týsdagur 10. oktober 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JOHN JOHANNESSEN
Enn er eingin dagur settur
av til ávegis nakran ávegis
samráðingarfund millum
danskar ráðharrar og før-
oyskar
landsstýrismenn
undan fullveldissamráðing-
unum 26. november.
Løgmaður og danski for-
sætisráðharrin hava avtalað,
at danski búskaparmálaráð-
harrin, Marianne Jelved, og
føroyski landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum, Karsten
Hansen, skulu hittast at
samráðast um gjaldoyra-
samstarv, somuleiðis sum
danski løgmálaráðharrin,
Frank Jensen, og føroyski
landsstýrismaðurin í lógar-
málum, Høgni Hoydal,
skulu hittast at samráðast
um umsitingarligt samstarv
og borgararættindi.
Men hóast tað nú bert eru
góðar tvær vikur eftir til
fjóðra umfar í fullveldis-
samráðingunum, er eingin
fundur avtalaður.
Harafturat skilst á løg-
manni, at roknast kann við,
at fundurin millum Mari-
anne Jelved og Karsten
Hansen um gjaldoyrasam-
starv verður av ongum.
Fólkatkvøðan kom í
vegin
Danska fólkaatkvøðan um
evruna hevur seinastu mán-
aðirnar tikið nógva tíð og
orku frá donskum politik-
arum. Av somu orsøk hevur
danska stjórnin ikki havt
stundir at hugsa um ríkis-
rættarligu samráðingarnar
við føroyingar.
Tí var ynskið frá donsku
stjórnini, at fjóðra umfar av
samráðingunum ikki skuldi
haldast fyrr enn aftan á
donsku fólkaatkvøðuna. Og
fyri at gera sjálvan samráð-
ingarfundin lættari, skjeyt
danski
forsætisráðharrin
upp, at ávegis samráðingar
skuldu
haldast
millum
danskar ráðharrar og før-
oyskar landsstýrismenn.
Hesar samráðingar helt
danski
forsætisráðharrin
vera umráðandi at hava sum
skjótast eftir donsku fólka-
atkvøðuna, men hóast tað
hósdagin eru tvær vikur síð-
ani evruvalið, eru eingin er
eingin fundur avtalaður.
Tað einasta, sum er kom-
ið fram, er, at tað er óvist,
um nakar fundur verður
millum Marianne Jelved og
Karsten Hansen. Orsøkina
til hetta heldur Anfinn
Kallsberg, løgmaður, vera,
at úrslitið av donsku fólka-
atkvøðuni gjørdist eitt nei
til evruna.
– Tá danir varðveita krón-
una sum danskt gjaldoyra,
og vit framvegin ynskja at
vera í gjaldoyrasamstarvi
við Danmark, er ikki so
nógv, sum skal avgreiðast
millum partarnar innan
gjaldoyrasamstarvið, sigur
Anfinn Kallsberg.
Fundurin ikki útsettur
Hóast tað nú er farið at tátta
í við tíð til fjóðra umfar í
fullveldissamráðingunum
og ongar ávegis samráðing-
ar enn eru settar á dags-
skránna, roknar løgmaður
ikki við, at samráðingar-
fundurin 26. november
verður útsettur.
Ógreitt við
ráðharrasamráðingunum
Ætlanin var, at danskir ráðharrar og føroyskir landsstýrismenn skuldu hittast
til samráðingar um fullveldismálið undan formellu samráðingunum 26. okotber,
men enn eingin fundur avtalaður
Landsstýrið
arbeiðir
áhaldandi við fyrireikingun-
um til fundin, sum skal
hann vera til ásetta tíð, og
landsstýrið er komið so
mikið áleiðis, at ein skab-
elón til eitt samráðingar-
upplegg er liðug.
Løgnaður ásannar, at alt
er ógvuliga óvist við ætlaðu
ávegis
samráðingunum,
men tað skilst á honum, at
hann hevur tosað við
danska forsætisráðharran
um hetta, og at ein loysn er
á veg.
JOHN JOHANNESSEN
Einaferð í hesi vikuni fær
Tórbjørn Jacobsen at vita
frá sýslumanninum í Eyst-
uroynni, hvør avleiðingin
verður av, at hann sigldi á
land við skipi sínum,
Halgafelli, í Noreg 11.
januar í ár.
Sýslumaðurin og lands-
stýrismaðurin hava avtal-
að at hittast einaferð í vik-
uni, tá tað liggur fyri. Hvat
úrslitið av hesum fundin-
um verður, er ikki greitt
enn, men Sosialurin veit
Lagnan hjá Tórbjørn
avgjørd í vikuni
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, skal
í hesi vikuni á fund við sýslumannin í
Eysturoynni um ákæruna móti honum. Eft-
ir hendan fundin fer Tjóðveldisflokkurin
at viðgera støðuna hjá landsstýrismann-
inum
um líkandi ákærur, ið
hava ført til bót á 5.000
krónur.
Tórbjørn Jacobsen er
ákærdur fyri, at hann ikki
hevð
útsýnismann
á
brúnni
hesa
náttina,
óhappi hendi.
Tjóðveldisflokkurin
hevur fund um støðuna
hjá Tórbjørn Jacobsen so
skjótt, Tórbjørn Jacobsen
hevur tosað við sýslu-
mannin. Tó er ikki hugs-
andi, at málið fer at fáa
politiskar avleiðingar fyri
landsstýrismannin.
JOHN JOHANNESSEN
Tað er nú endaliga greitt,
at kommunuvalið verður
týsdagin 21. november.
Løgtingið samtykti end-
aliga fríggjadagin upp-
skotið broyting í lógini
um kommunuval og í gjár
lýsti løgmaður formliga,
at kommunuvalið verður
Kommunuvalið lýst
Løgmaður lýsti í gjár formliga, at komm-
unuvalið í ár verður týsdagin 21. november
21. november.
Løgmaður ger eisini
vart við, at valevnislist-
arnir skulu latast val-
nevndarformanninum í
avvarandi kommunu ella
kommununi, og skal hetta
í seinsta lagi verða gjørt
týsdagin
31.
oktober
klokkan 18.
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 194 - 10. oktober 2000
Nr. 194 - 10. oktober 2000
gult cyan magenta svart
Nýggj kunningartænasta til Havnafólk. Her fært tú nærri at vita um byggiloyvi, dagstovnar
og hegnskyldu - snøgt sagt kunning um allar tænastur og øll tilboð til fólk í Tórshavnar
kommunu. Ring 31 51 60 ella kom inn í avgreiðsluna við Vaglið.
SNARSKIVAN
-greið boð um Havnina
ROTTUR Á LOFTINUM?
stephanssons hús
EYÐUN KLAKSTEIN
Fjarhitafelagið tekur ov
nógvar pengar teimum sum
brúka fjarhita, og grundgev-
ingarnar fyri teimum ymsu
gjøldunum eru bæði óhald-
barar og skiftandi.
Hetta førir fjarhitanevnd-
in hjá eigarafeløgunum í
Hoyvík fram í fýra notatum,
sum Sosialurin hevur fingið
hendur á. Notatini eru skriv-
að til fundin, sum skal vera
millum fjarhitanevndina og
borgarstjóran
í
Havn
seinnapartin í dag.
– Vit finna okkum ikki í,
at fjarhitaveitarin, sum hev-
ur fingið monopolstøðu upp
í hendurnar frá býráðnum,
brúkar skiftandi óhaldbarar
grundgevingar og leysar pá-
standir fyri sínum kapping-
arføri, sigur fjarhitanevndin
í skrivi til borgarstjóran í
Havn.
– Eftir okkara tykki er tað
Tórshavnar býráð, sum hev-
ur skyldu at tryggja áhuga-
málini hjá brúkarunum í
fjarhitaspurninginum. Vit
venda okkum tí við hesum
til Tórshavnar býráð við
kravi um at fáa prísviður-
skiftini í rættlag, sigur fjar-
hitanevndin hjá eigarafeløg-
unum Millum Gilja, Eystan
Gil, Lítla Gil og Inni á Gøtu,
har fjarhitin verður brúktur.
Tað eru Tórshavnar býráð
og SEV, sum eiga hvør sína
helvt í Fjarhitafelagnum.
Krevja eina loysn
Fyri umleið tveimum vikum
síðani fingu tey, sum brúka
fjarhita frá Fjarhitafelagn-
um, stóra eykarokning fyri
nýtsluna í ár. Orsøkin er, at
hóast fjarhitin als ikki er
tengdur at oljuprísinum,
leggur Fjarhitafelagið sín
prís eftir oljuprísinum.
Men sambært fjarhita-
nevndini hjá eigarafeløgun-
um er prísurin á fjarhita sett-
ur ov høgt sammett við olju-
prísin, og fjarhitanevndin
hevur farnu trý árini arbeitt
við at fáa síni sjónarmið
ígjøgnum – tó uttan úrslit.
Nú krevur fjarhitanevnd-
in, at Tórshavnar býráð
kemur upp í málið fyri at
tryggja áhugamálini hjá
teimum sum brúka fjarhita.
– Vit krevja, at ítøkilig
stig verða tikin beinanveg-
in, so at ein loysn kann
verða funnin á ósemjuni
millum Fjarhitafelagið og
brúkararnar. Antin verða
prísirnir rættaðir ella fáa
brúkararnir
fullgóðar
grundgevingar fyri, at prís-
urin livir upp til lyftið um,
at tey, sum brúka fjarhita,
ikki skulu gjalda meira hit-
an, enn tey sum brúka olju,
sigur fjarhitanevndin hjá
eigarafeløgunum í skrivin-
um til borgastjóran í Havn.
Gjalda ein fjórðing ov
nógv
Í teimum fýra notatunum,
sum fylgja við skrivinum til
borgarstjóran í Havn, ger
fjarhitanevndin greitt, hví
hon heldur, at prísurin fyri
fjarhitan, íbindingargjaldið
og fasta gjaldið eru sett ov
høgt.
Fjarhitanevndin sigur seg
góðtaka, at fjarhitaprísurin
verður lagdur eftir oljuprís-
inum, men nevndin vísir á,
at Fjarhitafelagið tekur ov
nógvar pengar fyri fjarhitan
sammett við oljuna. Fjar-
hitafelagið hevur roknað
seg fram til, at orkutapið í
oljufýrdum anleggum er
nógv størri enn í fjarhita-
anleggum, og tí skulu fjar-
hitabrúkarar gjalda 43%
meira fyri fjarhitan, enn fólk
gjalda fyri olju.
Fjarhitanevndin
hevur
gjørt sínar egnu útrokningar
sum vísa, at orkutapið á
oljufýringum er bara 14%
meira, enn tá talan er um
fjarhita. Tí heldur fjarhita-
nevndin, at brúkararnir
gjalda ein fjórðing ov nógv
í nýtslugjaldi fyri fjarhita.
Fjarhitanevndin hjá eig-
arafeløgunum hevur skotið
upp, at ein óheft kanning
verður gjørd at nýtslugjald-
inum, men hetta vildi Fjar-
hitafelagið ikki hoyra talan
um.
Ov høgt
íbindingargjald
Eisini tá talan er um íbind-
ingargjaldið eru Fjarhitafel-
agið og brúkararnir ósamdir
um um prísin.
Fjarhitafelagið tekur eitt
íbindingargjald, sum skal
svara til tað sparingina, sum
tað er av at seta ein hita-
vekslara upp og ikki eina
oljufýring, ketil, tanga og
skorstein.
Hesa sparing metir Fjar-
hitafelagið er 25.500 krón-
ur, men fjarhitanevndin hjá
eigarafeløgunum
hevur
kannað prísir og er komin
fram til, at munurin er bara
umleið 12.000 krónur. Tí
heldur nevndin, at Fjarhita-
felagið tekur góðar 13.000
krónur ov nógv í íbinding-
argjaldi.
Og sum tað seinasta vísir
fjarhitanevndin á, at fasta
Gjalda ov nógv fyri fjarhitan
Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í Hoyvík hevur roknað seg fram til, at fólk gjalda ein fjórðing ov nógv fyri
fjarhitan. Harafturat heldur nevndin, at bæði íbindingargjaldið og fasta gjaldið eru órímulig
gjaldið verður ásett uttan at
nøkur tænasta verður latin
afturfyri. Sambært Fjarhita-
felagnum skuldi fasta gjald-
ið svara til tað, sum fólk
gjalda fyri oljufýrtænastu,
men hóast brúkarar av fjar-
hita gjalda eitt árligt gjald
til Fjarhitafelagið fylgir
eingin tænasta við.
Fjarhitafelagið
hevur
seinni víst á, at hetta gjaldið
skal viga upp fyri, at fólk
brúka meira pláss til olju-
fýring enn til hitavekslara,
og tí skulu fjarhitabrúkarar
gjalda fyri hesa sparing.
Men hesa grundgeving við
fjarhitanevndin als ikki góð-
taka.
Álvarslig støða
Fjarhitanevndin hjá eigara-
feløgunum er sera misnøgt
við viðferðina, sum brúkar-
ar hava fingið frá Fjarhita-
felagnum, og nú roynir fjar-
hitanevndin at fáa borgar-
stjóran at leggja uppí.
Fjarhitanevndin saknar
haldgóðar grundgevingar
fyri príspolitikkin hjá Fjar-
hitafelagnum, og nevndin
krevur at fáa hesar grund-
gevingar ella at fjarhitaprís-
urin verður settur niður.
– Fyri brúkararnar er tað
ein álvarslig støða, at vit
ikki kunn treingja ígjøgnum
við okkara sjónarmiðum,
men vit kenna, at vit hava
eina góða sak at stríðast
fyri, og tí eru vit á onga hátt
sinnað at sleppa málinum,
sigur fjarhitanevndin hjá
eigarafeløgunum í skrivin-
um til Leiv Hansen, borg-
arstjóra í Havn.
Seinnapartin í dag verður
fundur millum borgarstjór-
an og fjarhitanevndina hjá
eigarafeløgunum um málið.
Prísurin fyri fjarhitan, sum kemur frá brennistøðini á Sandvíkarhjalla, er ov høgur sammett við oljuna, sigur fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í
Hoyvík