mikudagur 31. august 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 • mikudagur • 31. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Formula-avtalan í vanda
Illviljin hjá almenna
Kringvarpinum at
nýta sponsornøvn í
sambandi við hond-
og fótbóltskappingar,
kann kosta ítróttini
milliónaupphæddir
SPONSORPENGAR
Jákup Mørk
Formula.fo hevur hetta
kappingarárið
keypti
navnamerkið á bestu mans-
deildina í fótbólti, soleiðis
at hendan í ár hevur itið
Formula-deildin.
Ein
avtala, sum fyri tað nógva
minnir um tær, sum Hond-
bóltssambandið
farna
kappingarár
hevði
við
ávíkavist Atlantic-Airways
og Sunset-Boulevard um
hondbóltskappingarnar hjá
monnum og kvinnum.
Avtalan í vanda
Ætlanin hjá sponsorunum
vil altíð vera at profilera
ella »branda« síni vøru-
merki. Og tá ítrótturin so
eisini fær eina fíggjarliga
innspræning
burtur
úr
hesum, er hetta ein gongd,
sum hevur verið alt meira
vanlig í londunum kring
okkum.
Soleiðis
hevur
besta røðin í Onglandi í
mong ár borið heitið Bar-
clay Premier League, og í
grannalondum okkara hava
vit nøvn sum Landsbanka-
deildin og SAS-ligan.
Tað ber í verandi støðu
ikki til at fáa viðmerkingar
um, hvørt sáttmálin millum
partarnar verður longdur.
Men keldur vilja vera við,
at sponsorurin ikki vil
leingja sáttmálan við FSF.
Ein sáttmáli, sum sigst hava
eitt metstórt virði, tá tosað
verður um føroyskar spon-
sor-avtalur.
Partarnir hava annars
optión upp á at leingja sam-
starvið, men tá Formula.fo
ikki metir seg fáa tað, sum
teir ætlaðu, burtur úr sam-
starvinum, er viljin at nýta
hesa optiónina, ógvuliga
lítil, skilst.
Orsøkin til hetta skal
fyrst og fremst finnast hjá
Kringvarpinum. Tá stiga-
talvan fyri Formula-deild-
ina hevur verið á skíggjan-
um í Sjónvarpinum, hevur
hendan borið heitið, Besta
Deildin, og sama navn
hevur deildin borið, tá bæði
beinleiðis sendingar og
ítróttartíðindi annars hava
verið at hoyra í Útvarp-
inum.
Tað var sjálvandi ikki júst
tað, sum sponsor-parturin
hevði í huganum, tá avtalan
varð gjørd, og nú sponsor-
avtalan ikki verður longd,
missir Fótbóltssambandið
eina inntøku, sum liggur
um milliónina. Av hesum
skal tó eisini roknast upp-
hæddin, sum feløgini fáa
sambært
býtislyklinum,
sum varð avtalaður, tá av-
talan varð gjørd.
Eingin vinnari
Tað eydnaðist okkum ikki
at fáa fatur á Torkil Holm
Petersen, sum er stjóri hjá
Formula.fo, og tí bar ikki til
at spyrja, hvørt avtalan við
FSF verður longd ella ikki.
Men Áki Johansen, sølu-
leiðari hjá Formula.fo, sig-
ur, at hann persónliga undr-
ast á framferðina hjá Kring-
varpinum í hesum mál-
inum.
- Uttan at fara inn at
kommentera júst avtaluna,
sum er gjørd millum okk-
um og FSF, so haldi eg, at
hugburðurin hjá Kring-
varpinum kring ítróttin er
heldur løgin. Teir hava eina
vøru, sum teir fáa fyri lítið
og lætt, og tí vildi tað ikki
verið annað enn rímiligt,
um ítrótturin eisini fekk
nakrar sømdir. Men tað
tykist, sum velur leiðslan
púrasta konsekvent at halda
øllum burtur, sum onkurs-
vegna stuðla ítróttini. Tað
var galdandi, tá Atlantic og
Sunset gjørdu avtalu við
Hondbóltssambandið, eins
og tað eisini verður sagt
»stóra
súkklukappingin
kring Føroyar«, heldur enn
Statoil kring Føroyar.
Sum landið liggur í løt-
uni, so vil FSF ikki ganga
undir ÍSF-avtaluna, sum
loyvir sendingar frá fót-
bólti. Er tað ikki ein óhepp-
in støða, um tað verður
endin av málinum?
- Tað kann bara hava ta
avleiðing, at áhugin millum
sponsorar minkar, og tað
dugi eg ikki at síggja, skal
tæna nøkrum endamáli.
Miðlarnir hava í ítróttini
eina góða vøru, sum teir
hava sera stórt gagn av, og
tí vilja teir missa, um tað
verður støðan. Og eg dugi
heldur ikki at síggja, at
ítrótturin skal vinna nakað.
Tí verður talan um eina
støðu, har eingin vinnari er,
um tað kemur so langt,
staðfestir Áki Johansen.
Ung-
dómur-
in kann
merkja
sviðan
Tá sponsoravtalan mill-
um FSF og Formula.fo
varð gjørd tíðliga í mars
mánaði í ar, hevði FSF
longu gjørt av, hvussu
innkomni
peningurin
skuldi nýtast.
Boðini vóru púrasta
greitt, at hetta fyrst og
fremst skuldi nýtast til
at styrkja um ungdóms-
arbeiðið innan FSF, og
hartil varð ein partur
latin feløgunum, tá hesi
samstundis gingu undir
tær treytir, sum avtalan
inniber.
Enn er ikki endaliga
gjørt av, hvørt avtalan
við Formula.fo verður
longd. Men verður hetta
støðan, so er lítil ivi um,
at tað fer at fáa avleið-
ingar innan arbeiðið í
FSF.
- Kemur tað hartil, so
er tað greitt, at vit missa
eina upphædd á inn-
tøkusíðuni.
Og
tað
merkir so sjálvsagt eis-
ini, at vit mugu skerja
onkrastaðni. Tað verður
so føroyskur fótbóltur,
sum merkir missin í so
máta,
staðfestir
Óli
Holm.
-mørk
Tað tykist í løtuni vera sera ivasamt, um sponsor-avtalan millum FSF og Formula.fo verður longd. Ein stórur partur av frágreiðingini er at finna í
Kringvarpinum, sum púrasta konsekvent hevur valt at geva Formula-deildini navnið, BestaDeildin