fríggjadagur 2. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 2. september 2005
7
– Tað er ógvuliga
harmiligt, at Lands-
sjúkrahúsið letur
sparingar raka teir
allarveikastu sjúkl-
ingarnar, siga tey í
Heilafelagnum
SPARINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta sømir seg ikki.
Napoleon Joensen varð
bæði kløkkur og bilsin, tá
ið hann hoyrdi Útvarp Før-
oya greiða frá, at sparingar
á Landssjúkrahúsinum fóru
at raka apopleksisjúklingar
meint.
Sambært
Útvarpinum
skal
seingjatalið
til
apopleksisjúklingar skerj-
ast úr níggju sengrum, nið-
ur í fimm, tað, sum eftir er
av árinum.
Apopleksisjúklingar eru
sjúklingar, sum hava fingið
heilaskaðar av blóðtøppi
ella heilabløðing og tí ger-
ast tey meiri og minni
óhjálpin.
Napoleon Joensen er
nevndarlimur í Heilafel-
agnum og hann heldur lítið
um hesar sparingar.
Apopleksisjúklingar eru
tann sjúklingurin, sum er
eina ringast fyri.
Og eg haldi ikki, at tað
sømir seg at lata sparingar
raka teir sjúklingabólkar,
sum frammanundan eru teir
veikastu.
Apopleksisjúklingar hava
frammanundan sera vána-
ligar umstøður á Lands-
sjúkrahúsinum og tí varðeg
bilsin at frætta, at júst hesin
bólkurin skuldi rakast av
sparingum.
Napoleon Joensen sigur
at sostatt fáa apopleksi-
sjúklingar ikki tær sømdir,
teir eiga at fáa framman-
undan og tí harmar tað
hann, at teirra umstøður
skulu skerjast enn meir.
–
Nógvir
apopleksi-
sjúklingar eru sera illa fyri
og krevja munandi røkt alt
samdøgurið. Apopleksi er
sostatt ein sjúka, sum rakar
alt húski hjá sjúklinginum
sera hart og tí her hetta
ómetaliga tyngjandi fyri tey
avvarðandi.
Napoleon Joensen ivast
ikki í, at hetta sparitiltakið
á Landssjúkrahúsinum fer
at vera umrøtt, næstu ferð,
Heilafelagið hevur nevnd-
arfund seinni í mánaðinum.
Fara at mótmæla
Hanna áReynatúgvu, sum
er forkvinna í Heilafelagn-
um tekur fult undir við hes-
um. Tá ið vit hitt hana beint
fyri døgverða í gjár, segði
hon, at nevndin í Heilafel-
agnum hevur tosað saman
og er samd um at senda
landsstýrismanninum
í
heilsumálum og leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum eitt
mótmæli.
– Hetta eru sparingar,
sum eru heilt burturvið, tí
landssjúkrahúsið er einasta
stað í landinum, sum tekur
ímóti hesum sjúklingum. Tí
er hetta ein sparing, sum
raka bæði sjúklingarnar
sjálvar og alt teirra húski,
sera meint.
Hon vísir á, at samstund-
is eru møguleikarnir fyri at
vera sendir av landinum til
venjingar skerdir, tí eisini á
tí økinum verður táttað í.
– Vit hava arbeitt fyri at
fáa fleiri tilboð til tey
apopleksiraktu og tí er tað
sera hugstoytt, at tað tvørt-
urímóti verður spart á økin-
um, sigur forkvinnan í
Heilafelagnum.
Hon vísir eisini á, at
væntandi er, at talið á
apopleksisjúklingum fer at
vaksa við árinum, tí blóð-
tøppar eru ein vælferðar-
sjúka, sum fleiri og fleiri
fáa.
– Hetta eru sjúklingar,
har tað er altavgerðandi at
teir fáa venjingar fyri at
teir, og húski teirra, kunnu
fáa eitt virðiligt lív og tí er
tað hugstoytt, at tað verður
skert, sigur hon.
Umfatandi sparingar á
Landssjúkrahúsinum
Tilsamans skal Landsjúkrahúsið spara tvær milliónir
krónur í hesum árinum fyri at halda játtanina.
Sparingarnar føra við sær, at talið á seingjaplássum
til apoplexi-sjúklingar verður skert úr 9 niður í 5
seingjarpláss, tað ið eftir er av árinum.
Viðvíkjandi B6 og B7 verður onnur deildin stongd
um vikuskiftið, tað ið eftir er av árinum. Sostatt fara
deildirnar fara at skiftast um at hava stongt um viku-
skiftið.
Á B8, sum er intensiv deild, eru tríggjar náttarvakt-
ir, og har verður tann ein skorin burtur.
Á barnadeildini eru tvær náttarvaktir og har verður
onnur skorin burtur. Tá ið tilber, skal barnadeildin
verða stongd í vikuskiftinum. Tá verða børnini flutt á
aðrar deildir, og móttøkan verður á bráfeingis deildini
í nýggja G-bygninginum.
Harafturat verður reingerðin skerd.
Keldur: Útvarp Føroya og Dimmalætting
Eri bæði kløkk og
bilsin av sparingum
– Tað er syndarligt, at sparingar á Landssjúkrahúsinum skulu raka tey, sum hava apopleksi, tí hetta er ein bólkur, sum framman-
undan er eina ringast fyri, siga tey í Heilafelagnum