týsdagur 10. oktober 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
19
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 194 - 10. oktober 2000
Nr. 194 - 10. oktober 2000
gult cyan magenta svart
EDVARD JOENSEN
Seinni dysturin í kvalifika-
tónskappingini millum FS
Vágar og ÌF fer at gera av,
hvør fær rættin at leika í
fyrstu deild komandi ár.
Fyrri dysturin, sum varð
leiktur í Fuglafirði leygar-
dagin, endaði við javnleiki
2-2.
Líkindini at spæla fótbólt
í Fuglafirði vóru ikki tey
bestu. Tað regnaði illa, og
vøllurin var sera vátur, tá
byrjað varð. Og tað darvaði
spælinum heilt nógv. Rætti-
lig ferð kom ongantíð á
spælið, tí menn óttaðust alla
tíðina fyri at glíða. Tað kom
meira enn einaferð fyri, at
menn fóru skreiðandi eftir
vøllinum, tá teir settu av,
hóast eingin var í námind
av teimum.
FS Vágar legði harðari út
og var beinanveg rættiliga
nær einum máli, tá innlegg
úr høgru síðu kom niðar á
tvørstongina og stakk út aft-
ur á vøllin, har tó eingin var
at taka ímóti.
ÍF kom, sum fráleið,
meira við og hevði eisini
onkrar næskar royndir.
Men sum heild gekk
spælið mest aftur og fram
úti á vøllinum. Tóktist stun-
dum heldur óskipað, sum
eyðsýnt var orsakað av váta
vøllinum.
Tó vóru vágamenninir
væl á veg aftur í gamla lagið
við rópum og kjaftasliti,
sum tó varð sett hart og kon-
tant upp á pláss av dómara-
num, Niklasi á Líðarenda.
Bara fáir minuttir vóru
leiktir, tá FS maður í álopi
varð rættiliga klossut stegð-
aur av ÍF leikara. Dómarin
dømdi fríspark til FS Vágar,
sum eisini rætt var. Men
kortini hevði vágamaðurin
hug at krevja meira av dóm-
aranum. Hann vildi ivaleyst
hava kort til fuglfirðingin.
Men dómarin var avgjørdur
og gav honum greið boð
um, at her ráddi dómarin,
og hann vildi yvirhøvur ikki
hoyra nakað um, hvat hann
skuldi døma. Seinni í dyst-
inum fekk annar vágamaður
átalu fyri at banna á vøll-
inum.
Tað var ÍF, sum fekk fyr-
sta málið í dystinum. Eitt
brotsspark í 35 minutti, sum
Bárður á Lakjuni uttan tru-
pulleikar setti í netið.
Beint fyri hálvleikssteðg-
in gekk skjótt. Í næstsein-
asta minutti var FS í álopi.
Bólturin var sendur burtur
aftur frá ÍF málinum og
endað hjá Eyðfinni Fjals-
bak, sum frá umleið 30 met-
ra fjarstøðu langaði til, og
bóltinurin brast í netið.
Hann rakti bóltin púra reint
og helt honum væl niðri.
Eitt frálíkt skot, sum leiddi
hugin aftur til hollending-
arnar í sjeytiárunum.
Bara ein minutt seinni
hevði ÌF hornaspark í hinum
endanum. Vágamenninir
megnaðu ikki at fáa bóltin
burtur, og hann endaði hjá
tí púra ódekkaða Bárði á
Lakjuni, sum við einum frá-
líkum fluktara dundraði
hann í FS málið. Fínt mál.
Tað gingu bara fýra min-
uttir av seinna hálvleiki, til
Eyðfinn Fjalsbak tóktist
halda, at hann skuldi ikki
standa aftan fyri Bárð í mál-
tali. So tá FS fekk fríspark
nakað uttan fyri brotsteigin,
gjørdi hann av bara at seta
bóltin beinleiðis í málið.
Nakað soleiðis sá tað út hjá
áskoðarunum, sum at tað
tað einki hevði upp á seg.
Fleiri mál komi ikki, hó-
ast møguleikarnir sanniliga
vóru til staðar báðar vegir.
Tvær ferðir kíndi bólturin -
at kalla - einum tómum
vágamáli,. Men fór framvið.
Og móti endanum høvdu
vágamenninir allar møgu-
leikar, sum yvirhøvur fáast,
at avgera dystin. Men teir
fingu ikki bóltin í mál hóast
øgiligt trýst á ÌF málið.
Hornaspørk og skot upp á
mál mestsum stóðu í kø
móti dystarloki, men einki
bar til. Fuglfirðingarnir bar-
dust sum óðir og bjargaðu
fleiri ferðir á strikuni. Men
inn fór bólturin ikki.
Komu ikki fleiri mál,
komu hinvegin kort. Eitt
gult til ÍF í seinasta minutti
og trý til FS Vágar, sum
hevði fingið eitt í fyrra hálv-
leiki.
Gula kortið, sum ÍF lið-
skiparin fekk í seinasta min-
utti av dystinum var satt at
siga rættiliga býtt og óneyð-
ugt. Fuglfirðingarnir vóru
Avgerðin útsett
FS Vágar og ÌF samdust um at útseta avgerðina um, hvør skal leika í fyrstu deild komandi kappingarár, til
seinna,dystin, sum verður leiktur í Sørvági leygardagin
ónøgdir við dómin og hildu
ikki, at talan var um brot,
sum átti at geva kort. Men
her var dómarin ósamdur,
og tað er hóast alt hann, sum
tekur avgerðirnar.
Ein langur bóltur varð
sendur fram í høgru síðu,
og ein verjuleikari hjá FS
Vágum metti, at hann kundi
verja fyri, at ÍF álopsmað-
urin fekk bóltin. Fuglfirð-
ingurin, sum var tann aftari,
tveitti seg á váta vøllinum
fyri at røkka bóltinum, men
fekk bara beinini undan
vágamanninum, og bólturin
fór út til málspark. Eitt
rættiliga býtt kort at fáa, tá
farið er undir yvirtíðina.
Javnleikurin mundi koma
betri við hjá FS Vágum, enn
hjá ÍF, sum nú skal royna at
avgera lagnuna á útivølli.
Ikki tí, uggðau fuglfirðingar
seg við eftir dystin. ÌF hevur
roynst sera væl á útivølli í
landskappingini í summar,
so hvør veit?
ÍF-FS Vágar 2-2 (2-1)
1-0: Bárður á Lakjuni (br.)
1-1: Eyðfinn Fjalsbak
2-1: Bárður á Lakjuni
2-2: Eyðfinn Fjalsbak
Tað verður í Sørvági, at avgerðin fer at fella um, hvat lið fær seinasta sessin í fyrstu
deild komandi ár
IM Bykhovsky,A (2393) —
Heini Danielsen (2168)
3rd Tórshavn International
(3), 08.10.2000
1.e4 c5 2.Nf3 Nc6 3.d4
cxd4 4.Nxd4 Nf6 5.Nc3 e5
6.Ndb5 d6 7.Bg5 a6 8.Na3
b5 9.Bxf6 gxf6 10.Nd5 Bg7
11.c3 f5 12.g3 Ne7 13.Bg2
Rb8 14.exf5 Bxf5 15.Nc2
a5 16.Nce3 Be6 17.Nxe7
Qxe7 18.Bc6+ Kf8 19.0-0
Bh6 20.Qd3 Bxe3 21.fxe3
Bc4 22.Qf5 Qe6 23.Qxe6
Bxe6 24.Rad1 Ke7 25.Bd5
Rhc8 26.Rf2 Bxd5 27.Rxd5
Rc5 28.Rd1 f6 29.Rfd2 Rb6
30.a3 Ke6 31.Kf2 Rc4
32.Ke2 b4 33.cxb4 axb4
34.a4 b3 35.Ra1 Ra6 36.a5
d5 37.Ra3 Rc1 38.Kf3 h5
39.Rxb3 Rxa5 40.Rb6+
Kf5 41.Rxd5 Rf1+ 42.Kg2
Raa1 43.Rdd6 Kg5 44.Rd8
Rae1 45.Rg8+ Kh6 46.Re8
Rf5 47.Rb7 Re2+ 48.Kg1
Rff2 49.e4 Rg2+ 1/2-1/2
6/10 fór sera sterka talv-
kappingin 3rd Tórshavn In-
ternational av barkastokki í
Norðurlandahúsinum.
Karmanir um kappingina
eru sera góðir, og telvarar-
nir, sum luttaka, eru væl
nøgdir við umstøðurnar —
bæði stórmeistarar, altjóða
meistarar og amatørarnir.
Hetta sást eisini aftur í fyr-
sta umfari, har einki talv
endaði javnt — stríðsandin
var í hásæti á øllum 15
borðunum. Soleiðis sum úr-
slitini lagaði seg, vóru eingi
yvrraskilsir í fyrsta umfari
- uttan tað eina.
21 ára gamli havnarmað-
urin Carl Eli Nolsøe Samu-
elsen vann á dananum og
altjóða meistaranum Steffen
Pedersen. Carl Eli tók øll
av bóli, tá hann ruddiliga
spældi mótstøðumannin út
av borðinum. Steffen Pe-
dersen er nýliga úttikin til
danska landsliðið og hevur
eisini fingið tann eina GM
normin av trimum, til tess
at ogna sær heitið, stór-
meistari í talvi.
Í toppinum vann unga
stórtalentið úr Ukraine,
Ponomariov, sera hegnisliga
sítt talv við svarta fólkinum.
Ukrainski unglingin var ein-
ans 13 ár tá hann gjørdist
stórmeistari, og var hetta
heimsmet tá. Hann verður
roknaður sum eitt seriøst
boð uppá ein komandi
heimsmeistara.
Somuleiðis vunnu eisini
allir hinir favorittarnir síni
talv, soleiðis at Carl Eli eftir
fyrsta umfar lá á odda sam-
an við hinum stórmeistaru-
num. Ongin annar føroy-
ingur megnaði at fáa stig í
fyrsta umfari.
Í øðrum umfari var hólm-
gongan á 64 puntunum nær-
um líka kompromisleys
sum í fyrsta umfari. Bert
tvey talv endaði javnt, og
bæði við føroyskari luttøku.
Kollfirðingurin Torbjørn
Thomsen helt javnt móti
russaranum
Bykhovsky,
sum ikki er ein og hvør.
Umframt at vera venjari hjá
16 ára gamla stjørnuskot-
inum í kappingini, Gris-
chuk, hevur hann vant fleiri
aðrar kendar telvarar. M.a.
Anatoly Karpov, sum var
heimsmeistari frá 1975 til
1985, tá ein ávísur Gary
Kasparov koppaði honum.
Føroyameistarin Flóvin
Tór Næs telvaði eisini javnt
móti Herlufi Hansen, báðir
úr Havn. Flóvin hevði meir
fólk á borðinum, men Her-
luf megnaði at fáa ævigt
skák.
Eisini eydnaðist John
Rødgaard at basa 13 ára
gamla
talentinum
Olaf
Berg, sum tó gav holla mót-
støðu.
Hetjan í fyrsta umfari,
Carl Eli Nolsøe Samuelsen,
mátti lúti fyri svianum Jo-
han Eriksson, sum telvaði
sannførandi og ikki gav før-
oyinginum nógvar vónir um
annan sigurin á rað.
Havnamaðurin
Heini
Danielsen, sum telvar aftur
í Føroyum á fyrsta sinni í
sjey ár, megnaði at halda
javnt móti íslendinginum
Jón Viktor Gunnarson. Hes-
in hevur akkurát 200 rating-
stig meir enn Heini, sum
also ikki lat seg ræða og
spældi javnt upp ímóti
sterka mótstøðumanninum.
Einasta kvinnan í kapp-
ingini, Irina Krush, basti
eisini
einum
føroyingi
sunnudagin. Tað var klaks-
víkingurin Terji Petersen
sum var við undirlutan, tá
Irina við frúgv og róki rund-
an um kongin hjá Terja hótti
við bæði einum og øðrum.
Triða umfar 8/10 var eisi
ni eitt sera spennandi um-
far.
Topptatalvið millum Ba-
burin IRL og Ponomariov
UKR endaði javnt, eftir eitt
sera neyvt talv frá báðum
pørtum. Ponomariov heldur
á við hugtakandi sterkari og
sikrari telving.
Harafturímóti var 16 ára
gamla stórtalentið úr Russ-
landi Grischuk náðileysur,
og beindi fyri íslendingi-
num Hannis Stefansson,
sum nýliga hevur kvalifisera
seg til heimsmeistaraskapin
hjá altjóða talvsambandi-
num FIDE. Hesin ungi russ-
arin verður helst drúgvur at
taka í longdini. Hann hevur
fult stigatal.
Eisini
føroyavinurin,
Stewart Conquest, megnaði
at halda dampin uppi við
triða sigrinum á rað. Tað var
fyrrverandi telvarin fyri KT
Tiger Hillarp-Persson, sum
3rd Tórshavn International
Hóast teir ikki fáa gjørt nakað við toppin, so hava føroysku telvararnir longu nú fingið sør nøkur stig í sterku
talvkappingini
Fýra áhugaverd talv
Carl Eli N. Samuelsen
(2055) — IM Steffen
Pedersen (2464)
3rd Tórshavn International
(1), 06.10.2000
1.d4 Nf6 2.c4 g6 3.g3 Bg7
4.Bg2 0-0 5.Nc3 d6 6.Nf3
Nc6 7.0-0 a6 8.e4 Bg4
9.h3 Bxf3 10.Bxf3 Nd7
11.Ne2 Rb8 12.Bg2 b5
13.cxb5 axb5 14.e5 Na5
15.e6 fxe6 16.Nf4 Rxf4
[16...Rf6
17.Qe1
e5
18.Bd5+ Kh8 19.Ne6
Rxe6
20.Bxe6
Nc6
21.d52] 17.Bxf4 Nc4
18.b3 Ncb6 19.Rc1 e5
20.dxe5 Nxe5 21.Bxe5
Bxe5 22.Rc6 b4 23.Qg4
Nd7 24.Qc4+ Kg7 25.f4
Bf6 26.Rxc7 Nc5 27.Rc6
Qd7 28.Kh2 Qa7 29.Qe2
Rd8 30.Rd1 Rf8 31.Rd2
Bc3 32.Rc2 Rf6 33.Bd5
Qd7 34.Qg4 e6 35.Bg2 h5
36.Qd1 h4 37.Rxc5 hxg3+
38.Kxg3 Qe7 39.Rc6
Rxf4 40.Kh2 [40.Kxf4+-]
40...Be5 41.Kh1 Qh4
42.Rc7+ Kh6 43.R7c4
Qg3 44.Rxf4 Bxf4 45.Bf1
d5 46.Qd3 Qe1 47.Rg2 g5
48.Qe2 1-0
Flóvin Tór Næs (2271) —
Torbjørn Thomsen (2202)
3rd Tórshavn International
(3), 08.10.2000
1.e4 c6 2.d4 d5 3.exd5
cxd5 4.c4 Nf6 5.Nc3 e6
6.Nf3 Nc6 7.Bd3 a6 8.a3
dxc4 9.Bxc4 b5 10.Ba2
Ne7 11.Bg5 Bb7 12.0-0
Ned5 13.Ne4 Ra7 14.Re1
Be7 15.Nc5 0-0 16.Ne5
Ba8 17.Qd3 h6 18.Bxf6
Nxf6
19.Nxe6
Qd6
20.Nxf8 Bxf8 21.Rac1
Bd5
22.Bxd5
Qxd5
23.Rc8 Re7 24.Qc3 Ne8
25.Nc6
Re6
26.Rxe8
Rxc6 27.Qb4 Rd6 28.Rc8
Rd8
29.Re8
Rxc8
30.Qxf8+ Kh7 31.Rxc8
Qxd4
32.h3
Qxb2
33.Qxf7 Qa1+ 34.Kh2
Qe5+ 35.f4 1-0
GM Grischuk,S (2606) —
GM
Steffanson,Hannes
(2557)
3rd Tórshavn International
Tórshavn (3), 08.10.2000
1.e4 e5 2.Nf3 Nc6 3.Bb5 a6
4.Ba4 Nf6 5.0-0 b5 6.Bb3
Bc5 7.a4 Bb7 8.d3 0-0
9.Nc3 b4 10.Nd5 h6 11.Be3
Nd4 12.Bxd4 exd4 13.Ne5
Nxd5 14.exd5 Bd6 15.f4
Bxe5 16.fxe5 Qg5 17.Qe1
c5 18.Qe4 Rae8 19.Rf5
Qe3+ 20.Qxe3 dxe3 21.Re1
g6 22.Rf3 Rxe5 23.Rfxe3
Rg5 24.Re5 d6 25.Rxg5
hxg5 26.Re7 Bc8 27.Bc4
Kg7 28.a5 g4 29.Ra7 Kf6
30.Ra8 Ke7 31.Bxa6 Bxa6
32.Rxa6 f5 33.Rb6 Ra8
34.a6
g5
35.c4
bxc3
36.bxc3 Kd7 37.Kf2 Kc7
38.Rc6+ Kd7 39.Rb6 Kc7
40.Rc6+ Kd7 41.Kg3 Ra7
42.c4 Ra8 43.Rb6 Ra7
44.Rb7+ [44.Rb7+ Rxb7
45.axb7 Kc7 46.h4 gxh3
47.gxh3 f4+ 48.Kg4 Kxb7
49.h4 f3 50.Kxf3 gxh4
51.Kg4 h3 52.Kxh3+-] 1/2-
1/2
Niðanfyri verða víst trý áhugaverd talv úr triðja umfarinum, umframt at
talvið hjá Carl Eli Nolsøe Samuelsen móti Steffan Pedersen eisini verður
víst
mátti leggja rygg til gentli-
mannin úr Onglandi.
Heini Danielsen fekk aft-
ur javnt móti sterkari mót-
støðu. Hann leikti eitt gott
talv móti Bykhovsky, sum
tekur seg úr kappingini frá
mánadegnum 11/10 eftir at
hava fingið staðfest krabba-
mein. Sjúkan er somikið
álvarslig, at viðgerin ikki
kann bíða. Ein telvari í nið-
aru helvt fær sostatt fríumf-
ar hvønn dag hereftir, og
Terji Petersen KTF stendur
fyrst fyri skotum.
Føroyameistarin, Flóvin
Tór Næs, vann sannførandi
móti Torbjørn Thomsen, og
hevur nú hálvtannað stig.
John Arni Nilssen mátti
lúta fyri Steffen Pedersen í
einum endatalvi við finnu
minni. Steffen er komin fyri
seg aftur eftir tapið í fyrsta
umfari móti Carl Eli N. Sa-
muelsen. Hann hevur nú
tvey stig, meðan John Arni
hevur tað eina stigið.
Olaf Berg vann heldur ó-
vænta á Terja Petersen, sum
hevur yvir 200 ratinstig
meir enn unglingin. Sera
gott úrslit hjá Olafi, sum
annars kom við í síðstu løtu,
men skuffandi fyri Terja,
sum enn ikki er komin upp
á stigatalvina.
Eisini Martin Poulsen
legði lítið í rating og styrk-
ismeting, tá hann koppaði
nýklækta landsliðstelvara-
num Ólavi Simonsen, sum
sostatt einki stig hveur
fingið.
Støðan í toppinum:
Conquest ENG
3 stig
Grischuk RUS
3 stig
Ponomariov UKR
2,5 stig
Baburin IRL
2,5 stig
Pskhis ISR
2,5 stig
Savchenko UKR
2,5 stig
Hjá føroyingum er støðan í
toppinum:
Flóvin Tór Næs
1,5 stig
John Arni Nilssen
1 stig
John Rødgaard
1 stig
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
1 stig
Olaf Berg
1 stig
Martin Poulsen
1 stig
Heini Danielsen
1 stig
Kappingin heldur fram
hvønn dag klokkan 13:00 í
stóra salinum í Norður-
landahúsinum, og hava fólk
hug at hyggja at, er bara at
støkka inn á gólvið, tí talan
er um ókeypis atgongd.
Carl Eli Nolsøe Samuelsen gjørdi besta føroyska hálið, tá hann vann á dananum,
Steffen Pedersen
Mynd: www.faroechess.com
Terji Petersen var væl og virðiliga skákaður, tá hann
møtti Irina Krush
Mynd: www.faroechess.com