fríggjadagur 2. september 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 2. september 2005
11
VIÐMERKINGAR
Sosialurin í sjálvsving
Eftir at hava lisið
oddagreinina í Sosial-
inum í mikudags-
blaðnum 30. august
2005, eri eg farin at
ivast í, um nakað
mark yvirhøvur finst
fyri, hvussu langt
Sosialurin vil fara í
síni miðvísu hetz mót-
vegis Tjóðveldis-
flokkinum
Høgni Hoydal
Í oddagreinini verði eg lagd-
ur undir at hava sagt
(orðarætt endurgivið) at:
"avvarðandi
føroyskir
myndugleikar
við
Atla
Dam, sála, á odda, høvdu
framt eitt satt myrkaspæl
kring undirgrundarmálið og
dult veruligu støðu teirra í
hesum týðandi máli."
Sosialurin sigur, at undir-
ritaði:
"...hevur
dálkað
minni Atla Dams."
Og Sosialurin vil vera
við, at: "Greinin hjá Høgna
Hoydal rør uppundir, at Atli
Dam, sáli, segði ósatt fyri
Føroya fólki."
Ikki míni orð
Hvat billa tit tykkum inn at
leggja mær slík orð í munn-
in? Ikki við einum orði havi
eg nevnt Atla Dam, sála, í
míni grein. Eg havi tíans-
heldur lagt hann undir nak-
að myrkaspæl ella at dylja
nakað - ella at hava sagt
ósatt.
Sosialurin leggur mær
orðini í munnin og krevur
síðani at eg skal geva eina
treytaleysa umbering fyri
hesi somu orðini, sum Sosi-
alurin hevur uppfunnið.
Tað er sanniliga ein máti at
fáa eitthvørt mál at bólta
rút.
Hetta er enntá beinleiðis
óreint, tí Sosialurin veit
fullvæl, at undirritaði hevði
góð viðurskifiti við Atla P.
Dam, sála, og at eg ongan-
tíð havi lagt eftir hansara
persóni.
Atvoldin til, at Sosialurin
fer í sjálvsving, er at Halgir
Winther Poulsen hevur
skrivað eina grein, har hann
finst hvassliga at mær fyri
ein lítlan part av tí, eg havi
skrivað um undirgrundina í
einum aftursvari til løg-
mann.
Sosialurin
og
Halgir
Winther Poulsen velja at
taka eitt úrvalt brot úr ein-
um samanhangi í einum
politiskum orðaskifti mill-
um undirritaða og løg-
mann, sum snúði seg um
nakað heilt annað enn
undirgrundarmálið. Eg skal
tí svara ákærunum frá Sosi-
alinum aftur.
Svaraði álopum á
Tjóðveldisflokkin
Málið snýr seg um, at løg-
maður í eini grein legði
Tjóðveldisflokkin undir at
føra ein "alt ella onki-
politikk", og skírdi Tjóð-
veldisflokkin afturhalds-
flokk.
Í mínum aftursvari vísti
eg á, at Tjóðveldisflokkurin
hevur hildið fast um rætt-
indi og greið mál í føroyska
sjálvstýrisstríðnum, og at
tað er skeivt at bakka fyri
donskum krøvum í navn-
inum hjá tí sonevnda "real-
politikkinum" og teimum
"pragmatisku loysnunum".
Sum dømi um hetta
nevndi eg undirgrundar-
málið, sum jú tók nærum
50 ár - og harav 17 ár í sam-
ráðingum - bert til tess at
fáa umsitingina á føroyskar
hendur. Hetta stendur í
skerandi andsøgn til polit-
ikkin hjá sitandi samgongu,
ið hevur góðtikið øll donsk
krøv og hevur skundað eina
danska lóggávu ígjøgnum,
sum eftir okkara tykki er
eitt risaafturstig.
Tað var hetta sum mítt
aftursvar til løgmann snúði
seg um. Og í aftursvarinum
brúkti eg undirgrundar-
málið sum dømi um, at tað
ikki snýr seg um "alt ella
onki", men um at halda fast
við síni mál.
"Grønlendsk loysn"
Eg vísti á, at í undirgrund-
armálinum var nær við, at
vit góðtóku eina "grøn-
lendska loysn", har danir og
føroyingar umsótu í felag
og býttu inntøkurnar.
Við hesum sipaði eg
hvørki til nakað dult ella
legði nakran undir at hava
fjalt nakað. Eg sipaði bert
til tað, sum hevur verður
frammi alment um, at
landsstýrið var til reiðar at
leggja eitt "modell-katalog"
fyri donsku stjórnina, har
bæði samfeløgini fingu
fyrimun av føroysku undir-
grundini, og har m.a. donsk
serfrøði skuldi brúkast í
praksis í umsitingini.
Hetta hevur verið alment
sagt frá samráðingarnevnd-
ini - eitt nú í eini sjónvarps-
sending í SvF við heitinum
"Tá Danmark loysti", sum
fyrstu ferð varð send í
december 1997. Og har var
eisini alment sagt, at sam-
ráðingarnevndin varð tikin
á bóli av Poul Schlüter,
áðrenn føroyska sendi-
nevndin fekk lagt nakað
útspæl til pragmatiskar
loysnir á borðið. Eisini
hevur Sosialurin havt eina
longri grein um, hvussu
nógv stóð á í undirgrund-
armálinum,
sum
varð
prentað 6. mars í 1998.
Tað er eisini fult alment,
at millum møguligu loysn-
irnar í sonevnda "Hvíta
álitinum" vóru tær, at
danskar fyritøkur fingu for-
keypsrætt til útvinning av
møguligum ráevnum. Og at
føroyska heimastýrið bant
seg til at gjalda fyri mál, ið
vóru umsitin av ríkismynd-
ugleikunum.
Spinna enda burturúr
ongum
Eg kallaði hetta eina "grøn-
lendska loysn" í gásareyg-
um. Og eg góðtaki sjálv-
andi fult út, at bæði Halgir
Winther Poulsen og Sosial-
urin halda vera eitt skeivt
heiti at brúka - sæð út frá
einum løgfrøðisligum sjón-
arhorni. Eg nýtti hetta í ein-
um politiskum orðaskifti
við løgmann og skrivaði
greitt, hvat eg meinti við.
Sosialurin kundi í einum
aftursvari havt víst á sína
meting um, at tað er skeivt
at kalla ætlaðu útspælini frá
táverandi landsstýri fyri
"grønlendska loysn".
Men ístaðin velur Sosial-
urin at spinna ein enda
burturúr hesum eina hug-
takinum og leggja meg
undir líkt og ólíkt.
Endamálið kann bert
vera at fáa ljóskastaran
burtur frá innihaldinum í tí
politiska
orðaskiftinum,
sum løgmaður byrjaði við
einum álopi á Tjóðveld-
isflokkin fyri at vilja "alt
ella onki".
Mítt aftursvar var greitt:
Um vit í Føroyum standa
saman um okkara krøv og
rættindi, so ber eisini til at
røkka veruligum framstig-
um á sjálvstýrisleið, uttan
at boyggja okkum fyri
donskum krøvum vísandi
til "realpolitiskar semjur".
Tað er undirgrundarmálið
eitt skúladømi um - og tað
var hetta eg vildi vísa á.
Ikki fyrstu ferð
At enda skal eg vísa á, at
hetta er ikki fyrstu ferð, at
Sosialurin brúkar útsagnir
hjá Halgiri Winther Poul-
sen í eini roynd at leggja
eftir Tjóðveldisflokkinum í
sambandi við undirgrund-
armálið. Sjálvan valdagin
til fólkatingsvalið 20. nov-
ember 2001 hevði Sosial-
urin ruddað alla forsíðuna
við einum álopi á undir-
ritaða. Orsøkin var, at eg
hevði víst á í valstríðnum,
at danska stjórnin framveg-
is tilskilar sær sjálvan ogn-
arrættin til undirgrundina,
hóast vit hava yvirtikið um-
sitingina av málsøkinum.
Tað er ongin hemmilig-
heit í tí sannroyndini, men
at eg segði tað alment, legði
Sosialurin út sum ábyrgdar-
loysi - sjálvan valdagin, har
undirritaði
ikki
hevði
møguleika at svara aftur.
Veit ikki, um Sosialurin
eisini er so altráur at tosa
um umberingar í tí før-
inum?