Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 – Næsta summar fyllir Ólavsøkukonsertin 20 ár, og fyrireikingarnar eru so smátt farnar í gongd, tí hetta skal sjálvandi feir- ast. Men vit vilja ikki binda okkum ov nógv. Vit í Føroya Undirhalds Tónleik- arafelag skipa í løtuni fyri skeiðum og konsertum saman við djbfa. Vit vilja í hesum sambandi royna at fáa nøkur ung fólk við í nevndararbeiðið í FUT. Tað hevði tí ikki verið rætt, um vit tóku ov nógvar av- gerðir uttan um og vegna komandi nevndarlimir, Kaj Johannesen, formaður í FUT, sum skipar fyri Ólav- søkukonsertini. – Vit í FUT gleðast ann- ars um allar festivalar- nar, sum hava verið í summar. Fyri okkum sum áhugafelag er tað í okkara áhuga, at limir okkara hava flest møguligar pall- ar at framføra á. – Tí valdu vit t.d. ikki at kunngerða nøvnini á Ólavsøkukonsertini, fyrr enn hinir festivalarnir høvdu selt rættuliga fitt av atgongumerkjum, og vóru komnir fyri seg. Vit vildu ikki liggja í beinleiðis kapping við hinar. Í ár samstarvaðu vit við Summar Festivalin um teknisku út- gerðina, tøkningarnir og um armbondini, vónandi kemur G! við í hetta sam- starvið næsta ár. – Tað at Tim Christensen skuldi spæla setti stór teknisk krøv, tí var m.a. ein ljóðpultur leigaður úr Danmark, og tveir ljóðmenn komu úr Danmark at passa hann. Konsertin ljóðaði sera væl. – Tað hevur sínar fyri- munir at spæla í einum garði, har vindurin ikki stjelur ljóðið, sum hann ofta ger á uttandura kon- sertum. á i - i í n m - ð a a t d. ni lt i- ik – Eg haldi annars at summarið hevur verið fan- tastiskt, so nógv verðins nøvn hava verið í Føroyum, og vit hava upplivað so nógvan góðan tónleik. Tað einasta keðiliga við øllum hesum er, at sandingar valdu sama dato - tað er keðiligt. Tað, at teir ætla at gera tað aftur í 2006 er øðiliga ljótt av teimum. Tað er tápuligt at skapa sovorðið klandur, vit hava ikki brúk fyri split á føroyska tónleika- pallinum. – Tey vóru eisini øði- liga ljót í ár, tá tey yvirbjóðaðu okkum í roynd- ini at fáa Saybia at spæla. Vit høvdu ikki nógvan pening, men høvdu næstan fingið eina avtalu upp á pláss við Saybia, tá sandingar knappiliga bjóðaðu meira pening. – Eg vóni eisini at Strandferðslan fer at verða betur við næsta ár. Vit leggja nógva orku og pening í festivalin, og tá tey kunnu sigla til hvørt møti norðanfyri, so er tað ótrúligt, at tey ikki kunnu seta ein eykatúr inn í sambandi við festivalin. Sjóvegurin er okkara oyggjarvegur. Tað var gott at Strandferðslan setti eykatúrar til Summar Festivalin, men eisini tá áttu teir at havt fart úr Havn við Smyrli, tí har var kaos í Leirvík. Festivalar Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Summarið 2005 hevur verið størsta tónleikaárið nakr- antíð í Føroyum, við MjúS, Jóansøkufestivali, G!, Ólavsøkukonsert og Summar Festivali hevur ein sonn popp og rokk innrás verið í Føroyum alt summarið. Ongantíð áður hava so nógv heimsnøvn innan popp og rokk tónleikin vitja á okkara leiðum, og tað ber kanska enntá til at siga, at ongan- tíð fyrr hava so stór popp og rokk nøvn vitja her. Stór nøvn sum Brian McFadden, Ana Johnson, Nephew, Europe, Anne Linnet, Saybia, Tim Christensen og Shakin’ Ste- vens umframt hópin av spenn- andi útlendskum bólkum sum Afenginn, Hjálmar og Blue Foundation hava givið føroy- ingum eitt tónaríkt summar. Allir festivalarnir mólu runt, nakrir við lítlum yvirskoti aðrir við fitt- ligum yvirskoti, og allir við stórum ætlanum um festi- valárið 2006. Planet.fo hev- ur ringt runt og spurt festivalarnar um hvussu fyrireikingarnar til 2006 ganga. Onkur tosar um sam- starv, aðrir hava mest hug til at ilskast inn á onnur, men allir siga at 2006 verður størri enn 2005. – Vit hava eftirmett við fleiri partar, og fáa skriv- ligu eftirmetingina innan hvørt øki 1. september. Festivalurin í ár var ein góð roynd, við kanska 7000 túsund fólkum á festivali fingu vit trykkprøvað alt. Vit hava altíð ætlað at havt 5000 fólk á G!, og í ár náddu vit hesum, og eitt sindur afturat, vit høvdu 6.000 fólk við armbandi inni, og so vóru vit yvir- rend av øðrum fólki, sum vildu inn. Hetta skapti ov stórt trýst á eitt nú mat- sølurnar, og vesini, so hetta skal betrast, sigur Jón Tyril, fyriskipari. – Vit eru sikkur í, at vit eisini selja út næsta ár, og fara tá at halda okkum til umleið sama tal, 5000 ella kanska hækka tað til 6000. Men so ætla vit at gera økið eitt sindur størri, fyrst og fremst við at pumpa sand inn á Gøtusand. Sandurin er nokkso svikaligur, at hava við at gera. Vit pumpaðu eitt sindur inn í ár, men tað var dekan ov seint, so vit fara í gongd tíðliga næsta ár. – Vit fara nokk eisini at skerja talið á luttakandi bólkum eitt sindur niður næsta ár, 40 bólkar var í meira lagið. Tá so nógv fólk er á festivali, so tekur tað tíð at ferðast millum pall- arnar, tí var skráin eitt sindur knøpp. Eini 35 bólkar er nokk meira passandi. – Hóskvøldið riggaði væl í ár, men vit vóru tikin eitt sindur av bóli av hvussu nógv fólk kom, so tað skal skipast betur næsta ár. – Tónleikaliga ætla vit ikki at bakka nú. Vit eru farin undir at fyrireika G! 2006 og har verður sami leistur nýttur; ein fjøl- broytt skrá, sum nøktar all- an smakk, og sum er viðkom- andi. Vit vita ikki, hvørji nøvn vera enn. Vit hava tosa við onkran, men ikki gjørt narkar endaliga avtal- ur enn. Men tað ræður eisini um at finna útav hvat er møguligt, og hvat av tí møguliga passar til okkara skrá." G! Festival, 20.-22. juli 2006 estivalurin, 2006 Ólavsøkukonsertin, 27. juli 2006