mikudagur 31. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 31. august 2005
21
fáa granskingarstørv innan
fyri tað almenna. Hermann
átti tó heldur at kalla hetta
fyri ein granskingarstovn, tí
um tú útilokar privata
vinnulívinum, so gevur
hugtakið granskingarpark
lítla meining.
Tað
almenna
hevur
stovnar, sum als ikki koma
til sín rætt í granskingar-
høpi. Vit hava t.d. eitt ný-
liga útbygt Landssjúkrahús,
men har er mær vitandi lítil
og eingin gransking. Vit
hava eisini eitt universitet,
sum er illa raðfest á tí
náttúruvísindaliga økinum,
sum hevur sera lítla orku til
gransking, og sum næstan
hevur staðið í stað í 30 ár.
Vit hava eisini aðrar stovn-
ar, har nakað av gransking
verður gjørd, men har
høvuðsuppgávurnar oftast
eru eftirlit/ráðgeving.
Veikleikar við
granskingarparkini
Í Føroyum er vandi fyri at
granskingarparkin kemur at
standa rættiliga einsamøll,
tí hon hevur ongan sterkan
almennan granskingarstovn
at samstarva við í Føroyum,
og hinvegin er lítil siðvenja
fyri gransking og íbirting í
føroyska
vinnulívinum.
Skal
granskingarparkin
eydnast, so er neyðugt at
styrkja almennu gransk-
ingina eisini, og at hava
góðar skipanir at stuðla
vinnuligum íverksetarum.
Somuleiðis, sum nakað av
tí týdningarmesta, so má
granskingarparkin
sam-
starva
við
útlendskar
granskingarparkir,
uni-
versitet og privatar fyritøk-
ur.
Tað hevði verið lættari
við altjóða samstarvi, um
Føroyar var limur av EU,
men tað er eingin grund til
at bíða eftir tí. Við áræði,
sjálvsáliti, og hjálp frá fleiri
ættarliðum av vælútbúnum
føroyingum, so ber tað til.
Ein annar vandi við
granskingarparkini er, at
hon mest er bygningar í
mun til starvsfólk. Gransk-
ingarparkin eigur at stuðl-
ast við fleiri adjunkt/
lektara-
og
post.doc-
granskingarstørvum
á
universitetinum, enn tey trý
tíðaravmarkaðu
gransk-
ingarprofessoratini,
sum
tað verður lagt upp til.
Raðfesting
Raðfestingin av gransk-
ingarøkjum í granskingar-
parkini er nakað smøl.
Ílegugransking (gengransk-
ing), biotøkni og bio-
kunning
(bioinformatik)
eru sera góðar raðfestingar,
sum hóska væl saman við
okkara ílegutilfeingi og
m a t v ø r u f r a m l e i ð s l u .
Hinvegin, so eiga vit ikki at
avmarka hýsing av góðum
verkætlanum innan aðrar
tøkni- & vísindagreinar,
hóast man velur uppruna-
ligu raðfestingina fremst.
Míni ráð eru at vera prag-
matiskur viðvíkjandi rað-
festingum, tí vit fáa neyvan
fleiri granskingarparkir í
bræði, og at navngeva
granskingarparkina "The
Faroese Science park".
Pláss má vera fyri teimum
góðu hugskotunum, sum
ein ikki kann hugsa sær til
frá byrjan.
Ílegugransking
Raðfestingin
av
ílegu-
granskingini er sjálvsagt
eisini ein roynd at brúka
møguleikarnar í nýggju
ílegulógini. Tað er ikki
óhugsandi at hetta eydnast.
Tað eru longu í dag fleiri
verkætlanir í Keypmanna-
havn, Odense og Århus
viðv. ílegugransking av
føroyingum.
Somuleiðis
hevur DeCode framvegis
áhuga fyri Føroyum, um
áhugi eisini er frá før-
oyskari síðu. Eitt dømi um
útlendska
áhugan
fyri
ílegugransking av føroy-
ingum, sæst frá einum
seminari í Århus 18. no-
vember 2004: "Psykiatrisk
genetik
på
Færøerne",
http://www.psychdem.dk/k
ommakad.htm, stuðlað av
m.a. fyritøkuni Eli Lilly.
Niðurstøða
Ætlanin
um
føroyska
granskingarpark er sum
heild ein góð og bráð-
neyðug verkætlan, hóast
ávísar veikleikar, sum eg
havi víst á omanfyri. Fyri at
venda aftur til spurningin,
um hvat Føroyar fær aftur-
fyri, ja so fáa Føroyar vón-
andi sterkan íblástur og
øktan búskaparligan vøkst-
ur við hjálp frá útlendskum
granskarum, og vælútbún-
um føroyingum, sum ann-
ars nógvir velja at búseta
seg uttanlands fyri lívið.
Framhald av síðu 19
Janet Fríða Johannesen
At gera eina granskingar-
park í Føroyum er eitt gott
átak. Íleggjarar koma har
sum granskarar og íverk-
setarar við góðum hugskot-
um eru. Biotøknin við sín-
um nógvu møguleikum
eigur at kunna gerast ein
framtíðar vinna í Føroyum.
Biotøknin kemur at
broyta heimin
Biotøknin kemur at broyta
heimin líka so nógv, sum
kunningartøknin
hevur
gjørt.
Biotøknin
fevnir
víða, og vil í framtíðini
verða nýtt innan nógvar
ymiskar tilgongdir. Vit hava
hoyrt nógv um biotøkni
innan heilsuverki, serliga
ílegugransking.
Innan
fiskivinnuna verður nógv
arbeitt við at eyðmerkja
gagnlig evnir á heilsuna hjá
fólki. Innan matvøruídn-
aðin sum heild, umhvørvi
og nógv onnur øki fer
biotøknin at hava ein stóran
leiklut tey komandi árini.
Sunnar matvørur
Biotøknin fer at fáa ein
stóran leiklut í allari mat-
vøruketuni - frá framleiðslu
av rávørum, innan virking
og goymslu av matvørum.
Við biotøkni kunnu mat-
vørur - íroknað fiskavørur-
liva upp til krøvini hjá
brúkaranum um tryggar,
heilsugóðar og meira væl-
smakkandi matvørur.
Biotøknin veruligt
nyttuvirðið fyri
samfelagið
Danska ráðgevandi nevndin
fyri matvørugransking er
sannførd um, at biotøknin
hevur eitt veruligt nyttu-
virðið
fyri
samfelagið.
Hetta er ikki einans tí at við
biotøkni kunnu betri mat-
vørur framleiðast, men eis-
ini at hesar kunnu framleið-
ast við minni umhvørvis-
árin. Nevndin metir, at skal
Danmark ikki missa ar-
beiðspláss í framtíðini, má
dentur leggjast á biotøkni,
og harvið á grundgransking
og útbúgving av kandidat-
um og granskarum innan
biotøkni. Hetta kann vænt-
ast eisini at gera seg gald-
andi í Føroyum innan fiski-
vinnuna.
Vitunartungar vinnur -
sum biotøkni - geva eisini
arbeiðið til fólk uttan hægri
útbúgvingar. Mett verður at
fyri
hvønn
nýansettan
kandidat verða tvey nýggj
størv til ikki kandidatar.
Matvøru- og heilivágs-
framleiðarar saman-
fallandi áhugamál
Samfelagsútreiðslurnar til
heiluverkið eru ógvuliga
stórar og fara at økjast nógv
um ongi tiltøk verða sett í
verk. Nógvar sjúkur eru
orsakað av ósunnum kosti,
og tað kann ídnaðurin ikki
liva við. Fyri at vinna álit
verður ídnaðurin noyddir,
at seta heilsuna og vælver-
una hjá brúkaranum í
fokus.
Imyndin hjá matvøru-
framleiðarum vil í framtíð-
ini verða heilsu. Nestlé fer
t.d. frá at vera heimsins
størsta matvørufelag til at
vera nummar eitt felag
innan heilsu- og vælveru.
Væntandi fer vinningurin
hjá
matvørufram-
leiðarunum at økjast. Hetta
kann fáa týdning fyri før-
oysku fiskivinnuna, um
hon við m.a. biotøkni
megnar at vera við í kapp-
ingini
um
heilsugóðar,
tryggar og vælsmakkandi
fiskavørur.
Nýmótans matvørufram-
leiðarar vilja flyta seg til at
gera funktionellar matvør-
ur. Eitt dømi um eina funk-
tionellu matvøru er youg-
hurt, sum virkar blóðtrýst-
fallandi. Ein ávís bakteria,
sum kann framleiða eitt
kveiki (enzym), ið klippir
mjólkaproteinir
í
ávís
peptidir, verður sett til
youghurti. Hesi peptidir
normalisera ov høgt blóð-
trýst og ov høga hjarta-
rytmu. Fólk, sum hava
lyndi til ov høgt blóðtrýst,
kunnu eta hetta youghurti,
og harvið umganga at
gerast sjúk. Hetta er ein
vøra, sum er á veg á mark-
naðin.
Heilivágsframleiðarar
vilja hinvegin flyta seg til
fyribyrging og ikki bert
heilivág. Teirra framtíðar
handilsøki fer eisini at vera
heilsa, og koma heilivágs-
framleiðarar at hava brúk
fyri
nýggjum
handils-
modellum. Væntandi fer
vinningurin hjá heilivágs-
framleiðarunum at minka,
og heilivágsframleiðararnir
vilja keypa seg inn í mat-
vøruídnaðin og umvent.
Hetta fyri at fáa atgongd til
vitan og marknað. Henda
gongdin er sera spennandi
fyri matvøruframleiðarar,
og kann fáa týdning fyri
Føroyar, tá hugsa verður
um áhugan at seta pengar í
føroysk vinnuvirkir.
Almenn og privat
gransking
Nógv hevur verið frammi
um almenna og privata
gransking. Kendi danski
vinnulívsmaðurin
Asger
Aamund verður spurdur,
um tað ikki virkar tvørsagt
(paradoksalt), at tað al-
menna skal blandað seg í
granskingina. Hví ikki geva
fyritøkunum skattalætta og
so lata tey sjálvi klára
granskingina. Her svarar
Aamund, at talan er um
tvey ymisk mál. Gransk-
ingin er ein føðikeda, har
vinnan livur av grund-
granskingini og øvugt. Í
framtíðini kann hugsast, at
vinnan fer at fíggja ein al-
samt størri part av grund-
granskingini, td við at nýta
triðingsregluna, sum eitt nú
er sett í verk á Københavns
Universitet. Triðingsreglan
merkir, at vinnan kann
keypa granskingarrættindi
frá universitetinum, har
granskarin fær 1/3 av søl-
uni, deildin 1/3 og universi-
teti 1/3.
Eg skal ikki forsvara, at
vinnan ikki hevur gjørt
meiri burturúr gransking,
men hyggja vit at øðrum
londum, so hevur tað al-
menna gjørt stórar íløgur í
gransking og skapa nógv
granskingarúrslit og fólk
við serkønari vitan til vinn-
una, áðrenn vinnan sjálv er
byrja at seta pengar av til
gransking. Her í Føroyum
eru ómetaliga fá gransk-
ingarúrslit komin frá tí
almenna.
Skulu vit hava eitt fjøl-
táttað burðardygt vinnulív,
má tað almenna seta meiri
pening av til gransking.
Tað er ógjørligt í Føroy-
um at seta í verk vitunar-
tungar vinnuligar gransk-
ingarverkætlanir
innan
biotøkni. Vit hava eingi
starvstovuhølir, sum lætt-
liga kunnu brúkast til slíkar
verkætlanir, og vit mangla
roynd fólk, sum kunnu
setast at loysa slíkar upp-
gávur. Uttan hølir og uttan
royndir granskarar kemur
neyvan nøkur biotøknilig
vinna í Føroyum tey fyrstu
nógvu árini. Íleggjarar fara,
har sum granskarar og
íverksetaðarar við góðum
hugskotum eru.
Vit mugu hava eitt væl-
virkandi universitet við
góðum førleika innan bio-
tøkni og eina vælvirkandi
vinnuframaskipan. Gransk-
ararnir mugu hava vitan
innan øki, sum hava møgu-
leika at gerast vinnulig í
Føroyum. Harafturat mugu
vit hava hølir, har gransk-
arar/íverksetarar
kunnu
gera royndir, og finna útav
um teirra hugskot kann
gerast vinnuligt.
Tann dagin vinnan fer at
síggja at gransking fer at
loysa seg, vil hon uttan iva
fara at seta fleiri pengar av
til gransking. Somuleiðis
kann væntast at íleggjarar
vilja seta fleiri pengar í
føroysk virki, tí er svarið ja,
tað er neyðugt at tað al-
menna stovnsetur eina gr-
anskingarpark og setur
fleiri pengar av til gransk-
ing, og harvið skapar um-
støður til at okkara megin-
tilfeingi - fiskur og fólk við
vitan - saman skapa virðir.
Hví skal tað almenna gera
eina granskingarpark?