fríggjadagur 2. september 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 2. september 2005
5
Landsstýrið skapar ótta
– Landsstýrið roynir
at skapa ótta millum
almennu starvsfólk-
ini, og tí spyrji eg, um
hetta er byrjanin til
tað góða samfelagið í
2015, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð, for-
maður í Starvsmanna-
felagnum, um útspæl-
ið hjá landsstýrinum í
sáttmálasamráðing-
unum við fakfeløgini
á almenna arbeiðs-
marknaðinum
SÁTTMÁLAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Vit eru langt úti, tá ið
løgmaður og landsstýri tosa
um frían samráðingarrætt,
men í grundini gevur okk-
um valið millum pest og
kolera.
Tað sigur Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður
í
Starvsmannafelagnum, eftir
at eitt samt landsstýrið hev-
ur gjørt av, at lønarkarmurin
hjá tí almenna skal ikki
vaksa næsta ár. Hetta verður
gjørt greitt, júst sum sam-
ráðingarn um nýggjar sátt-
málar byrja á almenna ar-
beiðsmarknaðinum.
– Landsstýrið roynir at
skapa ótta millum almennu
starvsfólkini, og tí spyrji
eg, um hetta er byrjanin til
tað góða samfelagið í 2015.
– Mikudagin byrjaðu vit
samráðingarnar við Lønar-
deildina, men samstundis
skjóta løgmaður og lands-
stýrið við spørkum úr sín-
um skjótgravum, og teir
skjóta bæði eftir okkum og
sínum egna fólki, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Vónar at tað eru lótir
Formaðurin í Starvsmanna-
felagnum sigur seg ikki áð-
ur hava upplivað eina slíka
støðu, sum nú er íkomin.
– Allar samráðingar eru
truplar, men eg havi ikki
fyrr upplivað, at landsstýrið
á hendan hátt roynir at
skapa ótta millum okkara
limir við at hótta við upp-
søgnum, um tað verður ein
lønarvøkstur í sáttmála-
samráðingunum,
sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
– Eg hevði ikki trúð, at
Føroya
løgmaður
vildi
verða við til hetta, og tað eri
eg mest sjokeraður yvir.
Men eg vóni, at hetta eru
lótir, og vit fara at gera eina
roynd at samráðast um
nýggjan sáttmála, sigur for-
maðurin í Starvsmanna-
felagnum.
– Allar samráðingar eru
truplar, men eg havi ikki fyrr
upplivað, at landsstýrið á
hendan hátt roynir at skapa
ótta millum okkara limir við
at hótta við uppsøgnum, um
tað verður ein lønarvøkstur í
sáttmálasamráðingunum,
sigur Gunnleivur Dalsgarð
Minni
innflutningur
Fyrstu fimm mán-
aðirnar í ár innflutt
føroyingar vørur
fyri 90 milliónir
minni enn somu tíð
í fjør. Tað er ein
minking á 6 prosent,
og minkingin stavar
serliga frá minni
innfluttum vørum
til framleiðslu
INNFLUTNINGUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyingar innfluttu vør-
ur fyri 90 milliónir krónur
minni fyrstu fimm mán-
aðirnar í ár samanborið
við somu tíð í fjør.
Virðið á innflutt vørun-
um fyrsta partin av ár-
inum var 1,4 milliard
krónur, og tað er seks pro-
sent minni enn somu tíð í
fjør.
Føroyingar
innfluttu
nógv minni av vørum til
framleiðslu
í
teimum
ymsu vinnunum – byggi-
vinnuni, fiskivinnuni, ali-
vinnuni og øðrum vinn-
um. Minkingin í hesum
vørubólkinum er heili 17
prosent samanborið somu
tíð í 2004. Eisini tá ið
talan er um maskinur til
framleiðslu er innflutn-
ingurin nógv minkaður –
heili 24 prosent.
Eisini innflutningurin
til húsarhaldsnýtslu mink-
aði nakað fyrstu fimm
mánaðirnar í ár. Innflutt
var fyri 11 milliónir minni
í húsarhaldsvørum, og tað
er ein minkin á tvey
prosent.
Tað er eisini vøkstur í
onkrum
innflutningin.
Føroyingar innflutt fyri
sjey milliónir meira í
persónsakførum, og tá
talan er um kyndingarolju
er talan um ein vøkstur á
53 prosent. Hetta kemst
av, at oljuprísurin er nógv
hækkaður seinasta árið.
Tað er nógv, sum talar
fyri, at Norðoyatunn-
ilin kann verða liðug-
ur áðrenn tíðina, men
nú verður farið undir
eitt arbeiði, sum verð-
ur avgerandi fyri
tíðarætlanina
TUNNIL
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Síðani
Norðoyatunnilin
varð skotin ígjøgnum tann
25. juli, hevur arbeiðið í
tunlinum gingið væl. Nú
snýr tað seg um alt annað
enn at bora og spreingja.
Arbeitt verður støðugt við
at gera sjálva vegbreytina
lidna og leggja rørleiðingar,
og nú manglar hálvur annar
kilometrar at asfaltera.
– Enn er tann almenni upp-
latingardagurin hálvur aug-
ust næsta ár, men tað er
nógv, sum talar fyri, at
tunnilin kann lata upp í mei
mánaði. Men enn hava vit
ikki broytt tann offisiella
dagin, sigur Dávur Reinert
Hansen, stjóri í P/F Norð-
oyatunlinum.
Hann sigur, at nú byrjar
arbeiðið við at vatn- og
frosttryggja tunnilin, og
hetta arbeiðið er avgerandi
fyri tíðarætlanina. Gongur
hetta arbeiðið væl, kann
upplatingin framskundast,
men tað er ov tíðliga at siga
tað fyri vist enn.
Eingin gjaldsstøð
uttanfyri
Arbeiðið við Norðoyatunl-
inum umfatar eisini at gera
atkomuvegir til tunnilin
báðu megin fjørðin, og ar-
beiðið at gera vegirnar lidn-
ar byrjar nú. Bæði í Klaks-
vík og í Leirvík eru tað
vegastrekki, sum skulu ger-
ast liðug næstu mánaðirnar.
Tað verður eingin gjalds-
støð bygd uttan fyri tunnil-
in, tí ein nýggj skipan verð-
ur gjørd inni í sjálvum tunl-
inum. Tað verður ein skrá-
setingarstøð, sum byggir á
sama prinsipp sum í Vág-
um, har bilarnir koyra uttan
at steðga fyri at gjalda ella
fáa rokning.
Norðoyatunnilin hevur
einar 20 mans til arbeiðis,
og harafturat koma aðrir
veitarar, sum arbeiða í og
kring tunnilin.
Arbeiðið í Norðoya-
tunlinum gongur væl
Arbeiðið í Norðoyatunlinum gongur støðugt fram, og tað er
sannlíkt, at Norðoyatunnilin kann lata upp í mai mánaði.
Almenni upplatingardagurin er tó framvegis hálvan august
næsta ár
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo