Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2005 23 Kringvarpið fer ikki undir nøkrum um- støðum at hjálpa triðja parti at selja eina vøru, staðfestir Jógvan Jespersen. SPONSORAT Jákup Mørk Stendur tað til stjóran í Kringvarpinum, Jógvan Jespersen, fer Kringvarpið ikki undir nøkrum umstøð- um at bakka í trætumálum, sum líkist tí millum Fót- bóltssambandið og Kring- varpið. Spurdur, hvussu tað ber til, at Útvarpið so konse- kvent noktar at nýta heitini, sum ymsar kappingar hava fingið - ella selt seg til - staðfestir Jógvan Jespersen, at teirra støða er púra greið í hesum. - Tað byrjaði, tá Hond- bóltssambandið gjørdi av- talu um, at steypakappingin skuldi eita Coca-Cola kappingin. Tað var ein av- tala, sum millum annað varð seld á ta konti, at Út- varpið í tíð og úrtíð skuldi nevna heitið á kappingini. - Vit viðgjørdu tá spurn- ingin innanhýsis, og síðani hevur okkara støða verið greið. Vit hava eina kring- varpslóg, sum staðfestir, at vit kunnu selja sponsorat til ymsar sendingar, men hon sigur so einki um, at ein triði partur skal sponsorat, treytað av at hesi verða marknaðarførd gjøgnum okkum, sigur stjórin. Bakkar ikki Tað er tó ein sannroynd, at Út- og Sjónvarp gjøgnum sáttmálan við ÍSF hava ein sera bíligan einkarætt til føroyskan ítrótt. Ein einkar- ræt, sum samstundis hevur forðað øðrum pørtum í at varpa frá ítróttarhending- um. Men Jógvan Jespersen vil ikki vera við, at hetta skal tengjast saman við møguligum sponsoravtal- um, sum ítrótturin ger. - Tað er rætt, at vit keypa rættindi til ítróttarsendingar hampuliga bíliga, men hinvegin, so fær ítrótturin eisini nakað afturfyri. Vit nýta eina rúgvu av peningi upp á ítróttarsendingar, staðfestir kringvarpsstjórin. - Og sum konkret dømi kann eg nevna, at vit høvdu ætlanir um at finna ein sponsor til fótbóltssending- ina, sum vit hava hvønn sunnudag. Tað eydnaðist okkum tá ikki at finna nakran, sum vildi gjalda tað, sum vit hildu vøruna vera verda. Og her vildi tað ljóðað løgið, um vit søgu »Nú fara vit at senda bein- leiðis frá Formula-deildini, og síðani nevnt navnið á stuðlinum fyri sendingina.« Hinvegin vil hann ikki staðfesta, um ítróttarsend- ingar soleiðis eru nakað, sum geva stovninum hall. Og heldur ikki, hvørt tað ikki er ein partur av skyld- ini hjá stovninum at gera burtur úr føroyskum ítrótti. Men stjórin leggur aftur- at, at hetta eisini skal síggj- ast saman við avtaluni, sum ÍSF hevur gjørt við Dansk Tipstjeneste. - Tað hevur gjørt, at spæliinntøkurnar hjá okkum eru minkaðar mun- andi. Á tann hátt hevur ítrótturin longu tikið burtur av okkara fíggjarorku. Vil tað siga, at tit soleiðis vilja siga takk fyri seinast við ítróttin? - Nei. Als ikki. Men fall- andi inntøkur er ein veru- leiki, sum vit eisini mugu fyrihalda okkum til. Bakka ikki Men tað tykist púrasta greitt, at støðan hjá Útvarp- inum ikki verður vikað í hesum málinum. Heldur ikki, hóast tað í løtuni er líkt til, at ein nýggjur sátt- máli við ÍSF ikki kemur at innihalda undirskriftina hjá FSF. - Vit eru í løtuni í sam- ráðingum við ÍSF um nýggjan sáttmála. Nú er sjálvandi feriutíð, men tað arbeiðið fer so aftur í gongd í heyst. Men tann sáttmálin verð- ur eftir øllum at døma uttan FSF. Ger tað ikki, at hesin verður minni verdur? - Tað er so ein avgerð, sum liggur hjá FSF. Og verður tað støðan, so mugu vit fyrihalda okkum til hana til ta tíð. Eisini um støðan verður tann, at frásagnir frá eitt nú fótbóltinum verður nakað, sum FSF kemur einsæris at selja? - Tað kann eg ikki svara fyri í løtuni. Kemur tað hartil, so verður tað nakað, sum vit taka upp til ta tíð, staðfestir Jógvan Jespersen at enda. Fótbóltssambandið hevur higartil noktað fyri at undirskriva eina kollektiva semju, soleiðis at ÍSF kann gera nýggja avtalu við eitt nú Kringvarpið um varpan av føroysk- um ítróttarhending- um. Tað kann í ring- asta føri føra til, at eingin fótbóltur verð- ur at hoyra í Útvarp- inum sunnudagarp FRÁSAGNIR Jákup Mørk Beinleiðis útvarpingarnar frá føroyskum ítrótti eru nú í vanda. Higartil hevur støðan verið tann, at Út- og Sjón- varpið fyri eini lítla upp- hædd hava keypt øll rætt- indi til beinleiðis frásagnir frá ítróttarhendingum. Ein avtala, sum inn til fyri fáum árum síðani ikki hevði nakran beinleiðis áhuga millum fólk flest. Men við broyttu støðuni millum loftmiðlarnar, har almenna monopolið varð avtikið, broyttist hendan støðan brádliga. Fyrst noktaði Útvarpið fyri, at nýggja útvarpsstøð- in - Atlantic Radio - kundi hava heimildarfólk á ymsu fótbóltsvøllunum, soleiðis at teir kundu hava eina sending, sum í bygnaði minnir nógv um »bóltin«. Síðani fingu Televarpið og Stjørnan ikki loyvi at gera eina avtalu, sum inni- bar, at heimadystirnir hjá hondbóltsfelagnum í Klaksvík kundu sendast á Rás1 hjá Televarpinum sama kvøld, sum dystirnir vóru spældir. Altso ein forskotin sending. Fáa ov lítið Um sama mundi var ÍSF farið undir samráðingar við bæði Út- og Sjónvarp um nýggja avtalu um rættindini at varpa frá ítrótti. Gamli sáttmálin millum partarnar gekk út á nýggj- árinum, men í fyrstu atløgu varð avtalan longd, tí part- arnir roknaðu við at koma á mál tíðliga í ár. Men enn er eingin semja komin, og partvíst er orsøk- in, at tað ikki hevur eydnast ÍSF at fáa øll sersambondini at ganga undir eina nýggja kollektiva avtalu. - Enn hava vit ikki tikið eina endaliga støðu í málin- um. Men í verandi líki má eg siga, at vit hava ógvuliga lítlan hug at gera eina slíka kollektiva avtalu, sigur Óli Holm, formaður í Fótbólts- sambandinum. Spurdur beinleiðis, um støðan hjá Kringvarpinum mótvegis heitinum »For- mula-deildin« er orsøk til hesa støðu, sigur formað- urin, at tað er ikki frítt. - Ein samstarvsavtala verður vanliga gjørd út frá teirri fyritreyt, at báðir partar fáa gagn av henni, og her meta vit ikki, at sam- starvið við Út- og Sjón- varpið hevur givið okkum nóg nógv. Vil tað siga, at tað í ver- andi líki er vandi fyri, at eingin fótbóltur verður at hoyra í útvarpinum framyv- ir, eins og 3-2 kann hvørva av sjónvarpskíggjanum. - Tað haldi eg ikki, at vit kunnu staðfesta í verandi løtu. Til tess er málið kom- ið alt ov stutt áleiðis. Men tað er einki dulsmál, at vit hava ymsar fatanir av støð- uni kring Formula-deildina, sigur Óli Holm. Lítið forstáilsi Formaðurin sigur víðari, at FSF hevur verið í dialogi við leiðsluna í Kringvarp- inum, har málið hevur verið umrøtt, men at hetta enn ikki hevur broytt stórvegis upp á støðuna. - Eg má siga, at forstáils- ið fyri okkara støðu higartil hevur hvílt á einum ógvu- liga lítlum stað. Støðan er jú tann, at tað er FSF, sum varðar at skipaðum fótbólti í Føroyum. Og vit hava eina deild, sum ber heitið, For- mula-deildin, og ikki Besta-deildin ella Fremsta- deildin ella 1. deild. Tað er millum annað í hesum, at vit vilja hava greiðar spæli- reglur. - Tí meta vit, at tað er ein løgin hugburður, tá miðlar konsekvent nokta at nýta hetta navnið. Ikki minst, tá miðlarnir samstundis uttan himpr nevna donsku SAS- liguna, íslendsku Lands- bankadeildina og norsku Tippeliguna. Tað er ein støða, sum fyri okkum er rættiliga ørkymlandi, staðfestir Óli Holm. Eli var fremstur Um vikuskiftið skip- aði TSF fyri tveim- um súkklukapping. Eli Christiansen vann báðar kapp- ingarnar SÚKKLING Tíðindaskriv Um vikuskiftið skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri tveimum súkklu- kappingum, einum eink- ultstarti og einari í landavegkoyring. Fríggjakvøldið royndu menn seg á tí sokallaða FM-teinum, ið er teinurin frá Tórshavn til Kaldbak og heimaftur, tvs. góðar 30 km. Eli hevur ment seg nógv seinasta árið, og hann koyrdi tí sín besta eink- ultstart nakrantíð fríggja- dagin. Hann koyrdi teir 30 km við tíðini 45 min- uttir og 11 sekund, og vann hann tí ein tryggan sigur. Nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Ol- sen, ið kom á mál góðan hálvan minutt seinni. Hinvegin er hetta langt frá bestu tíðini hjá Gunn- ar, ið hevur metið á júst hesum teininum við tíðini 41 minuttir og 52 sekund. Tann bert 15 ára gamli Torkil Veyhe gjørdist nummar trý, og eisini hann setti persónligt met. Leygardagin løgdu súkkl- ararnir til brots aftur. Hesu ferð bleiv kappast í landavegkoyring, og tein- urin gekk úr Havn, gjøgn- um bergholið til Kolla- fjørð, til Vestmanna, og síðan eftir Oyggjarvegn- um til Havnar. Komnir til Havnar gekk leiðin niðan eftir Sundsvegnum, eftir Vegnum Langa og síðan oman eftir Hvítanesvegn- um. Teinurin runt í Havn skuldi koyrast tvær ferðir, íalt 85 km. Málið var við Plantusøluna. Gunnar royndi nakrar ferðir at sleppa undan hinum súkklarunum, men Eli hevði aftur ein góðan dag, og hvørja ferð svar- aði hann aftur promte, og fekk Gunnar aftur. Saman við Sigmund Olsson fylgdust teir til Oyggjar- vegin. Nú gingu kreftir- nar undan hjá Sigmundi, og Eli og Gunnar hildu tí leiðina fram til Havnar. Tað bleiv til ein endaspurt millum hesar báðar, og aftur leygardagin var tað Eli ið vann ein tryggan sigur. Nummar trý gjørd- ist Esmar Joensen, ið eins og Eli, var sera væl koyr- andi leygardagin. Støðan er púrasta greið Hóast tað verður avnoktað, so tykist tað hava argað Kringvarpsstjóran, at ÍSF í síni tíð gjørdi avtalu við Dansk Tipstjeneste um ítróttarvedding FSF vil ikki spæla við Enn er støðan hjá FSF í málinum ikki endalig. Men formaðurin leggur dent á, at hann heldur støðuna hjá Kringvarpinum vera sera ørkymlandi