fríggjadagur 2. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 166 - 2. september 2005
Formaður Tjóðveldisfloksins er vorðin í øðini um oddagrein í
blaðnum 31. august og leggur okkum undir at reka hetz móti flokki
hansara. Orsøkin er, at vit í oddagreinni vístu á, at pástandur Hoy-
dals um, at føroyingar vóru til reiðar at góðtaka eina grønlendska
loysn í undirgrundarmálinum er burtur úr vón og viti. Hetta tekur
Hoydal okkum sera illa upp í grein í blaðnum í dag - hetta, at vit
hava lýst pástand hansara um, at landsstýrið, sum sat tá undir-
grundarmálið varð loyst, var til reiðar at góðtaka eina grønlendska
loysn, og at hetta var at dálka minnið um Atla Dam.
Hvat hevur Høgni Hoydal so skrivað í greinini Tá søgan er følsk,
verður framtíðin til fals? Hann skrivar orðarætt: Tá fundurin við
Schluter var í 1992, hevði landsstýrið millum annað í skjáttuni eitt
føroyskt útspæl til at góðtaka eina grønlendska loysn - men Schluter
tók teir á bóli. Halgir W. Poulsen, ið var ráðgevi hjá landsstýrinum
hetta mundið, hevur longu avsannað hendan pástand og víst á, at
hetta er beinleiðis ósattt.
Hvat snýr henda hetz móti Tjóðeldisflokkinum seg so um? Jú, hetta
snýr seg heilt einfalt um, at Høgni Hoydal í nevndu grein
skuldsetur føroysku samráðingarfólkini 1992 fyri at ætla sær at
góðtaka eina grønlendska loysn. Tað stendur svart upp á hvítt í
grein hansara. Hesum kann hann ikki renna undan! Hesin pástand-
ur er avsannaður og er sostatt ósannur. Øll vita, at ein grønlendsk
loysn hevði verið beint í móti løgtingsins vilja. At skuldseta lands-
stýrið 1992 fyri at vilja góðtaka eina grønlendska loysn er ein grov
og grundleys skuldseting móti hesum landsstýri. Atli Dam leiddi
hetta landsstýrið, og er henda skuldseting tí ein ákæra móti einum
manni, sum ikki fær vart seg, tí hann liggur í grøvini. Hetta er sera
grovt og kann ikki góðtakast. At Atli ikki verður nevndur við navni
er í hesum sambandi púra týdningarleyst. Hann hevði ovastu
ábyrgdina, og hann var sum nakar identifiseraður við tær samráð-
ingar, sum endaðu við eini fyri Føroyar góðari loysn. Við nevndu
grein frátekur Hoydal eisini Atla Dam heiðurin fyri hesa frálíku
loysn. Nú er hetta alt Schluteri fyri at takka!
Høgni Hoydal er við greini síni Tá søgan er følsk, verður framtíðin
til fals, lopin framav. Hetta kann henda fyri sjálvt tey bestu, og hetta
hendir tíverri eisini fyri Sosialin við hvørt. Tey hevði sømt honum
betur at viðgingið sítt mistak og givið øllum teimum, sum hann
leggur undir at hava ætlað at góðtaka loysn í undirgrundarmál-
inum, sum var móti tingsins vilja, eina umbering. Men hann velur
heldur leiklutin sum offur - offur fyri hetz, ið Sosialsins móti flokki
hansara. Her er als ikki talan um hetz. Vit hava bert víst á, at ákærur
Hoydals móti landsstýrinum (herundir Atla Dam), sum bjargaði
okkum undirgrundina, enn einaferð eru pógvaðar at vera ósannar.
Formaður Tjóðveldisfloksins reagerar so ógvusliga, at einum
rennur orðatakið um, at sekur er hann, ið at sær tekur, til hugs.
Hetta er eitt fyri Høgna Hoydal syndarligt mál, tí hann hevur áður
fingið at vita, at tann mynd hann gevur lesarunum av samráð-
ingarstøðuni í 1992, er skeiv. Høgni Hoydal hevur nevniliga áður
verið frammi við sama pástandi um grønlendska loysn, nevnuliga í
grein 28.02.02: Tá varð hann væl og virðiliga settur upp á pláss av
Atla Dam, sála, í viðmerking í blaðnum her tann 1. mars sama ár.
Seinastu skuldsetingarnar um grønlendska loysn í 1992 eru tí settar
fram móti betri vitan og so kann ein bert gita um, hvat endamálið
er við slíkari skriving. Og so kann lesarin sjálvur døma um, hvørt
hetta at átala slíka skriving er hetz móti heilum flokki ella ikki. Vit
vilja so staðiliga vísa aftur, at vit reka hetz móti Tjóðveldis-
flokkinum, og flokkurin fær enn sum áður alt tað pláss í blaðnum,
hann ynskir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sekur, ið at sær tekur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Penganeyð
Palli Dalsgaard
Nú eru somu tíðindir at
hoyra í Útvarpi og Sjón-
varpi um, at halli á fíggjar-
lógini til næsta ár er so og
so stórt. Er nakað annað at
vænta? Væl eru tíðirnar so
vánaligar beint nú, sum
hugsast kann, men tað
hevði staðið á fíggjarliga
hjá okkum, um tíðirnar
vóru muanndi betri enn
ídag. Hvussu ár 2015 kem-
ur at roynast vita vit tíbetur
ikki, vit kunnu einans vóna
tað besta. At selja fastar
ognir fyri at yvirliva, tað
ljóðar ikki væl, tað minnir
okkum á orðafellið hjá kell-
ingini um stokkuta varman.
Tað, ið undrar okkum mest,
tá vit lurta eftir løgtings-
monnunum,
líkamikið
hvønn flokk teir hoyra til,
so vilja teir allir sum ein
hava fleiri útreiðslur, ikki
eitt orð hoyrist frá nøkrum
um
sparsemi.
Føroyar
skulu uppí alt har onnur
lond hava sína umboðan,
kosta hvat tað kosta vil.
Tíðin ið var tá undanfarna
landsstýri sat, er ikki nú,
nær hon kemur aftur, vit
vita ikki, men tað verður
neyvan í bræði. Tað var ein
ævintýratíð,
pengarnir
streymaðu inn allar staðir,
avlop omaná avlop, tá var
gamaní at tosa um full-
veldi, og halda seg verða
sjálvbjargnan. Teir sum
ráða fyri borgum í dag,
verða noyddir til antin at
lækka livifótin í Føroyum
munandi ella fara til Dan-
markar at fáa blokkin aftur
í tað støði hann var, tá hann
varð minkaður, og prístals-
reguleraðan.
Gott eg ikki eri bøssi!
Pauli Højgaard
Hetta lesarabrævið er ogn-
að Jógvani á Lakjuni, Jenis
av Rana, onkel Geo og
hinum fundamentalistunum
í Føroyum.
Tit hava fyrr fingið meg
at »krympa« tærnar, men
hesaferð klári eg ikki bara
at krympa!
Hvat í allari víðu verð
halda tit tykkum vera?
Leggja eftir einum minni-
lutabólki og døma tey niður
og norð. Tey hava tað nóg
ringt sum er. Skrivað stóð
onkrastaðni, at tað var bert
ein sum skuldi døma.
Enn eru nøkur samkynd,
sum framvegis búleikast í
Føroyum, ein stórur partur
er rýmdur undan tykkum
og øðrum, til Danmarkar
og onnur lond, har liviligt
er hjá øllum. Har blíva tey
ikki forfylgd. Føroyar skal
eitast at vera eitt demo-
kratiskt land, har tú hevur
loyvið at hava tína meining
og siga hana. Skrivi- og
talifrælsi. Eisini hevur tú
loyvi til at trúgva tað, tú
vilt, ella als ikki trúgva. Tað
skal ongin koma og sláa
nøkur fá fólk í høvdi við
bíbliuni, og siga teimum at
tey liva eitt ósømiligt lív
eftir TYKKARA trúgv.
Roynið tit og setið tykkum í
teirra stað! Halda tit at tit
eru góð medmenniskju og
vísa góðan næstrakærleika
á hendan hátt?
Kristindómurin, Islam,
Hinduisman og aðrar religi-
ónir eru lærusetningar og
rætningslinjur, sum skulu
hjálpa einum at liva sítt lív
(les: sítt egna) so gott sum
gjørligt. Og ikki til at
finnast at øðrum og teirra
máta at liva uppá. Hvør
sigur at øll samkynd hava
somu barnatrúgv sum tit?
Og um so var, hevur tað
onki við tykkum at gera.
TIT verða als ikki noyddir
til at fara í song við einum
av tykkara egna kyni av
teirri orsøk.
Landsins kosnu menn
sita og skræða seg, spalta
upp og spalta niður um
nøkur ting, teir als ikki
hava nakað við at gera.
Hetta er ikki ein politiskur
spurningur. Tað eru nøkur
heilt onnur ting, fólkið hev-
ur valt tykkum fyri. Vit
koma ongantíð, sum tjóð
víðari við hesum nalva-
skoðandi hugburði. Hvat
við at kjakast eitt sindur um
EU, Ílegugransking, kunn-
ingartøkni, ella hvussu vit á
skilabestan hátt stýra okk-
ara kæra landi?
Til seinast, takk til Hans
Paula Strøm og Løgmann
fyri at ganga á odda og
royna at føra Føroyar inn í
21. øld hesum viðvíkjandi.
525 fólk í Vágum
mótmæla
Í Vágum hava fólk savnað inn undirskrivtir til tess at
mótamæla, at felagið Se-Wave saman við SEV ætlar at
byggja eitt alduorkuverk og ein veg út í Nìpu, sum er
eitt av Føroya vakrastu náttúrøkjum.
- Hetta royndarverk fer ikki at geva meira enn ein
Vindmylla, og hetta kemur at hava ein oyðandi ávirkan
á allan heiðafuglin, sigur Gunnar Rasmussen Nattestad
vegna stigtakararnar, sum hava sent bygdarráðnum og
Friðingarnevndini í Vágum mótmælið.