Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Backstreet Boys gera gjøldur við 80'unum Dreingjabólkurin Backstreet Boys gav fyrr í ár út eina nýggja fløgu – tann fyrsta í fleiri ár frá bólkinum. Teir hava eisini havt okkurt hitt av nýggju fløguni, og nú koma teir við einum nýggjum sjónbandalagi. Hetta er til sangin Just Want You To Know. Í hesum sjónbandalagi gera teir gjøldur burtur úr 1980'unum við stórum parykkum og litríkum klæðum. Sjónbandalagið verður uttan iva tráðspælt á MTV og øðrum tónleikarásum komandi tíðina. NATO-hermaðurin gjørdist poppstjørna James Blunt er eitt heitt navn í europeiskum popptónleiki í løtuni. Blunt er serliga nógv at hoyra við sanginum You're Beautiful, sum hevur ligið ovast á fleiri hitlistum, og sum eisini er væl umtóktur á 15 teimum bestu. James Blunt hevur tó eina øðrvísi fortíð enn flestu poppstjørnurnar. Hann er úr einari familju við drúgvari søgu innan hertænastu, og James Blunt sjálvur hevur verið heryvirmaður fyri NATO í Kosovo. Men nú er tað tónleikurin, sum alt snýr seg um, og har gongur tað strúkandi hjá bretanum. Guns N' Roses í pengastríði Liminir í amerikanska rockbólkinum Guns N' Roses, sum í síni tíð var millum størstu rockbólkarnar í heiminum, stríðast nú um, hvør eigur rættindini til sangirnar hjá bólkinum – og harvið eisini inntøkurnar frá teimum. Tað er bara sangarin í bólkinum, Axl Rose, sum framvegis er eftir av upprunaligu limunum í Guns N' Roses, men tveir av fyrrverandi tónleikarunum fara nú í rættin fyri at fáa sín part av køkuni. Slash og Duff halda, at Axl Rose í einum tilburði av arrogansu og ego ikki vil viðurkenna, at teir eiga lut í kendu sangunum hjá bólkinum. Sakførarin hjá Axl Rose sigur, at talan er um eitt mistak, sum sangarin sjálvur hevur roynt at rætta. Nú er russiski gentubólkur t.A.T.u. farn at gera um seg aftur. Seinastu trý árini hevur nógvur slatur gingið um bólkin – bólkurin skuldi verða givin ella hava broytt navn, og tær báðar genturnar skuldu ikki kenna seg væl við teirra framførslur. Men nú er ein nýggj fløga á veg frá t.A.T.u., og fyrsta stakfløgan All About Us er farin út til sjónvarps- støðir og plátuhandlar. Nýggja fløgan, sum hevur fingið heitið »Dangerous and Moving« kemur út 10. oktober. t.A.T.u. hevði veruliga vind í seglunum eftir fyrstu útgávuna hjá sær. »20 km/h in the Wrong Lane« seldi ikki færri enn 5 milliónir eintøk, hóast tað listarliga virði í tónleikinum hjá bólkinum var so sum so. Á nýggju fløguni verður eftir øllum at døma gjørt meira burtur úr tónleikinum, tí virdi bretski tónleikari, Sting, spælir bass á einum av sangunum, og Richard Carpenter er eisini við á onkrum sangi. Tær báðar genturnar í t.A.T.u. hava higartil verið nógvumtalaðar orsaka av teirra pallframførslum, har tær hava kyst hvørja aðra og bæði á sjónbandaløgum og mynd- um hava tær róð fram undir, at tær skuldu verða samkyndar – men tað er helst bara spæl fyri gallarínum. Nýggja sjónbandalagið hjá t.A.T.u. er avbjóðandi, og tað kann nú finnast í eini ósensureraðari útgávu á netinum. t.A.T.u. Pallframførslurnar hjá t.A.T.u. hava verið nógv umtalaðar. Myndir: Scanpix t.A.T.u. á pallinum til eitt MTV-show fyri tveimum árum síðani. Tær dugdu altíð at fanga fjølmiðlar og fólk við sínum framførslum 10. oktober kemur nýggja fløgan hjá t.A.T.u., men longu nú ber til at síggja og hoyra fyrsta sjónbandalagið GER AFTUR UM SEG