Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 TEY UNGU HITTU TEY KENDU Nøkur ungfólk fingu í august mánaði høvi at hitta poppstjørnurnar Brian McFadden og Anu Johnsson. Tey ungu fingu eitt prát, klemm og autografar Fyrst í august mánaði vóru Brian McFadden og Ana Johnsson millum tey, sum høvdu framførslur á Summar Festivalinum. Popp- sangararnir úr Írlandi og Svøríki eru bæði kend nøvn millum før- oyskan ungdóm, og tí var áhugin stórur, tá ið Norðoya Sparikassi skipaði fyri kapping, har ungfólk kundu fáa møguleikan at hitta tey bæði. Hemming Petersen úr Klaksvík og Hjørdis Gullaksen úr Kollafirði vunnu kappingina um at hitta Brian McFadden, og tey bæði fingu eina signeraða fløgu frá írska sangarnum, tá tey hittu hann. Bergur Joensen úr Havn og Gunvá Olsen úr Porkeri vunnu kappingina um at hitta Anu Johnsson, og tey fingu somuleið- is eina signeraða fløgu í part. Men tað sum mundi verða minst líka stuttligt hjá hesum ung- fólkum var, at tey sloppu at hitta poppstjørnurnar, taka í hondina á teimum, fáa klemm og verða av- myndað saman við teimum. Umframt møguleikan at hitta stjørnurnar, vóru signeraðar fløgur eisini burturlutaðar í kappingini hjá sparikassanum í Norðoyggjum, umframt at tveir gittarar við heilsan frá ávíkavist McFadden og Johnsson vóru at kappast um. Bergur Joensen úr Havn og Gunvá Olsen úr Porkeri vunnu kappingina um at hitta Anu Johnsson. Bergur hevði unnustuna Katrin W. Bærentsen við sær, meðan Gunvá hevði vinkonuna Gurið Kristianssen við Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassa, leggur Anu Johnsson lag á, tá hon skal signera ein gittara, sum eisini varð burturlutaður í kapping Svenska poppstjørnan var fyrikomandi og blíð, og hon tók sær góðar stundir at skriva autografar og heilsa upp á fólk Her fær Bergur eina signeraða fløgu frá Anu Hemming Petersen úr Klaksvík og Hjørdis Gullaksen Kollafirði vunnu kappingina um at hitta Brian McFadden. Hemming bjóðaði systir sínari, Heidi Petersen, við, meðan Hjørdis bjóðaði vinkonuni Heidi Ryggshamar við at hitta Brian McFadden Brian McFadden skrivar eina heilsan á gittaran, sum eisini varð burturlutaður Hesar báðar fáa eisini autografar frá Brian McFadden