hósdagur 1. september 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Móti
Planet.fo
Myndir: Scanpix
Tey kendu gera nógv burtur úr, tá ið tey
skulu til stóru showini, har virðislønir
verða lætnar. Fyri nógv av teimum er talan um
ein tann størsta dagin í árinum, og tá verða
ikki bæði tey frægastu klæðin tikin fram.
Kvinnurnar fáa serligar kjólar seymaðar til
kvøldið, og sniðini eru bæði vøkur og avbjóð-
andi. Menninir hinvegin plaga at finna sær
sítt egna úttrykk við meira vanligum klæðum,
og teir smæðast ikki við at fara í kovboy-
buksir og t-shirt.
Mánanáttina var aftur eitt av teimum stóru
showunum á skránni, tá MTV læt virðislønir
til bestu og kendastu tónleikararnar í farna
ári.
Rockbólkurin Green Day gjørdist stóri vinn-
arin hetta kvøldið, og teir fingu ikki færri
enn sjey virðislønir fyri sín tónleik.
Men tað vóru nógvir aðrir smærri og størri
sigrar, og klæðini vóru eisini við til at
seta dám á kvøldið.
Stjørnurnar vístu seg fram
til MTV Music Awards
7
Mánanáttina vóru árligu MTV Video Music Awards
hildnir í USA, og í dagens anledning høvdu
tónleikastjørnurnar og onnur latið seg í fínasta
og nýggjast pussið. Flestu kvinnurnar vóru í
kjóla, meðan fleiri av monnunum vóru í
kovboybuksum og troyggjum
Teir tríggir í Green Day vóru
allir í skjúrtum og slipsi –
har vóru ongar kovboybuksir á
skránni stóra kvøldið hjá
teimum, tá teir vunnu 7
virðislønir.
Ein av nýggju stjørnunum í Hollywood, Eve
Longoria, sum spælir við í sendirøðini
Desperate Housewives, kom til tiltakið
saman við Nelly. Hon var farin í ein
lættan kjóla, meðan hann var mest sum
gerandisklæddur
Sjónleikarin Carmen Electra var
farin í ein litríkan
apelsinlittan kjóla, og hon
smæddist ikki, tá hon skuldi
avmyndast
Alicia Keys var í
einum meira
klassiskum, longum
kjóla. Hon vann
eina virðisløn
hetta kvøldið
Tær í Des-
tiny's Child
vóru allar
farnar í
vakrar kjól-
ar. Tær høvdu
valt sær
ymsikar litir
og ymisk
snið, men
kjólarnir
vóru í fam-
ilju við
hvønn annan
Tvær av stóru latínstjørnunum
– Ricky Martin úr Puerto Rico
og Paulia Rubio úr Mexico.
Rubio var í einum vøkrum
svørtum kjóla, meðan Ricky
Martin var í koyboybuskum og
svartari troyggju – sum um
hann skuldi eitthvørt ørindi
ein gerandisdag
Jessica Simpson vísti fegin
fram sín nýggja kjóla, sum hon
hevði fingið seymað til
kvøldið. Ryggurin var mest sum
allur berur, og kjólin var
stuttur, men Simpson strálaði
frammanfyri myndamonnunum