Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 166 - 2. september 2005 Í meira enn 20 ár hava nakrir mans í Klaksvík spælt fótbólt í KÍ-høllini týsmorgun klokkan hálvgum sjey Soleiðs var eisini týsdagin í hesi vikuni, men tá var ein rundur føðingardagur á skránni. Johan Páll Joen- sen, vinnulívsmaður og nevndarformaður í Føroya Banka, fylti 50 hendan dagin, og hóast talan var um ein rundan dag, so skuldi fótbólturin ikki forsømast. Aðrir á liðnum hava eisini fylt nú um dagarnar. Hugo Thomsen gjørdist 49 týsdagin, og síðsta leyg- ardag fylti Jógvan Høj 50. Onkur helt fyri, at talan má vera um eitt miðaldr- andi lið av fótbóltsspæl- arum. Fótbóltur á føðingardegnum Fremsta rað frá vinstru: Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, Jógvan Petersen, hotelstjóri, Magni Jacobsen, málarameistari og Odd Færø, telduráðgevi. Aftara rað frá vinstru: Hugo Thomsen, bókhaldari, Jóhan Páll Joensen, stjóri, Ragnar Olsen, bilstjóri og Jógvan Høj, stjóri. Mynd: Dávur Winther Sum tann fyrsti føroying- urin nakrantíð er Rúni Hansen úr Havn komin inn á kreativu linjuna á Graf- iska háskúlanum í Keyp- mannahavn. Linjan eitur Grafisk kommunikatión. Rúni Hansen er 30 ára gamal og hevur arbeitt sum teknari hjá samskiftisvirk- inum Sansum í sjey ár. Tað er sera torført at sleppa inna á Grafiska há- skúlan. Av teimum 300, sum søktu í ár, komu ein- ans 30 gjøgnum nálareyg- að. Rúni var til upptøku- roynd í tríggjar dagar, har hann hvønn dag skuldi loysa eina grafiska upp- gávu innan fyri seks tímar. Útbúgvingin til "pro- fessions bachelor í grafisk kommunikation" tekur trý ár. Útbúgvingin ger teg føran fyri at skapa grafiska kommunikatión í bæði prentaðum og elektronisk- um miðlum. Útbúgvingin inniheldur trý fakøki, sum tilsamans skulu menna tíni evni at skapa samanhang millum hugskot, snið, sam- skifti og framleiðslu. Rúni Hansen á Grafiska háskúlan NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 2. september. Elisa, profeturin sum kongabøkurnar í Gamla testamenti vita at greiða frá. Í gomlum álmanakkum var navnið skrivað Eliseus, sum kemur av latínska bíbliutýðingini Vulgata Eliseus hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum. Navnið merkir Guð hevur hjálpt, ella Jahve er Guð mín. Hósdagin 1. september kl. 10 læt nýggi handilin Exit upp í SMS við stórum úr- vali av klæðum og útgerð til børn og ung frá 0 til 16 ár. Tað er Lars Müller, sum eisini eigur handilin Skálk, sum eigur Exit, ið er har sum handilin Benneton fyrr helt til. Gólvvíddin er 180 fermetrar. Lars Müller sigur, at Exit er eitt av konseptunum hjá Bestseller, og handilin í SMS selur vørurnarnar til somu prísir sum í Dan- mark. Exit handlar eru um alt Evropa. Í handlinum starvast fýra fólk, og Hanna Mohr Müll- er er dagligur leiðari í handlinum. Exit í SMS Hósdagin 1. september læt nýggi handilin Exit upp í SMS. Á myndini er f.v.: Lars Müller, eigari, Hanna Mohr Müller, dagligur leiðari, og Ingun Johansen, starvsfólk Mynd: Jens Kristian Vang