fríggjadagur 2. september 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 166 - 2. september 2005
Enn eru ikki komin um-
mælið av Atlantic Music
Event í nakrar av teimum
stóru donsku miðlunum.
Men onkrar heimasíðir
nevna tiltakið. Linda-
siden, ið er heimasíðan
hjá
donsku
tónleika-
fjepparinnuni Lindu, um-
mælir Atlantic Music
Event við jaligum lýsing-
arorðum. Hon sigur, at
allir bólkarnir vóru egnir
á sín egna hátt, og hetta
gjørdi kvøldið til eina
áhugaeverda uppliving.
Hon heldur at stemn-
ingurin var hugnaligur og
heitur í Lítla Vega hetta
leygarkvøldið, tá føroy-
ingar hildu fólkaveitslu.
Hon var ikki í iva um, at
hon var partur av einum
sera
lítlum
donskum
minniluta, millum nógvu
føroyingarnar.
Danska kvinnan, ið
einki tilknýti hevur til
Føroyar, var boðin á kon-
sertina av Norðurlanda-
húsinum, og hon takkar
Norðurlandahúsinum
fyri tónleikin. Allir trígg-
ir bólkar verða róstir fyri
sínar framførslur. Um-
mælið liggur á
www.lindasiden.relief.dk
808 myndir av
Atlantic Music Event
Á heimasíðuni squiip.dk
liggja ikki færri enn 808
myndir av Atlantic Music
Event í Vega. Síðan hev-
ur fleiri mydasøvn, og
m.a. 446 myndir av G!,
25 myndir av Regattaini
hjá Neystinum í Ishøj og
108 myndir frá konsertini
hjá teimum trimum hav-
frúnum í Keypmanna-
havn.
Á síðuni eru annars
eingir upplýsingar um,
hvør stendur aftan fyri
síðuna, men tilknýti til
Føroyar tykist eyðsýnt.
Myndasøvnini liggja á
squiip.dk/pics
Atlantic Music Event
á alnetinum
KAPPRÓÐUR
Seinasti róður í røðini av
kapróðri i Danmark verður
hildin í Sorø 10. september.
Byrjað verður kl 13:30, og
steyp og medaljur verða
handaðar eftur róðurin.
Róð verður við 6 og 10
mannaførum. Í genturóðr-
inum luttekur Sílið úr
Havn.
Undir róðrinum er høvi
at keypa breyð við føroysk-
um viðskera, og okkurt
drekkandi kann eisini fáast
afturvið. Eisini verða luta-
seðlar seldir, har høvðus-
vinningurin er ein ferð til
Føroyar við Atlantic Air-
ways.
Listamaðurin Niels Sal-
mony hevur framsíning av
málningum í neysti okkara
undir róðrinum, sigur Før-
oyskt Felag á Vestursælandi
í tíðindaskrivi.
Á Tønderfestivalinum í ár
var dentur lagdur á at bjóða
nýggj, ung og spennandi
nøvn fram. Jp.dk ummælir
hendan part av festival-
inum, og tekur framførsl-
una hjá Eivør fram, sum
verandi avbera góða. Um-
mælarin fýlist bert á eitt, og
tað er at konsertin ikki var
nóg long, tí honum hevði
dámt at lurta í minst ein
tíma afturat.
Hann skrivar at Eivør var
eitt av teimum bjartastu
talenstunum, og at hennara
rødd gjørdist stórsta upp-
livingin á endakonsertini á
festivalinum. "I perioder
brugte hun stemmen som
sit andet instrument for-
uden guitaren og frem-
bragte stemninger af drama
eller skønhed ved ordløs
sang - en slags usynlig key-
board. For at udføre dette
uden mislyde kræves der
megen træning og erfaring,
men trods sin alder har
Pálsdóttir allerede prøvet
meget i et krydsfelt mellem
klassisk, folk, jazz og rock."
Hann sigur um fram-
førsluna at Eivør og Bill
Bourne vístu, at tveir gittar-
leikarar og sangarar væl
megna at fylla ein stóran
pall.
nud
Bólkarnir Sic og The
Dreams eru á lítlari
konsertferð og leygar-
kvøldið spæla hesir
bólkarnir í TB-húsin-
um
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sic og The Dreams eru
bólkar, sum fleiri av røttum
hava sera góðar vónir um.
Til dømis hevur bólkurin
The Dreams tikið lut í
kapping á MTV,
Sic og The Dreams eru á
konsertferð
og
leygar-
kvøldið spæla hesir báðir
bólkarnir í TB-húsinum á
Tvøroyri.
Bólkarnir eru væl um-
tóktir millum ungfólk og
eru eisini millum ungu før-
oysku bólkarnar, ið royna at
fáa fótin fastan í uttanlands.
Talan er um diskotek og
konsert og byrjað verður
klokkan 23. Bussar koyra
úr Vági og úr Hvalba
klokkan 23:30 og kostnað-
urin fyritiltakið er 120
krónur, siga fyrireikararnir.
Kappróður í Sorø
Eivør var tann bjartasta stjørnan í Tønder
Sic og The Dreams í TB-húsinum