Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 23 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 194 - 10. oktober 2000 Nr. 194 - 10. oktober 2000 JÁKUP MØRK Talan er um 22 ára gamla sveisaran, Jan Siegwalt, sum í nógv ár hevur havt sera stóran áhuga í Før- oyum. Ja, somikið stórur er á- hugin, at hann hevur lært seg málið, og hetta var fyrst og fremst orsøkin til, at nú var saman við 12. manni. - Júst nær eg fór at hava serligan áhuga fyri Føroy- um, dugi eg ikki at siga við vissu, sigur Jan, tá vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at hann soleiðis hevur lagt als á oyggjar okkara. - Eg hevði sera stóran á- huga fyri fløggum, og var tað tá, at eg av fyrstan tíð legði merki til Føroyar. Hes- in áhugin er ikki vorðin minni við árunum. Fótbólt dámar mær eisini væl at hyggja at, so a eg skuldi og- na mær eitt føroyskt flagg, fekk eg fatur á tykkara 12. manni, og soleðis kom sam- bandið í lag okkara millum. Jan lesur annars búskap- arfrøði á universitetinum í heimbýi sínum, Lüzern, men hetta er so ikki tað ein- asta, sum ber til at lesa á staðnum. Errin greiðir hann frá, at tað nú eisini er gjør- ligt at lesa føroyskt. Nakað sum er komið í lag fyri stutt- um, eftir at tað annars bert hevur verið eitt samlað skeið fyri norðurlendskt. Víðari sigur hann, at nú hann er saman við 12. manni, hevur hann endiliga fingið møguleikan at hoyra føroyskt. Nakað sum ikki er gjørligt umvegis orða- bókina. - Eg havi millum lítið og einki hoyrt av føroyskum máli, og tí er hetta eitt kær- komið høvið hjá mær til tess. Eg havi annars havt samband við eina gentu úr Vestmanna umvegis alnetið, men tað hevur so verið tað heila, segði Jan, sum ong- antíð sjálvur hevur verið í Føroyum. - Eg ætli mær tó at koma onkuntíð, og møguliga verður hetta komandi ár, tá Sveis skal til Føroyar at spæla. Hjálpti til At Jan er fegin um hendan møguleikan, sum hann nú hevur fingið, tykist heldur ikki at vera nakar ivi um. Sum nevnt, so hevur hann áður havt samband við 12. mann, tá eitt flagg skuldi keypast, og nú áskoðararnir Hjarta var báðu megin Millum teirra, sum saman við 12. manni riggaðu til, tá farast skuldi til landsdystin, var í øllum førum ein, sum var eitt sindur í tvístøðu um, hvørjum liði hann skuldi halda við. eru komnir til land hansara, hevur hann eisini gjørt nógv burturúr, soleiðis at teir skulu kenna seg væl. Fríggjadagin var hann so- statt ferðaleiðari hjá føroy- ingunum, tá hesir fóru heimbý hansara, Lüzern, og eisini skipaði hann fyri eini ferð upp á eitt stórt fjall nær- hendis býnum. Takksemið frá 12. manni var eisini stórt, og Regin Egholm, formaður, vísti á, at tá men fekk slíka hjálp, lætti tað øgiliga væl um, tá ferðirnar skuldu fyriskipast. Regin vísti tó eisini á, at tað er úr fleiri londum, at áhugi er fyri Føroyum, og hann var so als ikki var í iva um, at fótbótslandsliðið var eitt hitt besta umboðið, sum føroyska tjóðin kann hugsa sær. Riggaðu til Sum tað eisini sæst á mynd- unum, so riggaðu føroysku áskoðararnir seg rættiliga til leygardagin. Teir høvdu funnið sær eitt slag av mið- depli á eini enskari pub í býnum, og eigarin her var somikið bliður, at lata upp tíðliga leygardagin, so før- oyingarnir sluppu inn. Máling, fløgg og líknandi varð síðani riggað til, og tað er einki at taka seg aftur í, at rómurin var góður, tá teir við trummunum á odda sett- u kós móti Stadion Hard- turm, har dysturin varð leik- tur. Jan var eisini við í hesum, men sum sæst á andlitsmál- ingini, so var hann tó eitt sindur í iva um, hvørjum hann skuldi halda við. Spurdur um hetta svaraði hann, at hann ikki kundi siga við vissu, hvar hjartað lág. - Eg vóni tó, at talan verð- ur um rætta vinnaran, og at í øllum førum eitt av lið- unum fer at megna at spæla seg fram til endaspælið í Japan og Korea. Vit ætlaðu at læna Jan eitt sindur av 12. mans útgerð til myndatøkuna, men hetta vísti seg at vera óneyðugt. Hann átti allar greiðirnar sjálvur Myndir úr Zürich: Álvur Haraldsen At hava eitt flagg í hvørjum kjálka,má sigast at vera eitt sindur av einari heilgardering Fólk søkist til Tíðindablaðið Sosialin, marknaðardeildin Vit sóknast eftir einum fólki at taka sær av dagliga arbeiðinum við sølu av lýsingum og øðrum fyrifallandi uppgávum. Herundir er ein uppgáva at verða við til at menna og reka Internet Sosialin. Tú: • Ert ágrytin • Dugir væl at tosa í telefon • Hevur lætt at tosa við fólk • Hevur áhuga fyri telduarbeiði • Ert før/ur fyri at arbeiða undir tíðartrýsti • Hevur hugflog og dugir at festa tað á pappíri • Dugir væl føroyskt • Kanst byrja skjótast gjørligt Vit kunnu bjóða: • eitt spennandi og mennandi starv, har tú gerst partur av eini væl- virkandi marknaðardeild • Samskifti innan- og uttanlands við viðskiftafólk okkara • Áhugaverdar og fjølbroyttar uppgávur Umsóknarfreistin er 12. oktober 2000. Løn samb. avtalu. Umsóknin skal saman við viðkomandi skjølum sendast til: Sosialurin P.O. Box 76 110 Tórshavn Att.: Dagbjørt Hansen Tú ert vælkomin at ringja tel. 311820 at hoyra meira um starvið. Spyr eftir Dagbjørt ella send ein e-mail til: dagbjort@sosialurin.fo Vit eru allatíðina úti um okkum, og fimm ferðir um vikuna koma vit á gøtuna við einum nýggjum og feskum blað. Umframt tað verður blaðið hvønn dag lagt á internetið. Her starvast í dag uml. 25 fólk. Meinhard Bjartalíð varð sunnudagin av Bjarna Bæk, dómprósti, innsettur sum fyrsti sóknarprestur í ný- stovnaða Glyvra presta- gjaldi. Hátíðarguðstænasta var sunnudagin í Glyvra Kirkju, har kirkjufólkið fekk høvið at hoyra og heilsa upp á nýggja prest teirra. Nýggi presturin á Glyvrum, Meinhard Bjarta- líð, er 34 ára gamal og ættaður úr Árnafirði. Hann tók teologikt embætisprógv í Århus í 1997 og hevur síðan verið prestur á Viðar- eiði, har hann hevur røkt kirkjusóknirnar á Viðoynni, Svínoy og Fugloy. Frá1. oktober í ár er Prestainnsetan á Glyvrum Sunnudagin var fyrsti presturin í nýggja presta- gjaldinum á Glyvrum inn- settur Nýggi glyvrapresturin, Meinhard Bjartalíð, saman við familjuni Mynd: Jens K. Vang Bjarni Bæk, dómpróstur, innsetti Meinhard Bjartalíð sum sóknarprest á Glyvrum Mynd: Jens K. Vang hann settur prestur í nýggja prestagjaldinum í Eystur- oynni, sum umfatar bygd- irnar Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søld- arfjørð og Skipanes. Meinhard Bjartalíð er giftur við Mariu Dam úr Kollafirði, og tey eiga tvey børn, Hjørdis og Súna. Eftir innsetanina sunnu- dagin var samkoma á Runa- víkar Sjómansheimi, har kirkjuráð, prestar, próstur, biskupur og onnur vórðu boðin til døgurða. ej