fríggjadagur 2. september 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 2. september 2005
3
Umráðandi við føroyskum
umhvørviskjaki
Tað heldur danski
umhvørvismálaráð-
harrin, Connie Hede-
gaard, sum hevur
verið á vitjan í Før-
oyum í vikuni
UMHVØRVI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á vitjan síni hevur Connie
Hedegaard havt fund við
løgmann og onnur umboð
fyri landsstýrið. Tá ið vit
hittu danska umhvørvis-
málaráðharrin hósmorgun-
in, hevði hon júst verið á
fundi við løgmann, og har-
umframt hevði hon í sama
viðfangi fingið frágreiðing
um ætlanirnar hjá Sp/F
Røkt í Vestmanna um vind-
og vantorkuframleiðslu, og
um alduorkuverkætlanina
hjá Seawave.
Neyðugt at hugsa
øðrvísi
Connie Hedegaard helt
báðar tær føroysku verkætl-
anirnar verða áhugaverdar,
og hon heldur, at tað er um-
ráðandi, at vit hugsa um
nýggjar orkuvegir í hesum
døgum.
- Vit síggja jú í dag ein
óhugnaliga høgan oljuprís,
og tí hevur tað ongantíð
áður havt so stóran týdning
at hugsa øðrvísi, tá ið tað
snýr seg um orku, sum í
dag. Men hesar báðar ítøki-
ligu ætlanirnar havi eg ikki
førleika til at gera tær heilt
stóru viðmerkingarnar til,
sigur Connie Hedegaard.
Danski umhvørvismála-
ráðharrin fegnast um før-
oysku verkætlanirnar, tí
hon heldur tær verða eitt
tekin um, at tað er eitt ávíst
føroyskt umhvørviskjak, og
tað hevur stóran týdning
fyri samfelagið, sigur hon.
Hinvegin heldur Connie
Hedegaard, at føroyingar
eiga at hugsa um, at før-
oyska útlátið av koltvíiltu
er 18 tons fyri íbúgvan,
meðan tað er 13 tons fyri
íbúgvan í Danmark. Hetta
tal er ivaleyst í hægra lagi,
um vit skulu fylgja Kyoto-
avtaluni.
Hvør einstakur hevur
ábyrgd
Sjálv heldur Connie Hede-
gaard eisini, at tann ein-
staki borgarin noyðist at
taka ábyrgd og hugsa um
umhvørvi í sínum gerandis-
degi.
- Vit hava øll ábyrgd av
umhvørvinum, og tí hevur
tað eisini týdning, at vit
hugsa um umhvørvi í ger-
andisdegnum, bæði á ar-
beiðsplássinum og heima
við hús, sigur Connie
Hedegaard.
Connie Hedegaard sigur,
at eitt av endamálunum við
vitjanini í Føroyum hevur
eisini verið umrøtt nøkur
viðskifti í dagliga sam-
skiftinum og samstarvinum
millum føroyska innlendis-
málaráðið og danska um-
hvørvismálaráðið.
- Vit gjørdu eina sam-
starvsavtalu í 2003, men
tað hevur verið neyðugt at
dagføra hesa avtalu, og tað
hava vit millum annað gjørt
í sambandi við hesa vitjan-
ina, sigur Connie Hede-
gaard at enda.
Danski umhvørvismála-
ráðharrin og fylgi hennara
fór av landinum aftur
seinnapartin hósdagin.
Eitt borð - fleiri møguleikar
DC O5 er eitt sjáldsama smid ligt borð. Í fyrstu atløgu er talan um eitt borð
til seks fólk, men við at brúka tríggjar eykaplátur verður lættliga pláss fyri 14
fólkum. Og legst ein fjórða pláta afturat, kann borðið brúkast til heili 16 fólk.
Harafturat kann borðið brúkast sum tvey einkultborð.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður og danski
umhvørvismálaráðharrin,
Connie Hedegaard, heilsast
undan fundinum í Tinganesi
hósmorgunin.
Mynd: Jens Kr. Vang