Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 21 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 194 - 10. oktober 2000 Nr. 194 - 10. oktober 2000 gult cyan magenta svart JÁKUP MØRK Jákup Mikkelsen, Herfølge BK 16 dystir/0 mál Landsliðsmálverjin hevði stutt undan landsdystinum staðið ein branddyst fyri fe- lag sítt, og hetta gjørdi hann eisini leygardagin. Einar tvær tríggjar av bjarginum hansara vóru í sonnum heimsklassa, og uttan hesar, kundi talan verið um eitt satt skrædl. Noyðist tó at taka sveisiska leiðslumálið á sín kappa, og hevði annars eisini í øðrum førum trupul- leikar av høgum bóltum. Óli Johannesen, AGF 47/1 Hevði sum verjuskipari úr at gera í ótryggu føroysku verjuni, og tað var ofta, at hann sum seinasti verju- skansin fekk forða sveisar- unum í at gerast heilt vanda- miklir. Taldist so avgjørt millum teir betru á føroyska liðnum, men tað telur kort- ini frá, at hann sum verju- skipari ongantíð megnaði at flyta liðið longur niðan á vøllin. Hans Fróði Hansen, Sogndal 14/1 Leirvíkingurin telist vanliga millum tryggastu føroysku leikararnar, men hesu ferð hevði hann stórar trupul- leikar gjøgnum so at siga allan dystin. Hevði sera ilt við at fylgja Türkyilmaz, og gjørdi serliga í byrjanini nógv fríspørk. Uppgávan gjørdist heldur ikki lættari av, at verjan ofta varð undir- mannað, tá miðvøllurin slepti markeringunum, men sannførandi var avrikið ongantíð. Jens Kristian Hansen, B36 37/2 Eins og miðverjufelagin, Hans Fróði, hevði føroyski liðformaðurin stórar trupul- leikar við at fylgja sínum manni, og longu undan út- vísingini hevði hann fingið gult kort, tá Chapuisat rundaði hann uppi á miðjuni. Samanumtikið var talan so avgjørt ikki um ein dyst, sum liðskiparin fer at minnast fyri nakað positivt. Johan Byrial Hansen, OB 1/0 Eftir at hava sitið á beink- inum allan dystin móti Slo- venia, slapp Johan hesu ferð rættiliga inn í landsliðs- hitan. Eftir eina heldur nerva- tyngda byrjan, har skeivu sendingarnar vóru heldur nógvar í talið, fall hann tó hampuliga væl til á liðnum, og av teimum trimum upp- dekkarunum, var hann helst tann, sum kom best frá síni uppgávu. Fór tó eisini nak- að niður, saman við restini av liðnum, men roknast skal tó ikki við, at hetta var ein- Glottar vóru at hóma asti landsdystur hansara. Allan Mørkøre, HB 52/1 Hevði allan dystin alstórar trupulleikar í verjupartinum, har hann ferð eftir ferð varð yvirspældir, tá sveisararnir fingu skapt sær yirtalsstøð- ur, tí markeringarnar ikki vóru nóg góðar á miðvøll- inum. At hann soleiðis varð svikin av miðvøllinum, hevði eisini við sær, at hann at kalla ongantíð fekk høvi at taka lut í álopspartinum, sum annars er sterkasta síða hansara. Fekk dystarmetið á lands- liðnum leygardagin, men vónandi verða tað aðrir dystir í framtíðini, sum All- an fer at minnast betri enn hendan. Sámal Joensen, Leiftur 19/0 Hevur verið smáskaddur seinastu tíðina, og hetta sást eisini aftur í avrikinum. Kom at kalla ongantíð inn í vanliga leiklut sín sum uppruddari, og saman við liðfeløgunum á miðvøllin- um, má hesin dystur avgjørt teljast millum teir keðiligu hjá gøtumanninum. Útskiftingin tóktist náttúr- lig, tí um tað mundi tóktist ikki at vera nógv eftir í bein- unum. John Petersen, Leiftur 28/3 Byrjaði dystin við buldur og brak, tá hann skelkaði heimaáskoðararnar við at leggja Føroyar á odda. Eftir málið var tað tó millum lítið og einki, sum sást til skálamannin. Tóktist darvaður av skaðanum, sum hann hevur drigist við sein- astu tíðina, og megnaði ikki at útfylla vanliga leiklutin, har hann í stóran mun er aksilin á miðvøllinum, sum spælið snarar um. Julian Johnsson, Kongsvinger 36/1 Eins og vanligt, so rann Julian eina rúgvu av kilo- metrum, men hinvegin var tað merkiliga lítið, sum kom burtur úr renningini hesu ferð. Var í fleiri førum bein- leiðis sløsutur við bóltinum, og átti hann sín lut í fyrsta og fjórða málinum hjá sveisarum. Skuldi ætlandi vera eitt slag av bylgjubrótara í álopspartinum hjá okkara monnum, men sæð burtur frá teimum fyrstu fimm ella tíggju minuttunum, slapp hann als ikki framat, tí hann saman við restina av liðnum lá ov aftarliga á vøllinum. Øssur Hansen, B68 41/2 So avgjørt størsta ljóspunkt- ið í dystinum. Tær álops- royndir, sum føroyingar høvdu, fóru so at siga allar ígjøgnum hansara megin, og hann má sigast at vera einasti føroyingur, sum hevði yvirtak mótvegis beinleiðis mótstøðumanni sínum. Hesin varð eisini skiftur út, seinni í dystinum, men eisini móti nýggja manninum setti Øssur sítt merki á dystin. Sum sagt var toftamað- urin størsti føroyski glottin, og tað var týðuligt, at hon- um hóvaði væl leiklutin í vinstru, har hann varð bakk- aður upp av Johan. Uni Arge, ÍA 32/7 Var settur á eina sanna uriasuppgávu í álopinum, har hann at kalla allan dystin var púra einsamallur í vælvaksnu sveisisku verj- uni. Hann royndi tó at stríðast av allari makt, men tað var tó sjónligt, at hugurin mink- aði, so hvørt sum dysturin tók at halla. Átti sín lut í føroyska málinum, og kundi við eitt sindur av neyvleika havt pyntað um úrslitið móti endanum. Yvirhøvur er tað tó torført at meta um avrik hansara, tí satt at siga fekk hann einki gjørt einsamallur. Rógvi Jacobsen, KÍ 5/0 Fekk eina hampuliga løtu á vøllinum, men megnaði ongantíð at seta nakran dám á dystin. Tað ráddi tá bert um hjá føroyska liðnum at halda tapinum niðri, so nakað veruligt fótbóltsspæl gjørd- ist ongantíð talan um, og tí er grundarlagið fyri einari meting av avrikið hansara ov tunt. Jóhannis Joensen, HB 8/0 Kom eins og Rógvi inn á vøllin í seinna hálvleiki, men eisini í hesum føri tyk- ist grundarlagið fyri einari meting at vera ov tunt. Hóast føroyska liðið sum heild hevði ein so- nevndan off-day, so vóru tó eisini onkrir glottar at hóma . Heildar- metingin verður tó sjálvandi sam- svarandi úrslitin- um, sum ikki var nóg gott hesa ferð Fram um nakran annan var tað Øssur Hansen, sum skaraði burtur úr, tá mett verður um avrikini hjá føroysku spælarunum leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Tað var ikki við bestu vón- unum, at føroyska U—18 landsliðið leygardagin fór á vøllin vøllin í Osimo í Italia. Italsku vertirnir høvdu í summar vunnið EM kapp- ingina, og sjálvt um teir nú hava eitt nýtt lið, so var tað greitt, at talan fór at verða um ógvuliga stóra mótstøðu hjá føroysku unglingunum. Italia vann 6—0. Tað var als eingin ivi um, hvat liðið var tað betra, men venjarin hjá føroyska liðnum, Jógv- an Martin Olsen, er ikki nøgdur við støddina á tapinum: — Vit taptu við í hvussu so er tveimum málum og nógv. Okkara hava tveir risa stórar møguleikar at fáa mál, men teir eru ikki nóg neyvir og avgjørdir, tá tað mest ræður um. Og tvey av italsku málunum vóru púra óneyðug, tí tey stóðuast av persónligum mistøkum, sum ikki eiga at koma fyri á hesum støðinum, sigur Jógvan Martin Olsen úr Italia. Leingi lítil munur Italsku spælararnir koma úr kendu feløgunum har niðri. Málverjin var úr Roma, og útispælararnir vóru úr Na- poli, Milan, Inter, Torino, Juventus, Parma, Bologna og Genoa. Onkrir teirra spæla longu í bestu italsku deildini. Italiumenninir vóru skjótari og bólttrygg- ari, og teir fingu skjótt hol á. Eftir uppspæl í høgru og innlegg skoraðu teir í sjeynda minutti. Føroyingarnir royndu at leggja sær eina við ikki at sparka, men heldur at spæla fótbólt. Mótstøðumenninir høvdu bóltin meiri, men tað eydnaðist føroyingunum at vera við, og eftir eitt korter var tað um reppið, at teir javnaðu. Hjalgrím Elttør fór til baklinjuna í høgru, men ólukkutíð fekk Fróði Jóan- esarson akkurát ikki fatur á innlegginum. Síðstu løtuna av 1. hálv- leiki økti Italia tvær ferðir. Í 41. minutti øktu teir til 2— 0. Tað var upp á beinleiðis fríspark, og føroysku spæl- ararnir vóru í hesum sam- bandinum rættuliga illa við. Jón Rói Jacobsen, sum var sterkur í miðverjuni, tóktist vinna luftbólt á markinum til brotsteigin. Ukreinski dómarin bríkslaði fyri frí- sparki til heimaliðið. Før- oyingarnir gjørdu mann- garð, ein italiumaður stillaði seg í verjugarðin, hann tog- aði ein av føroysku spæl- arunum niður. Dómarin tóktist ganga ímóti ástað- num, og meðan føroying- arnir bíðaðu eftir, hvat hann fór at døma, smekkaði ein frísparksbóltin í holið, sum var komið í verjugarðin. Í yvirtíðini av 1. hálvleiki økti Italia til 3—0. Teir spæla eitt tvey við ein av álopsmonnunum, sum legg- ur út frá aftur, og langskotið fer í málið aftanfyri Pól N. Joensen. At tvey mál komu síðstu løtuna undan steðginum kendist sera meint, tí italiu- menninir høvdu harvið fingið meiri enn fulla úrtøku burturúr fáu møguleikun- um. Tætt í hálvan tíma Jógvan Martin Olsen sigur seg vera væl nøgdan við avrikið fyrsta hálva tíman av 2. hálvleiki: — Tølini siga, at vit taptu 6—0, og harvið mugu vit boyggja okkum fyri, at mótstøðumenninir vóru væl betri. Men tað var bara í heilt stuttum pørtum av dystinum, at munurin kom til sjóndar. Fyrsta lítla hálva tíman av 1. hálvleiki vóru okkara sera væl við, og tað vóru upplagdir møguleikar at gera mál. Símun Joensen hevði gott langskot, sum fór dygst omanfyri. Tá vóru tíggu minuttir farnir. Fimm minuttir seinni legði Bryn- jolvur Nielsen hornaspark innfyri úr vintru, Símun Joensern var hægstur, men stútarin varð bjargaður á málstrikuni. Tað var sera harmuligt, heldur venjarin, sum vil vera við, at Jón Rói Jacobsen eitt stórt korter út í 2. hálvleik var snðttur fyri eitt brotsspark, tá hann eftir horna varð trðstur í ryggin. — Tað kunnu vit kanska tosa um, men tað var eingin ivi um brotssparkið, tá Jann Ingi Petersen varð feldur, eftir at okkara høvdu spælt seg ígjøgnum í høgru. Tá vóru 29 minuttir farnir av seinna umfarinum, men tað læt ikki í dómaranum, sum eisini tagdi, tá vit eitt sindur seinni mettu, at Hjalgrím Elttør varð feldur, sigur Jógvan Martin Olsen. Pól N. Joesen bjargaði onkrari góðari italskari roynd, men síðsta stóra korterið fekk Italia trý mál. Teir øktu til 4—0 eftir kiksaða rangstøðufellu. Tá var seinna umfarið 27 mi- nuttir gamalt. Í 80. minutti øktu teir til 5—0. Føroyski málverjin var óheppin, tá hann skuldi tveita bóltin út til Brynjolv Nielsen. Bólt- urin fór í staðin til ein mót- støðumann, sum lættliga kundi trilla bóltin í málið. Síðsta málið var eisini rættuliga bíligt. Tað restaðu átta minuttir, tá málverjin bíðaði so mikið leingi at taka bóltin, at ein av mót- støðumonnunum fekk pilka bóltin frá honum. — Í síðsta minuttinum høvdu bæði Fróði Jóanesar- son og Bergur Djurhuus púrar upplagdar møguleik- ar. Teir vóru blankir fyri málinum, men megnaðu ávikavíst at stúta á málverj- an og skeivu megin stólp- an. Eg eri nøgdur við bóltspælið í stórum pørtum av dystinum, men eg eri sera vónbrotin av, at teir fingu fleiri ov løtt mál, og Italia var ov stórur biti U-18 landsliðið tapti stórt ímóti italsku vertunum. Venjarin heldur, at 6—0 var ov nógv, tá hugsað verður um spælbýti at vit ikki megnaðu at skora upp á upplagdar møgu- leikar, sigur Jógvan Martin Olsen. Seinnapartin í gjár klokk- an tvey skuldu føroyingar spæla ímóti Onglandi, og í morgin fara teir at spæla ímóti Andorra. jh Føroyska liðið ímóti Italia: Pól N. Joensen, B36 — Jann Ingi Petersen, B68 (Atli Gregersen, Randers Freja, 85.), Vagnur Mohr Mortensen, HB, Jón Rói Jacobsen, HB, Brynjolvur Nielsen, NSÍ — Hjalgrím Elttør, KÍ, Niels Joensen, B36, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Bergur Djurhuus, NSÍ — Fróði Jóanesarson, NSÍ, Bjarni Jørgensen, HB (Ragnar Poulsen, B36, 70.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Karstin Joensen, KÍ, Áki L. Hansen, NSÍ, Atli Danielsen, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar og Bárður Christiansen, HB. Tað kemur næstan ikki fyri í altjóð fótbólti, at eitt lið fær trý brotsspørk ísama dysti, og tað er heilt sjáld- samt, at dómarin innanfyri ellivu minuttir tríggjar ferðir dømir brotsspark til sama liðið. Men soleiðis var tað í Sveis leygardagin. Heima- liðið fekk brotsspark í 42., 45. og í 53. minutti. Før- oyingarnir hildu seg ikki kunna siga nakað um brots- spørkini, sum vórðu dømd ímóti John Petersen og Jens Kristiani Hansen, men teir iðraðu seg um óneyðugu støðurnar, sum bóru brots- spørkini við sær. Síðsta brotssparkið varð dømt ímóti Allani Mørkøre. Tann dómin hildu føroying- arnir vera burturvið. Í fyrra lagið tí teir hildu, at tað var mótstøðumaðurin, sum rann inn í Allan Mørkøre og í seinna lagið, tí teir mettu, at samanbresturin var uttan- fyri brotsteigin. Kubilay Türkyilmaz skoraði allar tríggjar ferðir- nar. Harvið gjørdi sveisarin, sum hevur ættarbond til Turkalands tað, sum teir rópa reint hattrikk í ellivu minuttir. Tað er í sær sjálvum sjáldsamt, og tað er sera rár hending at gera reint hattrikk upp á brotsspørk og upp á so stutta tíð. Hesin maðurin hevur spælt 53 landsdystir fyri Sveis, og málini leygardagin vóru nummar 28, 29 og 30. Glaður venjari Venjarin hjá sveisiska landsliðnum eitur Enzo Trossero. Sum vera man so skein hann sum sólin eftir dystarlok. Hann ásannaði, at tað var ein stórur skelkur, tá Føroyar kom á odda, men annars tosaði hann mest um, hvussu avrikið leygardagin kann brúkast á útivølli ímóti Slovenia í morgin: — Eg eri sera væl nøgdur við álopsspælið. Okkara menn fluttu seg nógv og skjótt, og tað skulu teir eisini gera í Slovenia, segði væl hýrdi venjarin. Um brotsspørkini segði venjarin, at hann mintist eina ferð áður, at eitt lið hevði fingið trð brotsspørk í sama dysti. — Tað var í kappingini um suðuramerikanska meistaraskapin, at Ar- gentina fekk trý brotsspørk. Munurin frá teimum og til okkara var, at sami maður hjá teimum royndi allar ferðirnar, og hann misnýtti hvørja ferð, brosaði venj- arin. jm/jh Met í brotsspørkum Sveisarar fingu trý brotsspørk í ellivu minuttir, teir skoraðu hvørja ferð og øktu tískil úr 2—1 og til 5—1 Vónandi fer tað at ganga betur hjá U-18 landsliðnum komandi dystirnar Venjarin hjá sveisiska landsliðnum var væl nøgdur eftir dystin leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen