mikudagur 31. august 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 164 - 31. august 2005
Heine reyk
Vantandi úrslit og ein
lívsstílur, sum víkir
nakað frá tí seriøsa,
sum helst skal eyð-
kenna ein venjara.
Tað tykist vera bland-
ingin, sum at enda
fekk nevndina í HB at
geva Heine Fernandez
reyða kortið
HB-VENJARIN
Jákup Mørk
Sum vit skrivaðu í blaðnum
í gjár, so var tað ógvuliga
sannlíkt, at HB fór at geva
Heine Fernandez sekkin
sum venjari hjá besta mans-
liði felagsins.
Svertan var neyvan starn-
að á prentaða blaðnum, tá
verulig gongd kom á tíð-
indini um, at nýggjur venj-
ari varð funnin. Boðini
vóru, at spælararnir vóru
boðsendir á fund við leiðsl-
una í felagnum undan venj-
ingini mánakvøldið, og tað
fekk illa havt fleiri enn tí
einu niðurstøðuna við sær.
Proletarur
Alment vil eingin í felagn-
um siga meira enn tað, sum
er nevnt í tíðindaskrivinum.
Men tað er eingin loyna, at
hóast greipuna, sum felagið
vann í fjør, so hevur talan á
fleiri frontum verið um
ónøgd við leiðsluna hjá
Heine Fernandez.
Sum spælari varð Heine
av flestu donsku miðlunum
í fleiri ár skýrdur at vera ein
proletarur innan danskan
fótbólt. Fleiri ferðir kom
hann við útsagnum, sum
ikki sampakkaðu serliga
væl við hugburðin hjá venj-
arum og leiðslum, og ofta
varð tikið til, at hann heldur
ikki førdi tann lívsstíl, sum
vanliga verður kravdur av
einum yrkisleikara.
Fram um aðrar, so dugdi
hann tó at skjóta mál, og øll
árini tóktist hesin eginleik-
in at vinna á kritikkinum.
Og partvíst, so tykist hetta
sama eisini hava gjørt seg
galdandi í HB.
Tá úrslitini ganga
ímóti
Har vóru longu í fjør røddir
frammi, sum vildu vera við,
at lívsstílurin hjá venjaran-
um als ikki sampakkaði við
støðuna hjá HB sum eitt av
fremstu feløgunum í land-
inum. Ivaleyst hevur leiðsl-
an eisini havt hetta í huga,
men tá maðurin hinvegin
framhaldandi leveraði vør-
una - enntá við eini greipu
sum úrsliti - bar illa til at
siga, at venjarin ikki var
nóg góður.
Men
gribbarnir
hava
kanska bara bíða eftir rætta
høvinum, og sum árið í ár
hevur gingið, so er ágang-
urin vorðin alt hvassari.
Hóast HB framhaldandi
hevur havt fast sæti frammi
í oddinum, so hava úrslitini
í mangar mátar ikki verið
eins góð. Í steypakapping-
ini gjørdist talan um tap
móti ÍF, og í landskapp-
ingini hava tað serliga verið
avrikini á útivølli, sum ikki
hava verið nóg góð.
Broytingar í liðuppstill-
ingini - eisini hóast hesar
hava verið avleiddar av
skaðum og leikbannum -
hava eisini skumpað eyka
undir tosið móti venjaran-
um. Og tá úrslitini so eisini
sviku, so var mest sum
eingin bjarging hjá Heine.
At spælararnir eisini hava
sæð skriftina á vegginum
bar avrikið á Eiði leygar-
dagin síni sjónligu boð um.
Sjálvandi er tað ikki til-
vitað, at spælararnir fara út
at spæla ein vánaligan dyst,
men ytru faktorarnir kunnu
í nógvum førum ávirka
motivatiónina hjá spælar-
unum.
Tá úrslitini ganga ímóti, er
skjótt at viðhaldsfólkini
gerast til mótstøðufólk. Tað
tykist vera lærdómurin, sum
Heine Fernandez hevur
fingið við sær, nú hann ikki
longur er partur av
oddastríðnum hjá HB
Tað verður Julian
Hansen, sum seinastu
seks dystirnar skal
standa á odda fyri
besta liðnum hjá HB
HB-VENJARIN
Jákup Mørk
Tað vóru gitingar av nógv-
um slag frammi, tá tað
mánadagin skuldi setast
navn á nýggja HB-venjar-
an. Millum annað varð her í
blaðnum gitt, at Albert Ell-
efsen kom at fáa ein størri
leiklut enn higartil, og at
nýggjur maður síðani kom
at verða knýttur at honum.
Hetta varð tó ikki heilt
rætt. HB hevur ístaðin leit-
að sær út um landoddarnar,
og hevur Julian Hansen
játtað at taka við leiðsluni
av liðnum seinastu seks
umførini.
Julian,
sum
seinastu
nógvu árini hevur búleikast
í Danmark, var gjøgnum
stóran part av 80'unum
mettur sum besti høgri
bakkurin í landinum. Við
framfýsna spælinum úr
verjuni gjørdist hann at
kalla prototypan upp á ein
modernaðan høgra bakk.
Ein leiklutur, sum bara TB
hevði gjørt nýtslu av í før-
oyskum fótbólti fyrr. Og
við ótroyttiliga arbeiðsav-
rikið sínum var hann eisini
ein, sum altíð gekk á odda,
tá sigurin kravdi meira enn
bara gott fótbóltsspæl.
Og ivaleyst eru tað júst
slíkir eginleikar, sum HB
leitar eftir eftir undan sein-
astu umførunum.
Sjálvur segði Julian við
Dag og Viku mánakvøldið,
at hann ongantíð var í iva,
tá hesin møguleikin stóð
honum í boði. Hann helt, at
hetta var ein møguleiki,
sum var ov góður at takka
nei til, og eftir at hava ráð-
ført seg við familjuna og
fingið avgreitt praktisku
viðurskiftini á arbeiðs-
plássinum, varð endaliga
avgerðin tikin.
Umframt góðu avrikini í
HB, var Julian eisini í drúgt
áramál fastur fúsur á fót-
bóltslandsliðnum. Í altjóða
høpi gjørdist talan tó bara
um 6 dystir, men hetta
kemst av, at Føroyar ikki
fingu altjóða limaskap fyrr
enn í 1988.
Mikudagin kemur venj-
arin so til landið, og so er
vónin í HB, at hann er mað-
urin, sum kann lyfta liðið
somikið, at talan kann ger-
ast um fjórða meistaraheit-
ið á rað.
Spælararnir góðtaka
boðini
Rúni Nolsøe er liðskipari á
besta HB-liðnum, men sum
umboð fyri spælararnar
sigur hann seg ikki hava tær
stóru viðmerkingarnar til
málið.
- Tað er ein avgerð, sum
nevndin í felagnum hevur
tikið. Vit vórðu kunnaðir
um hesa mánadagin, og
meira er sum so ikki at siga
um tað.
Fyri fýra árum síðani var
ein líknandi støða, tá Ion
Geolgau varð sendir til hús.
Ta ferðina settu spælararnir
seg ímóti hesum, og fingu á
tann hátt sett venjaran aftur
í starv. Kann tað roknast
við, at ein líknandi støða
endurtekur seg hesaferð?
- Tað haldi eg ikki. Sum
eg havi skilt tað, so hevur
hópurin valt at góðtaka
boðini, og nú verða so allar
kreftir lagdar í seinastu
dystirnar, soleiðis at enda-
støðan kann gerast tann
best møguliga, staðfestir
Rúni Nolsøe.
Nýggi maðurin
Seinastu tíðina hevur Julian virkað sum venjari hjá ÍF-
Føroyum, men mikudagin kemur hann so til Føroya at leiða
HB seinastu seks dystirnar
mynd: www.fotboltur.fo
Tíðindaskrivið, sum HB legði út á heimasíðuna
um seks-tíðina mánakvøldið, var soljóðandi:
Sagt skal verða frá, at samstarvið millum Havnar
Bóltfelag og Heine Fernandez frá í dag av er
hildið uppat.
Partarnir hava viðgjørt ítróttarligu úrslitini hjá
felagnum í seinastuni og eru eftir hetta vorðnir
samdir um at halda uppat við samstarvinum.
Sum nýggjan lim í venjarahópinum er settur fyrr-
verandi HB- og landsliðsleikarin og núverandi
venjari hjá ÍF Føroyum í Keypmannahavn, Julian
Hansen.
Sagt verður somuleiðis frá, at nevndin ikki hevur
aðrar viðmerkingar enn hesa til ta av felagnum
tiknu støðu.
BOÐINI FRÁ HB
Claus
og
Jón Rói
eru við
Mánakvøldið
stóð
greitt, at talan ikki verð-
ur um avboð frá hvørki
Jón Róa Jacobsen ella
Claus Bech Jørgensen
til komandi landsliðs-
uppgávurnar.
Teir báðir fingu báðir
skaðar at dragast við í
farnu viku, og tí var iva-
samt, hvørt tað skuldi
eydnast teimum at verða
klárir, nú landsliðið fer
til Fraklands mikudagin.
Jón Rói keikti fótin, tá
Frem seinasta mikudag
spældi móti Vejle í
donsku steypakapping-
ini, og tað hevði við sær,
at hann ikki var í hóp-
inum, sum skuldi spæla
móti sama Vejle í lands-
kappingini um viku-
skiftið.
Mánadagin tosaðu
landsliðsvenjararnir við
Jón Róa, og tá sá ljósari
út. Spælarin skuldi týs-
dagin taka lut í venjing-
unum hjá Frem, og hann
verður tí eisini við í
hópinum, sum fer av-
stað til Fraklands.
Claus Bech Jørgensen
fekk ferðilin av einum
vøddaskaða, tá Coven-
try fyri góðari viku síð-
ani vann 3-0 á Queens
Park Rangerst. Ein dyst-
ur, har Claus annars
skeyt fyrsta málið, sum
yvir høvur er skotið á
nýggja heimavøllinum
hjá Coventry.
Hóttandi skaðin hevði
við sær, at Claus ikki
var á liðnum, tá Coven-
try spældi um viku-
skiftið,
men
mána-
kvøldið var hann tó
partur av eykaliðnum
hjá felagnum, tá hesir
skuldu royna seg.
Og her vóru boðini
positiv. Claus var á vøll-
inum mest sum allan
dystin, uttan at hann
merkti nakað til skaðan,
og tí er hann eisini
tøkur.
-mørk