mikudagur 31. august 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 164 - 31. august 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Minst 60 fólk doyðu,
og tað fer at kosta
nógvart milliardir
dollarar at umvæla
skaðan av ódnini
"Katrinu"
ÓDNARVEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Myndir: Reuters
Tað fara at ganga fleiri dag-
ar, áðrenn myndugleikarnir
í amerikonsku statunum
Louisiana, Mississippi og
Alabama fáa fulla greiði á
skaðanum
av
ódnini
"Katrinu".
Í gjár kunngjørdu mynd-
ugleikarnir í Mississippi, at
har hevði ódnin kravt minst
55 mannalív, og úr Loui-
siana frættist, at har høvdu
minst fimm fólk latið lív. Í
báðum statunum stúrdu
myndugleikarnir tó fyri, at
talið á deyðum fór at veksa.
Í Mississippi hevði ódnin
gjørt serliga stóran skaða í
býnum Biloxi. Har høvdu
umleið 30 fólk í einum
íbúðarhúsum
latið
lív.
Summi vóru deyð av lutum,
sum tey høvdu fingið oman
yvir seg, og onnur vóru
druknað. Sagt varð, at flóð-
aldan, sum stóðst av ódnini,
skolaði fleiri kilometrar inn
yvir tað lága lendið.
Í New Orleans hava nógv
søgulig hús fingið so stóran
skaða, at tey kunnu ikki
umvælast. Kortini slapp
tann søguligi miðbýurin
væl. Eisini í New Orleans
standa fleiri gøtur undir í
vatni, og sambært serfrøð-
ingunum kann tað taka
langa tíð at fáa vatnið
burtur.
Amerikonsku tryggingar-
feløgini søgdu longu fyrra-
dagin, at "Katrina" kundi
gerast tann dýrasta ódnin í
USA nakrantíð. Tá varð
mett, at tað fór at kosta
einar 25 milliardir dollarar
at endurbyggja og umvæla
tað, sum fór. Í gjár vildi
eingin seta nakað tal á.
Minst tveir oljupallar í
Meksikanska
Flógvaum
slitu í tí nógva vindinum,
og annar rak inn á eina
brúgv. Mansskaði var tó
eingin,
tí
oljufeløgini
høvdu flutt øll fólk í land,
áðrenn ódnin kom so nær
landi. Amerikanskir bú-
skaparfrøðingar ávaraðu í
gjár um, at "Katrina" kann
hava við sær, at stígur kem-
ur í búskaparframburðin,
sum hevur verið í USA í
seinastuni. Eisini varð stúrt
fyri, at møguligur skaði á
oiljuútbúnaðin við Meksi-
kanska Flógvan kann fáa
oljuprísin enn longri upp,
men Saudiarabia segði seg í
gjár vera til reiðar at fram-
leiða meiri fyri at tálma
prísinum.
Ein
oyðandi
ódn
Hesi sluppu ikki longur. Legg merki til barnið í kurvini uppi á takinum á bilinum.
Hetta var einaferð stovan hjá hesum manninum.
Ein stórur partur av stórbýnum New Orleans stendur undir í vatni. Summastaðni stendur
vatnið tríggjar metrar upp eftir húsaveggjunum.
Brøðurnir David og Jesus Diaz búðu í einum íbúðarhúsum. Soleiðis sá út, tá teir komu
heimaftur.