viku , men ikki var tað stórvegis.
Orsøkin var helst, at nøkur vánalig hagtøl komu úr USA. Eurohækkanin kom sostatt ikki,
tí nýggir og avgerandi glottar hómaðust í Eurolandi.
Blaðið "Financial Times Deutschland" vísir á, at brúkara-álitið í USA, sum University
of Michigan roknar út hvønn mánaða, fall rættiliga nógv. Tað var 96,5 í juli, men fall til
89,1 í august. Tað var meira enn spámenn høvdu roknað við.
Framvegis vísir hetta blaðið á, at høgu oljuprísirnir vísa síni ’bremsispor’ nú.
Oljuprísurin tyngir um handilsjavnvágina, og brúkarin merkir hækkandi benzin-prísirnar.
Eitt triðja, sum dempar framburðshugin í USA, eru orðini hjá Alan Greenspan, stjóra í
The Fed. Hann vísti á í røðu hann helt fríggjadagin, at húsaprísirnir hava verið skjótt
hækkandi í langa tíð. Men tað kann ikki bara halda framm soleiðis í allar ævir.
Prísvøksturin má steðga, ella um illa stendur til, føra til beinleiðis skrædl. Hetta, at
Greenspan sigur seg stúra um útlitini, hevur stóra ávirkan á peninga- og
virðisbrævamarknaðin í USA.
At enda eru spekulatiónir um at Kina fer at uppskriva, revaluera, sín valuta yuan eina
ferð aftrat í næstum. Tað hendi fyrstu ferð í fleiri ár tann 21. juli, tá fasta veksli-lutfallið,
sum hevði verið galdandi, var avtikið