mikudagur 31. august 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 31. august 2005
25
Grundstykkir á
Kambsdali
Í nýggju útstykkingini á Kambsdali eru nøkur
grundstykkir eftir til sølu.
Stykkini eru útgrivin og planeraði og klár at byggja
á. Støddin á hvørjum stykki er uml. 550 fermetrar.
Nærri fæst at vita við at venda sær til býráðsskriv-
stovuna tlf. 444006
Fuglafjørður, tann 26. august 2005
Fuglafjarðar kommuna
Hús í miðbýnum til leigu!
Húsini í Niels Finsensgøtu 32
eru til leigu.
Talan er um góðar 300 fermetrar
í 3 hæddum umframt loft.
Hølini eru vælegnaði til íbúðir,
skrivstovur og/ella annað vinnuligt
virksemi.
Eigararnir ynskja at hølini helst verða
leigaði út sum eitt leigumál.
Áhugaði kunnu ringja á tel 312957
ella 217366.
Innan Heimarøktina og Serforsorgina við fyribils tænastu í Sambýlinum í
Niðarugøtu 15 í Hoyvík er 1 fulltíðarstarv, 40 tímar um vikuna, leyst til setan
skjótast tilber, tó í seinasta lagi 1. novembur 2005.
Sambýlið í Niðarugøtu 15 er eitt sambýli fyri seinheilaskadd fólk í aldrinum 18
til 66 ár. Sambýlið er skipað undir Serstovnadeildini, sum er deild undir
Heimarøktini og Serforsorgini.
Í sambýlinum koma fýra seinheilaskadd fólk at hava fastan bústað og ávísa
viðgerð. Hetta eru íbúgvar hvørs virkisstøði ber dám av truplum kognitivum
avleiðingum, og hjá onkrum er eisini talan um umfatandi fysisk brek.Tilboðini
í gerandisdegnum verða tilrættisløgd eftir tørvinum hjá tí einstaka.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hevur viðkomandi pedagogiska, terapeutiska
ella røktarliga útbúgving og ávísan kunnleika til økið.Umráðandi er,at umsøkj-
arar hava fakligan áhuga og góð samstarvsevnir.Ætlanin er at seta ein fleirfak-
ligan starvsfólkabólk, sum í felag skal loysa allar uppgávur á sambýlinum.
Vit bjóða
Eitt arbeiði har tú hevur ávirkan á innihaldið í starvinum og gerandisdagin hjá
búfólkinum. Eisini er møguleiki fyri at fáa tær størri kunnleika til økið og verða
við til at menna stovnin. Vit eru ein fysioterapeutur og seks pedagogar, sum
fegin vilja hava ein glaðan og positivn arbeiðsfelaga.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, so talan verður um bæði dag-, kvøld- og døgn-
arbeiði eins og vikuskiftisarbeiði og serstakar dagar.
Tann ið sett/ur verður, verður lønt/ur eftir galdandi sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag.
Umsóknarfreist
Umsóknir við próvskjølum og C.V. skulu verða sambýlinum í hendi í seinasta
lagi hósdagin 15. september 2005 kl. 12.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran á sambýlinum,
á tlf. 313463 ella 213363
Sambýlið
Niðaragøta 15
188-Hoyvík
Att: Leiðarin
Heimarøktin og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Starvsfólk til Sambýlið
í Niðarugøtu 15 í Hoyvík
Lesið Sosialin - so eru tit við
Lesið
-tað loysir seg