Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SVEINUR TRÓNDARSON Eitt stempul frá Club 20 var um vikuskiftið við til at avdúka ein bilførara, sum hevði koyrt eitt skelti niður í Hoyvík. Nú verður maðurin ákærdur fyri rúsdrekkakoyring og fyri at rýma av staðnum, eftir eitt ferðsluóhapp. Søgan byrjaði við, at maðurin í bili sínum koyrdi á eitt skelti, sum stendur við »oyggjarnar«, sum gjørdar eru í vegin í Hoyvík. Bilførarin hevði eftir øllum at døma ikki so góðan hug at siga løg- regluni frá, at hann hevði rent á, tí sum skilst hevði hann smakkað sær á, og tað er ikki loyvt, tá ein koyrir bil. Tíverri fyri førarin, var hann ikki varugur við, at nummarplátan var dottin av, tá hann rendi á skelti. Tí kann sigast, at hann legði visittkort eftir seg, á staðnum. Tá løgreglan kom á staðið og fann nummar- plátuna, hevði hon lætt spæl. Hon kundi staðfesta at talan var um ein Saab, og vitandi um hetta, koyrdu løgreglumenninir ein túr norðureftir, at vita, um teir fingu bilin aftur. Tað gjørdu teir ikki. Aftur ímóti koyrdu teir Stemplið avdúkaði hann Ein bilførari, sum rýmdi frá einum lítlum ferðsluóhappi um vikuskiftið var avdúkaður, tá løgreglan kom á vitjan. Teir høvdu nummarplátuna við, og á hondini hevði hann eitt stempul frá Club 20 – við dagfesting seg fram á ein kúfangara av einum Saab, sum lá á vegnum í Kollafirði. Nú helt løgreglan í Havn tað ikki vera neyð- ugt at fara longur og ístað- in setti hon seg í samband við løgregluna í Eystur- oynni. Bilurin var heima- hoyrandi har, og tí bóðu teir løgregluna í Runavík fara at vitja mannin. Hon so gjørdi. Tá teir komu til húsini fingu teir at vita, at maðurin var farin til songar. Hann var kortini fingin upp aftur úr seingini, og royndi hann at muta ímóti, at hann hevði verið í Havn, so bar illa til hjá honum. Løg- reglan í Havn stóð nevni- liga við nummarplátuni til bilin. Men tað var nú ikki tað einasta. Tí á hondini hevði hann eitt stempul, sum greitt boðaði frá, at hann hevði verið í Club 20 í Havn, júst hetta kvøldið, tí har stóð Club 20 við dagfestingini á. Og tað er ikki á hvørjum degi, at løgreglan fær so góða hjálp til at uppklára eitt ferðsluóhapp… Sjey herverk á bilar Løgreglan í Havn hevur fingið fráboðan um herverk á sjey bilar um vikuskiftið SVEINUR TRÓNDARSON Tað er onkur, sum hevur verið í ringum lag um viku- skiftið, og latið ringa lagið ganga út yvir bilarnar hjá øðrum. Á støðini í Havn, hevur løgreglan fingið at vita um sjey herverk móti bilum, sum hava staðið við sjón- leikarahúsið og niðan móti Viðarlundini. Vakthavandi á støðini í Havn sigur, at teir enn ikki hava greiðu á, um saman- hangur er millum herverk- ini. - Í fyrsta umfari fingu vit fimm fráboðanir. Síðani komu tvær afturat, so nú eru vit uppi á sjey. Tær fyrstu komu leygardagin og tann seinasta er komin í morgun, so tað kann merkja, at ikki alt er gjørt í senn, men tað er kortini vónleyst at siga nakað um, kortini. Í flestu førum er talan um, at rútar eru brotnir. Í ávísum førum hevur tað kortini ikki verið nóg mikið, tí onkrir bilar hava eisini fingið djúp- ar foyrur í lakkið, so tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa hetta gjørt aftur. Løgreglan í Havn hevur enn onga hóming av, hvør hevur gjørt ógerðina. — Tað hava vit tíverri ikki, so um onkur er, sum veit um okkurt, ella uppaftur betri, um onkur er, sum hevur sæð tilburðirnar, so taka vit fegin ímóti upplýsingum, sigur vakthavandi á støðini í Havn. Landsnevndin hjá Bláa Krossi Føroya hevur á fundi gjørt av, at Ráðið Fyri Ferðslutrygd skal hava blá-krossviðurkenningina fyri ár 2000. - Ráðið Fyri Ferðslutrygd fær hesa viðurkenning fyri sítt upplýsandi og ráðgevandi arbeiði um rúsdrekka og ferðslu millum ung, sigur landsnevndin hjá Bláa Krossi í grundgevingini fyri viður- kenningina. Í hesum sambandi bjóðar Blái Krossur til eina lítla sam- komu í dagtilhaldinum „Kafé Blákrosstovan“ í Kongagøtu 8 týsdagin 10. oktober kl. 15.00. Aðalskrivarin hjá Bláa Krossi Føroya fer at handa einum um- boði frá Ráðnum Fyri Ferðslu- trygd heiðursbræv á samkom- uni. SíS Ferðslutrygd fær blákrossviðurkenningina Jón Kragesteen og tey á Ráðnum Fyri Ferðslutrygd fáa í dag heiðursbræv frá Bláa Krossi fyri upplýsandi og ráðgevandi arbeiði um rúsdrekka og ferðslu millum ung 6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 194 - 10. oktober 2000 Nr. 194 - 10. oktober 2000 Fullveldið forðar flogvøllinum EDVARD JOENSEN Flogvøllurin: Líkt er til, at ætlaðu útbyggingarnar á flogvøllinum í Vágum verða seinkaðar, ella í ring- asta føri av ongum. Ymsar frágreiðingar eru um or- søkina. Flogvallarovastin í Vág- um sigur seg hava fingið at vita, at politisku samráðing- arnar millum Danmark og Føroyar hava gjørt, at danir vilja steðga við útbygg- ingini. Fulltrúi í Ferðslumálaráð- num sigur, at grundin er tann, at danir heldur rað- festa íløgur í Danmark enn íløgur í Føroyum. Úrslitið er í øllum førum, at eingin króna er sett av til flogvøllin í Vágum í upp- skotinum til komandi danska fíggjarlóg. Ætlanir eru frammi um útbygging av flogvøllinum í Vágum. Bæði at leingja vøllin sum er, og at byggja terminalin út, so hann gerst betri førur fyri at avgreiða ta støðugt vaksandi ferðsl- una um flogvøllin. Finnbogi Niclasen, flog- vallarovasti hjá Statens Luftfartsvæsen í Vágum, sigur, at tinginar hava verið við danskar myndugleikar um útbyggingina. Men fyribils er alt steðgað upp, tí eingir pengar eru at fáa. Finnbogi Niclasen sigur eg hava fingið sum grund- geving, at danir ynskja at bíða við útbyggingini, til teir vita, um teir yvirhøvur eiga flogvøllin, ella um før- oyingar fara at yvirtaka hann. Staturin átti fyrr allar flogvallirnar í Danmark. Men so við og við eru teir lagdir út til ymisk feløg at reka. Í dag eigur staturin bara flogvallirnar á Born- holm og í Vágum. Men nú er líkt til, at kenslurnar fyri flogvøllin- um í Vágum eru munandi kølnaðar í Ferðslumálaráð- num. Niels Remmer, fulltrúi í Ferðslumálaráðnum, váttar, at eingir pengar yvirhøvur eru settir av til flogvøll í Føroyum á fíggjarlógarupp- skotinum til komandi ár. Niels Remmer sigur, at danir hava nógv at brúka pengar til, og Ferðslumála- ráðið hevur ikki so nógv, at nakað er at taka burtur av til føroyingar. Raðfest er, sigur hann, og avgjørt er at brúka allar pengarnar í Danmark. Har eru vegir og jarnbreytir, sum Ferðslumálaráðið met- ir hava meira brúk fyri pengum, enn ein flogvøllur í Føroyum. Niels Remmer sigur, at í Ferðslumálaráðnum verður ikki mett, at brúk er fyri nakrari útbygging yvirhøv- ur. Hann hevur verið nakrar ferðir í Føroyum, seinast fyri einum ári síðan, sigur hann, og kennir væl til við- urskiftini á flogvøllinum í Vágum. Teir trupulleikar, sum eru av øktari ferðslu, koma av, sigur Niels Remmer, fulltrúi í danska Ferðslumálaráð- num, at leiðslan á flogvøll- inum og feløgini, sum flúgva til Føroya, duga ov illa at leggja flúgvingina til rættis. Tað er eingin grund til at sprongja flogvøllin við komum og fráferðum í einar tveir tímar, meðan vøllurin so stendur ónýttur hinar 22 tímarnar av samdøgurðin- um, sigur Niels Remmer. Hann heldur, at um flog- vallarleiðslan, Atlantsflog og Maersk Air bóru seg eitt sindur skilabetri at, var eingin grund til at tosa um útbygging av terminalinum. Tað hevði verið tað sama sum at bygt høvuðsjarn- breytarstøðina í Keyp- mannahavn út eftir ferðsl- uni tollaksmessudag, sigur Niels Remmer, fulltrúi í Ferðslumálaráðnum. Ætlaðu útbygg- ingarnar á flog- vøllinum í Vágum eru fyribils steðgaðar, tí danir hava ikki hug at gera nakað, fyrr enn politisku viður- skiftini landanna millum eru greið Og sum nú er, eru ongar sum helst ætlanir um út- byggingar á flogvøllinum i Vágum, staðfestir Niels Remmer, fulltrúi í danska Ferðslumálaráðnum. Finnbogi Niclasen, flog- vallarovasti í Vágum, vísir aftur, at allir trupulleikar verða loystir við at leggja ferðaætlaninar um. Hann er samdur við Niels Remmer í, at hesin kennir viðurskiftini í Vágum. Og tí veit hann eisini, sigur Finnbogi Niclasen, at í Før- oyum eru allar aðrar ferðaætlanir soleiðis, at fólk fara heiman tíðliga á morgni. Tað verið seg suð- uroyingar, fugloyingar ella hvaðani tey so koma. Skipini sigla á morgni, og fólk fá ikki verið í Vágum fyrr enn út móti middegi. Tí liggja flogruturnar so- leiðis, sum tær gera. Og tá so ferðafólkini eru komin til Danmarkar og skulu víðari, liggja altjóða ruturnar soleiðis, at tú helst skalt vera í Kastrup ella Billund áðrenn klokkan fýra seinnapart, um tú ætlar tær víðari beinanveg. Tí nyttar tað einki at leggja fráferðirnar á høv- uðsrutunum seinni, enn tær liggja í dag, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti. Heldur ikki er so, lætt at leggja tær fyrr á morgni av orsøkum, sum vit í Før- oyum ikki ráða fyri, vísir hann á og tekur Billund- rutuna hjá Maersk Air sum dømi. Flogið verður úr Billund til Føroya, eftir at flogførini, sum Maersk Brúkar á hesi rutuni, eru komin aftur av øðrum rutum. Eitt nú London ella Venezia. So tann grundgevingin, at vit skulu leggja ruturnar um, heldur ikki, sigur Finn- bogi Niclasen, sum heldur fast við, at hann hevur fing- ið at vita, at tað er politiska støðan sum ger, at danir drála við útbyggingini í Vágum. At Ferðslumálaráðið sig- ur grundina vera, at teir heldur vilja brúka pengar- nar í Danmark enn í Før- oyum, tekur hann bara sum eina staðfesting av tí, hann hevur fingið at vita. Ætlaðu útbyggingarnar á flogvøllinum í Vágum eru fyribils útsettar, tí eingir pengar eru settir av á donsku fíggjarlógini. Ymsar meiningar eru um orsøkina. Flogvallarovastin sigur grundina vera politisku støðuna millum Danmark og Føroyar, meðan Ferðslumálaráðið sigur, at grundin stutt og greitt er tann, at danir hava valt at brúka pengarnar í Danmark Mynd: Edvard Joensen 10. oktober