Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 2. september 2005 9 Fleiri fólk upp í politikk Tjóðveldisflokkurin fer nú undir eitt nýtt tiltak, sum flokkurin rópar Kom og ávirka. Endamálið við tiltak- inum er at fáa fleiri fólk at taka lut í polit- ikki og bjóða seg fram, sigur flokkurin POLITISKT ARBEIÐI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur mangan verið ført fram, at áhugin millum fólk fyri at taka lut í politiskum arbeiði er lítil og eingin, ser- liga millum ung og kvinnur. Hetta ætlar Tjóðveldisflokk- urin at gera nakað við, og tí hevur flokkurin í kvittanum at skipa fyri nøkrum evnis- døgum við politiskum ar- beiði kring landið. Gera seg galdandi Á tíðindafundi fyrrapartin hósdagin greiddu tríggir av tinglimum Tjóðveldisflokks- ins, Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Heidi Petersen frá ætlanunum hjá flokkinum, sum fara av bakkastokki komandi leygardag. - Tað er fyrst og fremst væntandi luttøkan hjá fólki í politikki, serliga ungum og kvinnum, sum ger, at vit fara undir hetta tiltak. Vit vilja við hesum gera eina roynd at lata hurðarnar í flokkinum upp fyri øllum, segði Høgni Hoydal á tíðindafundinum. Skipað verður fyri seks evnisdøgum kring landið, og á hesum verða øll sam- felagsøki viðgjørd í tráð við stevnuskrá Tjóðveldis- flokksins. Tað verða tó ikki bert fólk úr flokkinum, ið fara at greiða frá á evnis- døgunum, tí flokkurin fer eisini at fáa fakfólk at um- røða tey ymisku samfelags- økini. Í sambandi við viðgerðir- nar av hesum økjum verða politisku málini hjá Tjóð- veldisflokkinum eisini endurskoðað, og tí kunnu luttakararnir á evnisdøgun- um eisini verða við til at seta dagskránna hjá flokk- inum framyvir, siga um- boðini fyri flokkin. Umframt at viðgera ym- isk politisk mál verður í vár eisini skipað fyri skeiði í politiskari framløgu. Í Tjóð- veldisflokkinum halda tey, at júst óttin fyri ikki at duga nóg væl at føra seg fram, kann verða ein orsøk til, at summi fólk halda seg aftur við at fara upp í politikk, og tí kann eitt slíkt skeið vónandi bøta um hesa støðu. Ein klubbur av gomlum monnum Eftir seinasta løgtingsval var nógv orðaskifti um kynsbýtið á tingi, og um væntandi áhugin fyri polit- iskum arbeiði millum tey ungu. Ætlanirnar, sum Tjóð- veldisflokkurin nú hevur lagt fram, er ein roynd at taka um endan á hesum orðaskifti og fáa vent gongdini. - Um vit skulu verða eitt sindur frek, so kann man siga, at eftir seinasta løg- tingsval er løgtingið ein klubbur av gomlum monn- um, og vit hava brúk fyri fleiri yngri politikarum og fleiri kvinnuligum politik- arum, segði Høgni Hoydal. Heidi Petersen legði aft- urat, at Útnorðurráðið hevur gjørt eina samtykt, sum heitir á tingini um at virka fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í politikki. Tó heldur løgtingskvinnan ikki, at ábyrgdin ikki bert liggur hjá tinginum og landsstýris- manninum, men tað er eisini upp til teir einstøku polit- isku flokkarnar um at handla, og tað er so tað, sum Tjóðveldisflokkurin ger nú, segði Heidi Petersen. Fyrsti evnisdagurin hjá Tjóðveldisflokkinum verð- ur í Vágum leygardagin, og tá verða evnini "einar rætt- vísari Føroyar" og "einar tryggari Føroyar". Fyri nøkrum vikum síðani vóru tær báðar, Karin Sól- sker og Vera Larsen, á skeiði hjá Vidal Sassoon í London. Endamálið við skeiðnum var sjálvandi fyrst og fremst at finna íblástur til sín sjálvs, men hartil høvdu tær eisini í hyggju, at nýggja vitanin og nýggi íblásturin møguliga eisini kundi vera grundarlagið undir einum skeiði fyri føroyskum hárfríðkum. Og hetta skeiðið varð so hildið í hølunum hjá Kar- in'sa í Havn leygardagin. Hetta er fyrsta ferðin, at tær báðar hava roynt at havt skeið av hesum slag, og sjálvar vóru tær fegnar um undirtøkuna, sum hetta hevði fingið. Einar 20 fri- sørar úr øllum landinum høvdu teknað seg til, og bæði leygar- og sunnudagin kundu hesar so nema sær nakrar av teimum royndun- um, sum vóru komnar burt- ur úr ferðini til London. - Sjálvandi er talan ikki um ein fullkomnar endur- tøku av tí, sum vit upplivdu í London. Til tess var tað skeðið alt ov rúgvusmikið, heldur Karin Sólsker, tá vit spurdu hana, hvussu tær skipaðu skeiðið. - Hinvegin er tað so, at vit hava valt teir partarnir, sum vit hava hildið hava størsta týdningin út, og síð- ani hava vit so roynt at givið nakrar av teimum royndunum víðari. Skeiðið varð skipað á tann hátt, at leygardagin var talan um eitt slag av móta- sýning, har Vera og Karin høvdu gjørt nakrar modellir klárar, og síðani varð tosað um teknikkir, heystmótan v.m. Sunnudagin royndu skeiðluttakararnir seg so sjálvar við saksi og liting, soleiðis at eisini tær kundu royna seg við nýggja mót- anum. Ein móti, sum í vetur fer at innihalda eitt sindur av hvørjum. Asymmetrisk- ar klippingar við beinum linjum verður nakað av tí, sum kemur at síggjast, og hartil verður eisini loyvt at blanda litirnar nakað. Fyri tað mesta, verður talan kanska um kaldar litir, men eisini blandingar við heit- um litum fara at standa á skránni, og eitt nú verður nokk ikki óvanligt við hár- sniðum, har violett og app- elsinlitt verða blandað sam- an í strípunum. Hetta er fyrsta ferðin, at salongin hjá Karin verður nýtt til skeið av hesum slag, og sjálv læt hon sera væl at, tá vit spurdu hana, hvussu hetta hevði spælt av. Hølini eru eisini hóskiliga stór í so máta, og ikki færri enn 10 stólar eru tøkir. So á tann hátt skuldu bara tvey umfør til, áðrenn skeiðsluttakarar- nir høvdu klipt hvør sínum modelli. -mørk 20 hárfríðkur á skeiði Saksarnir gingu títtir, tá Karin Sólsker og Vera Larsen høvdu skipað fyri skeiði um heyst- og vetrarmótan seinasta vikuskifti Mynd: Álvur Haraldsen Karsten Hansen, Høgni Hoydal og Heidi Petersen greiddu frá ætlanunum hjá Tjóðveldisflokk- inum um at økja um áhugan fyri politiskum arbeiði millum ung og kvinnur. Flokkurin fer at skipa fyri nøkrum evnisdøgum, sum skulu verða eitt slag av politiskari skúling hjá áhugaðum. Mynd: Jens Kr. Vang