Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 166 - 2. september 2005 – Hesin nýggi sáttmálin við Ísland letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum fyri føroyskt vinnulív. Hetta er samstundis okkara fyrsta veruliga stig út í alheims- gerðina, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður um Hoyvíkssáttmálan SAMSTARV Snorri Brend H oy v í k s - s á t t m á l i n : Seinnapartin mikudagin skrivaðu Jóannes Eides- gaard og íslendski uttan- ríkisráðharrin, Davíð Odds- son undir eina samstarvs- avtalu millum londini bæði. Henda avtalan fer í roynd og veru at gera Føroyar og Ísland til EITT búskapar- øki. Sambært avtaluni skal nú ferð koma á tey búskapar- ligu viðurskiftini millum londini, eins og ein hevur fingið eitt amboð at sam- skipa búskaparligu menn- ingina. Avtalan er sett so sterkt upp, at allar forðingar, sum kunnu tarna hesum búskap- arligu viðurskiftunum, skulu beinast burtur í fram- tíðini. Tað verða haraftrat sett bann fyri mismuni vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna. – Jú, hetta er ein søgulig løta fyri okkum, nú vit eru vorðin ein størri partur av alheiminum. – Íslendingar eru komnir rættiliga langt á hesi leið- ini. Og teimum kunnu vit læra av og hava teir sum okkara fyrimynd, segði Jóannes Eidesgaard, tá sátt- málin var undirskrivaður. Sáttmálin varð undir- skrivaður í hølunum hjá Fornminnissavninum í Brekkutúni í Hoyvík. Og eftir hesum fekk hann eisini navn sítt – Hoyvíks-sátt- málin. Øll viðurskifti viðvíkj- andi samstarvinum innan fiskivinnuna eru ikki greidd enn. Hetta fer at taka sína tíð, men ein loysn verður eisini funnin á hesum spurninginum. Byggir á álit Henda avtalan fer at verða til fyrimunar fyri føroying- ar. Men eisini íslendingar síggja stórar møguleikar í samstarvinum við føroy- ingar í framtíðini. Davíð Oddsson segði eftir undirskrivingina, at tá Einahandilin varð avtikin í 1856, so var tað ein stór- hending fyri føroyska sam- felagið. Henda avtalan er gjørd eftir sama leisti, og fer uttan iva at gerast eitt tíðarskifti á tveimum økj- um. Í fyrsta lagi kunnu lond- ini bæði nú vera við til eitt størri búskaparligt sam- starv, og í øðrum lagi er hetta tann breiðasta og mest opna handilsavtalan, sum íslendingar nakrantíð hava gjørt – og føroyingar við! – Hetta er ein góð avtala. Her er ikki neyðugt við eftirliti av øðrum hægri myndugleika, tí henda av- talan byggir snøgt sagt á álit millum báðar partar. – Hetta er ein góður dagur fyri føroyingar og eisini ein góður dagur fyri okkum íslendingar, sigur Davíð Oddsson. Í fyrstu syftu er her talan um samstarv millum hesi bæði londini. Men tað verður ikki útilokað at ikki eisini Grønland kann koma við í hetta samstarvið einaferð í framtíðini. – Okkara áhugamál verða betri viðfarin við fríum handli enn í eini innilokaðari europeiskari toll- unión, sigur Davíð Oddsson SAMSTARV Snorri Brend Seinnapartin mikudag var hildin ráðstevna um vinnu- mál í Norðurlandahúsin- um, har íslendski uttanrík- isráðharrin, Davíð Odds- son eisini helt talu. Hann greiddi her eitt sindur frá vinnuligu viður- skiftunum í Íslandi, sum hevur havt eitt fíggjarligt, mentanarligt og lutvíst eis- ini politiskt samstarv við ES-londini gjøgnum EBS- avtaluna. Her hava tey somu handilsrættindi sum 27 onnur europeisk lond og hava atgongd til eitt marknaðarøki sum fevnir um 500 mió. menniskju. Betri uttanfyri Fyri íslendingar er eingin um, at EBS framvegis fer at verða eitt trygt grundarlag fyri sambandi og handli Íslands við Europa. – Tað eru nógvar orsøkir til at vit so staðiliga hava hildið okkum uttanfyri ES. Ein orsøk er, at vit meta okkara áhugamál verða betri viðfarin við fríum handli við flest møgulig lond kring heimin, enn at verða innilokað í eini felags-europeiskari toll- unión, segði íslendski uttanríkisráðharrin. Hann vísti á, at luttøka teirra í EFTA hevur verið til fyrimunar fyri landið. EFTA hevur fyri stuttum gjørt fríhandilsavtalur við 14 lond, sum ikki eru við í ES. – Í EFTA tosar ein í løtuni um at gera avtalu við Suðurafrika og onnur lond í hesum heimspartin- um. Og í heyst verður ein avtala við Suðurkorea undirskrivað. – Tað átti tí ikki at komið óvart á, at stór lond ofta ynskja at gera fríhandilsav- talur við EFTA-londini, tí tey standa fyri umleið 2 prosentum av heimshandl- inum. Hetta svarar nøkur- lunda til sama tal, sum Mexico ger við sínum 100 mió. íbúgvum, vísti Odds- son m.a. á. Sunda kommuna: Á sein- asta bygdaráðsfundi í kommununi vóru ikki færri enn tríggjar umsóknir um leigu ella keyp av lendi, sum liggja uppat sjóvinnu í hesi samanløgdu komm- ununi. Eitt uppskot var frá Pan Fish um at leiga eitt lendi og bryggjukant í Haldórs- vík. Eitt annað uppskot var frá O. C. Joensen um leigu av lendi til móttøkustøð og innhegning til reiðskap. Ætlanin er her m.a. at seta upp eitt størri tjald sum móttøkustøð. Og eitt triðja uppskot var um keyp av lendi á Norð- skála. Her er ætlanin at keypa tvey øki, uppá ávika- vist 1130 og 146 fermetrar, sum í framtíðini skulu nýt- ast til havnaøki. Øll hesi uppskotini vórðu einmælt samtykt á bygda- ráðsfundinum í farnu viku. sb. Skúli framleiðir sólorku Vestmanna: Nógv orka verður framleidd í bygdini í hesum døgum. Her verður bæði fram- leidd el-orka hjá SEV og orka frá vindmyllunum hjá Røkt. Og mín sann um ikki Vestmanna skúli eisini er farin at framleiða orku úr sólini. Henda sólorkuskipanin sum Vestmanna Kommuna og SEV hava staðið fyri er nú farin at framleiða el- orku. Hetta er ein royndarverk- ætlan, sum skal vísa, hvussu nógv ein slík skipan kann framleiða, í mun til hvussu veður og dagsljós er. Ætlanin er at øll skulu kunna síggja á alnótini, hvussu nógv skipanin framleiðir. Og tey fyrstu úrslitini eru nú klár. Í august mánaði hevur nevniliga henda sólorku- skipanin framleitt umleið 600 Kwh, skrivar heima- síðan hjá Vestmanna kommunu. sb. Minni fiskur av landinum Útflutningur: Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at útflutningurin av fiski fimm teir fyrstu mánaðirn- ar av árinum var heldur minni enn um somu tíð í fjør: Í ár eru útflutt fyri góðar 1.451 mió. ímóti 1.682 í fjør. Hetta er ein munur uppá 230 mió. – Fyrivarni skal takast fyri, at allur útflutningurin av t.d. uppisjóvarfiski helst ikki er skrásettur enn, sigur Hagstovan. Men mett verð- ur kortini ikki, at hetta fer at ávirka stórvegis. Hagtølini vísa, at verða skip og aðrar vørur tiknar frá, so er munurin ikki so stórur: Í fjør vórðu skip útflutt fyri 150 mió., meðan talið í ár einans er 40. Samanlagt gevur alt hetta tí eina minking í útflutn- inginum uppá 117 mió. kr. sb. Fyrsta stigið út í alheimin Davíð Oddsson og Jóannes Eidesgaard hava júst undirskrivað Hoyvíks-sáttmálan sum verður til fyrimunar fyri bæði londini Mynd :Jens Kr. Vang Møguleikar í framtíðini Nógv virksemi er hjá O.C. Joensen á Oyri. Nú skal eisini ein móttøkustøð gerast her Mynd: Sunda kommuna Havnaøkini verða nógv nýtt