týsdagur 10. oktober 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Arbeiðisbólkur
skal mála
oljutemperaturin
– Tað altavgerandi í øllum kolvetnismeldrinum er, at vit
koma turrskøddir út úr honum aftur segði Tórbjørn
Jacobsen á fundi í Oljutinginum. Man tað vera hetta, sum
teknarin Óli P hevur hugsasð um, tá hann gjørdi hesa
tekningina í Sosialinum?
JAN MÜLLER
– Føroyingar síggja fram til
eina gevandi oljuvinnu, ið
eyðvitað kemur at ávirka
onnur virði í samfelagnum,
sum vit eisini ynskja at
varðveita. Tí ræður um at
vera á støðugum varðhaldi
og at dubba seg leypandi,
fyri ikki at verða yvirrendur
av fremmandum skaðalár-
inum, ið kunnu hótta tilver-
una hjá teimum, sum altíð
hava búð og fara at búgva
her segði Tórbjørn Jacob-
sen, landsstýrismaður í
menta- og undirvísingar-
málum á fundi í Oljuting-
inum í farnu viku.
Hann boðaði í hesum við-
fangi frá, at hann umhugsar
at seta niður ein fylgjubólk
av samfelagsfrøðingum og
mentafólki, ið leypandi skal
máta temperaturin og geva
politiska valdinum góð ráð
um, hvussu farast skal fram
og hvussu skal stýrast ímill-
um boðar og sker, tá ið
henda enn ókenda vinna
tekur seg upp her á landi.
– Tað altavgerandi í øllum
kolvetnismeldrinum er, at
vit koma turrskøddir út úr
honum aftur, soleiðis at vit
eftir eitt møguligt oljuævin-
týr er liðugt, framvegis hava
eitt siviliserað vælferðar-
samfelag, sum tað er hug-
aligt og vert at búgva í segði
landsstýrismaðurin.
JONHARD HAMMER
Eini 1200 fólk vóru leygar-
dagin til stóra barnatiltakið
í ítróttarhøllini á Hálsi, har
Kular Røtur, Trølla-Pætur
og Kári Cool høvdu stór-
fingna konsert.
Og talan var eisini um frá-
líkt undirhald, har tann
óskikkiligi Kári Cool var
framúr sum frásøgumaður,
og har Trølla-omman um-
síður gjørdi sína entré.
Trølla-Pætur var eisini á
pallinum, filmur varð vístur
á stórskíggja og allir hinir
sangararnir í Kulum Rótum
vóru eisini við.
Konsertin byrjaði eitt
sindur óvanliga, tí eitt korter
áðrenn, hon varð sett at
byrja, kom tann kuli Kári
Cool á pallin. Fólk fóru
stórleypandi inn í høllina,
tí tey hildu at konsertin var
byrja, men tá var Kári Cool
komin á pallin at siga fólki
frá, at John Petersen hevði
lagt Føroyar fram um niðri
í Sveis.
Á motorsúkklu
Tað var ikki smávegis gjørt
burtur úr, tá Trølla-omman
umsíðir traðkaði fram. Fyrst
var ein filmur vístur á stór-
skíggja, har Trølla-omman
koyrdi undan løgregluni.
Frálíkt undirhald
Stóra konsertin við Kulum Rótum, Trølla-Pætur og Kára
Cool í Havn leygardagin eydnaðist sera væl. Talan var um
gott og fjølbroytt undirhald til børnini
Kári Cool fekk tá børnini at
happa politiið við at rópa
politiið-skiið
Og knappliga hoyrdist
buldur frá eini motorsúkklu
í høllini. Summi fólk hildu,
at tað var Sofus sum var frá
sær sjálvum og var farin á
konsert við eini Harley
Davidson, men so var ikki.
Tað var Trølla-omman og
Trølla-Pætur, sum drønaði
allan vegin upp á pallin á
eini motorsúkklu.
Umframt undirhaldið við
Trølla-Pætur, ommuni og
Kára Cool, var eisini nógv-
ur tónleikur. Kular Røtur
hava givið tvær fløgur út,
og teir sera væl umtóktu
sangirnar, vóru allir spældir.
Sangararnir sungu sera væl,
men kanska kundu onkrar
teirra roynt at fingið betri
samband við áhoyrarnar.
Serstakt
Kular Røtur eru vorðnar eitt
hugtak í Føroyum, og tað
er ikki so løgið. Tað verður
gjørt nógv burtur úr fyri at
undirhalda børnini, og bæði
tá talan er um tónleik, filmir,
pallshow og annað er und-
irhaldið serstakt.
Tónleikurin er frálíkur,
børnini kenna sangirnar, og
tá stórt myndashow, motor-
súkklur, dansarar og sang-
arar eru afturat kann tað
valla ganga galið.
Konsertin leygardagin í
Havn var frálík, og tað er
neyvan ov nógv at ynskja
sær, at Kular Røtur eisini í
framtíðni fara at hava líkn-
andi tiltak onkrastaðni í
Føroyum.
Tað er einki at ivast í, at Kári Cool er coolastur í Føroyum
Trølla-Pætur hevði eina framúr góða framførslu í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 194 - 10. oktober 2000
Nr. 194 - 10. oktober 2000
Telefonbókin 2001
Telefonbókin 2001
Í mars 2001 verður tele-
fonbókin fyri ár 2001
borin út til allar fastnets-
telefonfelagar í Føroy-
um.
Virki og stovnar skulu boða
frá um lýst verður í Gulu
síðum. Boðast skal eisini frá,
um verandi lýsing ynskist
óbroytt í næstu útgávu.
Týsdagin 31. oktober 2000 er sein-
asta freist, at koma við rættingum
til Hvítu síður í telefonbókini fyri ár
2001 (vanliga telefonyvirlitið). Rætt-
ingarblað til Hvítu síður er á síðu
548 í telefonbókini 2000, ið skal
sendast til: Teknisk avgreiðsla, Før-
oya Tele, Postboks 27, FO-100 Tórs-
havn ella faks 31 79 68.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað,
telefonnummar, o.s.fr. ber eisini til at
gera nakað serligt burturúr júst tín-
um telefonnummari, við undirstrik-
ingum, eykaupptøkum og undirupp-
tøkum. Prísurin er 57,50 kr. (íroknað
mvg) fyri hvørja undirstriking, eyka-
upptøku ella undirupptøku.
Búmerkið:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í
Hvítu síðum. Prísurin fyri búmerki er
1.500,00 kr (ikki íroknað mvg).
Talið av búmerkjum í Hvítu síð-
um er avmarkað.
att: Teleforlagið
Postboks 27 · 110 Tórshavn · tel 30 30 30 · fax 30 30 31
www.nummar.fo · info@nummar.fo
Hvítu síður
Gulu síður
Seinasta freist at
lata broytingar
inn er
týsdagin
31. oktober
2000
Týsdagin 31. oktober 2000 er seinasta freist, at boða frá
av nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum. Skráset-
ingar-/rættingarblað til Gulu síður er á síðu 547 í tele-
fonbókini 2000, ið skal sendast til Teleforlagið.
Prísir:
(A)+(D) Standardlýsing . . . . . . . . . . . . . . . . kr. 650,00
(B)
Stórt navn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr.
50,00
(C)
Innramming . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr. 100,00
(E)
Grafisk lýsing pr. mm (min. 30 mm) kr.
20,00
Litlýsingar:
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møgul-
eiki at lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostn-
aður fyri hvíta bakgrund er kr. 500,00 og fyri litir við
hvítari bakgrund kr. 1.250,00.
GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg!
JAN MÜLLER
Millum skúlarnar í Føroy-
um, sum av álvara eru farn-
ir at brynja seg út til eina
komandi
oljuvinnu,
er
Handilsskúlin. Tað kom eis-
ini týðuliga til sjóndar á
Oljutinginum í farnu viku,
sum nettupp varð hildið í
stóru høllini á Handilsskúl-
anum í Havn.
Ragnar Magnussen, stjóri
megnaði á livandi og greið-
an hátt at seta upp komandi
ætlaninar hjá skúlanum.
Hann vísti til tað samstarv-
ið, sum Handilsskúlin hevur
JAN MÜLLER
– Vit skulu nú orða málsetn-
ingin fyri og menna ymisku
útbúgvingarnar í Føroyum
við atliti at oljuvinnuni.
Áðrenn vit taka støðu og
avgera, hvørjar útbúgvingar
vit vilja fullføra, er neyðugt
at sundurgreina framtíðar
tørvin innan fleiri fakgrein-
ar. Hetta merkir eisini, at vit
mugu ásanna, at vit ikki
megna alt. Men tað vit av-
gera at vit skulu røkka, skal
fullførast á einum førleika-
stigi, ið svarar til altjóða
krøv. Føroysk arbeiðsmegi
fær hervið eisini atgongd til
ein stóran arbeiðsmarknað
segði landsstýrismaðurin í
undirvísingarmálum á Olju-
tinginum á Handilsskúlan-
um í farnu viku.
Tórbjørn
Jacobsen
greiddi frá, hvussu vit før-
oyingar síðani fyrst í 90-
unum høvdu ment okkara
útbúgvingarligu førleikar
við atliti til eina oljuvinnu.
Hetta byrjaði við, at stuðul
var latin til ungar føroying-
ar, sum tóku kavaraútbúgv-
ing og er so hildið fram til
vit í dag hava gjørt fleiri
týðandi avtalur við norskar
undirvísingarstovnar um
samstarv.
Avtalurnar, sum vit hava
gjørt við norsku skúlarnar,
hava sum høvuðsmál at út-
búgva føroyingar til kom-
andi størv innan oljuvinn-
una og gera ta føroysku út-
búgvingarskipanina
føra
fyri at útbúgva arbeiðsmegi
til oljuvinnuna.
Landsstýrismaðurin
nevndi eisini týdningin av,
at oljuvinnan er ein altjóða
vinna, og at tað er sera
umráðandi, at føroyski før-
leikin uppfyllir altjóða krøv.
– Lat okkum beinanvegin
gera okkum greitt, at Und-
irvísingar- og Mentamála-
stýrið ætlar ikki, at tann
minsti felagsnevnarin skal
verða galdandi fyri okkara
oljuútbúgvingar. Stýrið fer
nú í samstarvi við vinnu-
skúlarnar at kanna, hvør
førleiki er neyðugur og
kravdur í sambandi við tær
útbúgvingar, sum ætlanin er
at seta á stovn.
– Neyðugt verður síðani
at gera eina útbúgvingar-
ætlan á hvørjum einstøkum
skúla. Henda ætlan skal
vera til allar lærarar, ið hava
hug at menna teirra førleika
innan ávísar lærugreinir. Vit
vænta, og tað er eisini okk-
ara vón, at tær fyritøkur,
sum hava fingið boriloyvi,
á virknan hátt fara at hjálpa
til at fáa til vega neyðug
praktikkpláss og útbúgving-
arstørv segði landsstýris-
maðurin.
Tórbjørn Jacobsen vænt-
aði sær annars eitt positivt
samstarv millum vinnuskúl-
arnar og tær avvarðandi
oljufyritøkurnar.
Hann
nevndi eisini trygdarkrøv-
ini, sum verða sett í olju-
vinnuni og segði, at føroy-
ngar fara at átaka sær at
fyrisita og bjóða út skeið á
hesum økinum í samsvari
við krøvini hjá oljufyritøk-
unum.
Mugu
útbúgva okkum
til oljuvinnu
JAN MÜLLER
Millum fyrilestrarhaldarnar
á Oljutinginum í farnu viku
var eisini eitt umboð fyri
oljufelagið Statoil, sum er
eitt av fyristøðufeløgunum,
ið hevur fingið boriloyvi við
Føroyar. John Inderhaug
tosaði um treytirnar fyri at
vera veitari og um krøv til
samstarvsfelagar.
Hann
vísti á, at tað mesta ella um-
leið 95% av øllum virksem-
inum í leitiskeiðinum, ligg-
ur á veitarunum. Tí er tað
minimalt, hvat oljufeløgini
sjálvi eru uppi í. Hóast tað
í Føroyum verður tørvur á
eini útgerðarhavn frá byrj-
an, so duldi hann ikki fyri,
at meginparturin av virk-
seminum í sambandi við
leiting verður flutningur.
Hann vísti á, at neyðugt
er við dialogi millum veit-
ararnar og myndugleikarn-
ar. Her eru krøvini til
góðskustýring av stórum
týdningi. Í hesum sambandi
hevur atlit til heilsu, um-
hvørvi og trygd alt at siga.
Uppfylla veitararnir ikki
hesi krøvini, sum longu eru
kend aðrastaðni, so fáa tey
ikki sáttmálar.
Hetta kundi Leif Præste-
gaard frá norska útgerðar-
basanum CCB uttanfyri
Bergen staðfesta. Hann helt
fyri, at tað er slítandi, kostar
nógvan pening og setir stór
krøv annars at fara inn í
hesa vinnuna, men úrslitið
kann eisini gerast, at tú fær
ein kappingarføra fyritøku
og harvið lut í oljuvirksem-
inum. At raðfesta heilsu,
umhvørvi og trygd høgt er
ein fortreyt fyri einum góð-
um úrsliti vísti norðmaðurin
á.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum vísti á, at
tørvur er á at menna før-
oyska lógarverkið við atliti
til HUT-krøvini, tvs. til
heilsu, umhvørvi og trygd.
Sum er eru fáar lógir og
reglur fyri slíkum her á
Stór krøv til veitarar
Handilsskúlin brynjar
seg til oljuvinnu
Meira enn 100 fólk høvdu leitað sær á Handilsskúlanum á fyrsta fundin hjá Oljutinginum.
Mynd jan
fingið í lag við BI-handils-
skúlan í Stavanger. Inni-
haldið í hesum samstarvi
er at fáa skeið og útbúgv-
ingar á oljuøkinum inn um
Handilsskúlans gátt við
Marknagilsvegin. Og fyri-
reikingarnar eru komnar so
mikið væl áleiðis, at Hand-
ilsskúlin í næstum kann
bjóða eina røð av skeiðum.
Ragnar Magnussen segði,
at tey vóru komin til, at
skilabest var at byrja við
HUT-undirvísingini
tvs.
innan heilsu, umhvørvi og
trygd, nú júst hetta er so
týðandi fortreyt fyri øllum
oljuvirksemi og annars eis-
ini øðrum virksemi í før-
oyska samfelagnum. Tað
ræður um at flyta kunnleik-
an til HUT til Føroya sum
skjótast, nú boringarnar
standa fyri framman. Enda-
málið er so at senda hesa
vitan út í samfelagið og eis-
ini kanaliserra hana út aftur
í vinnuna. Tað ræður tí um
at menna føroyskan førleika
á hesum økjum.
Longu í næsta ár verður
farið undir 5 ymisk skeið í
HUT. Næsta stig verður so
at undirvísa í, hvussu man
handfer sáttmálar í hesi
nýggju vinnu. Og síðani
gongur tað slag í slag alt
árið 2001, 2002 og 2003 við
at skipa undirvísing í
góðskuleiðslu, projektstýr-
ing, roknskapi, fyrisiting og
leiðslu, marknaðarførings-
leiðslu,
strategiskari
leiðslu, oljubúskapi osfr.
Eisini umboð fyri BI
vórðu við á Oljutinginum
og greiddu frá BI. Tey sóu
stórar møguleikar í tí sam-
starvi, sum er fingið í lag
millum
handilsskúlarnar
báðar.
landi. Nú oljuvinnan setir
hesi so høgt eiga føroyskir
myndugleikar eisini at fok-
usera meira uppá hetta økið.
Hann vísti á, at virkini
mugu taka støðu til, um tey
vilja vera við í oljuvinnuni
ella ikki. Tey mugu so eisini
finna saman fyri at loysa
Frá Oljutinginum, har fleiri landsstýrismenn vóru við.
Mynd jan
trupulleikarnar.