týsdagur 10. oktober 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
STEFAN Í SKORINI
Sagt verður av Smyril Line,
at bygt er uppí fyri at skipið
skal vera støðugari undir
sigling. Hetta munnu nøkur
okkara, sum eru ring í
sjóverki, gleða okkum um.
Skipið hevur fingið ein
útbygning aftast, og hann er
festur frameftir síðunum.
Orsøkin til útbygningin er
altjóða krøv, sum verða sett
øllum ferðamannaskipum.
STEFAN Í SKORINI
Íslendsk skip hava bara
fiskað svartkjaft í ár, og
næstan helmingurin av
samlaðu veiðuni hjá ís-
lendingum í ár er fingin til
høldar í september. Íslendsk
skip hava fingið 69.300 tons
í ár, harav 29.100 tons í
farna mánaða.
Samlaða veiðan hjá út-
lenskum fiskiførum í sep-
tember er 33.487,7 tons.
Íslendingar eiga nógv tann
størsta partin, meðan russar
hava
fiskað
næstmest.
Russar hava veitt 2393,7
tons av svartkjafti, og hetta
er eisini samlaða veiðan hjá
russiskum skipum í sep-
tember umframt fimm tons
av kongafiski.
Skip úr ES-londum hava
veitt 1989 tons í føroyskum
sjógvi, meðan onnur skip
hava fingið 31498,7 tons í
september. Av skipunum úr
ES-londum hava donsk
fiskifør fiskað mest. Teirra
veiða er 1545 tons, og tað
er alt svartkjaftur.
Restina eiga Bretland og
Frankaríki, sum hava fingið
ávikavist 194 og 250 tons.
Størsti parturin av fronsku
Tá havnarfólk skoðaðu Norrønu í
morgun, vóru nøkur heldur skakk, tí
skipið var heldur margháttligt á at
líta við stórum útbygningi aftast á
skipinum
Hetta er tó ikki einasta
broytingin við skipinum, tí
onnur krøv altjóða vórðu
eisini sett. Gjørd eru tvey
vatntøtt skott á bildekk-
inum, so at bildekkið nú er
í trimum deildum. Um vatn
kemur í eina av deildunum
ber til at forða fyri, at tað
eisini kemur í hinar báðar,
tí skottini eru vatntøtt.
Arbeiðið
er
gjørt
í
Danmark á skipasmiðjuni í
Fredricia.
veiðuni er langasporl, sum
teir hava fingið 148,8 tons
av. Størsti parturin av veið-
uni hjá bretskum skipum er
61,8 tons av kongafiski.
Restin er fyri tað mesta
upsi, svartkalvi, flat fiskur
og langasporl.
Íslendingar hava havt
flestar fiskidagar í sep-
tember. Í 206 dagar hava
teir veitt 29.100 tons. Russ-
ar hava havt 55 fiskidagar.
ES-londini hava havt 162
fiskidagar tilsamans. Bret-
land eigur teir 78, meðan
Frakland hevði 64 og
Danmark 20.
Veiðan hjá útlendskum
fiskiførum er nú komin
uppá 225.373,6 tons í ár, og
nýttir eru tilsamans 5215
fiskidagar. Av samlaðu
veiðuni eru 200.636,7 tons
svartkjaftur.
ES-londini eiga 19.724,1
tons, meðan onnur lond eiga
205.649,5 tons. Russar hava
fiskað mest í føroyskum
sjógvi, og teirra skip hava
fingið 89.307,3 tons. Næstir
teimum eru íslendingar við
69.300 tonsum, og norð-
menn hava fingið 46965,9
tons í føroyskum sjógvi í ár.
Íslendingar
veitt mest
í september
Íslendingar eiga nógv tann størsta
partin av útlendsku veiðuni í
føroyskum sjógvi í september. 29.100
tons av føroyskum fiski eru farin um
lúnningina á íslendskum skipum í
farna mánaða
Norröna er umbygd á skipasmiðju í Fredericia. Hetta er gjørt, tí at altjóða trygdarkrøv verða sett ferðamannaskipum
Mynd: Jens K. Vang
Norrøna fingið
útbygning
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 194 - 10. oktober 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Internet: www.sosialurin.fo
Sosialurin
Oddagrein
Norðurlond og
umheimurin
Av royndum vita vit, at
sera nógv verður skrivað,
tá val er í hondum. Tí hev-
ur blaðleiðslan gjørt av, at
innsent politiskt tilfar í
samband við kommunu-
valið komandi verður av-
markað í longd til eina A4
síðu í vanligari skrift - ella
áleið 3.000 tekn - saman
við andlitsmynd av val-
evninum.
Øll valevni er kortini
vælkomin at skriva í Sos-
ialinum, men tilfar, ið ikki
lýkur treytirnar, kemur
ikki í blaðið.
Blaðleiðslan
Treytir fyri valgreinar
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Viðmerkingar:
At nakrir fáir á lógligan
hátt gera sær dælt av
minkandi veiðimøgu-
leikum og ríka seg
sjálvar upp, heldur enn
at hugsa um heildina,
má steðgast beinanvegin.
Jákup Egholm Hansen hev-
ur grein í bløðunum í sein-
astu viku, sum fær fólk at
undrast, tí hesin maður er
ikki hvør sum helst, men
formaður í einum sera týð-
andi føroyskum reiðarafe-
lag, nevniliga tí hjá rækju-
flotanum.
Var tað hvør sum helst,
so kundi tú halda, at hann
hevði miskilt kjakið, sum
tíbetur er byrjað um skipan
av fiskiríkidøminum hjá
Føroya fólki.
At formaðurin hjá rækju-
monnunum letur lesaran
skilja, at áskoðanirnar hjá
formanninum í búskapar-
ráðnum og hjá Føroya Javn-
aðarflokki vóru eins og tær
somu, líkist meira mani-
pulatión enn veruligum
vilja til eina sakliga viðgerð
av einum sera álvarsomum
máli.
Tað er als ikki so, at Javn-
aðarflokkurin
ætlar
at
leggja avgjald á fiskiloyvi
ella selja tey til hægst-
bjóðandi. Hetta er als ikki
tikið upp á tungu í javn-
aðarhøpi.
Veruleikin er, at tað al-
menna hevur latið fiskiloyvi
til ymisk reiðarí fyri á besta
hátt at gagnnýta tað ríka til-
feingi, sum er lívsgrundar-
lagið hjá okkum øllum før-
oyingum. Hesi loyvi skuldu
sjálvsagt latast fiskimonn-
um og skipum, sum hava
Fiskirættindi føroyinga verða framvegis
høvuðsálitið
besta møguleikan at gagn-
nýta fiskigrunnarnar, og tað
eru tey í flestum førum. At
tey so verða latin fyri einki,
ger rakstrarmøguleikarnar
hjá flotanum bara betri, og
tað skuldi so eisini komið
okkum øllum til góðar.
Men nú koma vit til tað,
sum ikki er sambæriligt við
andan og góða viljan om-
anfyri. Tí summir av hesum,
sum fingu álitið frá Føroya
fólki at gagnnýta okkara
felags tilfeingi, misbrúka
álitið. Ístaðin fyri at fiska,
leggjast teir á fiskirættind-
ini, sum teir fingu fyri einki,
leiga tey út til aðrar fyri
nógvar pengar ella selja tey
fyri okursprís. Altso ta álit,
hesir menn fingu, brúka teir
nú til at pumpa pening úr
eini fiskivinnu, sum framm-
anundan hevur tungt við at
klára seg.
Tað er júst hetta, sum ger
tað dýrt og ómøguligt hjá
framtakshugaðum, ungum
føroyingum at fara til verka,
tí áðrenn teir sleppa ígongd,
skulu teir (ikki gjalda til tað
almenna fyri fiskirættindi,
men) gjalda í dýrum dóm-
um til nakrar, sum fingu
rættindini fyri einki. Summ-
ir eru enntá so grammir at
vinna sær pening av fiski-
rættindunum hjá Føroya
fólki, at teir lata aðrar tjóðir
fara avstað við loyvunum
fyri pening, sum fer í teirra
egna privata lumma.
Tað eru hesi viðurskiftini,
Javnaðarflokkurin vil fáa
eitt kjak í lag um. Spurn-
ingurin er als ikki at køva
nakran bjartan neista, men
ansa eftir, at tilfeingið, sum
Føroya fólk eisini í fram-
tíðini skal liva av, verður so
rættvíst og skilaliga skipað,
at tað kemur øllum fólkin-
um til gagns.
Tað er neyðugt at lóggáva
so, at freistingin á lógligan
hátt at misbrúka álitið ikki
heldur fram, men at fiski-
loyvini, givin eru og vón-
andi fara at vera givin í
framtíðini, fara at koma øll-
um fiskimonnum, reiðarum
og øllum Føroya fólki til
mesta gagn.
Hans Jørgensen
Jeg tillader mig at komme
med en lille bemærkning til
den email du har sendt til
mig, og sikkert også en
masse andre, nu op til by-
rådsvalget.
Det er godt, at du arbejder
frem imod at få pasnings-
ordninger til alle børn! Jeg
har selv stået i situationen
2 gange, at skulle på arbejde
efter endt barselsorlov, uden
at have nogen dagpleje eller
daginstitutionsplads
til
børnene. Jeg ville hellere
end gerne være blevet
hjemme og passe børnene
selv, indtil de blev 2-3 år,
men det tillod økonomien
ikke.
Situationen er nu den, at
jeg er en af de heldige, som
har fået begge mine børn i
daginstitution. Begge fik
plads da var omkring 1 år.
Selv om jeg har fået mine
problemer løst, har jeg dog
ikke glemt den fortvivlede
situation, og er derfor glad
for, at der er nogen som ork-
er at fortsætte med at
kæmpe.
Jeg har dog nu fået et
andet problem, som jeg vil
bede dig have i erindringen:
Begge mine børn er i
Dagstovnurin í Hoyvík,
som (synes jeg) er den
bedste institution i komm-
unen. God beliggenhed i
naturlige omgivelser. Ind-
retningen er praktisk med
vuggestue og børnehave i
hvert hus, hvorved over-
gangen
ikke
føles
så
drastisk, når børnene flyttes
op. Ligeledes kan søskende
have megen glæde af
hinanden. Personalet er vi
også meget tilfredse med,
men .......
PROBLEMET ER: at
institutionen har alt for få
penge at arbejde med, hvor-
for antallet af personale er
skåret ned til et mini-
mum! I min datters børne-
have er der to voksne til 15
børn! Det kan til nød gå
nogle dage, men bliver A
syg, er B alene tilbage med
15 børn, og hun må måske
arbejde fra 7.30 til 17.00.
Når så A bliver rask, skal B
afspadsere al overtiden, og
så er A alene tilbage med
15 børn! Så kører den onde
cirkel. Personalet bliver så
nedkørte og pressede, at de
ikke orker at være aktive
sammen
med
børnene,
hvilket jo egentlig også er
en fysisk umulighed. Selv-
følgelig gør institutionen
hvad den kan, og personalet
hjælper hinanden på tværs
af stuerne, men .... det er jo
blot at flytte problemet!
Jeg er ikke altid tryg ved
at aflevere min børn, under
disse omstændigheder! En
daginstitution er i mine øjne
ikke blot et sted hvor jeg
kan „komme af med mine
børn“. Det skulle gerne
være et sted, hvor de først
og fremmest er trygge, men
også får mulighed for at
opleve og lære om nogle
ting, som jeg ikke til dagligt
har tid eller mulighed for.
Du skriver selv, at børn skal
have tilbud om „udvikl-
ende“ pasningsordninger!
Som ressourcerne er nu, er
institutionen blot et sted
hvor børnene kan være,
mens jeg er på arbejde! Der
er ikke ressourcer til ud-
viklende aktiviteter!!!!!!
Ikke et ondt ord om perso-
nalet, de gør virkeligt hvad
de kan, men - de kan ikke
mere!!!!!!
Næste problem er så, at
de efterhånden har opsparet
så megen overtid, at in-
stitutionen er nødt til at
lukke mellem jul og nytår
(ligeledes
3
uger
om
sommeren) for at personalet
kan afspadsere. Det sætter
mange af os forældre i en
slem knibe, for det er ikke
altid muligt at få fri fra ar-
bejde lige i disse dage. Vi
er jo mange som har børn i
pasningsordninger, og vi
kan naturligvis ikke alle
holde ferie samtidig. Der er
mange virksomheder, som
ikke bare kan lukke og
holde ferie, enten af øko-
nomiske eller af kunde-
mæssige hensyn! Hvis man
da ikke har familie som kan
træde til og passe børnene,
hvad gør man så?
Du argumenterer med,
at 100% børnepasning er
en betingelse for en by i
udvikling, hvor trivslen er
i fokus! Jeg er ikke enig!
Hvis fokus på kvantiteten
går forud for kvaliteten,
så kan du have 110% pas-
ningstilbud om det skal
være. Det skaber ikke
trivsel og udvikling for
børnene, hvis der hverken
er
økonomiske
eller
menneskelige ressourcer
nok til at børnene kan
blive passet og aktiveret
på en tryg og udviklende
måde. Venligst hav dette i
erindring, i dit fremtidige
arbejde!
Med venlig og håbefuld
hilsen
Helle T. Johansen
Hoyvík
Til Elin Lindenskov!
Í hesum døgum verður ein frágreiðing frá einum so-
kallaðum Vísmannabólki almannakunngjørd. Vís-
mannabólkurin telur umboð úr øllum Norðurlondum,
og her eisini Føroyum. Ætlanin er, at Vísmanna-
bólkurin skal leggja fram til orðaskifti frágreiðingina
á komandi Norðurlandaráðsfundinum, sum verður í
Íslandi um ein mánað.
NÚ vita vit ikki í skrivandi løtu so nógv um innihaldið
í hesi frágreiðing, men útvarpið visti at siga frá mána-
morgunin, at Vísmannabólkurin kemur til ta niður-
støðu, at Norðurlond mugu til at orða ein felags
politikk mótvegis eitt nú Europasamveldinum, ið um
ikki so langa tíð eisini fer at fevna um fleiri av eystur-
europeisku londunum.
VÍSMANNABÓLKURIN hevur eftir øllum at døma
eina greiða støðu til ES og ljóðar hetta skilagott. Ikki
tí at tað er rætt at isolera seg ella at standa uttanfyri
felagsskapir av ymsum slag. Men tað er týdningar-
mikið, at Norðurlond, sum jú longu eru „splittað“ við
at nøkur eru í ES og nøkur uttanfyri, draga eina
felags línu í tí, sum júst eyðkennir Norðurlond sum
nakað serstakt. Her verður bæði hugsað um mentan
og annars samfelagsligar dygdir, sum í stóran mun
hava verið sermerktar fyri júst Norðurlond. Hvussu
oftani verður ikki víst til Norðurlendska vælferðar-
modellið og hvussu mong brúka ikki hetta modell
sum fyrimynd fyri framtíðar samfelagnum!
TAÐ var tann tíð, tá norðbúgvar kendu seg sum norð-
búgvar, tvs. nakað fyri seg. Tað varð tosað um at
skipa Norðurlond sum ein felagsskap av londum,
sum kanska kundi minna um ES ger tað á summum
økjum. Men sohvørt fleiri av Norðurlondum fóru uppí
ES fjarðaði hesin dreymur burtur, tó so at vit í dag
hava Norðurlandaráðið, ið skal bæði raðfesta og
staðfesta tann norrøna samleikan. Ymsar meiningar
eru um, hvussu væl hetta hevur eydnast. Nú verður
so vónandi lagt upp til, hvussu vit kunnu leggja nakað
meira ítøkiligt í henda samleika og hvussu vit menna
okkum sum eitt mentanarligt øki mótvegis um-
heiminum.
ÁHUGAVERT verður at síggja, hvat Vísmannabólk-
urin mælir til á hesum øki. At hann leggur stóran
dent á norrøna samleikan og at fáa Norðurlond at
kenna seg sum eina mentanarliga og samfelagsliga
eind er bæði gott og rætt. Londini goyma so stór
virði, at hesi mugu ikki missa fótafestið í tí meldrinum,
sum fer at koma í kjalarvørrinum á einum risastórum
samveldi í Europa - eftir amerikanskari fyrimynd.
Sjálandi skulu vit heldur ikki gerast nalvaskoðarar
og bara síggja Norðurlond sum svarið uppá tað
einasta rætt og besta. Lýti eru allastaðni. Men tað
ræður um at hjúkla um og virðismeta tað góða vit
hava sum norðbúgvar, ikki minst við tí fyri eygað, at
vit við at standa saman og kenna okkum sum eina
eindu, harvið eisini kunnu tilføra umheiminum nakað
gott á so nógvum ymsum økjum. Ikki minst demo-
kratiska hugsjónin og sosiala medvitið eru virði, sum
vit við røttum kunnu borðreiða fyri umheiminum.
Tað áhugaverda er, at Norðurlendska vælferðar-
modellið ikki bert kann vera góður íblástur hjá tilafturs-
komnum londum, men kann tað so sanniliga eisini
hjá framstandandi tjóðum sum eitt nú USA. Eitt nú
kundu amerikanarar lært nógv av okkara hugburði
eitt nú mótvegis deyðarevsing - og annars ikki minst
á tí sosiala økinum.