fríggjadagur 2. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 166 - 2. september 2005
– Heilsuverkið er eitt
botnleyst hol og tí er
tað okkara fremsta
skylda at fáa so nógv
burturúr játtanini
sum gjørligt og tað
ber til at fáa meiri
burturúr, enn nú,
sigur Jóhan Petur
Davidsen, leiðandi
yvirlækni á
Landssjúkrahúsinum
HEILSUVERKIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er okkara skylda at
brúka játtanina til heilsu-
verkið so effektivt sum
gjørligt. Og tað ber væl til
at rationalisera nógv meiri
enn tað er í dag.
Tað heldur Jóhan Petur
Davidsen, leiðandi yvir-
lækni á skurðdeildini á
Landssjúkrahúsinum.
Tað, sum eftir er av hes-
um árinum, eru ymsar
broytingar verða settar í
verk á Landssjúkrahúsinum
fyri at játtanin skal haldast.
Summi kalla hesar broyt-
ingar umleggingar, onnur
kalla
tær
sparingar.
Ì
hvussu so er hevur hetta
enn einaferð reist spurning-
in um játtanina til Heilsi-
verkið, samstundis sum
ymsir sjúklinga - einstakl-
ingar og felagsskapir funn-
ist hvassliga at teimum til-
tøkum, sum nú verða sett í
verk, tí tey siga, at tað fer at
gera tænastuna til sjúkl-
ingin verri.
Men mitt í øllum kemur
so leiðandi yvirlæknin á
Landssjúkrahúsinum
og
sigur, at tað ber væl til at
seta enn fleiri tiltøk í verk
fyri at fáa játtanina til
heilsuverkið
at
røkka
longri.
– Heilsuverkið er eitt
botnleyst hol, tí tað kunnu
altíð brúkast pengar til
ymisk endamál. Júst tí er
tað okkara fremsta skylda
at
brúka
játtanina
so
effektivt sum gjørligt.
Og tað gera vit ikki í løt-
uni, heldur hann.
Fáa ólki fyri at trilla
tumlar
Sostatt heldur Jóhan Petur
Davidsen, at tað ber væl til
at rationalisera heilsuverkið
enn meiri.
– Mær dámar ikki at kalla
nógv av teimum tiltøkum,
sum vera sett í verk á
Landssjúkrahúsinum, fyri
sparingar. Talan er heldur
um rationaliseringar, sum
hava til endamáls at gagn-
nýta játtanina sum best.
Men er tað so, at heilsu-
verkið
brúkar
pening
óneyðugt?
– Eg haldi í hvussu so er,
at vit eiga at fáa væl meiri
burturúr játtanini til Heilsu-
verkið. Hann heldur, at ser-
liga eigur Heilsuverkið at
ansa eftir, at ikki ov nógvur
peningur verður brúktur at
at rinda fyri ymsar tilbúgv-
ingar, har starvsfólk sita og
trilla tumlar og sjálvdan
verða aktiverað, fyri síðani
at avspáka um dagin, tá ið
tað annars er brúk fyri
teimum.
Hann sigur, at tað er van-
ligt á sjúkrahúsunum, at
nógv fólk sita til reiðar í
eini tilbúgving um kvøld-
arnar og um næturnar fyri
at vera til reiðar, skuldi
okkurt hent.
Hann heldur, at serliga er
hetta dýrt á teimum smáu
sjúkrahúsunum, tí har sita
fleiri fakbólkar til reiðar í
eini tilbúgving, fyri tað
allarmesta uttan at gera
nakað sum helst.
–
Spurningurin
er,
hvussu ofta tað er brúk fyri
hesi tilbúgvingini, serliga á
teimum smáu sjúkrahúsun-
um.
Hann sigur, at sostatt
betalir Heilsuverkið nógvar
lønir til fólk, sum bara sita
og bíða uttan at vit fáa
nakra heilsubót burturúr tí.
Jóhan Petur Davidsen sigur,
at tær umleggingar, sum
nýliga er gjørdar á føði-
deildini á Landssjúkrahús-
inum, eru dømi um hetta.
– Har sótu ljósmøður á
vakt um kvøldarnar og um
næturnar fyri at vera til
reiðar, skuldi ein kvinna átt
uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Fyri at fáa størri nyttu
burturúr teimum, hava vit
tikið tær inn á føðideildina,
so at tær kunnu taka lut í
arbeiðnum, ístaðin fyri bara
at sita fyri einki, tá ið tær
skulu hava løn kortini.
– Tað, sum vit veruliga
fáa nakað burturúr, er, at
virksemi er í heilsuverkin-
um um dagin, so at sjúkl-
ingar kunnu koma hagar at
fáa viðgerð.
– Hinvegin er støðan í til-
búgvingunum tann, at har
situr heilsustarvsfólkið og
bíðar eftir sjúklinginum, og
tað allaroftast til onga
nyttu, tí tíbetir hendir
sjálvdan nakað.
Men tað hendir væl við-
hvørt, at vanlukkur og
ymiskt annað hendir uttan-
fyri arbeiðstíð og er tá ikki
neyðugt at hava eina til-
búgving?
– Sjálvandi er tað neyð-
ugt at hava eina tilbúgving,
men vit eiga heilt avgjørt at
taka spurningin upp til
viðgerðar um, nær vit skulu
hava eina tilbúgving og í
hvønn mun vit skulu hava
tilbúgvingar ymsasataðni,
tí at hava tilbúgving í tann
mun, vit hava tað nú, er ikki
rationelt.
Jóhan Petur Davidsen
sigur, at í hesum sambandi
er tað ein spurningur um,
hvussu nógv viðgerð skal
fara fram lokalt.
– Kanska hevði tað verið
betri at havt eina nógv
minni tilbúgving í Klaks-
vík, so at sjúklingurin hel-
dur kundi verðið sendur á
Landssjúkrahúsið, har nógv
tann størsta serfrøðin er og
har tilbúgvinger kortini,
sigur hann.
– Tað er í øllum førum
ikki rationelt at hava fleiri
sama slag tilbúgving ymsa-
staðni í landinum.
Kortini heldur hann, at
støðan á Suðuroyar Sjúkra-
húsi er eitt sindur øðrvísi, tí
Suðuroy liggur hóast alt eitt
sindur
burturfrá
lands-
sjúkrahúsinum og tað er
ikki altíð so lætt at sleppa
til.
– Men nú undirsjóvar-
tunnil verður gjørdur til
Klaksvíkar, eigur hetta heilt
avgjørt at verða ein spurn-
ingur, sum eigur at verða
tikin upp til viðgerðar, hel-
dur leiðandi yvirlæknin í
Havn.
Hann vísir eisini á dømi
um, at tað ber til at
rationaliserað.
– À skurðdeildini á
Landssjúkrahúsinum hava
vit skorið seingjatalið niður
í helvt hetta seinasta árið.
Men við umleggingum og
rationaliseringum er tað
kortini eydnast at fáa sjey
arbeiðsvikur afturat um
árið.
Hann greiðir frá, at hesi
seinastu 10-15 árini hava
tey havt 16 lág-aktivitets
vikur um árið við virksem-
ið var bógv avmarkað fyri
at kunna avgreiða avspák-
ingar, frídagar, o.s.fr. –
Hetta talið er nú skorið nið-
ur í 9 vikur um árið, hóast
seingjatalið er munandi
minkað og uttan spreingja
játtanina.
– Eitt úrslit av hesum er,
at nógvir bíðilistar eru
munandi minkaðir. So tað
er so nógv, sum ber til, tá ið
allir starvsbólkar lyfta í
felag, sigur Jóhan Petur
Davidsen.
Eingin trygd í
lokalsjúkrahúsunum
Annars heldur Jóhan Petur
Davidsen eisini, at leiklut-
urin hjá smáu sjúkrahúsun-
um eisini má verða tikin
upp til viðgerðar
– Trygdin hjá sjúklingun-
um liggur fyrst og fremst í
at starvsfólkið hevur út-
búgving og royndir og at út-
búgvingarnar verða hildnar
viðlíka.
– Aðrastaðni verður mett,
at tað skal eitt fólkagrund-
arlag uppá 250.000 fólk til,
fyri at eitt Heilsuverk skal
kunna veita eina dygdar-
góða tænastu.
Samstundis vísir hann á,
at í Føroyum eru vit ikki
meiri enn 50.000 fólk, og
sostatt skuldu vit sum so
ikki havt eitt sjálvstøðugt
heilsuverk. Kortini liggja
vit soleiðis fyri, at vit noyð-
ast at fáa sum best burtur úr
einum sjúkrahúsverki.
– Men hvussu hava polit-
ikarnir so loyst henda trup-
ulleikan? Jú, tað hava teir
gjørt við at taga eina eind,
sum frammanundan er alt
ov lítil, sundur í tríggjar
minni eindir.
Hann spyr eisini, hví
hetta er gjørt.
– Tað kann so ikki vera
fyri at veita lokalu borgar-
unum tryggleika, tí tað er
langt síðani staðfest í kann-
ingum aðrastaðni, at tað er
ongin trygd í smáum lokal-
sjúkrahúsunum.
– Ì Danmark verða til-
búgvingarnar
á
smáu
sjúkrahúsunum niðurlagd-
ar, tí kanningar vísa, at fyri
sjúklingin er tað nógv størri
trygd í at koma á eitt stórt
sjúkrahús, har serfrøði av
ymsum slagi er til staðar.
Hann vísir eisini á, at
fleiri og fleiri sjúklingar og
viðgerðir verða fluttar av
smáu sjúkrahúsunum, til
Landssjúkrahúsið og tað
tyngir Landssjúkrahúsið,
samstundis
sum
smáu
sjúkrahúsini fáa betri um-
støður at halda játtanirnar.
– Í hesum samanhangi er
ótrúliga avgerðandi, at tann
politiska skipanin vísir eitt
trúvirði. Teir kunnu ákæra
Landssjúkrahúsið fyri at
hava brúkt ov nógvan pen-
ing, men tá virksemið flytir
av hinum sjúkrahúsunum
til Landssjúkrahúsið, má
tað kosta fyri Landssjúkra-
húsið, ímeðan hini sjúkra-
húsini fáa luft í teirra játt-
anum.
Jóhan Petur Davidsen
heldur, at skulu vit varð-
veita smáu sjúkrahúsini,
eiga vit at brúka tey til
ymisk endamál, sum ikki
krevja so nógvar hjálpi-
funktiónir, sum eitt nú
skurðviðgerðir krevja.
Hann nevnir, at eitt nú
kundu smáu sjúkrahúsini
verið brúkt til uppvenjingar
tí tað krevur ikki so nógvar
eyka hjálpifunktiónir.
Fíggjarstýringin
styrkjast
Annars
er
yvirlæknin
samdur í, at tað er neyðugt
at styrkja fíggjarstýringina
á Landssjúkrahúsinum.
Deildin, sum tekur sær av
fíggjarstýringini er ov veik.
Avleiðingin av tí er, at
meirnýtslur verða uppdag-
aðar ov seint í árinum og tí
verða tey tiltøk, sum skulu
til, fyri at fáa játtanina at
halda, so ógvuslig, tí tað
setur sína tí at leggja
virksemi um.
Vóru
meirnýtslurnar
uppdagaðar fyrr í árini,
hevði tað borið til at lagt
umleggingarnar smidligari
til rættis, so at tær merktust
minni enn tær gera nú,
sigur læknin.
Annars er fíggjarstýring-
in styrkt munandi seinastu
árini, men tað skal altso
meiri til, fyri at kunna stýra
virkseminum so neyvt sum
krevst.
Hinvegin heldur hann, at
tað er ein stórur trupuleiki,
at fyrisitingin er vorðin alt
ov stór – og hon tykist ber
at økjast.
– Ofta hevur ein varhug-
an av, at fyrisiting er blivin
eitt endamál í sær sjálvum
og bureaukratiið er stórt.
Men hetta gerst ein stórur
trupulleiki, tá ið tað fyrisit-
ingarliga virksemi leggur
hald á heilsustarvsfólk, so
at orkan verður tikin frá
heilsufremjandi arbeiðnum.
Sjúkrahúsini betala fólki løn
fyri at trilla tumlar
– Sjúkrahúsini hava ikki neyðturvuliga brúk fyri meiri pengum. Hinvegin hava vit brúk fyri, at
politikarar vísa ábyrgd og ikki bara hugsa í lokalpatriotismu og í atkvøðum, tá avgerðir verða
tiknar, sigur Jóhan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum