fríggjadagur 2. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 166 - 2. september 2005
Mánadagin 5. september
byrjar fimleikurin aftur í
Støkk, og tí verður skipað
fyri tilmelding leygardagin
frá 15 til 17 á Glyvra Skúla.
Serliga hjá teimum yngru
liðunum kann roknast við
sera stórari undirtøku, so
tað ræður um at møta í
góðari tíð fyri at tryggja
sær pláss á liðnum.
Komandi fimleikavetur
hevur Støkk nógv at bjóða
bæði royndum og óroynd-
um íðkarum.
Størsti parturin av fim-
leikarunum hjá Støkk eru
børn og ung, men tey til-
komnu fáa eisini góðar
møguleikar at røra seg í
vetur.
Børnini koma til venjing
hvørja viku at spæla, læra
og hugna sær saman.
Gentuliðini gera nógvan
rútmiskan fimleik, meðan
dreingjaliðini fáast meira
við reiðskapsfimleik. Eins
og undanfarin ár, hevur
Støkk lið fyri børn í øllum
aldri.
Nú kann Støkk aftur
bjóða teimum ungu kvinn-
unum 17 til 25 ár at gera
rútmiskan fimleik. Um
hugurin eisini er til styrki-
venjing umframt eitt sindur
av reiðskapsfimleiki er
hesin møguleiki aftur á
skránni hóskvøld kl. 20 í
Glyvra skúla. Hetta liðið er
fyri øll, sum dáma at fáa
sveittan fram og samstund-
is hava tað stuttligt.
Fyri kvinnur, sum hava
rundað tey 50, er góður
møguleiki at íðka motións-
fimleik. Motiónskvinnur-
nar venja hvørt týskvøld í
Glyvra Skúla.
Umframt tann vanliga
fimleikin í Støkk eru nógv
kappingarlið
eisini
á
skránni. Til ber at tekna seg
til tey flestu kappingarlið-
ini leygardagin 3. septemb-
er, og so verður skipað fyri
eini úttøku, tá ið venjingin
er farin í gongd.
At íðka fimleik økir um
vælveruna, og styrkir hjart-
að og blóðrensl. Fimleika-
felagið Støkk er fyri øll,
bæði ung og gomul.
Leygarkvøldið verður
dansur í Føroyahús-
inum, sum Fótatraðk
skipar fyri. Bólkurin
The Reverends spælir
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Leygarkvøldið 3. septemb-
er verður aftur skipað fyri
dansi í Føroyahúsinum,
eftir at virksemið í húsinum
ikki hevur verið so nógv í
summarsteðginum. Fyrsta
dansikvøldið plagar at vera
eitt tað størsta og best vitj-
aða á árinum, av tí at hetta
er kvøldið, tá tey flestu eru
komin aftur úr summarfrí.
Samstundis er hetta eitt
gott høvi hjá teimum, sum
júst eru komin niður til
Danmarkar, at hitta aðrar
føroyingar.Tað er Fóta-
traðk, sum skipar fyri, og
tey hava fingið bólkin The
Reverends at spæla.
The Reverends
Tónleikararnar í The
Revererends munnu tey
flestu kenna úr fleiri øðrum
bólkum, men The Reve-
rends eru ein country- og
rokkbólkur burturav, sum
spælir løg hjá eitt nú
Johnny Cash og Garth
Brooks, umframt at teir
eisini spæla síni egnu løg.
Manningin í The Reve-
rends er hendan: Niclas
Thorsteinsson, sang, Jens
Jacobsen, guitar og kór,
Janus Kampmann, guitar,
steeleguitar og kór, Kristin
Nolsøe Bech, bass, og aftan
fyri trummurnar situr Ric
hard Thomsen.
Dyrnar verða latnar upp
kl. 22 og stongdar kl. 24.
Dansurin er til kl. 4.
Nú byrjar Støkk aftur
Dansur
aftur í
Føroya-
húsinum