Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-01, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 1. september 2005 37 Mazda5, sum vit royndarkoyrdu í Italiu fyrst í juni, er nú komin og hevur premieru leygardagin 3. september. Mazda5 er tann fyrsti og einasti í sínum klassa við dragihurðum á báðum síðum BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Mazda Premacy og Mazda MPV eru nú avloystir av Mazda5, ið er ein spenn- andi smartur MPV við liðiligari innrætting og upp til 7 sitiplássum. Bilurin er eyðkendur av gjøgnum- førdum japanskum kvaliteti og er góður at sita í og lættur at koyra. Stóru síðuspeglini gera tað sera lætt at fylgja við í ferðsluni. Girstongin er í instrumentborðinum og er sera løtt at handfara. Dragi- hurðar eru á báðum síðum, og lætt er at koma inn og út úr bilinum, sum er bæði praktiskur og sportsligur við komforti á høgum støði. Innrættingin er ser- liga praktisk við nógvum ymiskum møguleikum. Fýra motorar vera at velja ímillum - tveir bensin og tveir diesel. Bensin- motorarnir eru 1,8 litur við 115 hk, og 2,0 litur við 145 hk. Um árskiftið koma tveir 2,0 litur turbodiesel við ávikavist 110 og 143 hk, báðir við commonrail inn- spræning. Undirvognurin við McPerson upphangi framman og multi-link upphangi aftan gevur koyrieginleikarnir, ið eru heilt í topp. Bilurin hevur nógvar innbygdar trygdar- skipanir, ið tryggja kabin- una mest møguligt í einum ferðsluóhappi. ABS- bremsuskipan við elektron- iskari bremsukraftdeilara (EBD), og elektroniskum bremsuassistenti (EBA) og dynamiskum stabilitets- kontroll (DSC). Airbag eru framman, í síðunum, og gardinairbag til øll trý røð- ini av setrum. Mazda5 verður gjørdur í fýra útgávum hvat útgerð viðvíkur: Comfort, Com- fort Plus, Touring og Sport. Í standardútgávuni, Com- fort, hevur bilurin t.d. air- condition, el-síðurútar, fjar- stýrt sentrallás, el-síðu- spegl við hita, og hita í setr- unum. Annars fáast hinar útgáv- urnar við flúgvaraborðum við baksetrini, fjarstýring í rattinum til radio og fløgu- spælara og klimaanleggi. Sport-útgávn hevur t.d. 17" alufelgur, tokulyktir framman, myrkar síðurútar, regnsensorar og xenon- forlyktir. Frá Bilasøluni í Hoyvík verður sagt, at eftirspurn- ingurin eftir Mazda 5 er stórur, serliga tí bilurin er kappingarførur í prísi í mun til kappingarneytarnar. Prísirnir byrja við kr. 227.000,- fyri ein 1,8 Com- fort. Mazda5 premieru í vikuskiftinum Mazda5 2,0 Touring Motorurin 2,0 litur bensin 145 hk 0-100 km/t 10,8 sek / toppferð 196 km/t Bensinnýtsla 12,2 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 195/ 65-15 Stødd og vekt Longd 450,0 cm Breidd 175,5 cm Hædd 166,5 cm Eginvekt 1.350 kg Viðførisrúm 112 litrar v.7 setrum / 426 litrar v.5 setrum Prísur kr. 255.000,- Søluumboð Bilasølan Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 315354 www.bilasolan.fo Innrættingin er serliga praktisk við nógvum ymiskum møguleikum. Mazda5 er ein spennandi smartur MPV við liðiligari innrætting og upp til 7 sitiplássum