Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2005 19 sum brúkar nógv mesta olju. Ein fjórðingur av heimsins oljuframleiðslu fer í amerikanskar motorar og fabrikkir. Og USA er ikki serliga orku-effektivt. USA brúkar 50% meira av olju uppá dollaran í framleiðsluni enn londini í ES. Oljugjald hevur í euro- peisku londunum fingi fólk og virkir at spara, og at brúka orkusparandi teknologi, har tað er gjørligt. Í USA hevur liberalisman rátt, teir hava trúð uppá, at marknaðurin sum ein ósjónlig hond skuldi orðna problemini uppá besta máta. Alan Greenspan, stjóri í The Fed, tjóðbankanum, segði seinasta fríggjadag, at búskapurin í USA koyrir fínt, og mark- naðarbúskapurin klára sjálvur øll problemini. Benzinprísirnir eru tí nógv lægri í USA enn í Europa. Ein gallon (3,78 litrar) kosta í løtuni umleið 3$, meðan sama nøgd, ein gallon, kostar 6$ ella meir í Týsklandi og Bretlandi. Benzinslúkandi ameri- kansku bilarnir og tann vánaligi orku-effektivitet- urin í USA pressar oljuprísirnar upp, og tað mugu hini londini so eisini gjalda fyri. Blaðið "The Economist" nevnir, at orku-effektiviteturin í amerikansku bilunum ikki er batnaður nakað hesi seinastu 20 árini. Nei hann er versnaður! Hevur Bush eitt alkohol ella ’oilohol’ problem? Blaðið "The Economist" tekur ramliga til í eini oddagreinin. Teir skriva, at bæði Amerika og Kina ganga sum fullir menn, ávirkaðir av yvir- ella mis- nýtslu; av olju. Jú longri teir ganga og vála, jú verri verða timburmenninir. Beinleiðis citat: "George Bush once learned that lesson about alcohol. It is time for him to wean America off oiloholism too." Ella, Bush lærdi eina- ferð læruna um alkoholismu. Nú er tíð at hann fer at venja Amerika frá ’oiloholismuni’ eisini. ∆ Hannes Gislason M.Sc., Ph.D. Tórshavn, 24-8-2005. Visjón 2015 hjá landsstýr- inum, og álitið um gransk- ingarpark frá Vinnumála- ráðnum, fáa nú harða mót- støðu frá fleiri av landsins leiðandi meiningarmyndar- um. Visjón 2015 Ein løgtingslimur og reiðari fanst herfyri at útbúgving- ar-ætlanunum í Visjón 2015. Hann helt ikki at brúk var fyri so nógvum lærdum fólki, og hann ynskti at vita, hvat landið fekk afturfyri. Sum svar kundi ein byrjað við hans- ara egnu vinnugrein: t.d. yvirmenn á skipum, virkis- og rakstrarleiðarar á landi, og somuleiðis vælútbúgvin fólk innan aðrar vinnur á landi, t.d. ferðavinnu, fíggj- arvinnu, fjarskiftis- og KT- vinnuna. Sjálvsagt sær reiðarin eisini ein ávísan týdning í teimum lærdu, hann vil bara at tey læra uttanlands, tí so fáa tey meira íblástur (mín tulking: hann hugsar helst eisini um kostnaðin, at tað er nógv bíligari fyri landið at tey lesa uttanlands). Hóast sjónarmiðini hjá reiðaranum sum heild um- boða eina farna tíð - har tey flestu lívbjargaðu sær við hørðum likamligum arbeiði - so er spurningur hansara um hvat landið fær afturfyri ikki órímiligur. Í okkara grannalondum er sum heild semja um at øktar íløgur í útbúgving og gransking hava positiva ávirkan á búskaparvøkst- urin í landinum. Írland og Finnland eru kend dømi, og í grannatjóðini Íslandi er íslendska universitetið eitt av landsins størstu ar- beiðsplássum. Danmark og EU hava eina visjón 2015, við høgum málum viðvíkj- andi gransking og menn- ing. Hesi lond eru inni í eini positivari ringrás, har tey eru før fyri at draga fólk til sín, sum útbúgva seg, granska, stovna fyritøkur og økja um búskaparvøkst- urin í landinum. Soleiðis er ikki við Før- oyum. Her er lítil dyna- mikkur og fáar magnetir sum draga fólk til sín. Onkrir glottar eru, við stór- um og góðum arbeiðspláss- um, sum t.d. Føroya Tele, bankunum, og innan al- menna umsiting, men sum heild eru Føroyar ikki eitt sera spennandi land fyri fólk við hægri útbúgving- um, og møguleikarnir fyri íverksetarar eru heldur ikki av teimum bestu. Føroyar eru rættiliga smáar og fjarskotnar, við fáum arbeiðsplássum og ongum munagóðum n á t t ú r u v í s i n d a l i g u m granskingarstovni. Hetta er eyðsæð, um man fylgir við í starvslýsingum í bløðun- um. Tað eru t.d. helst bert uml. 5-10 starvslýsingar pr. ár innanfyri verkfrøði, og 0-5 størv innanfyri aðra náttúruvísindi. Tá eru størv innanfyri undirvísing og umsiting íroknaði, so talið av størvum til náttúru-vís- indaliga/tøkniliga gransk- ing kunna helst teljast á einari hond. T.d. hevur Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bert økt um fasta starvsfólka- talið við trimum fólkum uppá heili 30 ár! Føroysk granskingarpark Tá nú Vinnumálaráðið ger eitt átak fyri at fremja gransking í Føroyum við eini granskingarpark, so undrar tað meg, at bæði fyrrverandi og núverandi formenn í búskaparráðnum eru so negativir, hóast eitt gott kjak sjálvsagt er væl- komið. Johnny í Grótinum hevur m.a. kallað granskingar- parkina "90 milliónir til gransking kann verða spill av pengum" (Sosialurin, 17. august), og hann vildi heldur brúkt pengarnar til ein miðnámsskúla. Mið- námsskúlar, hægri læru- stovnar og granskingar- parkir eru týðandi lið í somu ketu. Sjálvsagt eiga vit at hava góðar miðnáms- skúlar, men um vit ikki rað- festa universitet og gransk- arapark, so er vandi fyri øktari fráflyting úr Føroy- um, tí tey ungu hava so avmarkaðar møguleikar at venda aftur, eftir loknan lestur uttanlands. Fyri at brúka eina íttróttarmynd: hví hava góð ungdómslið, um ein ikki ynskir at manna 1. deild og landslið? Tað er annars lítil váði fyri peng- unum í granskingarparkini, tí íløgurnar eru fyri tað mesta í fastar almennar ognir. Hermann Oskarson skrivaði fyrst greinina "Granska ella herma - tað er spurningurin" og síðani "Kiri Te Kanawa og hvítur upsi" (Dimma, 19. august), sum eitt aftursvar til grein- ina "Forskerpark på Færø- erne" hjá Bjørn Harlou (Sosialurin, 18. august). Johnny og Hermann tykj- ast samdir í, at tað almenna skal halda fingrarnar langt burtur frá hesi granskingar- park, sum teir ikki meina er ein almenn uppgáva. Granska ella herma? Til "Granska ella herma"- hugtakið hjá Hermann Oskarson vil eg siga, at flest øll gransking og menning byggir á varia- tiónir yvir verandi vitan. Tað er einki nýtt í tí - tað gera tey eisini í EU, USA og Japan. Heldur man seg hinvegin ov nær "herming", so framleiðir man ikki nýggja vitan, og so er tað als ikki gransking. Í vøru- menning, ja so ber eisini til at herma, um vøran ikki er vard av patenti. Um tú hin- vegin framleiðir líknandi vørur hjá okkum, sum utt- anlands, so eru sannlíkind- ini fyri at vera kvaldur í al- tjóða kappingini sera stórir. Hetta verður stundum kallað "red ocean strategy"- hugtakið, mótvegis "blue ocean strategy"-hugtakin- um, tá tú kemur fyrst á marknaðin við eini nýggj- ari vøru. Fyri at koma nakran veg, og ikki bert standa í stað, so má nýskapan stuðlast bæði innan gransking og vøru- menning. Her mangla vit ein pall til at stuðla nýskap- an innan gransking, menn- ing og íverkseting. Ein fær ikki nóg góða íbirting við at sita einsamallur og kúra á einum bókasavni ella aftanfyri telduna. Granskingarpark - ein almenn uppgáva? Bjørn Harlou brúkti eina samanbering ímillum granskingarparkina og Norðurlandahúsið, sum Hermann Oskarson ikki vil góðtaka, tí Norðurlanda- húsið er ein almenn upp- gáva. Hinvegin so stuðlar hetta hús nógvum privatum virksemi innan t.d. ráð- stevnur og tónleik. Tá vit njóta eina framførslu í Norðurlandahúsinum, tá er tað ofta ein privat fyritøka sum framførir á pallinum. Eg skal viðganga, at spurningurin hjá Hermann Oskarson um ein tílík granskingarpark er ein privat ella almenn uppgáva er áhugaverdur. Svarið er tó als ikki so einfalt, sum Hermann og Johnny vilja gera tað til. Hermann sigur í seinnu grein síni, at granskingar- parkirnar, sum fyrireiking- arbólkurin til føroyska granskingarpark vitjaði vóru "eklatant" dømi uppá privat initiativ. Hetta er bert lutvíst rætt, tí eigaraviður- skiftini eru rímiliga saman- sett av alt frá privatum virkjum, pensjónskassum, og grunnum, fyri ikki at gloyma ymiskan stuðul frá amtum, kommunum og almennum lærustovnum (t.d. lendi, rentu og av- dráttarfrí lán í nógv ár, áralangir sáttmálar uppá leigu í granskingarparkini v.m.). Hermann og Johnny nevna heldur ikki, at tað finnast granskingarparkir, sum eru stovnsettar sum 100% almennar. Hetta skal eg venda aftur til. Lat meg fyrst geva nøkur dømi uppá hugtakið granskingarpark, og hvussu hesar lýsa seg sjálvar. Lýsing av granskingarparkum "En forskerpark er et unikt vidensbaseret sted, der ligger i grænsefeltet mell- em erhvervslivet og uni- versitetet. En forskerpark er et sted, hvor ideer og projekter udvikler sig til levedygtige virksom- heder.", http://www.sp- aarhus.dk/sw94.asp. "Idéen stammer fra USA, hvor man har erkendt, at nystartede virksomheder ikke vokser hurtigt nok, hvis de skal udvikle sig ved kanten af køkkenbordet eller i garagen. En stor del af den positive økonomiske vækst i USA er således skabt af succesrige iværk- s æ t t e r v i r k s o m h e d e r. Mange af disse virksom- heder er blevet skubbet i den rigtige retning ved at starte i de såkaldte "incuba- tors", hvor overlevelses- raten er på 80 procent.", http://www.udviklingspark en.dk/sw318.asp. "I Symbion har vi specialiseret os i at hjælpe nystartede virksomheder, der arbejder med innova- tive, højteknologiske og forskningsbaserede ideer inden for IT, tele, biotek pharma eller medico."( http://www.symbion.dk) "Scion-DTU er Dan- marks første universitets- baserede forskerpark. Scion-DTU huser 105 virksomheder og 3000 medarbejdere inden for biotek- og medico, IT og anden højteknologi. I Hørs- holm og på DTU i Lyngby tilbyder vi faciliteter til alle faser i virksomhedens liv - fra opstart til kommercielt modne forskningsvirksom- heder. Ejerforhold: A/S 100 % ejet af DTU", http://www.sciondtu.dk/. "BRIC is established on the initiative of the Danish Minister of Research. The objective is to create a Danish front-line, inter- disciplinary biotechnologi- cal research unit. BRIC will establish research collaborations between public research institutions and the industry, to pro- mote the exchange of ideas within the Danish biotech research community.", http://www.bric.dk/cms/vie wPage.php?frontPage=1. "Biocenter er et nyt byggeri på 30.000 m2 til forskning og undervisning i bioteknologi under opførsel i Universitetsparken midt i København. Projektet er statsligt finansieret byggeri ved Statens Forsknings- og Uddannelsesbygninger. Den økonomiske ramme er på 650 millioner kr. plus en privat donation fra Lund- beckfonden på 25 millioner kr. i form af et auditorium, Lundbeckfond - Auditoriet. Det samlede byggeri for- ventes at stå færdigt til ibrugtagning primo 2007.", http://www.biocenter.s- fou.dk. Sum tað sæst, so eru bæði BRIC og Scion-DTU stovnsettar av tí almenna, men tær fremja samstarv ímillum almenna og privata gransking, og stuðla íverkseting. Atfinningarnar hjá Hermann Oskarson av stevnumiðunum fyri før- oysku granskingarparkina eru ógrundaðar. Talan er ikki um rakstrarstuðul til verandi vinnur, men um at skapa fruktagóðar karmar fyri at nýggjar vinnur stinga seg upp, og tað er ein almenn uppgáva. Harvið er ikki sagt, at tað privata ikki kann spæla við. Almenn gransking At enda hevur Hermann Oskarson eitt hugskot um ein 100 % almenna gransk- ingarpark til heilsugransk- ing. Eg eri púra samdur við honum í, at tað eru alt ov Kjak um Granskingarpark Framhald á s. 21