hósdagur 1. september 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 • hósdagur • 1. september 2005 • 79. árg.
Nú blanda Mercedes-
Benz seg eisini upp í
kappingina við
smærri MPV-bilum
við nýggja B-klassan-
um, sum júst nú er
komin á marknaðin.
Mercedes nevna bilin:
Compact Sports
Tourer (CTS)
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Hevur man sagt A, má man
eisini siga B. Soleiðis sær
tað út nú Mercedes-Benz
eru komnir við B-klassan-
um, sum í stødd er millum
A- og C-klassan.
Fyrr vóru Mercedes per-
sónbilarnir
bert
stórir
luksus- og sportsbilar og í
nógvum
londum
eisini
hýruvognar, sum eru kendir
fyri sína slitstyrki og góða
brúktbilaprís.
Men seinnu árini eru teir
eisini farnir at kappast í
minni klassum. Eisini gera
teir so nógv ymisk modell í
so nógvum ymiskum klass-
um, at tað næstan bert eru
tey serkønu, sum kenna øll
modellini.
Nýggi Mercedes-Benz B
er faktiskt ein størri útgáva
av A-klassanum og er upp-
bygdur á sama hátt við t.d.
tvørliggandi motori og so-
kallaðum sandwich dúrki,
har motorur og girkassi
deilvís eru goymd undir
dúrkinum fyri ikki at taka
pláss í kabinuni. Hóast
dúrkið og setrini eru hægri
uppi, er tyngdipunktið lágt,
og bilurin ógvuliga stabilur
at koyra.
Mercedes-Benz B er ein
5-persónabilur við 5 hurð-
um og elegantum og smart-
um designi, eisini innan við
eini eyðkendari Mercedes
kabinu og sera góðum
beinplássi bæði framman
og aftan. Viðførisrúmið er
heilar 565 litrar, og við
baksetrunum niðri verður
tað 2.245 litrar, ið má sigast
at vera stórt í mun til
støddina á bilinum.
Bilurin fæst í nógvum
ymiskum útgávum og seks
ymiskum motorum, tveim-
um CDI diesel og 4 bensin-
motorum - allir við 4 sy-
lindarum. Dieselmotorarnir
hava ávikavist 109 og 140
hk, meðan bensinmotorar-
nir fáast frá 95 til 193 hk,
sum er tann størsti við
turbo. Teir minnu motorar-
nir hava 5- trins girkassa,
meðan teir størru hava 6
gir. Annars fæst bilurin eis-
ini við CVT-automatgir-
kassa.
Av
standard
útgerð
kunnu vit nevna t.d. aktivar
nakkastúttur
framman,
ávaringarskipan til luft-
trýstið í dekkunum, klima-
anlegg við støvfiltri og
køling í handskarúminum,
multifunktións-ratt, elek-
troniskt
stabilitetspro-
gramm (ESP), bremsuassi-
stent (BAS). Annars hevur
hann allar tær innbygdu
trygdarskipanirnar,
sum
eru í nýggjastu bilunum.
Hjá Ivan Johansen Bilum
hava teir júst nú fingið ein
væl útgjørdan Mercedes
Benz B 170. Tann bilurin
kostar kr.355.000-, annars
byrja prísirnir við kr.
292.000,-.
Mercedes-Benz B 170
Motorurin
1,7 litur 4 syl.bensin 116 hk
0-100 km/t
11,3 km/t
Bensinnýtsla
14,7 km/l
Dekkstødd
195/65-15
Stødd og vekt
Longd
427,0 cm
Breidd
178,0 cm
Hædd
160,0 cm
Eginvekt
1.310 kg
Viðførisrúm
565 litrar
Prísur
kr. 316.000,-
Søluumboð
Ivan Johansen bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
Mercedes-Benz B
– Compact Sports Tourer
Mercedes-Benz B er ein 5-
persónabilur við 5 hurðum
og elegantum og smartum
designi